týsdagur 23. apríl 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
21
Nú er ikki meir enn
ein vika eftir til valið,
og mangir
valstríðshugaðir før-
oyingar leggja árar í
sjógv at vinna
spurtin móti politiska
málinum. Kári á
Rógvi hugleiðir á
Tinghelluni í dag og í
morgin um, hvat
bíðar vinnarunum, tá
ið valið er av.
Næstan
hálvt
triðja
hundrað fólk eru upp-
stillaði til løgtingsvalið.
Tey, ið ikki verða vald,
kunnu gleða seg til at
sleppa aftur í sítt dagliga
yrki, men samstundis til at
sleppa í onkra almenna
nevnd ella verða boðin til
onkran almennan døgurða,
tá høvið býðst. Summi
teirra kunnu enntá vænta at
sleppa inn á ting sum
varafólk
okkurt
styttri
skifti.
Fyri tey 32, ið verða vald,
er søgan ein heilt onnur.
Niðanfyri er ein lítil brúk-
aravegleiðing frá okkum á
Tinghelluni, serliga ætlað
nýggjum tingmonnum.
Ein dagur í tinginum
Hjá teimum flestu valdu
tingfólkunum verður ting-
mannalønin ov lág, og po-
litiska framtíðin so mikið
ivasom, at tey fáa ikki sagt
borgarliga starv sítt frá sær.
Arbeiðsdagurin verður tí av
sær
sjálvum
rættuliga
trupul.
Tingformaðurin
kann
verða ein heldur forsmádd-
ur eldri politikari úr tapandi
partinum
í
innanhýsis
maktstríði í egna flokki
sínum. Hesin fer kanska at
brúka valdið sum tingfor-
maður at vinna sær tann
síðsta maktrúsin, áðrenn
hann helst ríkur út eftir
næsta val. Tí skalt tú vænta,
at arbeiðsskráin hjá ting-
inum ikki verður kunngjørd
fyrr enn kl. 15.00 dagin fyri
næsta tingfundin. Tá er
vanliga ov seint at biða fólk
taka eina vakt ella nakrar
tímar fyri seg. Hevur tú
avrátt nakað við børnini
ella makan, má tað eisini
flytast.
Meginparturin av tíðini
hjá tær fer til at sita og
lurta. Lurta eftir illa fyri-
reikaðum
røðum,
sum
tingfólk halda fyri hvørjum
øðrum, tí uppskotini frá
landstýrinum
koma
so
seint, at tit náa ikki at
fyrireika tykkum nóg væl.
Ongin
tingmaður
torir
heldur at lata vera við at
sita í salinum, tí heima-
síðan hjá tinginum — og
miðlarnir — halda eyga
við, um tú ert í salinum. At
tað fyri tað mesta ikki er til
nakra verðsins nyttu, hevur
sum so onki við sakina at
gera.
Tá tú ert á veg heim eftir
tingfundin
byrjar
tann
strævnasti
parturin
av
degnum. Veljarnir eru so
umhugsnir at ringja til tín,
hvørja ferð teir eru ónøgdir
við okkurt. Tá tú hevur
tosað við teir og fingið tær
eina breyðflís, er tíðin
komin at fara til føðing-
ardagar, fundir, møti ella
annað, ið skal vísa veljar-
unum, at tú ikki hevur
gloymt teir, nú tú ert vorðin
ein av teimum fínu í Havn.
Tá tingfundur ikki er, eru
tað
ivaleyst
av
kon-
firmatiónum, brúdleypum
og ársdøgum til tess, at tú
fært stytt tær stundir. Fyri
slett ikki at koma inn á
jarðarferðirnar. Tær eru
sera týðandi fyri tingfólk
og mugu undir ongum
umstøðum gloymast.
Arbeiðsumhvørvið
Tað politiska landið Før-
oyar byggir sjálvsagt á tey
mentunarligu virðir, sum
føroyska tjóðin hevur vart
allar hesar mongu øldirnar.
Ein tann fremsti tjóðar-
eginleikin, pátikið lítilætni,
er
heldur
ikki
gingið
tinginum forbí. Sjálvt um
løgtingið beinleiðis ella
óbeinleiðis
ræður
yvir
útreiðslum fyri einar fimm
milliardir um árið, brúka
vit færri enn 50 milliónir
uppá løgtingið sjálvt. Hetta
merkir, at føroyska po-
litiska skipanin er sum ein
dynosaurur — høvdið er so
lítið, at kroppurin nærum
livir sítt egna lív. Tær fáu
heilakyknurnar — tú og
hini 31 — hava ikki orku til
nógv annað enn at siga ja
og nei, tá ymsu limirnir og
gøgnini hjá dynosaurinum
spyrja um hetta og hatta.
Tú mást rokna við at
brúka nógva tíð at kopiera,
leita fram tilfar, streva teg
ígjøgnum
fakligt
tilfar
uttanfyri títt egna fakøki,
skriva røður, álit og broyt-
ingaruppskot. Nú ert tú
kanska
von
við
fak-
felagsarbeiði, kommunalt
arbeiði
ella
arbeiði
á
almennu stovnunum. Tá
hevur tú helst sæð, hvussu
skilagott tað er at hava eitt
vælskipað arbeiðsbýti í eini
slíkari
skipan,
hvussu
neyðugt tað er við fakligari
ráðgeving, og hvussu týð-
andi eitt gott starvslið er, tá
ætlanir
skulu
leggjast.
Soleiðis er tað bara ikki í
løgtinginum. Heldur skalt
tú vænta tær at skula rógva
á øllum bekkum sjálv.
Politikkur uttanfyri
tinggátt
Viðhvørt sleppur tú at møta
onkrum stovnsleiðara. Tak
til dømis stjóran og nevnd-
arformannin á ALS. Tær
siga, at ALS er – als – ikki
ein almennur stovnur, so
tær sleppa undan at greiða
veljaranum frá, hvat og hví
tær gera. Og sjálvt um
stýrisskipanarlógin sigur, at
bara fólkavalda tingið kann
leggja skatt á fólkið og játta
almennar pengar, so sleppa
tær at skatta og brúka uttan
at tú hevur nakað at siga.
Soleiðis eru so mangir
stovnsleiðarar. Tær eru í
meðal betri útbúnar enn tú.
Teir eru tryggjaðir at vera í
starvi til pensjónsaldur fyri
eina betri løn enn tína. Tey
kunnu siga við miðlarnar,
at ‘tey kunnu ikki úttala seg
um málið í løtuni, men tey
arbeiða við fleiri ymsum
loysnum’. Tá avtornar eru
tað hesi saman við ser-
áhugafeløgunum, ið skriva
tey álitini, tú skalt sam-
tykkja. Gert tú ikki tað,
missir tú undirtøku hjá
hesum
bólkum,
fært
ábreiðslur frá miðlunum,
og tú hevur jú ikki um-
støður at skriva nakað
haldgott álit sjálvur.
Tað, ið val skal vera
Men, fyri at fara aftur til
byrjanini. Hvat hendir, tá
valúrslitið er greitt? Fyrst
hendir
tað,
at
umleið
tríggjar ferðir so nógv fólk,
sum í veruleikanum hava
atkvøtt fyri tær, koma at fáa
sær smyrjibreyð ella okkurt
at smyrja hálsin við. Hetta
leggur tú onki í. Tí breyðið
er smurt, og tað er nógv
verri at vera ein av teimum,
sum
skulu
beina
fyri
smyrjibreyði dagin eftir
valið.
Tá gleðin — ella timbur-
menninir — hava lagt seg,
er tað umráðandi, at tú
skilir, hvønn leiklut ein
føroyskur tingmaður hevur.
Tit eru í nakað somu støðu
sum teir romerskt-katólsku
kardinalarnir. Umframt at
tit eru nógv virdir, men fáa
lítla løn í mun til ábyrgdina,
so sleppa tit at ganga í
skrúðgongu og at velja
okkara politiska páva —
løgmann.
Romerski pávin situr til
hann doyr. Løgmaður doyr
politiskt minst fjórða hvørt
ár. Fráfarandi tingformað-
urin (tit minnast) sleppur
nú at spæla seremoni-
meistara
burturav.
Við
yngru stýrisskipanarlógini
fingu vit eina skipan, ið
neyvt líkist pávavalinum,
burtursæð frá tí hvíta
roykinum. Fráfarandi ting-
formaðurin kallar floks-
formenninar til sín og spyr
teir, hvør skal sleppa at
skipa
samgongusamráð-
ingarnar.
Tú ert sum limur í einum
av tingflokkunum við til at
gera av, hvønn tín floks-
formaður skal vísa á.
Hvussu leikur síðani fer,
hyggja vit nærri at í
morgin.
Valdið fylgir ikki valinum
Tinghellan
Hákun Djurhuus
eigur persónliga at-
kvøðumetið, sum
hann setti í 1966.
Fólkaflokkurin hevur
leingi verið størstur,
men áður hava bæði
javnaðarflokkurin og
tjóðveldisflokkurin
átt henda lutin
Norðoyingar hava ikki ver-
ið teir, sum títtast hava skift
flokkarnar út, sum hava
umboðað teir í tinginum, og
tað er sjáldan komið fyri, at
tingmaður, sum hevur still-
að uppaftur, ikki hevur ver-
ið afturvaldur – um flokk-
urin hjá honum hevur
vunnið umboðanina aftur.
Tjóðveldisflokkurin vann
fyrstu ferð umboð í Norð-
oyggjum í 1954. Síðani tá
hava Fólkaflokkurin, Tjóð-
veldisflokkurin og Javnað-
arflokkurin hvørja ferð átt
umboð í valdøminum. Til
og við valinum í 1974 átti
Norðoya valdømi tveir um-
dømisvaldar
tingmenn.
Síðani 1978 hava teir verið
fýra.
Fólkaflokkurin
hevur
verið størsti flokkur í Norð-
oyggjum mesta partin av
tíðini. Stóra undantakið var
í 1970. Tá var fólkafloks-
maðurin eykavaldur. Ein-
asta ferðin at Tjóðveldis-
flokkurin hevur verið stør-
stur í Norðoya valdømi var
í 1958. Í 1998 hevði Tjóð-
veldisflokkurin eitt so mik-
ið gott val í Norðoyggjum,
at teir møguleikan á kom-
andi valinum at vinna tveir
umdømisvaldar tingmenn
at vera realistiskan.
Tveir javnaðarmenn
Tær síðstu ferðirnar hevur
Javnaðarflokkurin stríðst
fyri at varðveita umboðan-
ina í Norðoyggjum. Á síð-
sta vali megnaðu teir tað
væl, men í 1994 restaðu
bara seks atkvøður í hjá
Sambandsflokkinum at fáa
Javnaðarflokkin aftur.
Javnaðarflokkurin hevur
verið betri fyri í Norð-
oyggjum, enn hann hevur
verið seinastu ferðirnar.
Best var hann fyri, tá Poul
Jacob Olsen, sáli, var á
tindinum. Í 1970 var hann
størsti flokkur í valdømi-
num. Tá var hann so væl
fyri, at hann hevði vunnið
tveir umdømisvaldar sessir,
um tað tá høvdu verið fýra
og ikki tveir umdømisvald-
ir í valdøminum.
Hákun toppskorari
Flestu persónligu atkvøður-
nar á einum vali eigur í
Norðoya valdømi Hákun
Djurhuus, sáli. Eftir at hann
hevði verið løgmaður í sjálv-
stýrislandsstýrinum 1963 –
1966 góvu 578 norðoyingar
honum atkvøðuna. Næst-
hægsta talið er tað hjá An-
finni Kallsberg í 1990. Tá
fekk hann 560 atkvøður.
Metið hjá Hákuni er
merkisvert. Í 1966 vóru
2.526 norðoyingar á vali.
Hægsta veljaratalið var í
1988. Tá atkvøddu 3.880
norðoyingar. Atkvøðutalið
hesa ferð verður ivaleyst
ikki so langt frá tí, sum tað
var í 1988. Og tað skal
nógv til hjá tí, sum droymir
um at røkka lutfalsliga
sama part av atkvøðunum,
sum Hákun Djurhuus fekk í
1966.
Frá og við blaðnum í dag og inntil sjálvan valdagin fara
vit at hava greinar í blaðnum, sum í tølum og orðum siga
frá, hvussu flokkarnir hava staðið seg í teimum sjey
valdømunum síðani 1966. Tað er Jóannes Hansen,
samfelagsfrøðingur, sum seinastu nógvu árini hevur
verið viðmerkjari í sjónvarpinum valkvøldini, ið hevur
lagt til rættis.
Orsøkin til at vit lýsa valini síðani 1966 er, at tá var
fyrsta valið, har bara persónligu atkvøðutølini gjørdu av,
hvør skuldi á ting. Frammanundan høvdu tey, sum vóru
ovast á listanum, fingið hjálp frá listaatkvøðunum.
Umframt samlaða atkvøðutalið hjá flokkunum er eis-
ini persónliga atkvøðutalið skrivað hjá teimum, ið hava
verið vald á ting síðani 1966.
Flestu persónligu atkvøðurnar á einum vali eigur í Norðoya
valdømi Hákun Djurhuus, sáli. Eftir at hann hevði verið
løgmaður í sjálvstýrislandsstýrinum 1963 – 1966 góvu 578
norðoyingar honum atkvøðuna. Næsthægsta talið er tað hjá
Anfinni Kallsberg í 1990. Tá fekk hann 560 atkvøður
Valdømini í søguni
NORÐOYA VALDØMI:
Tríggir hava átt umboðan hvørja ferð
1966
Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .696
Hákun Djurhuus . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .578
Sambandsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .267
Javnaðarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .644
Poul Jacob Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .386
Sjálvstýrisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .277
Tjóðveldisflokkurin (eyka) . . . . . . . . . . . . . . . .560
Finnbogi Isaksen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .243
Framburðsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .82
2.526
1970
Fólkaflokkurin (eyka) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .634
Hákun Djurhuus . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .434
Sambandsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .252
Javnaðarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .779
Poul Jacob Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .373
Sjálvstýrisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .295
Tjóðveldisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .690
Finnbogi Isaksen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .225
Framburðsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-
2.650
1974
Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .725
Hákun Djurhuus . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .436
Sambandsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .275
Javnaðarflokkurin (eyka) . . . . . . . . . . . . . . . . .717
Poul Jacob Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .353
Sjálvstýrisflokkurin (eyka) . . . . . . . . . . . . . . . .436
Asbjørn Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .242
Tjóðveldisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .733
Finnbogi Isaksen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .356
Framburðsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .16
2.902
1978
Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .690
Hákun Djurhuus . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .204
Sambandsflokkurin (eyka) . . . . . . . . . . . . . . . .484
Eli Nolsøe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .177
Javnaðarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .658
Poul Jacob Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .268
Sjálvstýrisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .503
Asbjørn Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .248
Tjóðveldisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .608
Finnbogi Isaksen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .295
Framburðs– og Fiskivinnuflokkurin . . . . . . . . .255
4390
1980
Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .672
Anfinn Kallsberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .213
Sambandsflokkurin (eyka) . . . . . . . . . . . . . . . .426
Eli Nolsøe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .150
Javnaðarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .668
Vilhelm Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .357
Sjálvstýrisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .460
Asbjørn Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .218
Tjóðveldisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .606
Finnbogi Isaksen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .268
Framburðs– og Fiskivinnuflokkurin . . . . . . . . .389
3.221
1984
Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .850
Anfinn Kallsberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .374
Sambandsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .403
Javnaðarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .762
Vilhelm Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .371
Sjálvstýrisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .480
Asbjørn Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .214
Tjóðveldisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .658
Heini O. Heinesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .173
Kristiligi Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . .258
3.411
1988
Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .1.098
Anfinn Kallsberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .464
Jógvan við Keldu . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .442
Sambandsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .466
Javnaðarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .682
Vilhelm Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .309
Sjálvstýrisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .460
Tjóðveldisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .680
Heini O. Heinesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .277
Kristiligi Fólkaflokkurin (eyka) . . . . . . . . . . . .459
Niels Pauli Danielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .349
Framsóknarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .35
3.880
1990
Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .1.137
Anfinn Kallsberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .560
Sambandsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .373
Javnaðarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .836
Vilhelm Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .332
Sjálvstýrisflokkurin (eyka) . . . . . . . . . . . . . . . .570
Asbjørn Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .290
Tjóðveldisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .611
Heini O. Heinesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .230
Kristiligi Fólkaflokkurin (eyka) . . . . . . . . . . . .35 1
Niels Pauli Danielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .175
Sosialistiski Loysingarflokkurin . . . . . . . . . . . . . .-
3.878
1994
Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .765
Anfinn Kallsberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .392
Sambandsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .426
Javnaðarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .434
Vilhelm Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .141
Sjálvstýrisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .460
Álvur Zachariasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .126
Tjóðveldisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .702
Heini O. Heinesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .492
Kristiligi Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . .403
Miðflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .83
Verkamannafylkingin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .94
Føroyski flokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .56
Frælsisfylkingin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .59
3.367
1998
Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .1.047
Anfinn Kallsberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .511
Jógvan við Keldu . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .222
Sambandsflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .275
Javnaðarflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .647
Vilhelm Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .268
Sjálvstýrisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .385
Tjóðveldisflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .957
Heini O. Heinesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .514
Kristiligi Fólkaflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . .277
Miðflokkurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .62
Verkamannafylkingin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .19
3.669
C
M
Y
K
21
20