týsdagur 23. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bjarki Johannesen,
sum er koyrilærari,
heldur at hugburð-
urin í ferðsluni í
Føroyum skal eitt
sindur upp. Tó sigur
hann, at ferðslan her
heima er eitt ljós
aftur í móti ferðsluni
í til dømis Paris, Prag,
Rom og øðrum
útlendskum býum
FERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
– Arbeiðast skal eitt sindur
meira við hugburðinum,
har vit uppbyggja ein
moral. Tað er lætt at siga,
hvussu tú eigur at uppføra
teg í ferðsluni, men skeivar
vegaavmerkingar og annað
ger bara, at hugburðurin
dalar, sigur Bjarki Johanne-
sen, koyrirlærari, sum vísir
á, at tá vegaarbeiði verður
gjørt, so standa skeltini
uppi, sjálvt um vegaarbeið-
ararnir eru farnir heim, ella
um tað er vikuskifti.
– Tá vegamyndugleik-
arnir sjálvir ikki uppføra
seg rætt, so ger tað, at
hugburðurin millum fólk
dalar. Og tað er hesum
arbeiðast skal eitt sindur
meira við.
Annars heldur Bjarki, at
føroyingar uppføra seg pent
í ferðsluni. Einasta hann
fílist á er, at fólk eru ikki so
røsk at blunka, tá tey skulu
av vegnum ella sneiða inn á
ein annan veg.
– Men tað eru so nógv
ting í ferðsluni, sum eru
rættiliga
nýggj,
og
tí
noyðist ein eisini at taka
fyrilit fyri tí, at tey eldur
eru ikki uppvaksin undir
hesum ferðsluumstøðun-
um, sigur Bjarki Johanne-
sen. – Her verður hugsað
um rundkoyringar, ljós-
reguleringar og tílíkt, sum
er heilt nýtt í føroyskum
ferðsluhøpi.
Koyra skjótari
Koyrilærarin heldur, at á
ávísum støðum skuldi verið
loyvt at koyrt skjótari.
– Nógvir av vegunum eru
so góðir í dag, at tað skuldi
verið loyvt at koyrt 100
km/t. Tá hugsi eg um góðar,
breiðar vegir, har umstøð-
urnar eru til tess. Har tað
verður
verri
sýni,
og
vegirnir eru minni góðir,
skal tað sjálvandi ikki
verða loyvi at koyra 100
km/t men hetta kann ein so
avmerkja við skeltum. Fyrr
var tað bara loyv at koyra
100 km/t á motorvegunum í
Danmark, men tey flestu
koyrdu upp í móti 110.
Donsku
ferðslumyndug-
leikarnir valdu so heldur at
flyta markið upp á 110, tí
so sluppu teir av við ein
stóra trupulleika – altso tað
at taka hvønn einasta bil,
sum koyrdi yvir 100.
Bjarki vísir á, at flest øll
koyra yvir 80 km/t, og at
ein er óerligur yvirfyri sær
sjálvum um ein avnoktar
tað.
– Tú koyrir aftanfyri
sýslumenn, løgtingsmenn,
politistar og aðrar innan
fyri hægru umsitingina í
Føroyum, og teir koyra allir
meira enn 80. Um markið
varð flutt, so hevði ein
stórur trupulleiki verið
loystur.
Revsireglurnar eru eisini
ov strangar. – Vit eru ikki
meira enn menniskju, vit
feila, og vegumstøðurnar
eru soleiðis, at viðhvørt ert
tú
noyddur
at
bróta
ferðslureglarnar,
sigur
Bjarki Johannesen. – Tak til
dømis við køkubúðina,
Áargeil, Stoffalág, har er
tað soleiðis, at ein er
noyddur at koyra útum
hávatenninar fyri at síggja
um nakar bilur kemur. Um
tú ert óheppin kemur ein
bilur og tekur í, og so er
dómurin fallin. Trý ár
treytaðan dóm og upp til
eftiransandi koyriroynd.
Sjálvur heldur Bjarki, at
tað skuldi verið soleiðis, at
í fyrsta umfari fært tú eina
bót. Um óhappið hendir
einaferð afturat, so skuldi
tú fylgt einum teoriskeiði,
sum tú kanst vísa aftur á.
Hendir óhappið eina triðju
ferð skuldi tú farið upp til
eina eftiransandi koyri-
roynd og fingið ein treyt-
aðan dóm uppá eitt til hálvt
annað ár. Ferðslureglurnar
skuldu verið lagaðar meira
til umstøðurnar.
Tørvur á hálkubreyt
Nógv eru, sum taka koyri-
kort. Hetta talið fylgir van-
liga burðartalinum, um-
framt ein lítlan prosentpart,
sum velur at bíða til tey eru
eldri. Í løtuni er nýggj
koyrikortkunngerð í um-
búna. Til dømis verður
mælt til, at kravda talið av
koyritímum verður hækkað
úr 16 tímum upp í 22 tímar.
– 22 tímar er ikki bein-
leiðis ov nógv, men ein
eigur at kunna at ávísa, hvat
tímarnir skulu brúkast til,
og tað kann ein ikki í
hesum føri. Vit brúka sama
frálærukort, sum í Dan-
mark, tó minus motorveg,
jarnbreyt og annað, sum
ikki kemur fyri í føroyskari
ferðslu. Tað er ikki neyðugt
at hækka tímatalið upp í 22,
tí tað er longu har. Tørvurin
hjá tí einstaka skal verða
settur í hæddina. Tað
einasta tú gert í einum
slíkum føri er, at tú flytir
ein marginal. Men um
næmingurin í dag hevur
tørv á at koyra 20 tímar, 22
tímar, 25 tímar ella meira,
so
koyrir
hann
hesar
tímarnar.
Talan er eisini um at gera
ein sokallaðan grulvigarð,
har møguleiki er at koyra
fyrstu koyritímarnar. Her
verður hugsað um eitt
avbyrgt øki við ongari
ferðslu, har næmingurin
fær høvi til at læra at brúka
kobbling, gear og annað,
áðrenn hann verður tveittur
út í ferðsluna.
– Hesum er tað stórur
tørvur á, eins og tað er
stórur
tørvur
á
eini
hálkubreyt. Ein næmingur,
sum tekur koyrikort um
summarið hevur ongan
møguleika fyri at sleppa at
koyra í kava, og tá kavin
kemur
er
hann
púra
ráðaleysur. Ein hálkubreyt
hevði spart bæði landi og
tryggingarfeløgum nógvar
pengar.
Frálærubókin betrast
Frálærubókin,
ið
brúkt
verður, er týdd úr norskum.
Vit hava danska ferðslulóg,
og tá ein skal upp í teori eru
spurningarnir so føroyskir,
at ofta skilja næmingarnir
ikki, hvat spurt verður um,
og ofta eru spurningarnir
heldur ikki dagførdir. Vit
hava danskt frálærukort, og
alt hetta ger tað heila til ein
peruvelling.
– Bókin og spurnarbókin
fylgjast als ikki. Spurn-
ingarnir eru illa orðaðir, og
ópedagogiskir, sigur Bjarki
Johannesen.
– Tað hevur leingi verið
talan um at gera eina
nýggja frálærubók. Vit
vóru á fundi fyri eini
tveimum árum síðani, men
enn er onki gjørt við málið.
Men eg haldi ikki, at tað er
bileftirlitið og ein fulltrúi í
landsstýrinum, sum skulu
gera hetta. Tað eru vit,
koyrilærararnir, sum ar-
beiða við tí dagliga, ið eiga
at verða spurdir eftir, tá
slíkt verður gjørt.
Men nýggj koyrikort-
kunngerð er væl áleiðis.
Hvussu verður nú at taka
koyrikort fáa vit svar uppá
um eina tíð.
Bjarki Johannesen, koyrilærari:
Ferðslan í Føroyum er eitt ljós
Bjarki Johannesen, sum er koyrilærari í Havn, heldur, at føroyska ferðslan er eitt ljós aftur í
móti útlendskari ferðslu
4
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
5
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
team85
4 fólk í bili
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
summarið 2002
summarið 2002
e-mail: booking@smyril-line.fo
Bilpakkar
Danmark
Noreg
úr 815,-
úr 815,-
úr 505,-
úr 505,-
Hetland
Ísland
Skotland
úr 400,-
úr 400,-
úr 768,-
úr 768,-
úr 1.370,-
úr 1.370,-
Tórshavn -
Hanstholm
ella hinvegin
Ferðist bíliga ...
fyri hvønn
Tórshavn -
Bergen
ella hinvegin
fyri hvønn
Tórshavn -
Lerwick
ella hinvegin
fyri hvønn
Tórshavn -
Seyðisfjørður
ella hinvegin
fyri hvønn
Fráf. Tórsh.: 24/5, 31/5, 7/6, 30/8, 6/9
Fráf. Hansth.: 18/5, 25/5, 1/6, 8/6, 15/6, 17/8, 24/8, 31/8
Fráf. Tórsh.: 22/5, 29/5, 5/6, 12/6, 19/6, 7/8, 14/8, 21/8, 28/8
Fráf. Seyðisfj.: 30/5, 6/6, 13/6, 20/6, 22/8, 29/8, 5/9
Tórshavn -
Hetland -
Skotland
ella hinvegin
fyri hvønn
Bilpakkar
Henrik Old er sera
óður um, at Smyril
liggur í Havnini
meðan verkfallið er.
Hann vísir á, at um
okkurt skuldi hent,
og tørvur er á
bráfeingis flutningi til
Havnar ella aðra-
staðni, og tyrlan ikki
fær flogið, so er
ongin, sum kann flyta
sjúklingin víðari
VERKFALL
Ingrid Bjarnastein
– Tað er spinnandi galið, at
Smyril liggur á Havnini,
meðan verkfallið er, sigur
Henrik Old. – Um tørvur er
á bráfeingis flutningi er
Smyril einasta trygd fyri, at
tann sjúki sleppur vegin
fram. Hevði Smyril siglt
eftir ferðaætlanini hós-
dagin, so hevði hann ligið í
Suðuroy nú, men av tí, at
Strandferðslan avlýsti túrin
áðrenn lýsingin varð lisin,
so liggur skipið í Havnini
nú, og hetta kann eg als ikki
góðtaka!
Henrik Old sigur, at
Strandferðslan hevur við
hesum tikið partí við øðr-
um partinum.
– Teir eiga at sigla eftir
ferðaætlanini. Tað er ein
kunngerð og lóg, at farið
verður soleiðis fram, og eg
fari at krevja at Bjarni
Djurholm finnur fram til
tann, sum hevur tikið stig
til at steðga við siglingini
áðrenn tíðina, og at við-
komandi verður koyrdur úr
starvi, tí hann er ikki
egnaður, og hevur misskilt
hvør høvuðsuppgávan er:
At sigla ímillum.
– Bilar, fólk og útgerð
vóru rikin heim aftur, tí tað
fór at vera verkfall, men
lýsingin kom ikki í útvarpið
fyrr enn klokkan 12.45 og
Smyril átti at vera farin av
Havnini klokkan 12.30.
Hetta má fáa fylgjur. Ein
kann ikki góðtaka, at ein
almennur stovnur ger so-
leiðis. Strandferðslan eigur
ikki at taka partí við
lønardeildina, og skipið
skal ikki leggjast áðrenn
tíðina, sigur Henrik Old.
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Fríggjadagin var enn eitt
mál í stóra rúsevna-málin-
um fyri í Føroya Rætti. Ein
ungur maður fekk 60 daga
fongsulsrevsing fyri at hava
keypt nógv ymisk sløg av
rúsevnum. Maðurin skal
sita 20 dagar beinanvegin,
meðan hinir 40 dagarnir er
ein treytaður dómur. Hann
fekk harumframt 3.500
krónur í bót, og hald er lagt
á útgerð til nýtslu av rús-
evnum.
Maðurin er dømdur fyri
at hava keypt125 gramm av
hassji, 2 gramm av kokaini,
eitt sindur av LSD, 3
gramm av amfetamini og 5
ecstacy pillarar. Eisini er
hann dømdur fyri at hava
gjørt eina roynd at keypa
25 ecstacy pillarar. Alt var
til egið brúk.
Tá løgreglan gjørdi húsa-
rannsókn fann hon eisini
eina ólógliga salongriflu og
nakrar patrónir. Hetta var
maðurin eisini dømdur fyri.
SPIRITUS
Stefan í Skorini
Sunnunáttina gjørdi løg-
reglan eitt gott hál, tá hon
tók fýra bilførarar fyri at
koyra við kenning.
Allir førararnir høvdu
eina promillu, sum var
millum 0,5 og 0,8. Tí
kunnu
hesir
førararnir
vænta sær ein treytaðan
dóm, um teir ikki longu
hava
ein
slíkan.
Um
promillan var omanfyri 0,8
høvdu førararnir fingið
eina treytaleysa frádøming
av koyrikortinum.
At hesi førarnir eru tiknir
er ein avleiðing av nýggju
ferðslulógini, sum setti
promillumarkið niður frá
0,8 til 0,5. Áðrenn nýggju
lógina hevði løgreglan ikki
havt heimild at taka hesar
førararnar.
Smyril skal liggja í Suðuroy
Fýra tiknir fyri at
koyra við kenning
20 dagar í fongsli
C
M
Y
K
5
4