Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 76 - 23. apríl 2002 Nr. 76 - 23. apríl 2002 17 POLITIKKUR Tíðindaskriv Í London hava tey ”Speakers Corner”, har meinigi maðurin ella kvinnan kann siga sína hugsan fyri eini ávísari mannfjøld uttan onnur hjálpartól enn einum øl- kassa úr træi og sínari egnu rødd. Mikudagin 24. apríl verður líknandi tiltak á Torginum í SMS. Tá verða tað tó fleiri av okk- ara kosnu politikarum og valevnum til løgtingsval- ið 30. apríl, sum fara at royna seg. Og sum í London eru einastu hjálpitólini ein trækassi – ikki ein ølkassi, tí teir eru ov torførir at fáa hendur í, men ein sodavatnskassi frá Føroya Bjór, og síðan røddin. Um hon er hjálp- artól ella ikki, fer helst at vísa seg seinni. Haraftur- at skulu teir eisini hava floksbókstavin í hondini. Kanska verður hetta hjálp hjá tí ella teimum, sum ivast í, hvar krossur- in skal setast, tá farið verður á val týsdagin 30. apríl. Eitt umboð úr hvørjum flokki hevur játtað at lut- taka á hesum serliga og øðrvísi politiska fundi- num. Óli Breckmann fyri Fólkaflokkin, Heðin Mortensen fyri Sam- bandsflokkin, Hendrik Old fyri Javnaðarflokkin og Torbjørn Jacobsen fyri Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava ikki enn upplýst, hvør um- boðar teir. Fundurin verður skipaður soleiðis, at valevnini fáa trý umfør at siga tað, tey hava upp á hjartað. Umførini eru ávíkavist fimm minuttir, tríggjar minuttir og ein minutt. Fara teir út um ásettu talutíðina, verða teir sektaðir. Politiski fundurin verður mikudagin 24. apríl kl. 16.00, og vón- andi verður Torgið stúgv- að við áhugaðum og for- vitnum áhoyrarum. Politiskur fundur í SMS Verkfallið, sum hevur lagt strandfaraskip- ini, hevur rættiliga fingið lív í teir, sum vilja vinna nakrar krónur við at flyta fólk um sundini. Prísurin liggur millum 50,- og 100,- krónur fyri at sleppa um Vestmannasund FLUTNINGUR Edvard Joensen Oyrargjógv: Tá flogrutan frá Maersk flogfarinum kom á Oyrargjógv fyrra- partin sunnudagin, vóru eisini seks ymisk fartoy við bryggjuna, klár at flyta fólk yvi á Vestmanna. Alt frá smáum speedbát- um umvegis vanligar út- róðrarbátar til ferðafólkabátar við góðkenning til 28 ferða- fólk. Ymsastaðni frá tykjast teir eisini vera komnir. Merktir bæði TN og SA. Men flestir kortini úr Vest- manna, skiltist. Ymiskt varð, sum hildið var um trygdina. Men flestu tóktust á einum máli um, at avgjørt ikki allir áttu at fingið loyvi at farið um sundið við ferðafólki yvir- høvur. Og ymiskur er prísurin eisini. Teir »etableraðu« tóku 50,- krónur fyri hvørt ferðafólkið um vikuskiftið, meðan aðrir vildu hava tað dupulta. Vanligi prísurin við Ternuni er 30,- krónur. Gribbar á Oyrargjógv Kapping er um feðrafólkini við ferjuleguna á Oyrargjógv Mynd: Edvard Joenen Stórfingið hátíðar- hald var í Sandvík fríggjakvøldið, tá skipað varð fyri kvøldsetu at minnast høvundin og sandvík- ingin Martin Joensen á 100 ára degnum. Minnissteinur var fluttur á fríðkað øki og forvitnisligir fyrilestrar vóru á skránni MARTIN JOENSEN 100 ÁR Orð og myndir: Dagfinn Olsen Hátíðarhaldið Martini Joensen til minnis og heið- ur, byrjaði við, at bygda- ráðsformaðurin í Hvalbiar sókn, Levi Niclasen, form- liga lat sandvíkingum ný- fríðkaða økið í Geilini, har minnissteinur um Martin Joensen nú er settur. Hann stóð áður við skúlan, men er nú sjónligari. Levi Niclasen hugleiddi millum annað um serstaka sandvíksmálið, ið hann metti er um at fara fyri bakka, og hann takkaði teimum, ið so dyggiliga høvdu tikið undir, tá hug- skotið um at fríðka økið og flyta steinin, kom fram. Barnaheimið Rættiliga nógv fólk var komið saman í Sandvík. Sjálvandi mangir suðuroy- ingar, men tað hevði eisini eydnast at fáa fólk um Suð- uroyarfjørð, hóast verkfall. Eisini nógvir sandvíkingar, ið eru setstir niður aðra- staðni, vitjaðu heimbygd- ina hetta kvøld. Ein teirra var lærarin og skaldið Steinbjørn B. Jacobsen. Hann fekk orðið, eftir Levi Niclasen. Hann hugleiddi og mintist afturá. Millum annað helt hann økið í Geilini hóska sera væl til minnissteinin, tí tað var her, barnaheimið hjá Martini stóð. Síðani bar hann fram yrkingina, ið hann skrivaði, tá Martin andaðist jóladag í 1966. Steinbjørn nýtir sum mynd í yrkingini landslagið í Sandvík. Eftir hetta endaði fyrsti parturin av hátíðarhaldi- num við, at sungin var sangurin Landið eg bar við mær, ið Karsten Hoydal, vinmaður Martins, yrkti. Lívsleið og samtíð Síðani varð farið inn í Ran- høll, har fyrilestrar, felags- sangur, ábit og føroyskur dansur vóru á skránni. Lagamenn spældu afturvið felagssanginum. Hanus Kamban, høvund- ur, helt nærlagdan og áhugaverdan fyrilestur um ævisøgu Martin Joensen. Hann metti, at góður lærari hevur verið í Sandvík í skúladøgum Martins, tí seinni á Háskúlanum og á Læraraskúlanum var hann ofta havdur á munni, sum dugnaligur næmingur. Lær- ari í Sandvík tá var Theodor Dahl og tey høvdu tá eisini føroyskt í skúlanum, hóast hetta ikki var vanligt alla- staðni tá á døgum. Rikard Long heur seinni skrivað um Martin, at hann er besti næmingur, ið hann hevur havt á Læraraskúlanum. Hanus umrøddi mannin, lívleið og samtíð. Hann umrøddi skaldskapin, tær báðar skaldsøgurnar og tey fýra stuttsøgusøvnini. Hann greiddi frá, at Mar- tin var virkin í Javnaðar- flokkinum og var blaðstjóri á Sosialinum í 3 og eitt hálvt ár. Hann greiddi somuleiðis frá, at Martin í Sosialinum fegnaðist, tá tað, sum var spírin til tann mentanarpolitikk, vit síggja í dag, kom fram. Í 1946 fegnast Martin í blaðgrein, tá løgtingið setur á stovn mentanargrunn. Hanus segði, at Martin var dugnaligur lærari og ta løtuna sóust fleiri eldri fólk, óivið næmingar hjá Martini, nikka samtykkj- andi. Álvur Enni, lærari, las fyrilestur, ið pápi hansara, Jóhannes Enni, helt fyri 20 árum síðani. Millum annað varð komið inn á, at Barna- blaðið var við til at fáa gongd á skrivingina hjá Martini. Ein av fyrireikarunum, Rannveig Hovgaard, las síðani søguna Jólagásin. Framsýning Eftir ábit og føroyskan dans, høvdu fólk høvi at vitja gomlu bóndahúsini, og í skúlanum skipaði Landsbókasavnið og onnur fyri framsýning. Heimbygdin mintist Martin Joensen Levi Niclasen flytur fram røðu Álvur Enni las fyrilestur, ið pápi hansara skrivaði um Martin Joensen fyri 20 árum síðani Hanus Kamban helt fyrilestur um Martin Joensen, lívsleið og samtíð. Hanus segði, at Martin var dugnaligur lærari og ta løtuna sóust fleiri eldri fólk, óivið næmingar hjá Martini, nikka samtykkjandi Steinbjørn B. Jacobsen bar fram yrking og hugleiddi. Í minnisyrkingini um Martin Joensen nýtir Steinbjørn sum mynd landslagið í Sandvík Nógv fólk høvdu leitað sær til Sandvíkar at taka lut í hátíðarhaldinum Martini Joensen til minnis C M Y K 17 16 Pop.fo er ein fesk s p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin Fylg vi F ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100