Sosialurinarkiv
Sosialurin 1957-12-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 1957síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

30. DESEMBER 1957 SOSIALURIN Utgevari: FØROYA JAVNADARFLOKKUR Blaðstj.: Villi Sørensen. Box 76. Prentsmiðjan á Heygsbreyt TELF 1820 BRÆVIÐ ... Framhald frá 1. síðu ans — verði tað so móður ella vív, ið eigur tað. Hin níkkaði og fór avstað.. Eystan úr havinum sást morgun- rodin lætta tungliga upp úr havs- brúnni. Tað var ikki hin lætti glitrandi summargeisli, sum kendist fevna loftið, men tann hálvdekki litur, sum ivadist náttarmyrkrið í at sleppa sínar langdúrandi legu burt frå homrum, dølum og fjøll- um. Ei var undur í: Tollaksmessan boðaði sín trekleika. Hon var ei von við sól á morgni, men eystan havsbrúnna bliknaði so líðandi toku- tjaldið og bráti sást dagur detta inn yvir tindar við hvítum hovur- dúki. Nøkur áraslog aftrat, nú sást Háheggurin, lat í Hanusi, og Gud gevi okkum veiðu í dag, so gevi eg Elini størsta fiskin, tí vok- ur verdur tollaksmessa eftir gomlum merkjum. Dagurin leið við góðveðri, so flestallir bátar vóru á havleið, tí ollum var ikki unnað at eiga fesk- an kjøtbita til jóla. Inn móti dal- inum kom Jósi gangandi. Hann heyði verið niðri hjá postmanninum og fingið eitt bræv, sum Elin átti, tí mátti tað farast varliga um við tí, so ikki var undur í, um høgra hondin ofta kýndi yvir tí fyri at slætta út tær rukkur, ið hevdu sett spor eftir so mongum manna- hondum. Inni mót teim tveggja homrum steðgaði hann á, meðan hann royndi at eygleiða teir piltar, ið spældu sær har. Náttin hevdi lagt lok yvir ánna, so lítið sást til hana uttan har, ein steinur setti skallan upp- úr, har téktist áin enn vera so mikið birg at trýsta seg fram við steininum so frægt, at síggjast kundi hvor og hverjir, óvitarnir vóru. Hon kendi teir allar, sum hon á summardegi mjúkliga hevði kínt fram við lítlu beinum teirra. Jósi eygleiddi teir. Honum toktist at kenna il renna gjøgnum seg, tí eyguni fingu hin skarandi litin, ið bara eitt barn kann eiga, sum froðist yvir skaparans verk. Ei var undur í, barnaminnini runnu fram — tey sælastu sælu — minnini fram við áarbakkanum á summar- degi. Hann hvakk við, tá Elin stóð hjá honum. Ikki hevði hann varn- ast, at hon var komin so spaku- liga gangandi fram til hann, fyrr- enn hond hennara mjúkliga kíndi hansara. Góðan imorgun, lítli Jósi mín, nú stóð tú í djúpum tonkum. Kom nú inn við hesi gomlu. ei skal tað undra meg, um hin gamli á sker- inginum er farin at ótolnasi. Elin lat hurðina upp, har hin flógvi osin úr koparketlinum spældi so lystiliga út í rúmið — fyrst smáir ringar, ið vuksu uppeftir, til teir sondraðust dygst undir ljóðar- anum. Jósi setti seg niður, alt meðan SOSIALURIN Elin gjørdi hin vælsignada drykk- in, sum gjøgnum tey myrku år hevdi vegleitt hann móti trappu- steininum hjå henni — kaffimunn- urin. Eg havi eitt bræv til tygum, let- ur í Jósa, eg fekk tað frá post- manninum fyri kortum. Hann bað meg bera tað til tygara. Jesus komi til mín, letur í Elini, hvor í Guds heimi sendir bræv til mín, mutlaði hon fyri seg sjálva og er vorðin so undarliga bleik. Henni rann dreymin í nátt í minni, tá Óli hvítklæddur stóð framman fyri hana, meðan hann við vinstru hond streyk niður eftir bringu, har reyður krossur sást at standa. Jósi sat stillisliga og eygleiddi hana. Honum dámdi einki tann bleika litin, ið hevdi drigið yvir andlit hennara, og fyri at fáa vend aftur av tí nivandi tøgn, sum hevði lagt seg sum ill marra í hvønn krók roykstovuni, so at allur hugni „óktist útistongdur, reisti hann seg upp. Hann gekk yvir ímóti fýr- staðnum, meðan hann við aðrari hondini styðjaði seg á hornið og við hinari streyk yvir tað silvur- gráa hárið, sum fyri honum tókt- ist mjúkt sum æðureidd seingar- lega. Elin hvakk við. Eitt bros sást leika undarliga um varrar, meðan eyguni tóktust meinlík døggi á morgni, men ikki hon talaði. Góða Elin, letur í honum, kanska hatta eru góð boð, sum koma til tín. Sama ger, Jósi, letur í henni. Ég lesi ikki brævið enn, tí í dag er lítlajólaaftan — Torlaks- messa — kanska hin síðsta, Elin eigur á foldum, og so leingi dagur ikki er dottin fyri eystan fjal!, vil eg njóta ljósið. Tá fór Jósi at gráta — legði seg á knæ framman fyri henni, so góði høvur fall á fangið hennara, og mælti: Skal ikki Elin aftur í ár lesa um Jesusbarnið hjá Jósa, sum kemur eftir Jósa, tá eg doyggi? Hon streyk hondina eitir hári hans- ara, tí nú sá hon, at hon hevði sárað teir streingir innast inni Í barmi hans — teir streingir, sum bara ein fátæk sál kann eiga, hjartastreingirnir — og tí segði hon blidliga: Nú, nú, góði Jósi, nokk man Elin enn ofta sum fyrr koma at lesa jólaevangeliið fyri tær um Betlehemsbarnið, sum í krubbuni lá. Tá frøddust brátt hansara tokutu eygu, og brosið fór at leika um kinn. Eina letu eftir tað, at Jósi var farin, reisti Elin seg og gekk út í tún. Hon gekk longur, fót fyri fót niðaneftir. Í barmi sínum hevði hon goymt brævið, sum hon hevði fingið. Tað tóktist henni, sum teir reyðu bókstavir, sum stóðu uttan á brævinum, var blóð, so tað kend- ist fyri henni, at hvort fet, ið hon tók, hitnaði fyri innan barm av teim duldu orðum, sum hon enn ikki tordi lesa. Langt norðuri undir fjallinum steðgaði hon á, hugdi mót teim snjóklæddu tindum, sum hon kendi sum síni egnu børn, tí hevði hon ikki mangan sum ung genta sitid her norðuri og eygleitt tað vakra summa:kveldið, meðan hon við dylluni á baki leitaði seg fram at hinum gráa steininum fyri at rinda mødina eina lotu, meðan aldu- skvatlið sang fyri niðan skorð og sendi hin hulisliga tónan upp móti fjallinum, ið svaraði aftur enn hul- isligari, so ein kundi tonkt, at hás troll dansaðu fyri innan Múla. Elin settist á steinin. Eingin ró var yvir henni, eyguni leitaðu niður ———— 205 2—————S——— ——>—— eftir steininum, hondin við. Varliga streyk hon niður eftir tí gráa korka og har kendist rúðir standa. Hon legði seg á knæ og stavadi seg í- gjøgnum. Tað tóktist, sum heilar ættartalvur vóru útskornar gjøgnum eldir. Hon stavaði: Ellen Joensdat- ter, 20 ár. Víðari fram stóðu seinri grivnir stavir: Ole Joenssøn og Marjun Olesdatter, 18 hundrað Hitt var burturdottið. Undarligt, tonkii hon, mundu tey eisini ferðast her á leiðum, so høvdu tey í duldum møttst her, ið eingin segði frå, men nu var Marj- un deyð, so kanska var tað best at bróta brævið upp her, hvar tey í duldum høvdu møttst og bygt upp alt, id kærleikur valdar, men tíverri: ofta verða stórir dreymir brostnir. Við skelvandi hond tók brævið úr barmi, lat hondina varliga fram við kotinum, sum fyri at vera vis i, at einki ark fyri innan skuldi skalast. Tá hon hevdi opnað tað, tók hon arkið út og við skelvandi hond fordi hon tað nær móti andlitinum, har hon ikki vildi byrja, men leitaði eftir avsend- aranum niðast á blaðnum, har hon las: »Din døende Søn.« Meir var óneyðugt; men Elin fall svimad niður av steininum. Tá hon raknaði við aftur, sást skýmingin bera sín dokka lít yvir hamrar og gil, hon reisti seg, fór til gongu suðureftir, ansaði ikki gil og hálvtaktar lokir, har hon ofta snávaði, men tungliga og sulfandi reisti hon seg aftur. Ikki sást tár renna á kinn, tí innan barm tóktist Elin fara allir streingir brostnir, allar tára- keldur tornaðar, og henni tóktist vreið á Hann, sum á foldum valdar, ið nú aftur hevði heimkallað triðja sonin, hinir báðir vóru fyri stuttum síðan farnir og svóvu nú sín æviga sveynin niðuri á botni á kirkju- garði stóra. Hvat havi eg gjørt Harranum? Havi eg ikki roynt at gjørt honum til vildar? mutladi hon aftur og aftur, meðan hon forkaði seg spaku- liga omaneftir. Tá hon kom heiman- tún, sást ljós í hvørjari vrå, spaku- liga lyfti hon klinkuna upp og gekk inn um. Mitt á roykstovugólvinum steðgaði hon, meðan hon eygleiddi ein stóran tosk, ið lå har. Ongar omussur, letur í henni. Elin leggur einki í tílíkt, tí hann, ið hevur tikið alt hjá gomlu, kundi saktans tykið seg eisini. Hon tók toskin, lyfti hann út um gáttina, so hann fall á trappusteinin. Leingi bleiv Elin sitandi. So við og við linkaðu hjartastreingir henn- ara, so hon brast útúr, græt leingi, so rørandi, at sjálvir teir andar, ið húsast høvdu gjøgnum lív hennara í heiminum fátæka við heimantún, syrdu eisini saman við henna. Brævið hevði hon á fang, eittans orð var lisið: — Din døende søn! Norðlýsið, ið so leikandi hevði feynt um loftið alla náttina, sást blikna í hvorjum, tí morgunroðin sást aftur tungliga lætta sær eystan havsbrúnna eins og fyri at kanna um mogu- leiki var fyri fridarligari byrjan; fjøllini boðaðu frå, visiu sín hvíta hovuðdúk, at náttarmyrkrið flýddi fyri vestan fjall. Inneftir kom Jósi — undarliga tóktist honum, at íkki sást hin lætti, blái roykurin lyfta seg upp frá ljóðaranum henda vakra morgun, so fregnast mátti, um hon var sjúk. Komin inn mót teigalendi fyri innan- tún steðgaði hann á og lýddi. Út- nyrðingurin var byrjaður at leika heimeftir ánni, tí suðini hoyrdust av fossinum stóra, fyrst leikandi, so lokkandi, so teskandi so undurfult, at ein kundi tonkt, at stórir svana- NR. 50 veingir bóru saman og hvurvu fyri sunnan skorð. Jósi lýddi, hann kendi hitt vakra lagið ið fossur, áin og útnyrðingur leikaðu í felag men hver við sínum tónleika; hann sang eisini: Tider skal komme, tider skal henrulle, slægt skal følge sleters gang. Aldrig forstummer tonen fra Himlen, Går vi til Paradis med sang, Tá fór Jósi at renna á trappu- steininum sá hann nøkur toskabein ið lógu og sloddust í túninum. reiv hurðina upp, hann sá sita við hond undir kinn niður á fýrstaðhornið, so undarliga bleik. Hann kastaði knæ frammanfyri henni, streyk tí keldu hondini, ið hvíldi á fangi hennara og brast útúr. Hann tók brævið, eyguni tey somu orðini: Din Leingi græt Jósi, græt yvir, at hann ikki fyri eina ferð skuld hevði verið óærligur mót henni og latið hana sæð brævið, fyrr enn hann fyrst hevdi lísið tað. Ein lítil neisti sást enn liggja og ulma í oskuni. Hann tók brævið, legði tað yvir hin sløknandi brand, lítla lotu sást tað krimpa seg saman til roykur sló upp úr brandinum, sum festi ljósan tærandi loga. Leingi sat Jósi og hugdi eftir teim eld- tungum, ið aftan á logan tærdu alt upp, so einans sást hitt hvíta lætta Jósi Elina see á r festu å døende søn. dunid vera fallid yvir hin doyggj- andi brandin. Tó helt hann seg enn kunna siggja tvey ord å ti hvitu øsku: Din son. Leingi sat Jósi, og tá dagurin skein inn yvir teigalendið fyri inn- an tún, sat hann við sama lag, men tá hevði hann mist vitið og vitsti einki, hví Elin sat deyð á bríkini, tá ið hann varð spurdur um hetta. Eingin fataði teir hvítu sirklar, sum lógu og sloddust á tí kølnada brandi, sum var hin síðsti, Elin kyndi fyri Jósa á lívsleið síni. Lokni við Aarcil. TÍÐINDI Leygarkvoldið fór Elisabeth Boye 4.700 tn til Eysturtýskalands við av sild. Hólmur kom ígjár á Havnina við farmi av handilstoðum úr Aalborg. Blikur gjár. Hann hevdi post vid úr Dan- kom eisini á Havnina í mork. Toresand, sum fekk stóran skaða við bryggjuna á Skipanesi nú her- fyri í ódnini, liggur enn í Runavík- ini. Enn er skipið ikki umvælt, men avgerð um hetta verður gjørd í kom- andi viku. skuldi skipast upp ymsastaðir í Foroyum, verður allur uppskipaður í Runavík. Nú er ikki nógv sild eftir í land- inum. Hólmur skel nú ferma 2480 tn til Eysturtýskalands. 1500 tn til Getuborg, Torosand, ella nú Farmurin, sum Polo møguligt annað skip, skal eisini ferma. Tað, sum so eftir er, verð- ur flutt til bert smærri nogdir. Tað frættist av og á um innbrot, leygarnáttina varð innbrot Danmarkar, men tað og nú gjørt í skóbúðina hjá J. J. Joensen í Havn. Tó verur stolnar, men einar hundrað krónur í kontantum vóru horvnar. Nú vóru vóru ongar