leygardagur 16. november 1957síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
ES
ni
3
på
Vigdur teim
SJÓLÆTNU
1. november — allahalganadagur
— er vigdur okkara sjómonnum,
sum í bardagatíðini miklu 1939-45
sigldu í fiskivinnu og aðrari sigl-
ing og fullu fyri land og fólk.
Hesin dagur må sigast at vera ein
vælhóskandi og sermerktur dagur
til at minnast okkara farnu sjó-
garpar, sum so trúgvir sigldu um
tey brúsandi og minuløgdu høv,
eins og himmalin eisini hevdi hug
at goysa eldkúlur yvir teir, og
fingu teir sum trúgvir víkingasynir
til løn — grøvina undir tí bláu
bylgju.
Allahalgana minnir okkum ikki
bert á okkara deyðu. Hon minnir
okkum eisini um so mangt annað, |
stóra, hvíta ;
sum td. sýnið av ti
flokki, sum Jóhannes doyparin sá
framman fyri lambið íklætt hvít
klæðir, við pálmagreinum í hond-
um og eisini við frískum tárum á
kinnum frá teirri stóru trongd. Nú
eru 12 ár liðin síðan bardagaárini
og alla tíðina hevur verið siglt —
ikki varð lagt upp, tí neyðugt
hevur verið at sigla. Og nakrir
eru teir, ið hava funnið sær grøv
undir tí bláu bylgju síðani tá, og
kemur tað framvegis at henda, so
leingi tað finnist ein siglandi fjøl
her á landi.
Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur,
byrður og andróður skifta um høv,
silvetnislogn eftir ódnarstorm fylgir
— so er hon ferð vár úr voggu í
grøv.
Deyðin hyggur ikki at tonnunum.
Tað hava vit prógy fyri í so
mongum forum, og ikki minst júst
í hesi tíð, táið hugsað verður um
teir mongu ungu sjógarpar, sum
vóru við trolaranum »Stella Argus«,
og sum nú so glaðir í huga høvdu
sett kós fyri at vinna upp land
og síggja Foroyar, foðioyggjar sínar
aftur.
Men hetta mál skuldu teir ikki
náa, tí hann, sum ellum valdar,
hevur longu tá ein verður borin í
heim, sett eitt mark fyri, hvar ein
skal fáa hvíld — undir grenu torvu
ella undir bláu bylgju. Men vitu-
ligt er tað, at svárast kennist
sorgin hjá teim, ið avvara, tá tað
verður í vátari grov. Ein sjómaður
søkir ongatíð sjógvin bert til sítt
egna besta, men fyri alla okkara
tjóð, og drýpur tí fólkið alt sam-
alt hevur í eyðmjúkt og takklæti
í tí stóru sorg, sum hendi í farna
mánað.
Gud! bjarga tó fólki um firðir og
hov,
har mangir av okkara funnu sær
grøv;
til havs hevur farid so fagur ein
skari,
hann hvilist har úti, men vaknar
ein dag
og syngur frá sjónum hitt himm-
alska lag.
D. ]. Sørensen.
Skodsborg-baðið
Skodsborg-baðið hevur opið hes-
ar tíðir:
Mánadag til hósdag . . kl. 9—18
Friggjadag +... kl. 9—14
Leysardag «+... kl. 18—21
Sunnudag ..... + kl. 9—14
Finsk baðstova.
Kar- og ljósbað.
Tif, 2131.
TIL GAMANS 09 álvara
Størsti veikleikin hjá fíggindum |
sosialismunnar er, at telt stoðugt
mugu ásanna teirra egnu ringu
samvitsku
#4
Í seinasta blað nevndu vit, at meira
enn 100 ár vóru farin, síðan fyrsta blað
1
Stutta tíð seinri
kom útí Grønlan
kom hin fyrsta mállæran. Ein prestur
hevði skrivað hana, men maðurin, ið læt
hana prenta og geva út, sígu! soleiðis í
fororðinum;
„Tað hevur tíkið langa tíð at prenta
hesa bók. Tað er ikki mín skuld, men
skrivarans. Stavsetingin var burtur úr
vón og viti. Nýtslan av komma-teknum
var ring, men serstakliga hevði hann
heilt misskilt semikolon. Tí havi eg
verið noyddur til at rætta bókina; lutvis
umskrivað hana, og eg vóni nú, at henda
lítla bók verður lesarunum til gleði og
gagns.“
*x
Hann hevði ikki meira at týða fyri
hana, enn ein tómur brunnur fyri eini
kamel.
Síðan norska arbeiðarastjórnin tók við
ræðinum, hevur tað stoðugt gingið framá
hjá tí arðeiðandi fólkinum í Noreg, Í
lotuni fara fram samráðingar um at ;
skipa eina serliga trygging (pensjóns-
skipan) fyri norskar fiskimenn, ið framm-
anundan hava nógv betur arbeids-, lønar-
og livilíkindi enn teir føroysku físki-
menninir.
Her á landi er annarleiðis vorðið hjá |
fiskimanninum. Hann hevur onga trygg-
ing móti vinnuloysi, onga sáttmála-
bundna lonartrygging í mun til lívi-
kostnaðin, onga tíðarhóskandi sjúkra-
trygging, onga haldgóða skipan, ið tryggj-
ar honum ræðið yvir egnari veiðu, onga
minstulønartrygging, ið samsvarar dvr-
tíðini, onga eftirlonartrygging, tá hann
leggst upp, lítlar og ongar møpguleikar
at ogna sær egið veiðufar, lítlan og
ongan tiyggleika, tá tað ræður um at
reka egið far o.s.fr., o.s.fr.
Men hetta er kortini íkki annað enn
náttúrligu fruktir kap talistiska stýris-
lagsins
brævi frá manni úr eini av
1jal } nu bygdur
Vi eru ikki bert Í otnt! €
ið hevur okkum í huga, er Foroya
gjaldstova. Aðrir tykjast leg; ja vertin í,
um vit liva ella doyggja. Ikki eitt oyra
til vegir, Ikki eitt oyra til lendingar
og tá vit nú endaliga hava fingið eg ð
útvarp, verður okkara lutur í hesum
lítið annað enn hitt vanliga it da
So skjott sum vet irmyrkrið sýgur
yvir landið, kódnar útvarpsroddin úr
Havn í buldri, braki og oðrum & jóði.
Men sum altíð: Vit gjalda fullan
“
prís fyri lítið og lætt
— KRING KNØTTIN
Hús Sameindu Tjóða í New York tyk”
ist longu vera ov lítið, hóast tað er 175
m hogt og í 39 hæddum. Tá aðalfundur
ST's kom saman til fundar í nýggju
hølunum í 1952, vóru limalondini 60 í
tali. Nú eru tey 82. Hesi oking roknaðu
menn ikki við; ið hvussu er ikki so
snarliga. Víðkanir hava tí longu verið
neyðugar. Upprunaliga var rúm fyri 350
fólkum í matarhellini. Í fjor mátti hon
víðkast og tekur nú 690 fólk, men ov
trongt er, tí 1.500 fólk ganga dagliga
til kost har. Í hesum mæta glashúsi
arbeiða íkki minni enn 12.000 fólk.
Aftrat hesi mannamúgvuni, ið hevur
fast tilhald í húsinum, koma hagar íkki
minni enn 1 milj. ferðafólk árliga at
forvitnast
in at síggja.
og oll fáa tey hvonn krók-
id
Amerikanskt blað sígur
arnar;
„Norsku víkingarnir, ið tóku stóran
um víking-
part av Bretlandi, vildu neyvan verið
farnir úr heimlandinum, um síldin ikki
rýmdi úr norska landgrunninum, Sildin
var høvudsfødi teirra, og tað var, með-
an teir vóru á sildaveidu, at teir tóku
Bretland og raktu við Ameríku.“
5 spurningar
1. Hvussu nógv skegg rakar maður,
ið rakar sær dagliga, burtur hvorja
ferð?
2, Hvor er bjartasta stjørnan á himl-
inum“
|
|
t
3. Hvor segði: „Í Foroyum skulu før-
oyingar ráða og ikki danskir sosial-
ístar.“?
4. Hvussu langt er upp til månan?
5, Hvussu nógvir læknar vóru í Fer-
oyum í 1950
í staðin
cassan, vildi
tú um 25 ár átt umleið 55.000 kr.
innistandandi.
at ítalskur vísindamaður hevur funn-
ið eilt nýtt evni móti smákyktum.
Tað er tiggjn ferðir sterkari enn
DDT.
at stórt læknatrot er í Svøriki, hóast
millum 800 og 900 útlendskir lækn-
ar eru teim svensku til hjálpar.
at tað tekur eini bi 65 ár at gera
kg av hunangi, men so leingi livir
1
hon íkki.
at eitt nylontog er helvtina sterkari
enn ein stålwirur, sum hevur somu
atí løtuni er LINDA mest vanliga
gentunavn í USA.
at í heiminum eru 1.500 sløg av súg-
djórum.
at hvalir aldri drekka sjógv.
TAÐ ER VERUNLEIKI
at ikki kom gongd á, og eingin ellis-
rentulóg kom í gildi her á landi,
fyrr eun javnaðarmenninir komu á
ting.
at fólkaflokksmenn av ollum alvi undir
krignum royndu at billa fólki inn,
at peningurin fór einki virði at
hava aftan á kriggslok. Hetta hev-
ur seinri verið mongum manni at
bana.
at íslendingar mugu arbeiða 1 '/, tíma
fyri 1 kg av lambskjøti — føroy-
ingar 2 tímar.
BARNAMATUR
Rætt í seinasta blað: 1. Nei — 2
1.399 kv. km. 3. Enniberg :- 4.
Magnus Heinason — 5. 999.
Skrivið tykkum upp á eitt papp'r:
10 | tíggju litu. Nú skulu tit vid
at skriva eina bara eina beina striku
broyta hetta, soleiðis at har ístað-
in fyri 10 Í kemur at standa Í
| pegil
Tað er sera lætt bara tit fara eitt
i sindur snildisliga avstað
| Svar uppá 5 spurningar: 1 Umleið 6
m 2. Sirius 3. Poul Niclasen
1 | ) km 2
Undir bardagaárunum vóru orðini:
FULLVELDI, KVETTING og LOYSING
at fínna nærum í aðruhvorjari reglu i
Dagblaðnum. Fyri 7 árum síðan varð
Dagblaðið kemiskt reinsað fyri hesi
yndisorðini frá teirri fólkaflokksku øs-
kunnu
ingariíðini. Fólkaflokksmenninir
„dresserasts til alt.
*x
Úr danmarkarbrævi:
— Danmark er eitt frálíkt land —
her nýtist ein ikki at drekka hárvatn. —
pi
Einki arbeiði er ógjorligt fyri tann,
ið ikki skal gera tað sjálvur.
BRNSARNNNNANDINDSISEINDDIINIIDDOLE. AN
MILLUM UNGFÓLK
INDINISSININISDEININI
Per við læraran: Kann eg sleppa til
hús? Eg fái ein beiggja í dag.
Lærarin: Hvussu veitst tú tað?
Per: Jú nú hevur mamma ligið 3
ferðir í seingini, og hvorja ferð havi eg
í seingini.
| fingið eina systir. Men í dag liggur pápi
x
Ein gamal maður var komin á sjúkra-
húsið. Tá hann fyrstu ferð skuldi fara
til songar, kemur ein sjúkrasystir og
spyr: „Hava tygum pyjamas p*
„Nei, læknin heldur tað vera blind-
tarmin,“
*x
— Mamma, í dag smakkaði medisinið
ikki so illa.
— Tað var frálíkt. Tú tókst væl skeið-
ina fulla?
— Nei, eg fann onga skeið. So eg
tók tað við einum gafli ístaðin.
x
— Í nátt hevði eg ein ræðuligan
dreym. Eg droymdi, at eg var havnaður
á eini óbygdari oyggi, einsamallur sam-
an við tveimum ungum gentum.
— Tað mátti verið ein herligur dreym-
ur fyri ein konufólkarev sum teg.
— Nei, eg droymdi, at eisini eg var
ein genta.