leygardagur 17. november 1956síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 46
andi kommunuskålanum.« >Ja,< sigur
Palli Henriksen, >tað havi eg, tí tað
er mín hugsan, at vit skjótast gjørligt
skulu gera kommunuskúlan so, at
bornini hjá havnarborgarum skulu
kunna fáa sína millum. og realeksamin
í hesum sama skúla, uttan at skula
fara í ein annan skúla.
Ókeypis skúlabokur til bornini,
>Tað er dýrt hjá foreldrum at lata
børn síni ganga í skúla so leingi, tí
bøkurnar kosta so nógv,< siga vit. —
Ja, eisini tað vil eg arbeiða fyri, at
børnini í kommunuskúlanum skulu
fáa ókeypis skålabøkur,« sigur bý-
ráðsformaðurin.
Vit takka fyri samreðuna og ynskja
Palla Henriksen nógv góð år enn í
Tórshavnar býráð til gagns fyri Tórs-
havnar by og Tórshavnar borgarar.
Ti, tá ið vit fara at kanna eftir øllum
tí, sum er gjørt í hesum tíðarskeiði, id
Palli Henriksen hevur sitið í býráð-
num og ikki minst ta tíðina, sum hann
hevur verið formaður, so mugu vit
undrast, og ikki minst undrast á, at
hesin maður, sum hevur staðið fyri so
nógvum, skal vera so lítillátin í orðum
og atburði; men ikki er tað altíð teir,
sum látast mist, sum mest gera.
SUEZ
Hesar
"verið heldur frægari útlit fyri, at ikki
allur heimurin brestur saman í bar-
daga orsakað av støduni í Egypt —
tó hættisligt hevur sæð út, og hættis-
hevur
seinastu dagarnar
lig er stødan framvegis,
Í fyrradagin komu fyrstu FNpoliti-
hermenninir til Egypt við flogforum
úr Neapel. Tað vóru einir 100 dansk-
ir og norskir soldátar. — Teir lendu
nttan fyri býin Ismailia, og egyptar
tóku væl ímóti teimum og vístu teim-
um til rættis. Aftur ígjár komu FN
hermenn til Egypt. Nú ræður bert
um, at teir stríðandi partarnir vilja
lýða tey boð, ið hesir politisoldátar
geva. Onglendingar og fransar eru
ikki so fegnir við at geva frá sær tey
oki, teir hava tikið, uttan so, tað verð
ur tryggjað teimum, at egyptalands-
menn ikki sleppa at nationalisera Suez
rennuna, og egyptar vilja undir ong-
um umstødum hava ensk—fronsk her-
lið í landinum.
Ymisk lond, teirra millum Rusland
— hava sagt frá, at tey vilja lata
sjálvbodnar hermenn fara upp í stríð-
ið at hjálpa eygyptalandsmonnum, —
Hetta vildi óivað verið byrjanin til
ein veraldarbardaga; men eydnast tað
nú FN at skapa frið og kanska eisini
semju um Suezspurningin, áðrenn
slíkir »gestir« koma til Egypt, so hev-
ur henda samtaka bjargað heiminum
undan oyðingini.
Landsretssagfører
B. Husted-Andersen
Kontor:
»Richshuset«, Raadhuspladsen, 16 I!
København V.
Tlgr.-adr : Austroko - Tlf. Mi 788 & 3770
SOSIALURIN
- KLAKKSVÍK Í DAG
Ellen Malberg, henda kenda danska
sjónleikarkvinnan, hevði tvey lestra-
og sangkvøld her; men tíverri vóru
tað alt ov fá, ið nýttu hevið til at
hoyra hesa hábærsligu leikkvinnu og
hennara framúrskarandi frambering-
arevni, ið beinleiðis bergtók áhoyrar-
arnar. Kynstri henrara setti hugtak-
andi lív og dám yvir hitt frálíka úr-
valið av máttmiklum lestraevnum. —
Samvera hennara við skúlabornunum
var sjálvandi mangar vanligar lestra-
tímar vert.
Bókadagskvoldið var frágera væl-
eydnað, um heldur drúgfert. Sámal
Petersen, skúlastjóri, helt
áhugaverdan fyrilestur um Rasmus á
Háskúlanum, fjølbroytta lív, virki og
avreksverk hansara. Lærarafólkini
Daniella Olsen, Sigurð Heinesen, H.
D. Petersen og Oli Dahl lósu upp.
Kappingina millum gentur og dreingir
fyribils
úr millum- og realskúlanum vunnu
genturnar, og kappingina millum 5
kvinnur og 5 menn vunnu menninir.
John Reid Bjartalíð endaði. Aftaná
keyptu fólk hugaliga av teim bók-
mentum, ið tøkar vóru. Ikki minst
>Bardagaskaldið<, nýggja yrkinga-
savn Bernhard Brims, ið fyri fyrstu
ferð varð umboðað hetta kveld, fekk
góða undirtøku. |
Seðlar eru nú sendir í hvert hús í
bygdini og heitt verður á fólk um at
tekna seg fyri pening at gjalda á
hverjum ári í 5 ár til frama fyri
nýggja kirkju,
A +>—><&-—————————————=————=
Kaðalin, ið leiða skal streymin frá
SEV-spenningini tvørtur um bygdina,
er nú lagdur í jørðina.
Mikudagin vóru umboðsmenn
fyri sóknarstýrið í Árnafirði ti
samráðingar í samband við, at
SEV-linjan nú skal leggjast hagar.
Ætlanin er, at Árnfirðingar fáa
SEV-streym komandi summar.
Viðoy siglir heim við 115 tons-
um. Verður í fyrsta lagi her í
morgin.
Í gjáramorgunin frættist, at Jó-
annes Patursson hevði 75 tons.
250 tons av saltfiski fara hiðani
í komandi viku.
Manningin til Skálaberg fer við
Tjaldur í næstu viku.
Í Klakksvík er sett á stovn nytt
dansiorkestur. Tað eru 4 mans, sum
hava evað leingi, og nú eru komnir á
pallin. Orkestrið nevnist Seljan og er
uttan skrøgg betri enn Blue Star Club
úr Havnini var.
Sev-linjan verður í hesum døgum
gjørd tvørtur um Vågsbø.
Í kveld verður årsveitsla KÍ.s i
Samkomuhúsinum og Atlantis bio. —
Borðreitt verður við røstum kjøti og
súpan, undir borðhaldinum verður
ymiskt skemt sum radioútvarp og tí-
líkt. Skiftivís enskur og feroyskur
dansur í Atlantis bio alla náttina, listi
til tekningar liggur hjá Símun Andre-
asen, Hans Jacobsen og Sofus Larsen
(tlf. 32). Byrjað verður kl. 8.
Óblíðir menn
Tað mátti undra mangan mann stór
liga at síggja 14. Sept. átreingjandi
heita á Havnar býráð at nokta russum
vatn, tí teir høvdu farið so hart fram
móti fólkinum í Ungarn.
Hevði tað so verið Oli, stakkalin,
Andnegl, sum í býttleika sínum setti
fram slíkt krav, so var tað sjálvandi
ikki stórt at sagt til; men nei, blaðið
ber henda skensil fram á fyrstu síðu,
ja, sum fyrsta petti og undir stórari
yvirskrift. Her skal einki vera at taka
feil í, at her stendur blaðið aftanfyri,
sjålvt um åheitanin er undir dulnevni.
Ja, ein má gerast-bilsin. Var tað
ikki júst hetta blaðið, sum deildi um,
at danir høvdu oyðilagt okkum russ-
landshandilin fyri at standa seg væl
við bretar og amerikumenn? Og var
tað ikki sama blaðið, ið leikaði í um,
at russar ikki fingu loyvi at koma á
land í Føroyum, hóast vandi var fyri,
at teir komu at bera sjúku inn á okk-
um? Hví er nú umvent í holuni har
úti í Hornabø? :
„Eingin må sýta hundi vatnsdrykk“
søgdu teir gomlu, og undir hesum
orðum lá sjálvsagt, at vatn mátti ikki
verða sýtt nøkrum menniskja — vini
ella óvini. Soleiðis var moralurin her
á landi fyrr. Og vónandi verða ikki
teir, ið fylla 14. Sept. við skvaldri,
førir fyri at broyta hetta.
Og so er tað ein stórur spurningur,
um, hvat ávirkan ein slík óansvarlig
skriving sum henda at sýta russum
vatn. kann hava á okkara handil við
Rusland. Helst ongan, ti sjálvandi
skilja rnssar, at ein slík framferð
sum henda ikki hevur nakran mann
LL
SOSIALURIN
Útgevari:
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
Bladstj.:
Villi Sørensen.
Bo x 76.
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
TELF 1820
LS SS AA [[[yy[y[y[[[[[[[[[[[[y[y[yy—
ÉÉÉ
vid åbyrgd aftanfyri seg, og ti einans
må standa fyri teirra rokning, sum
hava flutt hana fram. Men teir, ið
ábyrgd hava her á landi, eiga sjálv-
andi at geva blaðnum eina ávarðing
og vísa slíkari ábyrgdarleysari skriv-
ing aftur, so tað klárt og greitt kann
ganga fram, at hverki fólkið ei heldur
teir, ið sita við almennari ábyrgd her
á landi, kunnu hugsa sær slíka fram-
ferð, sum 14, Sept. hevur skotið uppá
at nýta móti russum. Har má einki
ivamíál vera.
Nei, sanniliga góðkenna vit ikki
framferð russa í Ungarn og teirra
kúgan av fólkinum har, dráp og oyð-
ing og hvert av sínum, sum har hevur
farið fram, og sjálvandi vilja vit mæla
ollum til at styðja teir, ið royna at
veita Ungarn og fólki tess alla ta
hjálp, ið veitast kann; men harfyri at
fara at nokta russiskum fiskimonnum
vatn, nei tað fer ikki at bera til. Tá
eru vit ikki at rokna fyri rættsiktað
menniskju.
17. NOVEMBER i956
Við tað, at tann áheitan) sum eg
sendi til sosialistiska ungmannafelagið
á Tvøroyri gjøgnum Sosialin ikki
vísir seg at hava hjálpt, fari eg enn
eina ferð at biðja tykkum um at fáa
gongd á aftur felagið. Tit, sum hava
ábyrgd fyri felagnum, kunnu ikki
uttan víðari lata tað detta niður fyri,
og taka dømi úr tí gamla javnaðar-
felagnum mugu tit ikki gera, tí sum
tit vita, halda teir oftast bara ein fund
um árið, og tað er aðalfundur.
Ein greinstubbi stóð i Sosialinum
26. novbr. 1955 undirskrivaður av
D.S., har millum annað verður skriv-
að: »Hvørki Føroyatidindi ella nakar
skal billa sær inn, at tey skulu fáa ta
gleði, at tann sosialistiska rørslan skal
maktast burtur, hvorki á Tveroyri ella
makra aðra staðir kring am landið.
Men skal hon tvertur ímóti stimbr-
ast og sigra — sosialisman, hitt heit-
asta av øllum.«
Soleidis verdur skrivad i 1955; men
nú verður hvørki skrivað ella virkað,
og hver hevur skuldina fyri, at so er
statt.
Eru tað limirnir, sum mist hava
áhugan fyri felagsskapinum, ella eru
tað teir leiðandi, sum ikki eru upp-
gávuna vaksnir?
Ungmannafelagslimur á Tvøroyri.
Minnisdagur teirra sjólætnu.
Nú er tað so, at 1. nov. er settur
sum ein minningardagur fyri teimum,
sum undir seinasta heimsbardaga
settu lív sítt í vága fyri land og fólk;
og er tað eisini at siga, at hesin dag-
ur er ógviliga væl hóskandi fyri at
minnast okkara sjógarpar, sum í eini
slíkari vandatíð settu lív sítt til fyri
seg og síni, eins og fyri tjóðina í sími
heild, og tá hesin aftrat er Alla halg-
anna dagur, skuldi ein trúð, at hann
vildi verið hildin . sum ein rættur
minnisdagur í hvørjari einastu bygd
og í hvørjari kirkju, har fólkið fekk
hevi til at samlast í Harrans húsi fyri
at minnast okkara sjólætnu garpar.
Hetta skuldi verið so líka til fyri
okkara kirkjuhirðar, sjálvkravdir at
havt í huga. Tað, sum fekk meg at
skriva hesar reglur, er tað, sum eg
festi eygað við í næstseinasta Feroya-
tíðindi, sum sigur frá, at ungmanna-
felagið »Glottin« hevði Fyrireikað,
minningarkvøld í klubbanum, har Eg
Vilhelm prestur og C. Eliasen trú:
bodari talaðu. Og til seinast verður,
sagt soleiðis: >Nú er fyrsta stigið
gjørt fyri at fáa 1. uovember hildnan
sum rættan minnisdag, eisini á Tver-
OyTi.<
Ikki fyri at kasta skarn eftir ung- e
mannafelagnum; men ikki kann tað
sigast at vera rætta stað at minnast
okkara sjólætnu — í eini veitsluhøll.
Var tað ikki betur hóskandi, at ein:
minnisgudstænasta varð hildin í kirkja
uni, har presturin frá prædikustól:
inum út-frá dagsins tekst talaði yvir
teir sjólætnu? Ég ivist ikki í, at tann
stóra fjøldin av fólki vildi hildið
kirkjuna verið tað rætta staðið at
minst og heiðrað teir, sum undir síðsta
heimsbardaga mistu lívið — og so-
leiðis við spekt og sóma at lært fólkið
at kent sína royndarstund, eins og
fyri kristinlívinum her á fold. Tað er
ti min innasta vón, at hesin lagnu-
tungi dagur á hvørjum ári hereftir
verður ein fastur minningardagur í
hvørjari kirkju, har tað er gjørligt; á
tann hátt eru okkara prestar við til at
skapa ta røttu virðingina millum;
fólkið og kirkjuna.
Verið trúgvir tænarar í tykkara vín
garði, og latið ongan fáa høvi til at
seta skák á tykkum!
Kirkjumaður.