Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 76 - 23. apríl 2002 Nr. 76 - 23. apríl 2002 9 Á miðdegi í gjár boðaði Strandferðsl- an Landssjúkrahúsin- um frá, at hon ikki longur kann taka ábyrgdina av sjúkra- flutninginum um Vestmannasund og um Skopunarfjørð VERKFALL Áki Bertholdsen Strandferðslan kann ikki longur taka ábyrgdina av sjúkraflutninginum um Vestmannasund og um Skopunarfjørð. Hetta boðaði Strand- ferðslan Landssjúkrahúsin- um frá á miðdegi i gjár. Somuleiðis hevur Vinnu- málastýrið, Fíggjarmála- stýrið og Skipara- og Navigatørfelagið fingið hesi boðini. Boðini koma í kjalar- vørrinum á ísemjuni, sum hevur tikið seg upp um hvørja løn, yvirmenninir á Teistanum og Ternuni skulu hava fyri at vera tøkir til sjúkraflutning. (sí aðra grein í blaðnum). – Vit hava gjørt hetta, tí vit hava fingið greitt at vita frá Fíggjarmálastýrinum, at menninir fáa ikki løn, so leingi teir eru í verkfalli, sigur strandferðslustórin, Reidar Nónfjall. Ellintur Abrahamsen sig- ur, at hetta broytir á ongan hátt støðuna, sum hann hevur greitt frá í aðrari grein. – Hvat Strandferðslan ger, kemur ikki okkum við. Vit hava ikki lýst verkfall fyri sjúkraflutning og tí eru menninir tøkir til tað og tað skulu teir hava løn fyri. Fáa teir ikki tað, fara vit at krevja lønina aðrar vegir, sigur Ellintur Abrahamsen, sum eisini sigur seg hava eina løgfrøðiliga meting av, at teir hava grein í sínum máli. Fakfeløg fara ikki at steðga sínum limum, sum sigla um firðir og sund við ferðafólkum ímeðan Skipara- og Navigatørfelagið er í verkfalli VERKFALL Áki Bertholdsen Í somu løtu, sum Skipara- og Navigatørfelagið lýsti verkfall á miðdegi hósdag- in, vóru tað tíggjutals smá- bátar, sum longu vóru til reiðar at loysa frá landi at sigla við ferðafólki. Ikki minst um Vest- mannasund og Leirvíks- fjørð er ógvuliga lívligt av smábátum, sum sigla aftur og við ferðafólki, men eis- ini um Skopunarfjørð og um Suðuroyarfjørð sigla skip. Samstundis sum hetta eru góðir dagar hjá nógvum av teimum, sum eiga hesar smábátar, máar hetta eisini støðið undan sjálvum verk- fallinum og tekur broddin av tí. Men fakfeløg, sum hesir menn eru í, ætla ikki at gera nakað fyri at steðga siglingini. Fleiri av monnunum, sum sigla, eru limir útróðr- arfeløgum, Fiskimannafel- agnum og í Maskinmeist- arafelagnum. Men ongi av hesum fel- øgum ætla at taka stig til at steðga siglingini. – Eru teir, sum sigla, lim- ir í Fiskimannafelagnum, er tað ikki sum fiskimenn, at teir sigla við ferðafólki, sigur Óli Jacobsen, formað- ur í Fiskimannafelagnum. Hann sigur, at Fiski- mannafelagið kann bara leggja seg út, hvat menninr gera í teirra eginleika sum fiskimenn. – Hvat teir gera í sínari frítíð, ímeðan teir eru í landi, kunnu vit ikki leggja okkum í, sigur fiskimanna- felagsformaðurin. Auðunn Konráðsson, for- maður í Meginfelag Út- róðrarmanna sigur, at fel- agið fer avgjørt ikki at leggja seg út í siglingina við privatbátum. Hann sigur, at verkfallið kemur ógvuliga tvørt við hjá útróðrarmonnum, tí tað nú er tað nógv tvørligari at sleppa av við fiskin og av tí sama eru prísirnir munandi lækkaðir. Hetta kemst av, at virkini eru varnari við at taka ímóti fiskinum, tí tað er so ótrygt, hvussu tey sleppa av við hann aftur. – Eg veit ikki um okkara limir hava so stóran sam- huga við verkfallinum, hóast vit avgjørt halda, at navigatørarnir skulu hava virðiliga løn. Annars heldur hann, at tað eru teir fægstu, sum eru limir í Meginfelag Útróðr- armanna, tí teir flestu eru frítíðarfiskarar og stutt- leikabátar. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Maskinmeistarafelagn- um, tí tey sótu í samráðing- um og vóru ikki at fáa fatur á. Men á skrivstovuni verð- ur upplýst, at felagið hevur ikki tikið stig til at leggja seg út í siglingina. Feløgini eru tó samd um, at sannlínkindi fyri, at fiskimenn, útróðrarmenn og maskinmeistarar fara á brúnna, eru lítlar og tí tí tey ikki at síggja hetta sum tann stóra trupulleikan hjá teirra feløgum. Eisini Ellintur Abraham- sen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, ásann- ar, at tað verður trupult at steðga siglingini við smá- bátum. – Tað makta vit ikki, sjálvt um vit høvdu viljað, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann heldur tó, at verkfall- ið rakar meint, hóast smá- bátar sigla. – Tað rakar vinnuna meint, tí tað er trupult at flyta fisk og annað í sam- band við vinnulív. Og tað rakar Suðuroynna meint, tí har er lítil og ongin flutn- ingur til og frá. – So leingi, menninir umborð á Teistanum og Ternuni ikki bein- leiðis verða koyrdir í land, eru teir til reiðar at røkja sjúkraflutn- ing um Skopunar- fjørð og Vestmanna- sund, sigur Skipara- og Navigatørfelagið VERKFALL Áki Bertholdsen – Verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum hevur ikki rakt sjúkraflutningin um Vestmannasund og um Skopunarfjørð. Og so leingi menninir á Teistan- um og Ternuni ikki bein- leiðis verða koyrdir í land, verður sjúkraflutningurin ikki raktur. Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at tað er ein stór misskilj- ing, tá ið fólk halda, at Skipara- og Navigatørfel- agið eisini ætlar at leggja sjúkraflutningin lamnan. Umframt at vera ferða- mannaskip, røkja Teistin og Ternan eisini sjukraflutning um ávikavist Skopunar- fjørð og Vestmannasund. Og sunnunudagin kom fram, at hesin flutningur nú var í vanda, tí at ósemja er um, hvussu nógv yvir- menninir á bátunum báðum skulu hava í løn fyri at røkja sjúkraflutningin. Fíggjarmálastýrið heldur, at teir skulu hava gjald fyri tilkallivakt, sum er 17 krón- ur um tíman vanligar dagar og 34 krónur um tímar vikuskiftini og heilidagar. Skipara- og Navigatørfel- agið heldur hinvegin uppá, at teir skulu hava vanliga løn og at gjaldið fyri til- kallivaktin bara er galdandi um kvøldið og um náttina, uttanfyri vanligu ferða- ætlan. – Tá ið vit lýstu verkfall- ið, boðaðu vit samstundis frá, at netupp sjúkraflutn- ingurin er ikki umfataður av verkfallinum, sigur Ell- intur Abrahamsen. Tí eru yvirmenninir á Teistanum og Ternuni fram- vegis umborð á skipunum, til reiðar at føra sjúklingar og læknar um Vestmanna- sund og Skopunarfjørð. – Og tað verða teir ver- andi, tí Strandferðslan hev- ur heldur ikki lýst verkbann ímóti teimum. – Men ger hon tað, mugu teir íland, men so eru teir samstundis heilt leysur av skipunum og so verður heldur ongin sjúkraflutn- ingur, sigur Ellintur Abrahamsen. Men so er tað Strand- ferðslan, ella fíggjarmála- stýrið, sum hevur steðga sjúkraflutninginum og ikki vit. Men hann leggur dent á, at meðan teir eru tøkir, skulu teir hava vanliga løn, hóast talan »bert« er um sjúkraflutning. – Menninir fara ikki at verða tøkir til sjúkraflutn- ing alt samdøgurið fyri ávikavist 17 og 34 krónur um tíman, leggur hann dent á. Teir skulu hava vanliga løn og vanligt gjald fyri til- kalling uppá 17 og 34 krón- ur uttanfyri vanligu ferða- ætlanina. – Antin eru teir umborð, ella hava teir heilt frí, so einfalt er tað. Hinvegin legði Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum eina við í Út- varpinum sunnukvøldið, at hann fór ikki at gjalda monnum løn, sum ikki vóru til arbeiðis og at hann fór at halda seg til ta vanliga og betala teimum gjaldið fyri tilkalling. Sostatt er framvegis ósemja um lønina og Ellint- ur Abrahamsen vísir ikki aftur, at málið kann enda í rættinum um menninir ikki fáa sáttmálasettu lønina. Strandferðslan tekur ikki ábyrgd av sjúkraflutning Fáa frið at sigla við ferðafólki Eins deyð, annans breyð! Endarnir á strandfara- skipunum vóru ikki meiri enn bundnir, so loystu tíggja- tals smábátar at sigla við fólki. Og tað fáa teir frið til,tí fakfeløg- ini hjá teimum ætla ikki at nokta teimum at sigla við fólki Sigla til teir verða koyrdir í land Enn hevur verkfallið ikki rakt sjúkraflutningin og hann er í tryggum hondum so leingi, strandferðslan ikki beinleiðis koyrir menninar í land, sigur Ellintur Abrahamsen Kári á Presttrøðni, landingarformaður, sigur, at nú verkfall er, er avskipingin ikki nakar trupulleiki, tí øll framleiðslan á virkinum fer til frystingar. – Men verður verk- fallið drúgt, verður plásstrot, um eingin avskiping verður, sigur hann FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Líkt er til, at Fiskavirking í Miðvági er væl við í kapp- ingini um hýsuna í løtuni. Leygardagin landaði línu- skipið, Mascot, 20.000- 22.000 pund av hýsu í Mið- vági. Teir høvdu roynt stutt og høvdu eisini annan fisk, eitt nú tosk. Mascot fór útaftur við restini av fiski- num, teir høvdu inni, og ætlaðu at royna nakrar dag- ar aftrat. Mánadagin arbeiddi Fiskavirking í Miðvági hýsuna hjá Mascot og nak- að av útróðrarfiski, sum virkið keypti á uppboðs- søluni í Sørvági. Tá ið Sosialurin frætti úr Miðvági, væntaðu tey tveir línubátar hjá Árna Dam seinni um kvøldið ella út á náttina. Mikudagin kemur línu- skipið, Venus, væntandi inn at landa. Teir hava verið stutt úti, og virkið í Mið- vági keypir bara hýsuna. Verkfallið Nú verkfall er, fær Fiska- virking í Miðvági ikki keypt fisk á gólvinum, tí eingin flutningur er um Vestmannasund. Heldur ikki slepst av við lidnu vøruna, tí einki farmaskip siglir úr Vágunum. Kári á Presttrøðni, land- ingarformaður, sigur, at av- skipingin ikki er nakar trupulleiki beint nú, tí øll framleiðslan á virkinum fer til frystingar. – Vit kunnu klára okkum uttan avskiping í ein mán- aða ella so. Men verður verkfallið drúgt, verður plásstrot, um eingin avskip- ing verður, sigur hann. Fleiri línuskip landa hýsu í Miðvági – Listin og tónleikur- in eru nógv ment á Skálafjørðinum sein- astu árini, sigur Jóan- nes S. Hansen, sum samskipar tiltøk fyri Runavíkar kommunu. TÓNLEIKUR OG LIST Vilmund Jacobsen Hóast bert trý fólk møttu á eini áhugaverdari konsert í býráðshøllini í Saltangará herfyri, heldur Jóannes S. Hansen, sum samskipar til- tøk fyri býráðið, ikki, at hetta merkir, at eingin áhugi er í kommununi fyri tónleiki. Hetta kvøldið, sum var eitt hóskvøld, spældi Sámal Petersen á violin og ein ís- lendsk kvinna á klaver. – Hetta var ein frálík konsert, sum bara trý fólk nýttu høvi at hoyra, og tað var stórt spell, sigur Jóan- nes. Hann sigur, at Norður- landahúsið og Konsert- felagið plaga at hjálpa til at skipa fyri tiltøkum í Sal- tangará, og onkuntíð syrgir hann sjálvur fyri, at tón- leikur og annað er á skránni í býráðshøllini, sum hann heldur er væl egnað til tílík tiltøk. Spurdur, hví so fá fólk møttu júst hetta kvøldið í Saltangará, sigur Jóannes, at helst mundi orsøkin vera hon, at fólk, sum plaga at møta til konsertir, høvdu onnur ting at takast við. – Her hendir nógv í øki- num, og fólk hava nógv at takast við, sigur hann. Áhugafelag Jóannes heldur, at tað kan- ska hevði verið eitt hugskot við einum felag, sum stuðlaði uppundir slík tiltøk sum konsertir og framsýn- ingar av ymiskum slagi. – Nøkur fólk kundu tikið seg saman og møtt upp saman, tá ið konsertir og eitt nú framsýningar eru á skránni. Hetta kundi verið eitt áhugafelag, sum t.d. hugnaði sær við drekka- munni, áðrenn tey fóru út saman. Somuleiðis kundi eitt slíkt felag verið saman um eitt hvørt størri tiltak einaferð um árið, t.d. ein døgurðabita á John’s Rest- aurant, Elduvík ella á Muntra í Fuglafirði. Spurdur, um hann kundi hugsað sær at tikið stig til eitt sovorðið felag, heldur Jóannes, at hann hevur nóg mikið at takast við sum er, men hann kundi væl hugs- að sær at verið við. Jóannes S. Hansen hevur verið organistur í Berøa síðan miðskeiðis í sekstiár- unum, og seinastu 15 árini hevur hann havt kvøldskúla í málningalist, eitt nú í Sal- tangará, Strondum og í Fuglafirði. Í vetur hevur hann undir- víst bæði á Strondum og í Fuglafirði. Jóannes heldur, at bæði tónleikurin og málninga- listin hava ment seg nógv í Eysturoynni seinastu árini, og tað fegnast hann um. – Á hvørjum ári er tað onkur næmingur, sum eg havi havt í málningalist, sum sigur seg fara at halda fram at mála, og tað er hugaligt, sigur Jóannes S. Hansen. Trý fólk møttu til konsert í Saltangará FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á Sandoy Seafood hava tey úr at gera, hóast verkfall er, og fiskur ikki verður fluttur av gólvuppboðssøluni á Toftum og í Sandoynna. Nornagestur landaði á Sandi mánadagin; teir høv- du 200.000 pund av upsa, meginparturin upsi 4. Kolumbus, sum partrolar við Nornagesti, hevði nøkunlunda tað sama. Teir landaðu til Fiskavirking á Tvøroyri. – Hetta er nóg mikið til hesa vikuna, tí vikan er so stutt, sigur Jóan Petur Vest á Sandoy Seafood. Hósdagurin, sum er flaggdagur, er hálvur ar- beiðsdagur og fríggjadag- urin, dýri biðidagur, er heilidagur. Goymslurnar Verkfallið ávirkar ikki rá- vørutilgongdina hjá Sandoy Seafood sum so, tí virkið keypir nógvan fisk beinleiðis um bryggjukantin. – Men verður verkfallið ov drúgt, fáa vit ein trupul- leika við goymslunum, bæði her á Sandi og í Skop- un, sigur Jóan Petur. Hann vísir á, at nú verkfall- ið varð lýst, hevði Sandoy Seafood væl av fiski á goymslu, og tí kann tað gerast trupult, um verkfallið dregur ov langt út. – Eg dugi ikki at siga, hvussu leingi vit kunnu ar- beiða uttan at kunna av- skipa, men gerst tíðin ov long, steðgar framleiðslan upp. Fiskurin, vit keypa og virka til saltfisk og flak, má eisini útaftur, og sum er slepst ikki um Skopunar- fjørð, sigur Jóan Petur Vest. Verður verkfallið drúgt, fyllast goymslurnar Ætlanin hjá Sjón- varpi Føroya var at senda beinleiðis frá valfundum í Suður- oy, Norðoyggjum og Eysturoynni, men av tí, at verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum ger, at ongi strand- faraskip sigla, verð- ur onki sent frá val- fundinum í Suðuroy SJÓNVARP Ingrid Bjarnastein Ístaðin fyri at fara til Hvalbiar, fer sjónvarpið til Vestmanna, har sent verður beinleiðis frá val- fundi fyri Norðstreymoy- ar valdømi. – Vit skuldu jú senda beinleiðis úr Roynhøllini í Hvalba, men av tí, at verkfallið var, so fingu vit ikki linkvognin suður við. Ístaðin fyri ætlaðu vit so at banda fundin, og síðani senda hann óbein- leiðis, men av tí, at tyrlan ikki slapp á flog í gjára- morgunin, so kunnu vit heldur ikki tað, sigur Tórður Mikkelsen frá Sjónvarpi Føroya. – Tí fór sendingin frá Suðuroy púra í vaskið, men ístaðin fyri senda vit beinleiðis úr Vestmanna í kvøld. Eisini var mein- ingin, at vit skuldu senda beinleiðis úr Norðoyggj- um, men tann fundurin verður ístaðin bandaður og sendur hóskvøldið. Men fríggjadagin verða vit í ítróttarhøllini á Kambsdali, og haðani verður sent beinleiðis. Tórður Mikkelsen vísir á, at hetta er stórt spell, tí teir høvdu glett seg til hesar sendingarnar. Enda- málið við sendingunum var at fáa ein lokalan dám, har politisku val- evnini løgdu fram og fólk í salinum fingu høvi at seta spurningar. Linkvognurin er ein bussur, sum er leigaður úr Danmark. Hann hevur serliga útgerð á takinum, sum ger tað gjørligt at senda via luftina, heim á støðina og síðani bein- leiðis út til fólk. Verkfallið rakar eisini sjónvarpið C M Y K 9 8