týsdagur 23. apríl 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
3
Várið er komið, grasið
grønkast og tað gongur
aftur móti ljósari tíðum.
Men júst sum vit skuldu
fara at gleðast um alt hetta,
andaðist liðfelagi og vin-
kona okkara Inga Falkvard
Danberg eftir stutta sjúkra-
legu, bert 32 ára gomul.
Vit standa eftir spyrj-
andi. Hví skuldi hetta lívs-
glaða, hugagóða, sterka og
skemtingarsama mennisk-
ja, sum hevði so nógv at
liva fyri, takast burtur hig-
ani? Burtur frá øllum teim-
um, sum hon var so góð
við, og sum hon hevði so
nógv gott at geva. Hví
kundi hon við øllum sínum
eginleikum ikki sleppa at
liva og njóta lívið, sum hon
var so glað fyri? Tað er so
óveruligt. Tað sýnist sum
ein syrgiligur og endaleys-
ur filmur. Vit skilja tað
ikki.
Eru komnar at kenna
Ingu gjøgnum hondbóltin,
og eru ernar at hava kent
hana og spælt á sama liði
sum hon í Neistanum. Inga
var liðførari hjá okkum.
Og hon var liðførari í orð-
ins sanna týdningi. Hon
var slóðbrótarin á liðnum,
og í hennara verð var ein-
gin dystur taptur, fyrr enn
seinasta sekundið var far-
ið. Inga setti stór krøv til
sínar viðleikarar, men hon
kravdi upp aftur meira av
sær sjálvari. Gekk altíð á
odda og stríddist meira enn
nøkur onnur á liðnum.
Inga var ein vinnari, var
bara nøgd við tað besta, og
við 6 talinum á troyggjuni
átti hon sín stóra lut í
mangum sigri og meistara-
heiti, sum tað eydnaðist at
føra í hús.
Inga gekk upp í hond-
bóltin av heilum huga. Tað
kom henni ikki so frægt
sum til hugs ikki at møta
til venjing. Sama hvussu
nógv hon hevði um at vera,
so kom hon at venja. Men
tá veljast skuldi millum
hondbólt og Mykines, so
valdi Inga hondbóltin frá,
um ikki okkurt heilt serligt
var á vási. Á hvørjum ári
gjørdi hon okkum greitt, at
hon var ikki tøk til ólav-
søkudyst og heldur ikki í
heystfrítíðini, tí tá var hon
í Mykinesi saman við
familjuni. Mykines var eitt
og alt hjá Ingu. Tað var
ikki av tilvild, at myndin á
sangheftinum til jarðar-
ferðina hjá henni var úr
Mykinesi. Hatta var Inga.
Rokalig, í stórum gummi-
stivlum og við ryggsekki
uppi á Knúki. Har hevði
hon tað gott. Úti í náttúr-
uni millum fugl og seyð,
sum henni dámdi so væl at
fáast við.
Inga var eitt lívstykki,
sást og hoyrdist, alla staðni
har sum hon var. Hevði úr
at gera hvønn einasta dag,
altíð var hon á veg til eitt
ella annað. Tað er bara at
koyra á, plagdi hon at siga.
Og hjá henni var einki
óført. Alt bar til. Hon var
mitt í rokinum, tá skipast
skuldi fyri tiltøkum og
veitslum, og altíð var hon
til reiðar at lata hús, tá vit
skuldu hittast. Minnast
tónleikin, dansin og serliga
láturin. Jú, mangar og
stuttligar hava løturnar
verið í hugnaligu húsunum
við Hoyvíksvegin.
Heldur ikki hjá Thomas
Dam, ítrótti, har Inga
starvaðist síðani miðskeið-
is í nítiárunum, lá hennara
partur eftir. Hon gjørdi sítt
arbeiðið til lítar og meira
afturat. Við henni hava tey
mist ein góðan og álítandi
starvsfelaga. Hon hevði
sera stóra ábyrgdarkenslu
fyri arbeiðsplássinum, og
fráverudagarnir
munnu
hava verið fáir hesi árini,
meðan hon arbeiddi har.
Eisini eftir at hon fekk at
vita, at hon var sjúk og at
neyðugt var við kanning-
um bæði í Føroyum og
Danmark, so royndi hon
altíð at leggja tað soleiðis
til rættis, at hon var minst
møguligt burtur frá arbeið-
num. Somuleiðis var tað
kærkomið hjá okkum á
hondbóltsliðnum at hava
Ingu at fara inn til í ítrótt-
arhandlinum í gongugøtu-
ni. Hon visti alt, sum var
vert at vita um hvønn
skógv og hvørt plagg í
handlinum, og samstundis
fingu vit okkum eitt prát
og kunnaðu hvønn annan
um tað nýggjasta nýggja.
Á páskum í fjør fekk
Inga boðini um, at hon
varð rakt av herviligari
sjúku. Hon varð løgd undir
skurð og í juni mánaði
komu gleðiboðini um, at
hon var frísk. Inga kom
beinanvegin aftur at venja,
mentist í hvørjum og við
eyðkenda stríðsvilja sínum
kom hon aftur á 1. liðið
síðsta heyst. Men júst sum
vit kendu okkum sannførd-
ar um, at hon fór at basa
sjúkuni heilt, vóru aftur
boð eftir henni. Minnast
túrin í Vági í januar í ár, tá
hon við stríði og strevi var
við til at fáa stig við aftur
til Havnar. Ikki grunaði
nakar okkara, hvussu illa
sjúk hon var, men bara
viku seinni fekk Inga boð-
ini, sum eingin ynskir at
fáa. So óveruligt, at hetta
sterka menniskja skuldi
gerast so sjúkt. Og hóast,
tá tað gjørdist greitt, at
hendan seinasta dystin fór
hon ikki at vinna, so var
Inga sterk og var tað hon,
sum uggaði okkum.
Góða Inga, við tær hava
vit mist eina góða vinkonu
og ein góðan liðfelaga. So
óskiljandi og órættvíst, at
tú, sum tímdi so væl at
liva, ikki fekk møguleikan
at vera her hjá døtrunum,
manninum, foreldrunum,
beiggjanum, ommuni og
øllum hinum, sum vóru so
góð við teg.
Tú hevur lært okkum
nógv hesi ár, og er hetta
ein góð barlast til at halda
fram, hóast tað kennist
svárt. Tú minti okkum á, at
vit skulu ikki taka alt sum
eina sjálvfylgu, men held-
ur steðga á og gleðast um,
at vit frísk lata eyguni upp
hvønn morgun.
Saknurin eftir teg er
stórur, men saknurin man
kennast størst hjá familj-
uni, tí eisini har vart tú
sambindingarliðið.
Orð
eru so fátøk, men mugu øll
tey góðu minnini um teg
styrkja okkum øll í stóru
sorgini.
Hvíl í friði góða Inga, tú
fert altíð at eiga eitt stórt
pláss í hjørtum okkara.
Neistakvinnurnar
Minningarorð um liðfelaga okkara
Ingu Falkvard Danberg
C
M
Y
K
3
2