Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 23. apríl 2002 15 Tað var slíkur grav- gangur eftir at leiga tyrluna fríggjadagin, at tað gek út yvir onkran av rututúru- num, sum skuldu ver- ið gjørdir. Eitt nú var einki samband út í Mykines fyrr en móti kvøldi, hóast tyrlan átti at verið har úti klokkan tíggju fyrra- partin SAMFERÐSLA Edvard Joensen Fólk, sum skuldu við tyrlu- ni út í Mykines klokkan tíggju fríggjamorgunin, sluppu ikki avstað fyrr enn klokkan seks seinnapartin, hóast ruta eisini átti at vera klokkan fýra seinnapartin. Eingin onnur frágreiðing varð givini enn, at tyrlan fleyg leigutúrar. Úti í Mykinesi gingu fólk og bíðaðu eftir tyrluni, sum ikki kom, og á flogvølli- num gingu ferðafólk eisini og bíðaðu eftir at sleppa út í Mykines. Tá klokkan var trý seinnapartin, fóru tey aftur at vita, hvussu vorðið var og vildu vera í góðari tíð, til tyrlan kom klokkan fýra, sum ferðaætlanin sigur. Men hon kom ikki fyrr enn klokkan seks. Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, sigur, at hann visti ikki um hesa støðuna fyrr enn hann kom til ar- beiðis mánamorgunin. Hann hevur kannað mál- ið, sigur hann, og viðgong- ur trupulleikan. Tó leggur hann afturat, at tyrlan, tá avtornaði, hevði verið heilar fimm ferðir í Mykinesi, áðrenn fíggja- dagurin var av. –Tað, sum hendi, greiðir Magni Arge frá, var, at tað stóð bert eitt ferðafólk upp- skrivað til Mykinesrutuna klokkan tíggju. Ein ávís seinking var longu tá, og sera nógv trýst á tyrluni. So gjørt varð av, at hetta ferða- fólkið skuldi bíða til seinnapartstúrin. Men onkunsvegna hevur innanhýsis samskiftið ikki riggað, tí eingi boð vórðu givin víðari um hesa broyt- ingina. Ikki fyrr enn út móti kvøldi kom tyrlan so út í Mykines, og øll ferðafólk- ini, sum tá vóru, sluppu av- stað, umfram at fýra farma- túrar vórðu gjørdir. Annars var fríggjadagur- in heilt óvanligur orsakað av verkfallinum, sigur Magni Arge. Neyðugt var at biða fólk, sum annars hevði frí, til arbeiðis, so at flúgvast kundi við báðum tyrlunum. Tað mundi vera einar tríggjar feðrir so nógvar uppringingar til Atlantsflog tann dagin, í mun til ein vanliga dag. Einar 800 upp- ringingar, metir stjórin á Atlantsflogi, at felagið fekk. –Ta einu løtuna stóðu 151 fólk uppskrivað at sleppa til Suðuroyar við tyrluni, sigur hann. Hóast hesi misskiljing- ina, sum var fríggjadagin, leggur Magni Arge dent á, at leiguflúgving á ongan hátt verður tikin fram um høvuðsskyldurnar hjá tyrlutænastuni. Tær eru at flúgva føstu ruturnar og at røkja leiting- og bjargingaruppgávurnar fyri Vaktrar- og Bjargingar- tænastuna. –Tær báðar uppgávurnar fara altíð at standa í fremstu røð, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi. Verkfallið órógvaði tyrluflúgvingina Frígjadagin bíðaðu fólk í Mykinesi eftir tyrluni í átta tímar uttan at fáa boð um, hvat hendi Mynd: Edvard Joensen Tað er í stríð við við- tøkurnar fyri Fram- taksgrunnin, tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, sigur, at hann ikki vil hava Føroya Fiskavirking sterkari enn felagið er, segði nevndin í Framtaksgrunninum. Landsstýrismaðurin vísir hesum aftur og sigur, at hann hevur eingi krøv sett yvir- høvur, men bara sagt sína hugsan um málið VINNUMÁL Edvard Joensen Bjarni Djurholkm tekur ikki undir við, at Føroya Fiskavirking verður styrkt í mun til tað, felagið í løtuni er. Hetta er beinleiðis í stríð við viðtøkurnar hjá Fram- taksgrunninum, sum eigur Føroya Fiskavirking. Enda- málið hjá Framtaksgrunni- num er at fáa mest møgu- ligt burtur úr hvørjari krónu, sett er í vinnuna. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður vísir hesum aftur og vísir samstundis á, at viðtøkurnar siga heilt greitt, at tá yvirskot er hjá eini fyritøku, sum Fram- taksgrunnurin eigur, skulu aktivini hjá henni seljast. –Tað er hetta, eg havi víst á, sigur Bjarni Djurholm. Eg havi als eingi boð givið yvirhøvur, men bara sagt mína hugsan um málið, og tað havi eg loyvi til. Bjarni Djurholm sigur við Sosialin, at hann hevði uppskot um, at partabrøv í Fiskavirking vórðu lutað út til øll starvsfólk hjá felag- num fyri á tann hátt at fáa privatiserað felagið so breitt sum gjørligt. Til hetta svaraði nevndin, sigur Bjarni Djurholm, at hon hevði hugsað um ein líknandi møguleika, men har var býtislykilin soleiðsi, at leiðslan fekk størsta part- in, meðan restin av arbeiðs- bólkinum fekk tann minna. –Hesum kundi eg ikki taka undir við, sigur Bjarni Djurholm. Fyrrverandi nevndin í Framtaksgrunninum segði seg frá, við millum øðrum teirri grundgeving, at hon ikki fekk arbeitt optimalt, tí landsstýrismaðurin legði seg út í arbeiði hennara. Hesum noktaði landsstýris- maðurin fyri. Víst varð til brævaskifti, har nevndin segði, prógv vóru fyri hesum. Sosialurin bað um innlit í hesi brøv, men fekk noktandi svar, tá málið varð viðgjørt í press- uni herfyri. Um vikuskiftið fekk Sosialurin kortini brøvini útflýggjað, og stendur har heilt greitt, at Bjarni Djur- holm er ikki samdur við nevndina, sum tá sat fyri Framtaksgrunnin. Hann skrivar í brævi til nevndina, dagf. 21. des. 2001, at hann... »tekur ikki undir við, at at Føroya Fiskavirking í samband við eina umskipan av Fiska- søluni skal gerast størri og sterkari, enn tað er.« Hesi orð leggur nevndin soleiðis út, at Bjarni Djur- holm ynskir ikki, at Føroya Fiskavirking skal arbeiða optimalt, sum fyriskipað er, soleiðis at teir almennu pengarnir, sum Framtaks- grunnurin hevur sett í felagið, skulu geva optimalt avkast. Bjarni Djurholm sigur hinvegin, at hesi orð skulu síggjast í ljósinum av sam- skifti, sum fyrr hevði verið millum landsstýrismannin og nevndina. Tað er júst í tí samskifti- num, at landsstýrismaður hevur lagt trýst á nevndina, segði fyrrverandi nevndin. Grundin til hesa støðu er, at nevndin, sum tá sat í Framtaksgrunninum, vildi flyta partar av Føroya Fiskasølu yvir í Føroya Fiskavirking fyri á tann hátt at styrkja hesa fyritøkuna, sum gekk væl. Soleiðis metti nevndin, at hon kundi fáa sínar íløgur afturvunn- ar. Landstýrismaðurin var í móti hesum og hevur, sum skilst á keldum hjá Sosiali- num, havt at nevndini og beinleiðis vilja steðgað ætlanum hennara. Tað skal envndin so aftur hava lagt út sum, at Bjarni Djurholm hevur arbeitt í beinleiðis stríði við viðtøk- urnahjá Framtaksgrunni- num. Bjarni Djurholm svaraði aftur við at boða frá, at nevndarlimirnir ikki skuldu rokna við at verða aftur- valdir, Í øllum førum skuldi formaðurin skiftast út. Tað fekk so alla nevndina til at siga seg frá. Eisini hevur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður í hesum høpi ført fram, at hann hevði hesa støðu, tí hann er eftirlitsstovnur hjá Framtaksgruninum. Men tað er ikki rætt, tí eftirlitið við almennum grunnum, sum eitt nú Framtaks- grunninum, hevur danska Erhvers- og Selskabsstyrel- sen. Landsstýrismaður í stríð við viðtøkur Framtaksgrunsins Bjarni Djurholm vísir aftur, at hann sum landsstýrismaður við vinnumálum arbeiðir í móti viðtøkunum hjá Framtaksgrunninum. Tað gjørdi nevndin hinvegin, sigur hann, tí tað stendur heilt greitt, at tá ein fyritøka hjá Grunninum gevur yvirskot, skulu aktivini seljast. Men gamla nevndin vildi heldur savna meira inn í Føroya Fiskavirking 15 14 Nr. 76 - 23. apríl 2002 Hetta sigur Søren Olsen, fyrrverandi venjari hjá svimjifelagnum Ægir í Klaksvík, um umvælingarnar, sum skulu verða gjørdarí svimjihøllini tey komandi árini SVIMJIHØLL Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Svimjihøllin í Klaksvík letur í dag upp aftur, eftir at hon ,síðani august mánaða seinasta ár hevur verið afturlatin í samband við tað fyrsta av trimum byggistigum, hvørs endamál er at umvæla og nýmótansgera høllina. Av tí sama hava klaksvík- ingar og norðoyingar ann- ars ongan møguleika havt fyri at kunna taka nøkur tøk í hyljunum, og tað hevur eisini havt sínar fylgir fyri svimjifelagið í Klaksvík. Katastrofalar fylgir Svimjifelagið Ægir í Klaksvík kundi áðrenn afturlatingina av svimji- høllini vísa á tey frægastu úrslitini í langa tíð. – Vit vunnu stórt sæð alt, sum var at vinna, greiðir Søren Olsen frá, sum var venjari hjá Ægir hetta tíðar- skeiðið. – Vit settu enntá føroyskt met, og tað klárar man ikki á hvørjum ári. Tað er long tíð síðani, at tað hevur gingist Ægir so gott, sum tað gjørdi beint áðrenn, at svimjihøllin lat aftur, sigur Søren. Hann sigur víðari, at afturlatingin av svimjihøll- ini hevur havt katastrofalar fylgir fyri svimjararnar og svimjifelagið í Klaksvík. Í tíðini, meðan svimjihøllin hevur verið afturlatin, hava tey ongan møguleika havt fyri at halda fast við góða venjingarstøðið, sum tey vóru komin á. – Onkur hevur ferðast til Gøtu av og á, har hann hev- ur vant við svimjifelagnum Skeggjum, men tað ber jú illa til, tá ein samstundis gongur í skúla, sigur Søren. Ægir plagar eisini at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag fyri at fáa eitt sindur av peningi inn til felagið, men eisini hetta virksemi hevur ligið stilt í hesar 7 mánaðir- nar, sum svimjihøllin hevur verið afturlatin. Afturlatingin hevur eisini ført við sær, at Ægir vænt- andi hevur mist fleiri av teim svimjarum, sum vóru við í felagnum í august mánaða. Men hóast svimjihøllin í dag letur upp aftur, so fer Ægir væntandi ikki í gongd við nakað sum helst fyrr enn næsta kappingarárið byrjar í august mánaða. – Núverandi kappingarár er nærum liðugt, so tað nyttar okkum einki at royna at koma við har. Tað ein- asta, ið er eftir, er FM- kappingin, men heldur ikki har kunnu vit gera okkum nakra vón um at verða við. Um tú skalt gera teg galdandi í svimjing, so noyðist tú at venja øgiliga hart fyri at koma upp á eitt hóskandi støði. Og tað klár- ar eingin uppá so stutta tíð, greiðir Søren frá, sum ann- ars eisini væntar, at tað fer at taka langa tíð hjá svimj- arunum í Klaksvík at koma upp aftur á sam støði, sum tey vóru á áðrenn afturlat- ingina av svimjihøllini. Hol í høvdið-projekt Søren Olsen hevur eisini sína avgjørdu meining um byggistigini, sum skulu verða framd í svimjihøllini. – Sjálvur haldi eg tað vera eitt fullkomið hol í høvdið-projekt at fara undir slíkar umfatandi broytingar í eini so gamlari svimjihøll, sigur hann. Søren heldur, at ístaðin fyri at farið í gongd við nakrar so umfatandi broyt- ingar, so hevði rættasta loysnin heldur verið at bygt eina nýggja svimjihøll, so tann gamla kundi verið op- in, inntil tann nýggja varð klár at brúka. – Um eini 4 ár skal nú- verandi svimjihøllin latast aftur enn eina ferð í sam- band við tey næstu byggi- stigini, og hetta merkist sjálvandi aftur hjá felag- num, sigur Søren. Eftir ætlan skal hetta næsta byggistigið umfata broytingar innan í sjálvari høllini. Millum annað skulu hyljarnir gerast av nýggjum, og ein stór vatn- skreiðubreyt skal eisini leggjast við ein av hylju- num. Eitt kafeteria verður væntandi eisini at finna í høllini, tá umvælingarnar eru komnar afturum. – Hetta eru alt sera kost- naðarmikil stig, sum taka langa tíð, og er eftir mínari meting eitt púrasta hol í høvdið-projekt. At bygt eina nýggja svimjihøll hev- ði verið nógv bíligari, um vit hyggja frameftir, sigur Søren. Søren veit annars ikki at siga, um hann verður ein av venjarunum hjá Ægir til komandi kappingarárið. Hann hevur fingið okkurt tilboðið aðrastaðnis frá, men hevur enn ikki tikið nakra avgerð um, hvar hann fer at vera. – Eg eri klaksvíkingur við stórum K, og tí vil hjartað eisini altíð brenna fyri Klaksvíkini. Men útlit- ini fyri at kunna skapa nøk- ur góð úrslit eru sera vána- lig, nú svimjihøllin skal lata aftur í tíð og úrtíð, greiðir Søren frá. Svimjihøllin í Klaksvík: Ein dýr og vánalig loysn! Um eini 4 ár skal svimjihøllin aftur latast aftur í samband við tey komandi byggistigini Søren Olsen, fyrrverandi venjari hjá Ægir, heldur ikki, at umvælingarnar í svimjihøllini eru tann rætta loysnin C M Y K 14 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX gráur, 4 hurðar, árg. 1997, 151.000 km. 94.000 Nissan Primera 1,6 LX gráur, 4 hurðar, árg. 1995, 126.000 km. 69.000 Nissan Primera 2,0 reyður, 4 hurðar, árg. 1991, 121.000 km. 47.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel gráur, 2 hurðar, árg. 1996. 78.000 Peugeot 306 Diesel Aircon bláur, 4 hurðar, árg. 1999, 47.000 km. 125.000 Peugeot 306 XS 2,0 St. Car Ljósa bláur, 5 hurðar, árg. 1999. 130.000 Peugeot 206 XR 1,9 D bronze, 5 hurðar, árg. 1999, 88.000 km. 110.000 Opel Astra 1,8 Club Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 104.000 km. 70.000 Opel Astra 2,0 Dti Wagon gráur, 5 hurðar, árg. 1998, 76.000 km. 130.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon reyður, 5 hurðar, árg. 1995, 110.000 km. 55.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon brúnur, 5 hurðar, árg. 1997, 40.000 km. 85.000 Opel Vectra 2,0 CD grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 48.000 km. 134.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, 26.000 Saab 900 S reyður, 5 hurðar, árg. 1995, 119.000 km. 98.000 Mazda 323 F 1,6i GLX vínreyður, 5 hurðar, árg. 1996, 116.000 km. 65.000 Ford Fiesta bláur, 5 hurðar, 130.000 km. 10.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,7Dtl grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 108.000 km. 99.000 Opel Astra 1,7d Wagon bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 142.000 km. 55.000 Opel Astra 1,7d Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 99.000 km. 65.000