Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-11-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 1956síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 47 heim, »og tað var ógvuliga spenn- andi at vita, um okkum fór at eydn- ast at fáa nr. 2 inn eisini,< leggur hann aftrat, »tf, so er, sum tygum siga, hetta var fyrstu ferð, vit fingu nokk stemmur til heilar tveir bý- ráðslimir, og tað gleðiliga var, at vit fingu so nógvar stemmur, at tað enntá leyp av hjá okkum, sjálvt um vit fingu tveir menn inn á okk- ara lista.“ Magnus varð valdur inn í teknisku nevnd. Vit siga: »Tåid tit bert eru 2 javnaðarmenn í býráðnum, og ll býráðslimir tilsamans, so var tað kanska ikki so gott at sleppa inn í nakra nevnd?« Magnus svarar: »Ju, tað bar so til, at eg varð valdur inn í teknisku nevnd, og tað dámdi mær væl, tí her vóru umráðir, sum eg hevði serligan áhuga fyri.“ Tekniska nevnd er 5-mannanevnd, og hevur hon undir sær vegirnar, vatnleiðingarnar, kloakkirnar og við- líkahald og umsjónina av øllum teimum kommunalu bygningunum í býnum. »Hvørji mál hevur tekniska nevnd undir sær?< spyrja vit. »JU,« sigur Magnus, »tann tekniska nevndin hevur til tilrættaleggjanina av øllum teimum nýggju vegagerðum, sum gjørdar vera her í Havn, og so sjálvandi eisini viðlíkahaldið av teim- um gomlu vegunum, og aftrat tí koma so kloakkmålini øll, bæði tåid talan er um at gera nýggjar vegir, og táíð kloakkir skulu leggj- ast har, sum teir gomlu vegirnir eru gjørdir við ongari kloakk; og so er tað vatnleiðingarnar ikki at gloyma,< leggur Magnus suffandi aftrat. Vatnspurningurin er okkara »smertens barn«. »Hetta eru stor mål, tekniska nevndin hevur vid at gera,« siga vit, »men tygum suffa við, táíð tygum nevna vatnspurningin?« »Gjørdi eg tad,« sigur Magnus eitt sindur bilsin, »men tað er einki legið, um eg gjørdi tað, tí vatnspurningurin í Havn er virkuliga okkara »smertens barn«, ti her er eitt mål, sum må loysast skjótt og væl. Tí sjålvt um veturin, táíð frost er, og ikki at tala um summarið, táíð turkur er, mangla vit vatn sjålvt til húsarhald. Og tåid vatnið er nógv, er tað oft- ani so ringt, at tað illa er drekk- andi. Hetta ber ikki til,« leggur Magnus Tórsheim álvarsliga aftrat. „og her havi eg roynt at lagt doyð- in á at fingið gott skil å,« sigur Magnus og trýstur á orðini doyðin og gott skil. Ikki bert NÓGV vatn, men eisini GOTT vatn. Og nú er Magnus Tórsheim vorð- in harðmæltur og farin upp at ganga, meðan orðini rapla úr munni hans- ara, og sigur hann millum annað: »Vit vita øll, at vit hava lítið, ja, alt ov lítið vatn her í Havn og so ringt vatn, at vit ikki kunnu vera tað bekent, men tað nyttar einki bert at vita tað, tosa um tað og SOSIALURIN gremja seg um tað, her má gerast nakað radikalt og gerast skjótt og verða gjørt av serkønum monnum, og eg vildi næstan sagt, at tað er líka mikið, hvat tað kostar, vit kunnu ikki vera tað bekent, at húsarhaldini í Havn ikki skulu hava nokk av vatni og brúkandi vatni, og at øll tey virkir, vit hava, ikki skulu hava nokk og gott vatn. Nei, sanniliga kunnu vit ikki vera hetta bekent.< Og Magnus trýstur á henda sein- asta setningin. Vit leggja til endan uppí og spyrja: „Hava tygum tá gjørt nakað fyri at fáa henda spurning greiddan ?< »Ju, tað havi eg«, sigur Magnus heldur illskliga, >eg havi skotið upp, at Tórshavnar Býráð skjótast fær henda spurning kannaðan skjótt og grundiga, og býráðið hevur eftir mínum uppskoti játtað 10.000 kr. til eina slíka kannan, og umframt hevur býráðið játtað pening til hetta endamál, so at eg vænti, at hetta mál verður loyst um vit fáa hug- aðar menn inn í komandi býráð.< Vegirnir i Havn eru illa gjørdir. »Hvussu so við vegunum í Havn,« siga vit, »teir eru ikki allir í besta lagi? Nú hevur Magnus sett seg aftur og svarar: »Nei, tað hava tygum rætt í, men sakin er hon, at veg- irnir eru ikki gjørdir til tann tra- fikkin, sum vit nú hava í Havnini. Teir gomlu vegirnir kundu illa halda til hestavognar, og sjálvt um teir eru umveldir so, at bilar kunnu koyra eftir teimum, nyttar tað einki, ti undirlendi svikir, og tí er tað, at hesir vegir ongantíð eru góðir, og teir kunnu ongantíð verða góðir.“ Heldur ikki teir nýggju vegirnir fara at halda. »Ja men, teir nýggju vegirnir, teir eru tå so væl gjørdir, at teir fara at halda,< siga vit. >Nei, heldur ikki teir fara at halda, tí sjálv upp- byggingin av vegunum er skeiv. Nei, skulu vegirnir í Havn verða góðir, so megu teir gerast úr be- tong. Hetta verður dýrt at byrja við, men nógv bíligari í longdini, og tá fáa vit góðar vegir í Havn,< svarar Magnus okkum aftur. »Og so er tað eitt aftrat,< sigur Magnus, vog tað er tað, at asfaltið, vit fáa, er sc dýrt, av tí at vit fáa tað í tunnum, men meguleikar eru fyri, at vit kunnu fáa tangar til as- falt settar upp her í Havn, og tá verður hetta so neyðuga vegatilfarið nógv bíligari, og tá kunnu vit fara undir at asfaltera allar vegir í Havnini. Betong og asfalt, tað er tað, vit mega fara at brúka til allar vegir í Hayn.< Vit takka fyri samreðuna og ynskja Magnusi, at hann enn einaferð má verða valdur inn í býráðið, so hann kann sleppa at virka fyri hesum fyri Havnina so neyðuga mál. Óla Jákup fór eftir Bliki. Men so vildi til, at Blikur kom aftur við Óla Jákupi. 24. NOVEMBER i956 - KLAKKSVÍK Í DAG KÍ fekk '5340 kr, til gávus á árs- veitsluni. Seinasta leygarkvold hevði KÍ árs- og sigursveitslu. Borðreitt var við røstum kjøti og súpan. John Reid Bjartalíð helt veitslu- og sigursrøduna. Aftaná helt E. Kjølbro stjóri rødu og handaði felagnum sparikassabók við 5340 kr. sum gáva frá nøkrum ítrótta- hugaðum monnum í bygdini, Pening- urin skal nýtast til ein venjara til KÍ komandi summar. — 7. des. ætlar felagið at fyrireika kvøldskemtan. Leygardagin 1. des. verða vigd i Árnafirði Gudrid Olsen, Árnafirði, og Dahl Sørensen, Vidareidi, 29. nov. kunnu hjúnini Sofia og Simon Jacob Johannesen halda silvur- brúdleyp. 29. nov. verður Símun Peter Tho- masen, Hattarvik, 65 og Sunneva Michaelsen Kunoy 60 ár. Renovatiónin, Tað er ein nátturlig skylda hjá kommununi at taka sær av øsku og oðrum avfalli og fáa tað beint burtur. Til tess hava vit renovatiónskoyring- ina. Spurningurin er so, um henda renovatión er góð og hóskandi, og um fólk eru nóg væl nogd við hana? So er ikki, tíverri. Kommunan hevur her nøkur ålvarsom brek at fáa i rættlag. Fyrst og fremst er tað óhóskandi, at renovatiónsarbeiðið fer fram um dagin. Hetta er mikið misprýði fyri ——————E—————Þi£"NG——————v—— ——————— + bygdina. Í eðrum lagi er tað bæði óforsvarligt og skilaleyst, at ein ótaktur bilur verður nýttur til hetta endamál. Fólk, vegir, hús og alt í námind verður hunddálkað, tá stoytt verður burtur úr kiløtunum. Ein hósk- andi bilur er tí bráðneyðugur, um nøkur meining skal vera í renova- tiónini. Kommunan hevur heitt á fólk um at hava serligt ílát til øsku og av- fall. Men litil nytta er i hesum iløt- um, tå tey ikki verda nytt til burtur- flytan av avfallinum. Vanligt er, at avfallid i hesum iløtum verdur hand- að yvir i onnur ílot. Tó soleiðis verð- ur farið fram, er tað heilt vanligt, at alt, sum er nærhendis — innan sum uttandura — verður dálkað og av- takið við øsku og øðrum. Slíkt er eingin renovation, Kommunan hevur ábyrgdina av hes um máli. og vi tkenna okkum í sam- ljóð við hvort einasta húski í bygdini, tá vit álvarsliga heita á sóknarstýrið um at fáa renovatiónina tíðarhóskandi og fullfiggjada. Viðoy, id er komin eystanífrá við 115 tonsum, fór hóskveldið til Keypmannahavnar við fiskinum. Skipari er Rich. Jacobsen. Polarfarið á veg eystanífrá við 95 tonsum. Grunningur á veg til marknaðin við ísfiski. Austerlitz fermdi 1200 colli av brasiliufiski til Noregs. Fór hósdagin. FODERSTOFFER Foderblanding, maiet Byg, malet Majs, knust Majs. Hønsefoder »Rekord«, Kyllingefoder, hel Byg, hel Hvede, Hvedeklid, hel Havre, hel Dari. P-F VALDEMAR LUTZEN TELEFON 1020 — 4 LINIER STØRSTE LAGER BILLIGSTE PRISER ed Samfelagsmøti verða — um Gud vil — í Ebenezer frå 28. november til og vid 2. desembel í år. Møtini, ið annars verða greiniligari kunngjørd við gøtuuppsløg- um, byrja við bønarmøti mikukveldið 28.11, kl. 8. Ein og hver er hjartaliga vælkomin. Tórshavn, 20. november 1956. Samkoman í Ebenezer TAKK Hervið takki eg hjartaliga fyri heilsanir, telegrammir, gávur og vitjan á sekstiåra foðingardegi mínum. Vinarligast J. H. Danbjørg. Trygve Samuelsen, sakførari i Tórshavn, hevur sent okkum so- | ljóðandi skriv: | »I en sag, som sysselmand Djur- huus, Vestmanhavn, har anlagt mod kommunesekretær Poul Øster, Tveraa ae ÉÉ[[|—|————85—>$å. Í i anledning af, at sidstnævnte i »Sosialurin« for lørdag, den 28. april 1956 af Færøernes ret afsagt saalydende dom: Thi kendes for ret: Sagsøgte, kommunesekretær Poul Øster, bør straffes med 10 stats- kassen tilfaldende dagbøder store hver 25 kr. Forvandlingestraffen fastsættes til hæfte i 20 dage. Den af sagsøgeren, sysselmand Eiler Djurhuus paaklagede udtalelse kendes ubeføjet. Sugsøgte bør inden 15 dage efter denne doms afsigelse til sagsøgeren betale 150 kr. í sagsomkostninger.«