Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bæði HB og GÍ fingu grannauppgerðir á heimavølli, tá lutur varð kastaður um fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið sunnudagin LUTAKAST Jákup Mørk Í Ítrottatíðindunum í Út- varpinum skuldi lutur kastast um fjórðingsfinal- urnar í steypakappingini hjá monnum. Seinasti dysturin í bólka- spælinum varð avgreiddur í Vági, og eftir at VB hevði vunnið hendan, var greitt, at liðini, sum skuldu hava heimavøll í fjórðingsfinal- unum vóru VB, NSÍ, HB og GÍ. Hesi skuldu so parast við ávíkavist B36, EB/Streymi, FS Vágum og B68, men tó so, at eingin fjórðingsfinala kundi verað millum lið, sum høvdu verið í sama bólki í innleiðandi umfør- unum. Tvær granna- uppgerðir Tá lutakastið var av, kundi útvarpsmaðurin lesa upp, hvussu dystirnir í teimum fýra fjórðingsfinalunum verða leiktir, og einki er at ivast í, at spenningurin um hálvfinalusessirnar verður størstur í tveimum av hes- um. Í Gøtu verður talan so avgjørt ikki um nakra lætta uppgávu hjá heimaliðnum, tá B68 kemur á vitjan. GÍ slapp hampuliga væl ígjøg- num sín innleiðandi bólk, men tað er uttan iva ein meinbogi fyri gøtumenn, at teir enn ikki hava leikt teljandi dystir móti liðum, sum á pappírinum verða roknað millum tey sterk- astu í landinum. Her hava toftamenn longu tveir dystir móti ávíkavist KÍ og HB í beinunum, so á fyri- reikingarstøðinum eru toftamenn helst nakað betri fyri enn GÍ. VB ognaði sær rættin til heimavøll við sigrinum á B36, og uttan iva eru vág- bingarnir greiðir favorittar, tá teir fáa vitjan av EB/ Streymi í sínari fjórðings- finalu. Spælið hjá VB móti B36 gav eisini ábendingar um, at VB nú er um at koma veruliga fyri seg, og tað tykist í øllum førum sannlíkt, at luttøkan hjá EB/Streymi í steypakapp- ingini endar í Vági. Í Havn verður aftur í ár grannauppgerð. Hetta er triðja árið á rað, at tey bæði havnarliðini skulu royna at taka hvørt annað úr steypa- kappingini, og og lítið er at ivast í, at báðir partar heldur enn fegnir høvdu vilja sloppið undan at hitt júst grannarnar í fjórðings- finaluni. Skala nakar favo- rittar kjósast í hesum dystinum, so má tað verða HB. Eldra havnarfelagið var sannførandi vinnari av sínum bólki, sum taldi sterk mótstøðulið, og B36 tykist ikki vera so væl fyri í løt- uni, sum teir annars góvu ábendingar um fyrstu um- førini. Seinasta fjórðingsfinalan í ár verður í Runavík, har FS Vágar kemur á vitjan. Runavíkingar iðraðu seg um, at teir mistu tveir dystir í fyrireikingunum í bólka- spælinum, men móti vága- monnum tosa øll sann- líkindi fyri, at NSÌ verður ov sterkt, og at teir so smátt kunnu fara at brynja seg til eina hálvfinalu móti grann- unum úr antin Gøtu ella av Toftum. Umframt at lutur varð kastaður um, hvussu spæl- ast skal í fjórðingsfinal- unum, so er longu nú eisini gjørt av, hvussu vinnararnir í hesum hittast í hálvfinal- unum, og framgongur hetta aðra staðni í síðuni. Nr. 76 • týsdagur • 23. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Eisini hjá kvinn- unum er nú farið í líða heilt væl í steypakappingini, og nú er mest sum greitt, hvørji lið hittast í hálvfinal- unum STEYPAKAPPING Jákup Mørk Tað líkist einari endur- tøku av hálvfinalunum í fjør í steypakappingini hjá kvinnum. Ta ferðina leiktu HB og KÍ sjálvan finalu- dystin, eftir at tey í hálv- finalunum høvdu vunn- ið á ávíkavist VB og B36. Enn restar dysturin millum VB og B71 at spæla í fjórðingsfinal- unum, men megnar VB í hesum at liva upp til leiklutin sum favorittur, verður talan um júst somu hálvfinalurnar aftur í ár. Sjey í ein hálvleik Tað var annars nær við, at klaksvíkskvinnurnar fingu ein skelk av teim- um heilt stóru, tá tær sunnudagin royndu seg móti B68. B68 var á odda bæði 1-0 og 2-1 í seinna hálvleiki, men trý mál frá Rannvá Andrea- sen saman við einum máli frá Malenu Joseph- sen syrgdu at enda fyri, at kvinnurnar úr Klaks- vík ikki gjørdu monn- unum kynstrið eftir við einum skjótum farvæl í steypakappingini. Í Havn var lítil og eingin ivi, tá havnar- liðini skuldu spæla sínar fjórðingsfinalur. HB hevði vitjan av NSÍ, og her gjørdist talan um stórsigur. Ikki minni enn 10-0 endaði dysturin. Tíggju mál vóru somuleiðis munnurin, tá B36 royndi seg móti AB. Her fekk AB tó eitt mál, men tá B36 hinvegin skoraði 11 ferðir, so var allur ivi beindur av veg- num. Her kann annars nevnast, at Ása á Neystabø sat á beinkin- um hjá B36 allan fyrra hálvleik, men seinna umfarið skoraði hon ikki færri enn sjey av málun- um hjá B36. Sum nevnt, so varð dysturin millum VB og B71 útsettur, orsakað av verkfallinum, og verður hesin væntandi spældur, so skjótt verkfallið er av. Hálvfinalurnar verða tær somu Spennandi fjórðingsfinalur Soleiðis sær vegurin til Løgmanssteypið út, nú lutur er kastaður um, hvussu dystirnir skulu spælast 23 22 Nr. 76 - 23. apríl 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Letur kanska aftur Elsti fiskamarknaðurin í Danmark, Esbjerg Fiskeauktion, letur kanska aftur. Ein annar møguleiki er, at marknaðurin í Esbjerg verður lagdur saman við einum av hinum fiskamarknaðunum í Vesturjútlandi. Stjórin í Esbjerg Fiskeauktion, Geert Gregersen, sigur, at umstøðurnar í Esbjerg eru nógv broyttar seinnu árini. M. a. er sølan minkað niður í helvt. Krav til Røkke Tað er nú greitt, at norski ríkmaðurin Kjeld Inge Røkke fær enn eitt samarmál um endurgjald í sambandi við, at hann tving- silsloysti partabrøvini hjá teimum smáu eig- arunum í felagnum Aker Maritime. Hafslund Invest átti 671.700 partabrøv í Aker Maritime, sum Røkke var til reiðar at rinda 48 mió. krónur fyri. Men tað vil felagið ikki góðtaka og hevur nú boðað frá, at tað fer at leggja sak ímóti Røkke við kravi um munandi betri prís. Stjórin í Hafslund In- vest vil ikki siga, hvussu nógvan pening tey fara at krevja, men sigur bert, at talan er um munandi meiri enn tað, sum Kjeld Inge Røkke vil gjalda. Dandy bretskt Kenda danska tyggi- gummifyritøkan Dandy er á veg á bretskar hendur. Blaðið Sunday Telegraph skrivaði sunnudagin, at stóra bretska fyritøkan Cad- bury Schweppes er til reiðar at rinda umleið fýra mia. krónur fyri Dandy. Sum skilst vóru teir donsku eigararnir bert hugaðir at selja ein part av fyritøkuni í Vejle, men bretska tilboðið er sambært blaðnum so gott, at eigararnir nú umhugsa at selja alla fyritøkuna. Dandy hevði í fjør góðar tvær mia. krónur í umsetningi, og rokn- skapurin vísti 70 mió. krónur í avlopi. Úr Norðurlondum: Nóg mikið Í Danmark hevur s t j ó r n a r f l o k k u r i n Vinstri boðað frá, at hann fer ikki at tátta útlendingapolitikkin meiri, soleiðis sum stuðulsflokkurin hjá stjórnini, Danski Fólkaflokkurin, hevur sett sum treyt fyri at taka undir við fíggjar- lógini. Forkvinnan í Danska Fólkaflokkinum, Pia Kjærsgaard, hevur sagt, at vil stjórnin ikki tátta útlendingapolitikkin meiri, er flokkur henn- ara til reiðar at sam- starva við sosialdemo- kratarnar um eitt nú vælferðar- og arbeiðs- marknaðarpolitikkin. Framsøgumaðurin hjá Vinstra í fíggjar- málum, Kristian Jen- sen, sigur, at flokkurin letur seg ikki trýsta. Hann heldur, at tann útlendingapolitikkurin, sum stjórnin hevur lagt til rættis, eigur at sleppa at standa sína roynd, áðrenn talan kann verða um at tátta hann uppaftur meiri. Dýrt frímerki Eitt norskt frímerki, sum bleiv skrivt prentað í sambandi við eina umlegging í 1906, varð um vikuskiftið selt í Oslo fyri 52.000 norskar krónur. Eigarin ætlaði sær at fáa 30.000 krónur fyri tað lítla frímerkið, men tá sam- an um kom, kom hægsta boðið upp á 52.000 krónur. Eitt bræv, sum Vidkun Quisling hevði sent til Eysturhermótið í 1944, var millum lutirnar á uppboðnum leygardagin. Áhugin var so sum so, og at enda fór brævið fyri 1.500 krónur. Søkja ikki arbeiði Bert tvey av hvørjum tíggju í Keypmannahavn, sum fáa arbeiðsloysis- stuðul, gera nakað fyri at fáa arbeiði. Tey, sum hava kannað viðurskiftini, siga, at tey flestu arbeiðsleysu í høvuðsstaðnum vilja fegin hava okkurt at gera, men at tey leggja ikki í at søkja, tí tey vænta ikki at fáa nakað arbeiði kortini. Umleið 30.000 keyp- mannahavnarbúgvar fáa arbeiðsloysisstuðul, men nú hevur kommunan sett sær fyri at gera nakað ítøkiligt fyri at fáa sum flest teirra til arbeiðis. Tað kom sum ein skelkur - ikki bert í Fraklandi, men í stórum pørtum av Evropa, at tann víðgongdi Jean-Marie Le Pen fekk so stóra undirtøku í fyrra umfarinum av franska forsetaval- inum. FRAKLAND Árni Joensen Í París og øðrum stórum býum tustu fleiri túsund fólk út á gøturnar sunnu- kvøldið at vísa sína mis- nøgd, eftir at tað var greitt, at tann víðgongdi høgra- maðurin Jean-Marie Le Pen hevði fingið nóg stóra undirtøku til t halda fram í seinna valumfarinum. Fólk róptu rakstrarróp sum "Burtur við Le Pen" og "Nei til fascismu". Sitandi forsetin, Jacques Chirac, vann fyrra valum- far við 19,67 prosentum av atkvøðunum, og Le Pen var næstur honum við 17,02 prosentum. Valevnið hjá vinstravonginum, tann sosialistiski forsætisráð- harrin Lionel Jospin, fekk 16,07 prosent og gjørdist tískil ov stuttur. Beint eftir at úrslitið var almannakunngjørt, boðaðu muslimskir og jødiskir felagsskapir í Fraklandi frá, at teir fara at mæla sínum limum til at atkvøða fyri Chirac á seinna valumfar- inum, sum verður tann 5. mai. - Vit mugu venda høgra- rákinum og forða Len Pen í at fáa valdið, segði Clement Yana, sum er formaður í jødiska felagsskapinum í Marseille. Hann legði aft- urat, at hetta er fyrstu ferð, at felagsskapurin hevur mælt sínum limum til at atkvøða fyri einum ávísum valevni. Talsmaðurin hjá teimum islamisku felagsskapunum, Mohammed Laqhila, segði í gjár, at allir franskir muslimar eiga at atkvøða fyri Chiraq tann 5. mai. Jospin gevst Tað var ein sera vónsvikin Lionel Jospin, sum sunnu- kvøldið noyddist at ásanna, at hann hevði tapt valið. Hann nýtti samstundis høvi til at biðja sínar veljarar velja Chiraq í seinna umfarinum. Jospin, sum er forsætisráðharri, segði eftir ósigurin, at hann nú fer at taka seg burtur úr fronskum landspolitikki. Eygleiðarar í París siga tað vera heilt greitt, at Jacques Chirac fer at vinna seinna valumfar og harvið forsetavalið. Ein veljara- kanning, sum varð gjørd sunnukvøldið, vísti, at heili 78 prosent ætla sær at atkvøða fyri sitandi forset- anum tann 5. mai. 22 prosent svaraðu, at tey fara at seta krossin fyri Le Pen. Tann konservativi CDU vann stórsigur á landspartavalinum í Sachsen-Anhalt TýSKLAND Árni Joensen S o s i a l d e m o k r a t i s k i stjórnarflokkurin í Týsk- landi, SPD, var fyri einum eyðmíkjandi ósigri á lands- partavalinum í Sachsen- Anhalt um vikuskiftið. Flokkurin hevur havt valdið í landslutinum seinastu átta árini, men noyddist nú at lata teimum konservativu í CDU valdið. CDU fekk heili 37,4 prosent av atkvøðunum, meðan SPD, sum fekk meiri enn 35 prosent á seinasta vali, fekk bert 19,9 prosent hesaferð. Eygleið- arar vænta, at CDU fer at leita sær samgongustuðul frá teimum liberalu Frí- demokratunum, sum trí- faldaðu sína undirtøku og fingu 13,3 prosent av atkvøðunum. Eydnast hetta, fáa teir konservativu meiriluta í yvirhúsinum í Bundesrat, har allir teir 16 landslutirnir eru umboð- aðir, og teir kunnu tá steðga lógaruppskotunum hjá stjórnini í Berlin. Kanslaravalevnið hjá CDU, Edmund Stoiber, var skjótur at gera sær dælt av valúrslitinum í Sachsen- Anhalt. - Hetta er eitt álvarssamt tekin og ein stórur ósigur fyri búskapar- og arbeiðsmarknaðarpolitikki n hjá Schrøder-stjórnini, segði Edmund Stoiber. Eygleiðarar eru eisini á einum máli um, at úrslitið er ein ávaring til Gerhard Schrøder og sosialdemo- kratarnar upp undir ríkis- dagsvalið, sum verður í september. Hinvegin halda eygleið- arar ikki, at CDU-sigurin í Sachsen-Anhalt skal tulk- ast sum ein sigur fyri Ed- mund Stoiber. Sachsen- Anhalt er partur av gamla Eysturtýsklandi, og Stoiber er ikki serliga høgt í metum har, siga eygleiðararnir. SPD fekk ein frammaná Fransmenn fingu ein hvøkk Jacques Chirac á veg út úr valhølinum sunnudagin. Veljarakanningar vísa, at hann fer at vinna greiðan sigur í seinna umfarinum Mynd: Reuters C M Y K 22