týsdagur 23. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
19
Vit kenna hetta sum
eina uppgávu frá
Harranum, sigur
Robert á Lakjuni,
sum hóskvøldið
saman við trettan
øðrum fór við hjálp
til Rumenia. Hesa
ferð høvdu teir eini
15 tons við, eitt nú 43
sjúkrahússengur
HJÁLPARARBEIÐI
Jóannes Hansen
Eitt stórt lið av føroyingum
eru í hesum døgum í Ru-
menia. Oddamaður er Ro-
bert á Lakjuni. Hann hevur
ikki heilt talið á ferðunum,
sum hann tey seinastu fimt-
an árini hevur verið í Ru-
menina. Men hann veit, at
hann í hvussu so er hevur
verið har niðri 75 ferðir, og
onkur av teimum, sum ofta
hava verið saman við hon-
um, siga seg rokna við, at
ferðatalið hjá Roberti til
Rumenia man fara at tátta í
tær eitt hundrað.
Hesa ferð koyra tey í seks
vanligum vørubilum, um-
framt at ein stórur trailari er
í konvoyini. Hann er m. a.
lastaður við 43 sjúkrahús-
seingjum og ikki sørt av
aðrari útgerð til sjúkrahús.
Serliga sovorðið, sum er
ætlað til børn. Tað er eftir
áheitan frá myndugleiku-
num á landssjúkrahúsinum,
at tey hava hesa útgerðina
við. Madrassurnar til seng-
urnar ætla tey at keypa í
Rumenia.
Umframt hetta hava tey
350 sekkir. Nógv klæðir og
fitt av skóm. Nógv av hes-
um er spildurnýtt. Tey hava
fingið tað frá fyritøkum.
Bíbliur og Nýggja Testa-
menti eru í hundrað tús-
unda talið býtt út á ferðu-
num, og hetta verður eisini
partur av arbeiðnum hesa
ferð. Lesnaðurin hevur ofta
verið keyptur í Týskalandi,
Eysturríki og Ungarn, men
hesi seinnu árini hevur ver-
ið møguleiki fyri at keypa
Bíbliur og Nýggja Testa-
menti í Rumenia.
Tað er eitt sindur mis-
javnt, hvussu langa tíð
ferðirnar plaga at vera.
Tíggju dagar hevur ikki
verið óvanligt. Tá vit undan
fráferðini á midnátt hós-
kvøldið tosaðu við Robert á
Lakjuni, roknaði hann við,
at henda ferðin verður eitt
sindur longri enn so. Tey
ætlaðu sær longri eystur,
enn tey hava verið nógvar
av hinum ferðunum.
– Vit hava verið nógv í
trimum
fjórðingum
av
landinum, meðan vit hava
verið lítið í landssynnings-
partinum. Fyri tað mesta
vitja vit á bygd. Vit hava
verið í Bukarest, men vit
hava ikki verið nógv eyst-
anfyri og sunnanfyri høvuðs-
staðin, sigur Robert á Lakj-
uni.
Hjartamál
Robert á Lakjuni er 73 ára
gamal. Kona hansara Ruth,
sum er 72, er sum so mang-
an áður við í ferðalagnum
hesa ferð. Tað eru – sum so
mangan áður – ávikavíst 72
og 71 ára gomlu Rósing og
Liss Rasmussen eisini. Tey,
sum kenna hesi fólkini,
vita, at nógv av lívinum hjá
teimum snýr seg um hetta
hjálpararbeiðið. Bæði í
huganum og í tí sum tey fá-
ast við.
– Hetta er eitt hjartamál
fyri okkum. Fyrstu ferð eg
var eystanfyri var í 1982.
Tá var eg í Póllandi saman
við Símuni Fuglø, sum býr
í Keypmannahavn, og syst-
ir hansara, Onnu, sum er
trúboðari í Senegal. Vit
gjørdu fleiri ferðir hagar og
so til Ungarn. Fyrstu ferð
eg hoyrdi um neyðina í Ru-
menia frá fólki, sum hevði
verið har, var frá skotanum
Fred Kelling, sum ofta hev-
ur vitjað í Føroyum. Eg
fekk eina adressu frá hon-
um og fór avstað einsamall-
ur. Hetta var í 1988 og tískil
áðrenn Tjavsesko fall. Eg
kom til ásetta staðið í toki.
Tá eg hevði fingið pláss í
gistingarhúsinum, fór eg
um kvøldið til adressuna,
sum Fred Kelling hevði
givið mær. Eg pikkaði á
dyrnar. Konan var einsa-
møll heima, og hon var
hjartkipt, inntil hon skilti,
at eg kendi Fred Kelling.
– Tá vit morgunin eftir
fóru á møti, bað hon meg
halda undir armin á sær og
ikki siga eitt orð, meðan vit
gingu. Vanliga fólkinum
var ikki loyvt at hitta út-
lendingar, minnist Robert á
Lakjuni aftur á hesa fyrstu
ferðina, sum bara var í eitt
gott samdøgur.
Saman við Zacharias
Zachariassen stovnaði hann
Hjálp eystureftir, og oftast
hevur hann verið fleiri enn
tíggju ferðir hvørt árið í
Rumenia.
– Vit kenna hetta sum
eina uppgávu frá Harra-
num. Málið er at boða
fólkinum Guds kærleika.
Tað gera vit við at hjálpa, at
geva teimum Guds Orð, við
at vitja kirkjur og samkom-
ur og við at halda útimøtir.
Nú eru viðurskiftini har
broytt nógv, tá tað kemur til
frælsi. Fátæktin er fram-
vegis sera stór. Vit hava
nógv vinfólk har eysturi.
Tað er ein gleði at hitta tey
og at síggja nýggj andlit.
Men størsta gleðin er tað, tá
vit ferð eftir ferð uppliva, at
menniskju yvirgeva seg til
Harran.
– Royndirnar vísa, at ein
sovorðin ferð ávirkar føroy-
sku luttakararnar sera nógv.
Viðhvørt vitja vit heima hjá
fólki. Á bygd bera tey vatn,
og tey hava bukku. Veru-
leikin viðvíkjandi tímiligu
viðurskiftunum og serliga
gleðin, sum lýsir av teim-
um, tá tey hoyra um Guds
kærleika, er so stór, at tað
fer ikki frá tær aftur, tá tú
eina ferð hevur upplivað
hetta. Tí er tað, at tey, sum
eina ferð hava verið eina
sovorðna ferð, oftast ynskja
at sleppa avstað aftur.
Fyrireikingin
Fjúrtan fólk eru í ferðalag-
num, sum nú er á veg til
Rumenia. Tey eru umframt
Ruth og Robert á Lakjuni
og Liss og Rósing Rasmus-
sen – Kirsten og Sigfríður
Vørðhamar, Miriam og
Rógvi Rasmussen, Haldur
Vang, Alfred Hansen, Hall-
grím Miðberg, Eilev Lind-
berg, Salemon Christiansen
og Símun Jóannesarson
Hansen.
Luttakararnir rinda sjálv-
ir fyri ferðina. Tað vil siga
fyri ferðaseðilin aftur og
fram og fyri uppihald á
gistingarhúsum og fyri
matin. Hjálpin eystureftir
rindar felagsútreiðslurnar,
eitt nú oljuna.
– Vælvildin er stór nógva
staðni frá. Eg kann eitt nú
nevna, at Smyril Line er so
beinasamt, at teir flyta bil-
arnar ókeypis til Danmark-
ar og aftur, sigur Robert á
Lakjuni.
Undan einari sovornari
ferð sum henni, teir fjúrtan
føroyingarnar nú eru á, skal
nógv fyrireikast. Klæðini,
skógvarnir og alt annað
skal pakkast soleiðis, at tað
skal vera lætt at koma til.
Tað, sum ikki er nóg gott,
verður skilt frá.
– Hetta arbeiðið gongur
fyrst og fremst fyri seg í
Fuglafirði. Tað eru serliga
Ragnhild Olsen og Ruth,
sum taka sær av hesum
stórarbeiðnum. Arbeiðið er
serliga at skilja, pakka og
merkja. Nú verður lítið
beint burtur. Mest sum alt,
ið verður latið, er óslitið og
nógv er nýtt.
Nær ætla til at gevast?
– Tímiliga og andaliga
neyðin eru framvegis stór.
Landið er stórt og fólkið er
nógv, og okkara íkast er
ikki so stórt. Men tað hevur
verið ein signing fyri okk-
um at sæð og uppliva hetta.
So leingi, sum Harrin gevur
okkum heilsuna og styrki
til hetta, fara vit at halda á.
Tað kennist og sæst, at
Rumenia, Robert, Ruth,
Rósing, Liss og hini í
ferðalagnum eru eitt, og at
tað er sannføringin omaní-
frá, sum skundar undir.
Robert og Ruth, Rósing og Liss
og Rumenia eru eitt
Robert á Lakjuni, sum hevur verið fleiri enn 75 ferðir í
Rumenia, er her saman við trimum rumenum
Tá føroyska ferðalagið kemur at vitja flokkast bygdafólkið saman
Teir gera klárt: Bogi Rasmussen, Rósing Rasmussen, Robert á Lakjuni (inni í bilinum),
Sigfríður Vørðhamar, Jógvan Jacobsen og Eyðun C. Joensen
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
C
M
Y
K
19
18