týsdagur 23. apríl 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 23. apríl 2002
25
Vágbingar fóru
framum B36 við
sigrinum sunnu-
dagin, og tryggjaðu
sær sostatt heimavøll
sum besti tvey’arin í
bólkaspælinum
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Tað var plássið sum besti
tvey’arin, sum stóð uppá
spæl, tá B36 hóast verk-
fallið hevði lagt leiðina um
Suðuroyarfjør at spæla
seinasta dystin í bólkaspæl-
inum. Fyrsta plássið hevði
NSÍ longu ognað sær, tá
Sumba ikki fekk mannað
lið til dystin í Runavík, men
sum støðan í bólkunum var,
so var greitt, at besti
tvey’arin skuldi finnast í
bólki 1.
Bragdlig VB-byrjan
B63 hevði helst ætlað, at
hesin dysturin skuldi vera
at kalla týdningarleysur hjá
teimum, men tapið fyri NSÍ
á heimavølli hevði í so
máta oyðiliagt spælið hjá
teimum, og sunnudagin var
rættiliga skjótt greitt, at tað
skuldi gerast meira enn
trupult hjá havnarliðnum at
bjarga nøkrum við sær úr
Vági.
VB var nevnliga greitt
við yvirlutan størsta partin
av fyrra hálvleiki, og teir
fingu eisini best hugsandi
byrjanina,
tá
Nenad
Zivanovic brádliga gjørdist
leysur, so hann kundi
leggja heimaliðið framum.
Hetta fekk á ongan hátt
VB at flyta fótin yvir á
bremsuna, men hildu teir
allan fyrra hálvleik á við
ágangandi spæli móti B36-
málinum. Fleiri møguleikar
spurdust burturúr, men tað
var ikki fyrr enn stutt fyri
steðgin, at hetta gav úrslit.
VB fekk fríspark uttan fyri
B36 brotsteigin, og Marek
Vierzbicki smekkaði til,
uttan at B36 málverjin
hevði nakran møguleika at
verja fyri.
Trýstið gav ikki úrslit
B36 skuldi nú skora tvær
ferðir, og uppgávan sá
kanska ikki heilt ógjørlig
út, tá John Petersen tíðliga í
seinna hálvleiki var fyrstur
á einum skrábólti frá Bárð-
ur Mortansson.
Hetta gjørdist startskotið
til eitt langt trýst oman móti
VB málinum. Úr Vági
verður sagt, at spælið hend-
an seinna hálvleiki kanska
ikki var av tí allarbesta.
Heimaliðið legði í stóran
mun dent á verjupartin, fyri
síðani at dúva upp á
møguleikan fyri mótálop-
um, og tí var talan als ikki
um sama góða fótbólts-
spæl, sum tað hevði verið
fyrra umfarið.
Gestirnir vóru hinvegin
greitt omaná í flestum
lutum, men har var tó eitt
undantak. Tað lág ikki eins
væl fyri hjá teimum at
skapa sær teir stóru mál-
møguleikarnar. Alt ov ofta
vóru ráðini bara at senda
langar bóltar inn í VB-
brotsteigin, og har var
Bjarni Johansen ella onkur
av hjálparmonnum hansara
í verjuni aloftast hægstur,
soleiðis at vandin varð
beindur burtur.
Hinvegin vóru vágbingar
ofta vandamiklir, tá teir
fóru í mótálop. Einar tvær
ella tríggjar ferðir áttu teir
eisini at avgjørt dystin, men
einsamallir við B36-mál-
verjanum megnaðu teir ikki
at senda bóltin í kassan.
Ikki fyrr enn væl inn í
yvirtíðina hjá dómaranum
eydnaðist heimaliðnum at
seta alt uppá pláss. B36
vildi kanska vera við, at
Nenad Zivanovic var rang-
staddur, men flaggið kom
ikki upp, og einsamallir við
málverjanum eydnaðist tað
hesa ferð hjá jugoslavanum
at senda bóltin í meskarnar.
Vunnu heimavøllin
Við sigrinum syrgdu vág-
bingar fyri, at teir á stiga-
talvuni fóru fram um B36,
og tað merkir, at teir í
fjórðingsfinaluni koma at
spæla á heimavølli.
Mótstøðan í hesum dyst-
um er eisini nakað lættari á
pappírinum,
enn
hon
verður hjá B36, tí lítið er at
ivast í, hvør er favorittur, tá
EB/Streymur kemur vestur
á Eiðið dýra biðjudag. Tá
skal B36 royna seg ȇ
útivølli« móti HB, og
ivaleyst hevði árstalsfelagið
helst vilja bíðað við júst
hesum
dystinum
sum
longst, og í so máta kunnu
tapini í teimum báðum
seinastu dystunum í bólka-
spælinum væl vísa seg at
gerast kostnaðarmikil.
Sumbingar møttu
ikki til dystin í
Runavík, og tískil
vann NSÍ bólkin, tó at
teir bert vóru fýra
ferðir á vøllinum
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Upprunaliga varð dysturin
millum NSÍ og Sumba út-
settur, tá sumbingar ikki
høvdu nakrar serligar um-
støður at ferðast í fyri
tveimum vikum síðani.
Gjørt varð tí av, at Sumba
skuldi koma norður til
Runavíkar at spæla fríggja-
dagin, og at NSÍ sum ætlað
skuldi spæla í Sumba
sunnudagin. Hetta varð tó
eisini av ongum, tí sum-
bingar sóu seg ikki førar
fyri at manna lið, og tí
boðaðu teir NSÍ frá, at teir
ikki komu norður at spæla.
Tað merkti so aftur, at
Sumba misti heimavøllin í
seinasta dystinum, og tá
støðan sjálvandi ikki var
stórt øðrvísi sunnudagin,
vann NSÍ báðar dystirnar
móti Sumba – og harvið
bólkin – uttan yvirhøvur at
spæla í seinasta umfarin-
um.
Keðiligt at missa
dystir
Sjálvandi fegnaðust runa-
víkingar um, at tað eydn-
aðist teimum at vinna harða
bólkin, men hinvegin vóru
teir eisini sera harmir um,
at teir við hesum mistu
tveir týdningarmiklar dyst-
ir, har seinastu fyrireiking-
arnar undan landskapping-
ini kundu fáast frá hondini.
- Hetta kemur sjálvandi
tvørt fyri hjá okkum. Vit
missa tveir dystir í kanska
týdningarmesta partinum
av fyrireikingunum, segði
ein sera harmur Jógvna
Martin Olsen, tá vit leygar-
dagin fingu orð á hann,
meðan hann eygleiddi tvey
av møguligu móstøðuliðun-
um í fjórðingsfinaluni, B68
og KÍ.
Spurningurin er nú bert,
hvussu kappingarnevndin
hjá FSF handferð málið. Í
líknandi dømum áður, er
lið, sum ikki møtir til
ásettan dyst, dømt at rinda
10.000 kr., umframt at
dysturin er taptur, og
væntandi verður hetta eisini
sektin, sum Sumba fær.
Fyri runavíkingarnir er
hetta tó ein lítil troyst. Teir
mugu tó bara líta frameftir,
og har er fyrsta uppgávan
beint fyri stavn, tí fríggja-
dagin koma vágamenn á
vitjan, og tá verður so
neyðugt við einum sigri,
um plássið í hálvfinaluni
skal tryggjast.
VB-B36 3-1 (2-0):
VB vann heimavøllin
NSÍ vann uttan
dyst
Eingin fótbóltur varð leiktur við Løkin, tí mótstøðumenninir møttu ikki upp til dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Serliga í fyrra hálvleiki var heimaliðið omaná, og hetta gav í seinna grundarlag fyri kontraspælinum, sum at enda avgjørdi
dystin
25
24
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Tað gongur, sum øll-
um kunnugt, ikki væl
hjá KÍ, sum nú er
útsligið í steypakapp-
ingini. – Tað er ilt at
siga, hvat tað er, sum
er galið. Spælið er
hampuligt, men alt ov
fá mál fara inn í
kassan hjá mótstøðu-
liðinum, sigur Jógvan
Linklett
FÓTBÓLTUR
Solby A. Eliasen
– Leikararnir eru sjálvandi
sera keddir av hesum, men
tað nyttar onki. Nú má tað
hyggjast frameftir. Lands-
kappingin byrjar fyrst í
mai, og um ein kann síggja
nakað positivt í at vera út-
sligin í steypakappingini,
so er tað, at leikararnir hava
ikki nakran dyst at hugsa
um komandi 14 dagarnar,
bert venjing, heldur Jógvan
Linklett.
– Leikararnir hava vant
nógv og hart, so kondi
manglar teimum ikki, men
heldur kampvenjing. Vit
komu so seint í gongd við
kampvenjingarnar á vøllin-
um, orsakað av tí nógva
kavanum, sum var sera
drúgvur tíðliga í vár, sigur
Jógvan Linklett.
Fekk skaða undir
venjing
Og tað er ikki bert hjá KÍ
liðinum, at tað gongur tann
skeiva vegin. Málmans-
venjarin var so óheppin at
koma til skaða og slíta sær
hælsinuna undir venjing
herfyri.
Jógvan greiðir soleiðis
frá tilburðinum:
– Eg veit ikki rættiliga,
hvat hendi, men eg gjørdi
faktiskt ikki so nógv annað
enn at bukka meg niður. Tá
hoyrdi og føldi eg eitt brak.
Eg visti ikki, hvat tað var
og føldi ikki so nógva pínu.
– Men tað gjørdist skjótt
greitt, at eg hevði slitið
hælsinuna og eg bleiv
lagdur undir skurð. Og
aftan á skurðviðgerðina
kom pínan. Eg hevði nógva
pínu í einar tveir dagar.
Skal hvíla
Hann hevur fingið boð um
at taka tað róligt líka til 30.
juni, so hann verður ikki
nógv at síggja á fótbólts-
vøllinum framyvir.
– Niðan á vøllin, tað ætli
eg mær, kortini sigur hann.
– Man fær altíð rópt, um
man ikki fær brúkt beinið,
sigur Jógvan, sum nú skal
læra seg at ganga við høkj-
um.
Hann skal ganga við
gipsi inn til 12. juni. Restin
av tíðini skal nýtast til upp-
afturvenjingar.
Hann sigur, at hetta kom
sum eitt heksaskot.
– Eg havi vant við liðin-
um líka frá tí teir byrjaðu.
Havi altíð hita upp og strekt
væl út eftir venjingarnar.
So hetta er bert nakað sum
hendir, óansæð.
Málmansvenjing
Jógvan hevur, sum sagt,
tikið sær av málmansvenj-
ingini hjá KÍ í ár.
– Ja, Kurt orðaði tað við
meg aftan á seinasta dystin
hjá KÍ í fjør. Og so ringdi
hann til mín, tá tað varð
greitt, at hann skuldi vera
venjari hjá KÍ hetta kapp-
ingarárið, greiðir Jógvan,
sum ikki hevur roynt mál-
mansvenjing áður, men
heldur at tað er spennandi
at fáast við. Hann hevur
sjálvur drúgvar royndir
millum
málstengurnar.
Hann var málverji hjá KÍ
frá 1975 til hann í 1987
takkaði fyri seg.
Hetta tíðarskeiðið var
hann bert burtur frá 1983 til
85. Hann bleiv mettur at
vera ein tann besti málverj-
in í Føroyum ta tíðina.
Hann heldur sjálvur, at
tað er ein fyrimunur at hava
ein málmansvenjara, tí tað
lættir um arbeiðið hjá venj-
aranum. Hann heldur eis-
ini, at tað at málmansvenj-
arin hevur royndir sum
málverji, sjálvsagt, hevur
nógv at siga.
– Um nakað er, sum
málverjin ynskir at broyta,
so sigur hann tað við meg.
Og so tosi eg við Kurt um
tað, sum so tekur avgerð,
greiðir Jógvan, sum tó
heldur ikki avsannar, at ein
orsøk til vánaligu gongdina
kann vera, at tað standa
tveir
óroyndir
venjarar
aftan fyri liðið.
Liðið hjá Rógva
Johansen fer fyrst í
mai mánaði at luttaka
í sera sterkari súkklu-
kapping
SÚKKLING
Jákup Mørk
Cycling Aarhus Elite skal
aftur í ár taka lut í kapping-
ini, CSC Classic, sum er
ein hin sterkasta kappingin,
sum verður skipað í Dan-
mark.
Vanliga sleppa bert tey
allar sterkastu donsku liðini
at taka lut í kappingini,
men tá felagið hjá Rógva er
við til at skipa fyri kapping-
ini, stendur eisini teimum í
boði at taka lut.
Millum mótstøðumenn-
inar hjá Rógva í kappingini
eru nakrir av sterkastu
súkklarunum í heiminum,
og millum annað er tour de
France stjørnan, Laurent
Jalabert, partur av feltinum,
so tað er eyðsæð, at vónirn-
ar hjá vágbinginum um at
gera tær stórur skreytirnar
ikki eru heilt so stórar hesa-
ferð.
Sjálvur tykist Rógvi tó
heldur ikki at leggja so
nógv í hetta. Hann er júst
um at koma fyri seg eftir
skaða, og tí hevur hann í
fyrstu atløgu bert sett sær
fyri at koma heilskapaður
ígjøgnum kappingina. Nak-
að sum í sjálvum sær er
trupult, tá koyrt verður við
so nógvari ferð, sum í hesi
kappingini, har miðalferðin
vanliga liggur væl oman-
fyri 45 km/t.
Bólkur 1
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál
+/- stig
1 NSÍ
6
4
-
1
-
1
8
5
3
13
2 VB
6
4
-
0
-
2
15
11
4
12
3 B36
6
3
-
1
-
2
18
7
11
10
4 Sumba
6
0
-
0
-
6
3
21
-18 0
Bólkur 2
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál
+/- stig
1 GÍ
6
3
-
3
-
0
11
5
6
12
2 EB/Str.
6
1
-
3
-
2
7
8
-1
6
3 FSV
6
1
-
3
-
2
6
8
-2
6
4 TB
6
1
-
3
-
2
9
12
-3
6
Bólkur 3
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál
+/- stig
1 HB
6
5
-
1
-
0
20
8
12
16
2 B68
6
3
-
0
-
3
14
12
2
9
3 Skála
6
2
-
0
-
4
9
18
-9
6
4 KÍ
6
1
-
1
-
4
11
16
-5
4
Andrew á Fløtum
HB
7
Uni Arge
HB
6
John Petersen
B36
5
Nenad Zivanovic
VB
5
Jens Kristian Hansen
B36
4
Anders Nygaard
B68
4
Øssur Hansen
B68
4
Fróði Benjaminsen
B68
3
Jens Erik Rasmussen
FSV
3
Bartal Eliasen
GÍ
3
Súni Fríði Johannesen
GÍ
3
Jón Rói Jacobsen
HB
3
Heðin á Lakjuni
KÍ
3
Jónstein Petersen
NSÍ
3
Jonhard Frederiksberg
Skála
3
Alexander Radosavljevic TB
3
Zoran Mancic
TB
3
Bólkaspælið í kappingini
um løgmanssteypið
Málskjúttar, løgmanssteypið
Um vikuskiftið hevði
Róðrarsambandið árliga
aðalfundin, og millum
málini á skránni var
møguleikin fyri at økja
um talið av FM-stevnum
í komandi róðrarárið.
Uppskotið fall á hes-
um sinni, men málið er á
ongan hátt slept kortini,
og varð tað álagt nevnd-
ini at koma við einum
uppskoti
um,
hvar
sjeynda
FM-stevnan
skal verða, um talið av
stevnum skal økjast.
Annars var nevndar-
val eisini á skránni. Jóh-
annus Joensen, Hans
David Hansen og Sjúrð-
ur Gullbein stóðu fyri
valið, og vórðu teir ein-
mælt afturvaldir.
Annars verður meira
at frætta frá aðalfundin-
um í mikudagsblaðnum.
-jm
Róðrarfelagið
havt aðalfund
Jógvan Linklett, málmansvenjari hjá KÍ:
KÍ skorar ikki mál
Rógvi í stórari kapping
Rógvi Johansen
fær aftur í ár
møguleikan at
taka lut í sterku
donsku súkklu-
kappingini,
CSC Classic
– Eg veit ikki rættiliga, hvat hendi, men eg gjørdi faktiskt ikki so nógv annað enn at bukka meg
niður, sigur Jógvan Linklett um slitnaðu hælsinuna
Mynd: Solby A. Eliasen
C
M
Y
K
24