Sosialurinarkiv
Sosialurin 1957-12-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1957síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RA IBKK 2: Og var ole í Kjartar Mohr varð valdur til at vera næst- formaður við 7 atkvødum. Hinar vóru blankar. Tað var kanska einki at undrast á, tí ein hevur mangan havt ta fatan av býráðnum, at har skiftir, sum vindurin blæsur. Tað er ikki long tíð, síðan Kjartan Mohr í eðini rýmdi av fundi, tá S. Skaale var ov persónligur og m.a. segði, at K. Mohr einki gott hevdi gjørt fyri býin. Men ein skilir jú væl hålsfevningina nú, tí Kjartan man væl dyrgja eftir formannssessinum Í havnanevndini. Nevndirnar verða ikki valdar, fyrrenn býráðið kemur saman til fundar komandi ár. TRÍGGJAR SMÁSØGUR Soleiðis eitur lítil bók, sum Nýggja Forlagið hevur givid út. Tað er Victor Danielsen, sum hevur sett úr íslendskum eftir Guðrún Lárusdóttir. Hetta eru góðar søgur og hóska tær væl nú til jóla. Fittlig jólagáva til børnini. V.D. eigur uppiborna fyri tað, sum hann ger fyri foroyskan lesnaða. GLAÐISTROK nr. 12 kom út í vikuni. Blaðið hevur hesaferð eina- um- smá- l; tøkk mest jólalesnaða. Inngangin eigur Brimnes. Tvær jolasøgur eru um- settar av Lias í Rættarå og Peter Christiansen. Morgunløtan eitur ein litil søga, og annars eru gåtur fyri børn og tidindi frå fråhaldsarbeid- inum. Á landsfundinum hjá good- tomplarunum vórðu valdir í stór- ráðið Harry S. Johansen, stór- templari, Jákup Lindenskov, skriv- ari, Peter F. Christiansen, kassa- meistari, Edvard Lindenskov, Peter Christiansen úr Havn og Kaj Ja- cobsen og Johanna Jacobsen av Glyvrum. Á Sandi er nú losjuar- beiðið uppafturtikid og er Mortan Mikkelsen, valdur til for- mann. GLUGGIN fyri desember er út- komin. Føroyskir Skreytsteinar eit- ur áhugaverd grein eftir Jóannes Rasmussen. Annars er í blaðnum nógvur lesnaður og ymiskur, kross- gáta o.t. Jólabekurnar hjá okkum munnu nú flest allar vera komnar í bóka- búðirnar. Men tað sýnist altíð, sum tær eru í seinra lagi. Heyði tað ikki verið betri fyri allar partar, um tær komu í búðirnar eins tíð- liga og tær donsku. Lærarafelagið hevur aftur í ár MÍNA JÓLABÓK við nógvum sog- um og góðum. Kápumyndina hev- ur Símun Nónklett teknað; hon er vøkur kavamynd. Jákup Kjeld, lær- ari hevur lagt til rættis. JOLASTJØRNAN, sum nú í mong ár hevur verið jólagestur hjá mong- um, man eisini í ár fara at hugna mongum við sínum fjølbroytta lesn- aði. Sigmund Petersen eigur kåpu- myndina, sum er føroyskt landslag í litum. Annars hava menn sum Ingålvur av Reyni, William Heine- sen, I. C. Olsen o.a. givið bókini hennara vakra dåm og m.a. hava M. S. Viðstein, Martin Joensen, Sofia Petersen, Påll N. Nolsøe og Páll Patursson skrivað um ymisk evni. ÁLMANAKKIN 1958, sum H. N. Jacobsens: Forlag gevur út, er komin í handlarnar. Tilfarið er nógv og ymist. John Davidsen er ritstjóri. Tað bóndi er hent hjá fólki at hava álmanakkan, tí har eru nógvir upp- lýsningar at finna, sum ein í tí dagliga misgav kann fáa ný í fyri. FAROES IN FIGURES eitur lítil bóklingur, sum ymsir føroyskir vinnustovnar og peningastovnar hava latið prentað. Bóklingurin er á enskum, og fyri fremmandafólki er hetta í stuttum gott yvirlit yvir foroyska framleiðslu, innfluttning og útfluttning og aðrir upp!ýsning- ar av almennum áhuga. Síðsta jólablaðið, sum kom í ár, var FØLV. Tað er íkki minni dygdargott, enn tað plagar at vera, hóast 8 síður minni enn í fjør. Børnini munnu fara at sakna „Lítla Følv«; tað er ikki við á hesum sinni. Blaðið er útstýrað við nógv- um myndum. Á síðu 23, fyrri teigur, undir 12. reglu frá í erva er ein regla burturdottin. Har skuldi staðið: skuldi vera ein mildur dómur, men gullmynturin BLAÐIÐ hevur fingið sendandi frá H.A. 20 kr. til einkjuna Innan og Chr. á J. 15 kr. hava eisini latið 15 kr. til tey eft- Stella Argus-vanlukk- Glyvur Hesi irsitandi frá uni. Av skaða verður man vísur Hetta er eitt gamalt og satt orða- tak, sum eigur at havt í huga at miða seg eftir. Ella hugsa verða vit um orðatakið: Varligheit drepur ongan mann. Hetta rann tey dapru boð frættust um ina herfyri, at eitt tílíkt var hent við kolanámini, sum hevði í huga, tá ið mær kostað mannalív. Hetta er tó ikki ætlað at benda á tað, at heita ó- happið eins og onnur óhapp íkki henda uttan av óansni. Ein gevur liv, og Hann tekur tað aftur í sínum tíma, hvar ein so er stadd- ur. Tað vita øll. Tó skal ein ikki renna seg í vanda. Kolaarbeiðið er eins vandafult og tað kann vera á sjónum. Men tíbetur hevur tað gingið væl í hond í so máta — to nakrir skaðar hava verið — serliga í ár og stórt frægari kann tað neyvan vera sloppið í einum tílík- um arbeiði. Ohapp kann henda allastaðni. Einasta trygga vernd, sum kolaarbeiðararnir kunnu hava, er nóg mikið av propsum tíl at seta upp undir takið, men tað er tíverri ikki altíð, at tey eru so tek. Tað tykist tíverri mangan trupult við at fáa nóg mikið av propsum, tí nú í langa tíð hava einstakar minir havt so lítið av propsum, at tað ikki hevur verið gjørligt at seta uppundir allastaðni, har tað hevur verið tiltrongt. Hetta átti ikki at verið so fyriskipað, at tað nakrantíð var neyð upp á props. Tí sum vituligt er, hvílir kolaar- beiðið fyri ein stóran part uppá at hava nóg mikið av propsum. Fyri viku síðan kom propslast higar, men ikki verður tað at ganga long tíð, til henda propslastin er horvin sum dogg fyri sæl, og neyðin er so stór nú, at nógv av tí verður sett uppundir allastaðni, har hetta fyri langari tíð síðan skuldi verið gjørt. Og tí er tað nógv umrådandi longu nú hjá teimum, sum hava ábyrgd av at útvega props, at syrgja fyri eini propslast. Hetta verður tó ikki sagt sum ein á- breiðsla til nakran, men hvílir hetta tó fyri ein part í verunleik- anum. Tað er ikki at fata, at tað skal ganga so trupult við at útvega props til eitt tílíkt samfelagsgagn- | ugt í veði. Vónandi er tav nú ikki nakar, sum misskilir hesar reglur. óhapp | D. ]. Sørensen. FISKITÍÐINDI Tað hava verið góðar selur á bretska marknaðinum í vikuni. T.d. hava »Dragasund« og »Mazeppa« landað i Grimsby og fingu tær å- vikavist 4.651 stp. fyri 773 kit og 4.185 stp. fyri 713 kit. »Lunar Bow< landaði í Aberdeen og fekk hann 4.039 stp. fyri 1.115 kassar. »Fongrika hav« So kvað skaldið á sinni. Og yvir havið er komið til Skálavíkar hóp- ur av jólalesnaði so nógy, at sjålvt um teir ikki fáa sendandi nøkur jolahefti, verða teir at hava almikið av góðum jólalesnaði, ja, kanska langt út um gomlu jól. Tarabrúgvin lá stutt síðan full av skjølum frá gamla landshandlinum, sum løgting og landsstýri máttu taka av fyri at fáa nóg mikið av peningi, sum teir sogdu at byggja skip fyri. Á eysturætt fýkur alt hetta pappír | niðan á bøin, har tað liggur og skyggir sum hin vakrasti klipp- fiskur fiskastykki men smátt gongur tað við endurnýggjan av fiskiflotanum hvar so peningurin er farin. Um henda »breidsla« kann verða nøkur útfluttningsvera, er ikki so gott at vita, men lítið hugnaligt man tað kennast monnum, ið hava s ju.ð pos:53 í sand“ ,aådlun at vita sær, at navngivin kopiir av rykkjarabrevum og ødrum góð- gæti skal liggja og rekast í fjør- uni fyri ein og hvønn at lesa um jólini, Ferðamannaferðslan Mikudagin hevði landsstýrið fund saman við teimum, ið rekja ferða- mannaferðsluna við skipum her á landi. Spurningurin um, hvussu 18 henda ferðsla best kann samskip- ast, varð umrøddur, og nevnd varð sett at gera uppskot um, hvussu hetta mál eigur a: verða loyst, og vórðu Borghild Schrøder, Johan Weihe og Zach. Niclasen vald. Til skrivara var Jens Pauli Ellendersen valdur. Tað er gleðiligt, at landsstýrið tekur sær av hesum málið, tí mang- an er tvørligt við ferðasamband- inum oyggjanna millum og sjálvt um ein væl fatar, at tvørligt er at gera øllum tilpass, so må tad ber- ast so í band, at sambandið verð- ur betri og at ansað verður eftir, at teir, ið skipa skulu fyri ferðsl- uni, røkja hana, sum hon eigur at røkjast. Få 9} KUNNGERING At roknskapurin fyri 1956/57 hjá Tórshavnar havn og Tórshavn- ar elektrisitetsverki eru til skjals á býráðsskrivstovuni frá 21. desem- ber 1957 til 3. januar 1958, her gjørt kunnugt. Tórshavnar býráð, t. 20. des. 1957. verður Hvort av sínum Táið talan er um pengar, hava oll somu religion, % F.K LL ul Tann, ið vil leggja av at roykja, kann keypa sær eina grammofonplåtu til stuð- uls. Fært tú hendur á henni, verður tú at hoyra eina mannsrødd siga: „Minnist fú fyrstu ferð, tú roykti? Til fekkst ilt av tí... tú varð nevniliga tubbaksforgiftadur .. Í tubbaksroyki er kol, tjøra, ammoniakk, arsenikk, karbol- sýra, kolilta, svávulbrinta, nikotin og mong onnur giftug evni. Tubbakið er fíggindi tín .. tað matar burtur saml- ingsevnini, ávirkar hjarta títt og oyði- leggur seksuallívið, EIN FYRISPURNINGUR: Hevur ein kommuna rætt til beinan- vegin at senda ein sakforara á kroppin á einum, um ein íkki hevur goldið kommunuskattin rættstundis? Skattaborgari. Nei. Allir skaltaborgarar hava rætt til at verða kravdir eftir skattinum á ódýr- asta hátt, um skatturin íkki verður gold- in rættstundis, t.v.s. við panting. Komm- unur, ið reka sakforarar á kioppin á skattaborgarum sínum, gera eitt grovt brot móti grundleggjandi mannarætt- indum. 5 spurningar 1. Hvat land í heiminum framleiðir mest ravmagn upp á hvønn íbúgva ? 2. Hvussu stórur partur av russiska fólkinum dugdi hverki at lesa ella skriva fyri 40 árum síðan? 3. Hvussu stórur partur av mannaætt- ini má fara svangur til songar hvort kvold? Í | 4. Hvussu stórur verður norski hand- ilsflotin í 1960? 5. Hvør „Eitt tá ið farið varð at flyta inn vanliga segði heppið bragd“, danska mjólk til Feroyar? BARNAMATUR Vit royna tølini einaferð enn: 4 4 á 4=5 4 4 4 4=6 4 4 4 á=7 4 4 4 4 8 4 4 4 4=9 Við at seta hini vanligu rokniteknini ++ úrslitini. : og () millum 4-tølini fáa tit Svar upp å 5 spurningar: 1. Noreg — 2. Umleid 90 pst. — 3. Umleið tridjing- urin — 4. Umleið 10 milj. tons — 5. Fullveldisblaðið »Dagbladid«. Í Onglandi hevur ein hjúnarbands- ráðgevari nýliga sagt soljóðandi við ein blaðmann: „Eingin verunliga góð kvinna giftur seg, tí hon er forelskað. Nei, hon ger tað, tí henni tykir synd í manninum og fegin vil verða hansara stuðul og fasti miðdepil í einum heimi fullur av trupul- leikum. Meira vesæligur og óhjálpin ein maður er, stórri kans hevur hann at finna sanna eydnu, ið heldur lívið at enda.“ x Tá ið lastirnar rýma frá okkum, ugga vit okkum vid, at tað eru vit, ið rýma frá teimum. »Da Lil blev stor« eitur ein søgan, Hava tit hoyrt hana? Vit? — Nei, vit ætla ikki at prenta hana.