leygardagur 24. november 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
JAVNADUR
Íslendingar fáa sjómarkið tolt av
bretum!
Teir sleppa aftur at selja fisk í Betlandi
fyri 1,8 milj. stp.
Teir vunnu, meðan landsstýrið
og landsstýrisflokkarnir sviku hin
føroyska fiskimannin!
Sjómarksmálið er eitt hitt mest
brennandi mál, ið er uppi í dag.
Nú sigur radio og nú skriva
donsk blød um, at íslendingar hava
vunnið. Teir fáa aftur loyvi at selja
fisk í Bretlandi. Og teir hava fingið
bretar at tola teirra sjómark.
Hóast vit søguliga stóðu sterkari
enn íslendingar, gjørdi okkara lands-
stýri einki minni enn avreiddi okk-
ara rættindi, bant okkum niður í
10 ár og stakk okkara frændir, ís-
lendingar í ryggin.
Sterk orð vil onkur siga. Men
eru tey ov sterk? Er ikki sannleikin
nógv ramari, nógv harðari yvir fyri
okkara útróðrarmonnum?
Javnaðarmenn mótmæltu lands-
stýrisins illgerð og avreiðing.
Teir ikki bara mótmæltu, men
settu fram hitt einasta nýtiliga upp-
skotið. Eitt uppskot, ið var so vorðið,
at um allir flokkar fylktust um tað,
høvdu vit somu rættindi sum is-
lendingar, høvdu vit sama sigur í
hendi sum teir.
Men javnaðarmannauppskotið var
felt av sambandsmonnum, fólka-
flokksmonnum og tjóðveldismonn-
um,
Fólkaflokksmenn og sambands-
menn avreiddu okkara sak fyri 10
ár, og tjóðveldismenn høvdu
einki uppskot uttan tað einkisigandi,
ið var hvorki fuglur ella fiskur, at
vit bara skuldu uppsiga sáttmálan
frá 1901 — einki um, hvat vit so
vildu uttan tað, at vit um tvey ár
skuldu fara til samráðingarborðið.
Tjóðveldismenn vóru sostatt einki
betri enn landsstýrið og landsstýris-
flokkarnir í hesum lívsmáli hjá før-
oyinginum.
Eisini teir sviku fiskimannin her
sum f minstulønarspurninginum, sum
í útgerðarspurninginum, sum í so
mongum ødrum máli, ið viðvíkjur
fiskimanninum.
Føroya fiskimenn hava bert eitt
at gera — tað er at kasta hesar
flokkar oman við næsta val og
fylkjast um javnaðarflokkin, ið er
einasti flokkur, ið hevur víst seg
fiskimonnunum hollur.
Fólkatryggingin má gerast galdandi
fyri Føroyar!
Hitt gamla javnaðarmálið
fólkapensjónin — er nú samtykt og
verður at koma í gildi 1. apríl
1957 í Danmark.
Men vit Feroyingar eru ikki
undir hesi lóg, og tey gomlu her á
landi koma ikki at njóla gott av
henni uttan so, at løgtingid ger
samtykt um tað,
Longu fyri kríggið løgdu javnað-
armenn uppskot um fólkatrygging
fram
onnur góð mál, fólkinum til gagns
og frama, varð hetta uppskotið felt.
Fyri at g-va landsstýrinum kans
til að gera tær neyðugu fyrireikingar,
so tað skal verða tinginum gjørligt
at samtykkja lóg um fólkatrygging
og leggja fíggjarlógarætlanina fyri
1957 — 58 soieiðis,at peningurin kann
verða tøkur longu til 1. okt., hava
javnaðarmenn hildið tað vera beint
vent sær til tingið
longu nú at
hesum viðvíkjandi. Suðurstreymoyar
á ting; men sum so mong |
|
i
w
Javnadarfelag hevur vidgjørt henda
spurning, og aftanå at hava fyri-
lagt flokksleidsluni stødu sina, sendi
tað 18. nov. landsstyrinum hetta
skriv:
»Føroya løgting, her.
Sudurstreymayar Javnaðarfelag
loyvir sær vid hesum at heita å
hitt håttvirda Føroya
lóggávan um fólkatryggingina, sum
nú er samtykt i Danmørk, verður
gjørd galdandi eisini fyri Føroyar
og kemur at virka f Føroyum sam-
stundis sum í Danmørk,
Eisini loyva vit okkum at heita
á tingið at fáa ta sosialu lóggávuna
førda upp á somu hædd, sum hon
er í Danmørk, við ollum teimum
uppískoytum, ið teir hava har.<
——W—e""
Havnar býráð samtykti hóskvoldið
at lata felagnum Reyða krossi 5000
kr. til ungainshjålpina.
Løgting, at |
|
ES ETTER
„ byrådsarbeidinum, og í
í Vit
——"”|——"""|""""|—— mm
NR. 47.
LEYGARDAGIN
24. NOVEMBER 1956
20. ÅRG.
SAMRØDA
við Magnus Tórsheim
Í seinasta blaði høvdu vit eina
samreðu við býráðsformannin, harra
J. P. Henriksen, um ymsi mál frá
dag hava
eina við býráðslimin, Magnus
í Tórsheim, sum er annar javnaðar-
| maðurin í núverandi býráði okkara.
Magnus Térsheim er, sum øll
vita, sonur hin tiltikna havnarmann-
in, Vilhelm Tórsheim, og sum påpin
er hann serkønur vidvikjandi øllum
arbeiði, sum hevur vid gråt og be-
tong at gera, og sjålvt um Magnus
er ungur maður enn, hevur hann
staðið fyri mongum stórarbeiðum,
og tey hava øll verið gjørd so væl,
at flestir hava tíkið til teirra.
Vit hitta Magnus Tórsheim heima
hjá sær sjálvum og spyrja, um hann
hevur nakað ímóti, at vit spyrja
hann um ymist. Hann hyggur eitt
Núer
longu tíð
at vissa sær
Carlsberg Eksport Water er
avbera gott til at blanda
uppí annan drykkjulog
sindur bilsin uppá okkum, og er
tað fyri okkum, sum hann ikki
hevdi væntað hetta, men hann jåttar
og biður okkum gera so væl at
spyrja, og so kann hann svara tað,
sum hann er førur fyri at svara
uppá.
Magnus Tórsheim varð valdur
inn í Tórshavnar Býráð í 1952.
»Tygum eru limur av Tórshavnar
Býráð<, siga vit. «Ju, so er«, sigur
Magnus, »eg kom inn í býráðið vid
valið í 1952, og havi soleiðis til
nýggjárið sitid har í 4 år«. »Tygum
vóru valdur sum javnadarmadur,«
siga vit, »og so ví.t vit vita, var
tað fyrstu ferð, javnaðarflokkurin
í Havn fekk tveir menn inn í bý-
ráðið uppá lista sín,“ leggja vit
aftrat.
»Ju, so er,< sigur Magnus Tórs.
TITT
LA
i nú