týsdagur 23. apríl 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
7
Tað spældi væl av, tá
fyrsta KT-messan av
sínum slag var í Norð-
urlandahúsinum um
vikuskiftið. Áhugin
var ovurstórur, og
fyrireikararnir ætla at
endurtaka bragdið
um eini tvey ella trý
ár
MESSA
Heri á Rógvi
Fríggjadagin og leygardag-
in farna vikuskiftið var stór
KT-messa hildin í Norður-
landahúsinum í Havn.
Tað var KT-felagið, ið
skipaði fyri stevnuni. Á
síðuni kunnu tit síggja eitt
sindur av tí, ið mynda-
maður okkara fangaði, tá
hann koma framvið fríggja-
morgunin.
Messan var bæði fríggja-
dagin og leygardagin. Tann
fyrra dagin, so var virksem-
ið merkt av, at dagurin varð
ætlaður sum business to
business ella vinna til
vinnu.
Eini tjúgu framsýnarar
vóru við á stevnuni, og tað
skal eisini sigast, at tú skalt
leita leingi eftir snøggari
messu. Básarnir vóru so at
siga allir prýddir óalmindi-
liga snøgt, og tú hevði ringt
við at skilja, at KT-vinnan
ikki er ein høvuðsvinna í
Føroyum, tí andlitið úteftir
var framúr væl úr hondum
greitt.
Nøgdur
Esbern Hansen, formaður
fyri KT-felagið, er væl
nøgdur við messuna, ið teir
jú skipaður fyri.
–Fólk tóktust at vera
rættiliga væl nøgd, og sum
heild haldi eg, at messan
eydnaðist væl. Eg haldi, at
tað var eitt høgt støði á
stevnuni,
sigur
Esbern
Hansen.
Hann sigur, at omanfyri
túsund fólk mestur hava
vitjað messuna teir báðar
dagarnar. Luttøkan var
ógvuliga góð tann fyrsta
dagin, men seinni dagin
hevði tað hug at vera eitt
sindur linligt við uppmøt-
ing, men út á seinnapartin
gjørdist áhugin fyri mess-
uni størri. Esbern sigur, at
verkfallið nokk hevur havt
ein fingur við í spælinum.
Teir fara nú at eftirmeta
stóru verkætlanina, sum
hevur kostað yvir eina
millión at fyrireika hjá KT-
felagnum. Teir rokna við, at
ein tílík messa verður aftur
á skránni, men hetta verður
ikki longu komandi ár.
–Tað krevur nógva orku
at fyrireika eina tílíka
stevnu, og fyritøkurnar
hava eisini stóran kostnað
av
hesum.
Samstundis
skulu tær eisini hava okkurt
at sýna fram, so tað verður
vónandi ein messa aftur,
men hetta verður í fyrsta
lagi um tvey kanska trý ár,
sigur Esbern Hansen.
Formaður í KT-felagnum
kundi hugsað sær, at ein
KT-messa kanska gjørdist
ein afturvendandi táttur
annaðhvørt ár, men nú
skulu teir líka sleppa at
anda aftur eftir hesa mess-
una.
Fyrilestrar
Afturat sjálvari messuni í
Norðurlandahúsinum, so
vóur eisini fleiri fyrilestrar
á skránni. Fyrireikararnir
høvdu fingið hendur á Út-
varpshøllini, og her vórðu
so fyrilestrarnir hildnir.
Uttan úr heimi vóru kom-
nir tveir fyrilestrarhaldarar.
Torben Marcussen arbeiðir
fyri Microsoft í Danmark,
og hann var komin til Før-
oya at greiða eitt sindur frá,
hvørjar ætlanir og vørur, ið
Microsoft setir í samband
við
framtíðina. Torben
Marcussen ferðast nógv
runt fyri at halda fyrilestrar.
Eisini greiddi hann frá um
ein av nýggjastu limunum í
Windows familjuni hjá
Microsoft – Windows XP.
Stórur áhugi var fyri fyri-
lestrinum
hjá
Torben
Marcussen, og fleiri av
royndu fólkunum innan
KT-vinnuna í Føroyum
royndu seg eisini við spurn-
ingum til roynda mannin
frá einari av heimsins stør-
stu KT-fyritøku, ið ein av
heimsins ríkastu monnum
jú eigur.
Hin háttvirdi gesturin
uttan úr heimi var Bo Har-
ald. Hesin maðurin er einki
minni enn varastjóri í
Nordea. Talan er um ein
stóran stovn, sum fyri tað
nógva rekur bankavirk-
semi. Nordea hevur lagt
serliga stóra orku í at fáaast
við E-banking ella kanska
a-bankavirksemi (alnet).
Hetta hevur teir gjørt sær
so góðar royndir av, at teir
eru at kalla at meta sum
leiðandi á hesum økinum.
Bo Harald tosaði í sínum
fyrilestri nógv um, at tað
tekur tíð at fáa alt hetta at
virka. Hann segði, at vit
oftani vænta ov nógv av
tøknifrøðini og halda, at
hon fer at sláa til mestsum
beinanvegin, men sannleik-
in er ein annar.
Hann legði eisini stóran
dent á, at møguleikarnir við
tøknifrøðini hjá kundunum
skulu tillagast til tørvin og
ynskini.
Boðskapurin var tann, at
tøknifrøðin hevur gjørt tað
bæði betri og bíligari hjá
teimum at reka bankavirk-
semi. Í framtíðin fara mun-
andi fleiri møguleikara at
liggja innbygdir í fartele-
fonini. Í løtuni arbeiða teir
við trygdini, og tað liggur
ikki leingi burtur at siga alt
bankavirksemi hjá kund-
unum at klárast við fartele-
fonini.
Lesið meira um KT-
messuna í Sosialinum sein-
ni í vikuni.
KT 2002
Leygarnáttina klokk-
an tíggju minuttir í
tvey fór útróðrar-
báturin Líðarbrøður
á land undir Klivun-
um á Vágsfirði
ÓHAPP
Stefan í Skorini
Báturin hevði verið á
útróðri í tveir dagar, og
maðurin á brúnni var sum
vera man móður eftir túrin.
Tí var hann heldur gá-
loysin, tá siglast skuldi inn
á Vágsfjørð.
Tjaldrið kom á staðið og
hálaði línubátin av aftur.
Báturin fekk heilt lítlan
skaða. Bara ein lítil leki er
staðfestur, og hann verður
umvældur beinanvegin, so
Líðarbrøður er klárur til
útróður aftur skjótt.
Tjaldrið setti pumpur
umborð á Líðarbrøður, tí
nakað av sjógvi lak inn.
Vaktarskipið togaði hann
av og tók síðani Líðar-
brøður upp at síðuni og
sigldi bátin tann stutta
teinin inn á Vág.
Tjaldrið togaði leygardagin
útróðrarbátin Líðarbrøður av,
eftir at hann hevði siglt á
land
Útróðrarbátur
fór á land
STULDUR
Stefan í Skorini
Leygarnáttina
klokkan
fimm fekk løgreglan frá-
boðan um, at ein persón-
bilur hevði rent á uppi á
Hvístanes
vegnum
við
Mannbrekku í Havn.
Tað vísti seg, at bilurin
var stolin, tí løtu seinni
kom eigarin av bilinum og
meldaði bilin stolnan. Hann
hevði staðið parkeraður á
Skálatrøð. Lyklilin stóð í,
og tí var lag á manni at fara
avstað við bilinum. Tjóv-
urin kom tó ikki langa leið,
tí førarin hevði trupulleikar
við at halda bilin á vegnum.
Tjóvurin er sloppin til
rýmingar, áðrenn løgreglan
kom á staðið, og hon hevur
onga ábending um, hvør
viðkomandi er.
Bilstuldur endaði við samanstoyti
PARKERING
Stefan í Skorini
Tá tiltøk eru í Norður-
landahúsinum, eru ofta
trupulleikar við bilum, ið
standa ólógliga parkeraðir.
Um vikuskiftið hevur ein
stór KT-stevna verið í
Norðurlandahúsinum. Av tí
at Norðurlandahúsið bara
hevur heilt fá parker-
ingspláss, hava bilar staðið
úti á vegunum í granna-
lagnum.
Hetta gav býarbussinum
trupulleikar bæði fríggja-
dagin og leygardagin. Í
Áargeil slapp bussurin heilt
einfalt ikki fram vegna teir
nógvu bilarnar, ið stóru
ófantaliga parkeraðir.
Løgreglan mátti tí rudda
bilarnar burtur, so bussurin
kundi halda ta vanligu
ferðaætlanina.
DJÓRALÍV
Stefan í Skorini
Leygardagin varnaðust fólk
á Hvítanesi, at ein illa
fyrikomin Nósi lá við
sjóvarmálan. Løgreglan og
djóralæknin vórðu boð-
send, og tey tóku lívið av
nósanum.
Hann hevði fingið ein
ringan snudd í høvdið, og
hann bløddi illa. Tí var
hann komin uppá land.
Hann er møguliga skotin í
høvdið við eitt alibrúk, ella
hevur hann langa høvdið í
eini onkrari orsøk.
KT-stevna gav bussinum
trupulleikar
Tóku lívið av nósa
INNBROT
Stefan í Skorini
Leygarnáttina var innbrot í
Orbits, sum er ein teldukafé
á Tinghúsvegnum. Løg-
reglan fekk fráboðan um, at
okkurt ikki ruggaði rætt í
bygninginum. Tá hon koma
á staðið hoyrdust innbrots-
tjóvarnir aftanfyri.
Hóast løgreglan gjørdi
eina roynd at fáa hendur á
teimum við hundi, so
eydnaðist tað ikki. Teir
hava eftir øllum at døma
ikki
fingið
nakað
av
týdningi við sær, tó møgu-
liga nakað av smápengum,
sum lógu í einum penga-
kassa.
Innbrot í teldukafé
C
M
Y
K
7
6
Fleiri kvinnur á Ting
www.javnratt.fo
Lesið hvat
halda
Bergtóra Hanusardóttir
Ólavur Rasmussen
Jan Mortensen