Sosialurinarkiv
Sosialurin 1957-07-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 1957síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

H | BARNAMATUR Fin veiðumaður fór avstad við byrsu og møtti einari bjørn í skógini. — Hvat leitar tú eftir? spurdi bjørnin. — Eg ætlaði at fáa mær ein góðan pels, svaraði veiðumaðurin. — Og eg ætli mær at fáa mær ein góðan morgunmat, helt bjørnin. Kom heim við mær, har kunnu vit tosa nærri um vidurskiftini. i So fóru bæði heim til bjørnina. Bjørnin át veiðumannin, og so hevði hon fingið ein góðan morgunmat, og veiðumaðurin var bjálvaður inn í ein góðan pels. 1, Bókstavur. i. 2. Fríður. 1. 2. 3. Heiður. i, 2. 3. 4. Blóma. Set stavir fyri tølini. Aftanfyri er sagt frá, hvønn tydning, tey hava. KA - AR | GR - UR | HØ - NI | GR - ND | TO - VA Set stavir fyri stríkurnar. Les teir nið- | ureftir, og tú fært eitt bygdanavn. Lat Erna blómurnar? | Bornini dálka seg la. | Fuglarnir eta smásild. | Í hvorjari av hesum trimum reglunum | em fjald tvey fuglanøvn Finnið tey | | Í ELSLSILLILLISILASEAEALMALEALAALLEA MILLUM UNGFÓLK ELAAALLLALILAI Ein kvinna skuldi einaferð fara upp í ein buss, men hon slapp ikki, tí skúrtið, ið var at knappa aftanfyri, var ov trongt. Hon knappaði tí tveir knappar upp, men einki bar til. Hon knappaði tveir aftrat, men tá tók ein harri hana og skúgvaði hana inn í bussin. Hon var í ødini, spurdi, hvat hann billadi sær inn, hansara freka se.)Maðurin svaraði tó sinniliga: > Nú hava tygum staðið her og knappað upp allar fýra knapparnir í buksum mínum, tað haldi eg er líka frekt. Í Bornini skuldu skrivað ein stíl um okkurt tey sjálvi ella systkinini høvdu upplivað. Lítla Katrin skrivaði um »mina stóru systir“ og greiddi frá ollum hend- éngum í árinum. Hon endaði soleiðis: „-- og so kann ein gita, hvat stóra systir fer at bera í fangi sínum næsta ár.“ Sjálvandi vónaði eg einaferð, at eg einaferð, at eg skuldi giftast vid tí rottu, men so tók eg og gifti meg við tær, | meðan eg g gekk og bíðaði. Minnið er hitt einasta paradísið, ið vit tkki kunnu rekast úr. Holberg kallaði hann fyri hoffmann. Vit vilja kalla hann ein snobb. Vit raka beinan vegin við, at lýsing Holbergs av einum snobbi eisini geldur í dag: — Ein snobbur er eitt domi upp á hugmóð. Hann leggur seg á knæ fyri nøkrum og traðkar á høvdid á ødrum, Hann leikar sum bæði riddari og hestur á einum sinni Hann letur yvirmannin ríða á sær og ríður sjálvur á undirmanni sínum. Ein finnur í honum eina blanding av tolni, frekleika, lýdni, vald- sjúku, hugmóð, eyðmýkt og neyðarslig- FØROYA BANKI AÐALSTOVAN í TÓRSHAYN TELEFON 1350 ÚTBANKARNIR taka ímóti peningi við somu treytum: Í NORÐUROYUM : Klakksvík, telefon 274. Í SUÐUROY: heit. Hann hevur ødru megin ongan vilja, tí kann ein lesa í andliti hansara eins og á einum barometri, hvussu tað stendur til við vindi og veðri teirra mill- um, ið eru yvirmenn hansara, og har- eftir lagar hann sínar tankar, sítt sinni, sín hug — fa, enntå sína religtón. Ein snobbur er í dag ein kongur, í morgin ein frensur, Hann Óttast sjálvur og vil, at onnur skulu óttast hann Tá id Erl. Patursson á sinni fekk at vita, at tað var danski fíggjarnevndar- formaðurin Jensen-Broby, ið var komin við upplýsningunum um Th. Petersen og Sjóvinnubankan, gníggjaði hann hendur og helt ovurkátur: „Gott komiði fingrabeinini á honum.“ Hin kendi sambandspolitikkarin O. F. Joensen helt einaferð fyri í mannfjøld inni á Sjómannsheiminum i Havn: Eg dugi ikki at fata, at nakar fiski maður velur okkum ultra-konservativu sambandsmenn heldur enn P. M. Dam og hansara flokk.« Og so var tað Pål Petersen, id á ein- um tingfundi segði: „Ég havi verið fríhandilsmaður sidan 1852." Fridrik Bláhamar, tá ið fólkaflokks- sambandssamgongan var komin í lag: „Gævi hon aldri slitnaði aftur.“ OC — 1... veitst tu —""" at summarið eftir atombumbingina av Nagasaki í Japan var búnaðarfram- leiðslan á somu vídd og sama oki 6 ferðir storri enn nakrantíð áður. at amerikanska strip-tease dansarinnan Evelyn West, hvors bringumát er 115,5 cm, hevur tryggjad júgur síni fyri 350.000 kr. at Amerikumaðurin Berry var fyrsti mað- ur, ið leyp út úr flogfari í fallskíggja. Hetta hendi í 1912 at ein hestur íkki nytist at leggja seg niður í vikuvís. Hann kann lættliga standa og sova. at eitt meðalmenniskja skiftir stoðu í seingini hvert ellivta minutt undir svovninum. at tað finnast tvifalt fleiri reyðhærdar kvinnur enn menn, B. Husted-Andersen. Landsretssagfører Kontor: «Richshuset«, Raadhuspladsen, 16 I! København V. Tlgr. -adr.: Austioko Tlf, Mi 788 & 377 - Tvøroyri, telefon 32. ÉT Setid avlopspeningin i BANKAN HAR STENDUR HANN TRYGGAST OG HAR GEVUR HANN RENTU: Å innlånskonto vid 3 månada uppsøgn Á bankabók 3!/', %/, pro anno Á chekk-konto 2 pro anno 4 %', pro anno Í EYSTUROY: Runavík telefon 24. Í VÅGOY: Miðvágur, telefon 7. 0» Til viðskiftafólk okkara! == Vegna nýggju weekend avtaluna er tað neyðugt, at vørur, 1 Á ið sendast skulu í býin leygardag, verða umbidnar dagin fyri. i Eisini loyva vit okkum at heita á tykkum um at lata ckkum ord;arnar í hendi innan kl. 12.— á miðdegi fyri vørur, ið sendast skulu sama dag. Við hávirðing | pf. Frants Restorff ør Kunngerð frá Føroya Jarðaráði Tað verður gjørt kunnugt, at í samband við tiltok fyri at lætta um skrivstovuarbeiðið hjá Føroya Jarðaráði verður peningaavgreidslan hjá Føroya Jarðagrunni flutt til Føroya Gjaldstovu pr. 1. juli 1957. * Gjeld til Jarðagrunnin skulu tí í framtíðini verða handaði Gjald- stovuni, Kongabrúgvin, avgreiðsla kl. 9—12, 14—16, leygardag ki. 9 — 14, ella verða send við posti til Føroya Jarðagrunn, Gjaldstovan, Konga- brúgvin, Tórshavn. Gjeld úr Jarðagrunninum verða ávíst av Jarðaráðnum til avgreiðslu á Gjalvstovuni ella gjøgnum postverkid. Rokningar skulu tí sendast til Føroya Jarðaráð, R. C. Effersøesgøta 1, Tórshavn, til åvisingar, og skulu tær íkki vera kvittaðar. 1. juli 1957, Føroya Jarðaráð. Skatta- og = tollórættvísið So leingi vit liva í einum samfelar, har stættarmunurin er stórur, har summi hava stór framíhjárættindi, og har arbeiðstólini og peningurin er á hondum einstaklinganna, var tað rímiligt, at tær byrður, ið sam- felagið leggur á borgarar sínar, vórðu soleiðis ásettar, at hvor kom at gjalda eftir forimuni. Men hetta er ikki mannagongdin her á landi. Her verða byrðurnar tveittar á smá- mannin, meðan stórmenninir fáa skattafrælsi sítt ásett og tryggjað | við lóg. Síðan núverandi landsstýrisflokk- ar tóku við ræðinum í 1950 er fíggjarætlan løgtingsins hækkað við 5,3 milj. kr. Av hesum er skatturin hækkaður við 400.000 kr. ella um- leið 10 pst., tollurin 4,3 milj. kr. ella meir enn 100 pst. Við tí stigvíst hækkandi skatta- skalanum verða tað sjálvandi stór- inntekurnar, ið koma at gjalda | mest, tá talan er um skatt, meðan smámaðurin kemur at gjalda mest, tá talan er um toil, Men her á landi skulu stórmenn- inir eirast. Teir skulu einki gjalda. Byrðurnar verða tí tveittar á smá- mannin. Hann verður dýktur undir í tolli, og tollur rakar altíð harð- ast tey, ið minstu inntøkurnar" hava. Síðan afturhaldsflokkarnir tóku við ræðinum, hava teir sett hetta skatta- og tollórættvísið í system. Útreiðslurnar til landshúsarhaldið eru hækkaðar í stórum við 5,3 milj. kr. Øll skulu vit gjalda hesa hækking, og tað var ikki annað enn rætt og rímuligt, at hver í sín- um lagi kom at gjalda eftir feri- muni. Men so er ikki. Lutur ríkmanna í hesi hækking er bara farin upp við 10 prosent- um, meðan lutur smámannsins er farin upp við 100 prosentum. Hetta er úrslitið av 6 ára sera døkkum afturhaldsstýri.