týsdagur 23. apríl 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
13
- Tað, sum vantar í
føroyskum politikki
yvirhøvur, er visjónir
og at lyfta føroyskan
politikk uppá eitt
hægri støði. Føroyski
politikarin brúkar alt
ov lítla orku til at
hugsa um fram-
tíðarvisjónir, og
hvussu okkara
samfelag skal verða
myndað, sigur Annika
Olsen, valevni hjá
Fólkaflokkinum í
Suðurstreymoy, hvørs
politiska hugsjón er
ein samantvinning av
liberalum og
sosialum politikki
KVINNUVAL
Turið Kjølbro
Viljin at ávirka framtíðar-
samfelagið, er orsøkin til,
at Annika Olsen, ið flutti
heim til Føroya í heyst eftir
at hava búð í Danmark
síðani hon var 15 ára
gomul, stillar upp.
- Eg vil sleppa at ávirka
samfelagið, eg eri ein
partur av. Tað er umráð-
andi, at hvør einstakur tek-
ur ábyrgd og ávirkar,
hvussu okkara samfelag
skal síggja út, sigur Annika
Olsen.
Politikkur hevur - alt hon
minnist - verið gerandis-
kostur í barndómsheimin-
um, men ikki fyrr enn undir
lestrarárunum er hon veru-
liga vakt politiskt.
- Í tí umhvørvinum, eg
var í, fekk eg mín liberala
hugsunarhátt staðfestan. Eg
eri ógvuliga liberal, men
harvið ikki sagt, eg ikki
eisini eri sosial. Vit øll eiga
at taka ábyrgd av teimum,
sum ikki hava tað gott í
samfelagnum. Mín polit-
iska hugsan er sostatt ein
samantvinning av liberal-
um og sosialum politikki.
- Sjálvsagt eri eg ávirkað
av prátinum, sum hevur
verið meðan eg vaks upp,
men eg vildi fegin finna út
av, um aðrar politiskar
hugsjónir hóskaðu betur til
mín. Meðan eg havi lisið,
eri eg vorðin meiri sann-
førd um, at tann liberala-
sosiala hugsjónin er tann
besta.
Øll árini, hon hevur búð í
Danmark, hevur hon fylgt
væl við, hvat hendir í
Føroyum.
- Eg havi vitjað ofta
heima og roynt at fylgt við,
so væl sum tað hevur borið
til, tikið lut á fundum og í
orðaskifti. Eftir fyrsta upp-
stillingarfundin til hetta
løgtingsvalið, fekk eg eina
áheitan um at stilla upp.
Tað er ein rættiliga stór
avbjóðing, men eg ivaðist
ikki, tí eg havi altíð viljað
at verðið virkin í politikki.
Eg vildi ikki lata møgu-
leikan fara fram við, sigur
Annika Olsen.
Visjónir
Hjartamál hevur hon treyð-
ugt so, men tá ið vit biðja
hana nevna nøkur, hevur
hon betri hug at tosa um
visjónir á øllum samfelags-
økjum.
- Tað, sum vantar í før-
oyskum politikki yvirhøv-
ur, er visjónir og at lyfta
føroyskan politikk uppá eitt
hægri støði. Føroyski po-
litikarin brúkar alt ov lítla
orku til at hugsa um fram-
tíðarvisjónir, og hvussu
okkara samfelag skal verða
myndað. Kjakið snýr seg í
alt ov stóran mun um,
hvussu
nógvan
pening
ymsu økini skulu hava. Í
sjálvum sær er tað gott, at
peningur verður munagott
býttur út til økini, men tað
er ikki nóg mikið. Eg vil
ikki siga, at politikarar og
føroyingar sum heild eru
visjónsleys, men ein sann-
roynd er, at alt ov lítið verð-
ur tosað um okkara sam-
felag um 10-20 ár ella
longri frammi í tíðini og
hvat vit vilja við samfelag-
num. Kjakið røkkur ikki
longur enn til næsta val-
skeið.
Hetta
botnar
í
okkara samfelagsbygnaði
og gamla mentalitetinum,
sum fyri ein part framvegis
er galdandi, heldur Annika
Olsen.
- Føroyingar hava ígjøg-
num tíðina og søguna tikið
ein dag í senn. Tað er inn-
grógvið í okkara mentalitet
og tí er ringt at hugsa so
nógv ár fram í tíðina. Men
vit eru á veg inn í eitt nýtt
samfelag, eitt visjónelt
framtíðarsamfelag,
sum
hevur
ógvuliga
nógvar
avbjóðingar og teimum,
skulu vit verða klár at taka
ímóti.
Annika Olsen sær nógvar
møguleikar í framtíðarsam-
felagnum.
- Vit kunnu gera okkum
dælt av globaliseringini og
netverksamfelagnum. Før-
oyingar eru óvanir við net-
verkssamfelagið, men tað
er við at sláa røtur alla
KVINNUVAL
Eg vil ávirka samfelagið,
eg eri ein partur av
- Eg eri ikki reyðsokkur, als ikki, men eg eri glað fyri tey avrik og brøgd, sum kvinnur ígjøgnum tíðirnar hava framt, sigur Annika Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang
staðni. Tað eiga vit at
gagnnýta innan mentan,
vinnulív, skúlaskap, og
aðrastaðni. Eru vit nóg
nýhugsandi
og
hugsa
visjónelt, kunnu Føroyar
gerast ein lítil superstatur.
Eitt nú kunnu Føroyar
standa fyri ymiskari fram-
leiðslu, har úrdráttir til tað,
sum verður framleitt, koma
aðra staðni frá.
- Ein fyritreyt er, at vit
eru klár at taka avbjóðingar.
Eru vit ikki væl fyrireikað
og
raðfesta
mentanina
frammalaga, kann okkara
mentan fara fyri bakka.
Netverksamfelagið glípur
inn í allar liðir í sam-
felagnum, tað er har og vit
sleppa ikki undan. Tí eiga
vit at miðsavna okkum um,
hvussu vit brúka og gagn-
nýta tað.
Hví møguleikarnir í net-
verksamfelagnum enn ikki
eru so eyðsýndur fyri før-
oyingar,
sigur
Annika
Olsen, at hon heldur ikki, at
føroyingar eru bangnir fyri
netverkssamfelagnum og
globaliseringini, men at tað
verður ov lítið kjakað um
evnið og tí kemur ikki
fram, hvørjir møguleikar
liggja í tí.
Positivan hugburð
Undir valstríðnum hevur
Annika Olsen gjørt vart við
seg í spurninginum um
mentan og list. Vit spyrja,
hvør hennara hugsan er til
spurningin, um listin skal
hava betri karmar.
- Mín hugburður til
mentan og list er ógvuliga
positivur. Tað er ógvuliga
gott og avgjørt eitt fram-
stig, at kjak er íkomið um
list, tí tað hevur veruliga
vantað. List og mentan eiga
avgjørt at fáa eitt størri
pláss í okkara samfelag, eitt
nú við at næmingar í fólka-
skúlanum læra mentunar-
fatan, har listin eisini er
umboðað. Á tann hátt
gerast mentan og list meiri
viðkomandi fyri tey ungu,
tí tað eru tey, sum skulu
bera mentunararvin víðari,
sigur Annika Olsen.
Umboð fyri Fólkaflokkin
á tingi hava annars sett
spurnartekin við, í hvønn
mun listin skal stuðlast og
hvat verulig list er?
- Eg eri sannførd um, at
flokkurin tekur undir við
mínum sjónarmiðum og vil
stuðla listini. Sjónarmiðini,
sum hava verið frammi
undir kjakinum, tá ið
nýggja mentunarálitið varð
almannakunngjørt, umboða
ikki allan flokkin. Mær
kunnugt hava fólkafloks-
fólk ein positivan hugburð
til mentunarálitið. Í val-
skránni raðfesta vit ment-
anina og listina høgt og
vilja fegin virka við til, at
listafólk fáa betri karmar at
virka undir, eins og lagt
verður upp til í mentunar-
álitinum. Sjálvsagt er tað
altíð ein spurningur um
raðfesting, tá ið pengar
skulu setast av, men í
mínum hugaheimi er tað
sera umráðandi at seta
pengar av til mentan og list.
Eg trúgvi avgjørt, at pengar
til mentan og list, geva seg
fleirfalt aftur.
Lættari hjá monnum
Kvinnur skulu ikki bert
veljast av tí, at tær eru
kvinnur, men fyri tað tær
standa fyri, heldur Annika
Olsen. Hetta er í stuttum
svarið hjá henni, nú vit
spyrja hana, hvørji kvinnu-
politisk
sjónarmið
hon
hevur. Og hon leggur aftur-
at.
- Kemur prátið inn á
javnstøðu, ber tað ofta brá
av misskiljingum. Nógv
vita ikki, hvat orðið javn-
støða merkir. Fyri nógv
hevur tað ein negativan ella
niðurgerandi týdning og tí
er umráðandi, at fólk verða
betur upplýst, hvat javn-
støða í grundini merkir.
Fyri at koma fordómunum
til lívs, kundi Javnstøðu-
nevndin brúkt orku uppá at
upplýst fólk um, hvat
javnstøða
er.
Føroyska
samfelagið er framvegis
rættiliga patriarkalskt. Tað
er lættari hjá einum manni
at koma fram enn eini
kvinnu. Kvinnur hava størri
forðingar enn menn.
Spurd, um hon ætlar at
arbeiða fyri at taka burtur
forðingar, kvinnur eru fyri
samfelagnum, sigur Annika
Olsen, at í einum vælferð-
arsamfelag sum okkara,
eigur munur ikki at vera á
leiklutunum hjá kvinnum
og monnum á arbeiðs-
marknaðinum.
- Raðfestingin í sam-
felagnum av teim bleytu og
hørðu virðunum er nógv
merkt av, at menninir sita
við valdið. Tað besta er, um
kvinnur eisini taka sær av
teim hørðu virðunum og
menn av teim bleytu. Tað
gevur eina betri heild, men
tað er nú eina ferð soleiðis,
at menn sita einsamallir á
teim hørðu virðunum og tí
verða tey raðfest. Verða
dygdirnar, sum kvinnur
hava at bjóða uppá og tær
dygdirnar menninir hava at
bjóða uppá, kókaðar sam-
an, fáa vit ein betri politikk
og eitt nógv betri samfelag.
Nógv hevur verðið øðrvísi
gjøgnumhugsað, um sjón-
armið hjá kvinnum eisini
gjørdu
seg
galdandi.
Kvinnur eru helmingurin
av samfelagnum og tað
eigur at síggjast aftur í
umboðanini á tingi. Tíðin
er búgvin til, at fleiri
kvinnur sleppa fram at
valdinum. Um fleiri verða
valdar hesa ferð, ivast eg
kortini í.
Kennir tú tað sum tína
skyldu sum kvinnuligur
politikari at vísa á, at økini
ikki eru javnbýtt?
- Avgjørt. Eg síggi tað
sum eina uppgávu at býta
tingini javnari, harvið ikki
sagt, at tey bleytu virðini
skulu hava meiri pengar og
tey hørðu minni pengar. Vit
eiga at koma burtur frá hesi
myndini, sum sigur, at
kvinnur taka sær av tí
bleyta og menn av tí harða.
Koma fleiri kvinnur á ting
og gera seg galdandi í
øllum viðurskiftum, fáa tær
ávirkan á øll øki og ikki
bert tey bleytu. Hví hendan
menningin gongur so seint í
Føroyum, er tí, at patri-
arkalska samfelagið, sum
Føroyar framvegis eru fyri
ein stóran part, eisini
avspeglar seg í politikki.
Fólkaflokkurin
verður
javnan skuldsettur fyri ikki
at raðfesta kvinnurnar høgt
í flokkinum, tá ið tað ræður
um at loyva teimum framat
undir valstríðnum. Annika
Olsen vísir hesum aftur.
- Formaður floksins hev-
ur sagt, at hann heldur enn
fegin vil síggja kvinnur á
listunum, og vit verða
sanniliga eggjaðar til at
halda okkum framat. Eg
haldi vit kunnu siga, at ein
endurnýgging er á veg í
flokkinum, ein nýggjur
íblástur. Fýra kvinnur eru
stillaðar upp í Suður-
streymoy, tað størsta talið á
kvinnum í Suðurstreymoy.
Kynskvotering er ikki
vegurin at ganga fyri at fáa
fleiri kvinnur uppí politikk,
heldur Annika.
- Áhugin eigur at koma
frá kvinnuni sjálvari. Sjálv-
sagt eru nógvar kvinnur,
sum ikki hava hug at fara
uppí politikk, og tað eiga
vit at virða. Men tað er ein
óvani at siga og halda, at
hini skulu taka sær av
politikkinum. Forðingin at
stíga fram liggur oftast hjá
kvinnuni sjálvari, sigur
Annika Olsen.
- Høvdu kvinnurnar, sum
av fyrstan tíð bardust fyri
valrætti, skrivifrælsi og
fyri, at kvinnur kundu gera
seg galdandi í samfelag-
num á jøvnum føti við
menn, vitað, hvussu stutt
vit eru komnar, høvdu tær
vent sær í grøvini, heldur
Annika Olsen.
- Eg eri ikki reyðsokkur,
als ikki, men eg eri glað
fyri tey avrik og brøgd, sum
kvinnur ígjøgnum tíðirnar
hava framt. Í eini rørslu eru
tað altíð nøkur, sum mugu
ganga undan og slóða fyri,
og hesi eru mangan meiri
provokerandi og kollvelt-
andi, enn vanliga fólkið er.
Kvinnur í dag hava hug at
gloyma hendan partin av
kvinnusøguni. Nógvar vita
ikki, hvat er hent og hvussu
kvinnur hava stríðst upp í
gjøgnum tíðina fyri rætt-
indum, sum eru sjálvsøgd í
dag. Kvinnur kunnu gera
alt tað, tær hava hug til. Tað
er tann vegin, vit eiga at
hugsa, og tí harmar tað
meg, at ikki fleiri kvinnur
stilla upp, sigur Annika
Olsen at enda í viðtali.
Annika Olsen, 27 ára gomul, ættað úr Vági,
búsitandi í Havn. Útbúgvin cand. mag. við
norðurlendskum bókmentum og máli sum
høvuðsgrein og átrúnaði sum hjágrein. Starvast
á Handilsskúlanum á Kambsdali, har hon
undirvísir í donskum
- Áhugin eigur at koma frá kvinnuni sjálvari. Sjálvsagt eru nógvar kvinnur, sum ikki hava hug at fara uppí politikk, og tað eiga
vit at virða. Men tað er ein óvani at siga og halda, at hini skulu taka sær av politikkinum. Forðingin at stíga fram liggur oftast
hjá kvinnuni sjálvari, sigur Annika Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12