týsdagur 23. apríl 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 23. apríl 2002
27
HB vann tryggan
sigur, tá Skála vitjaði
leygardagin. Við
hesum staðfesti HB
oddasessin í bólkin-
um, meðan Skála hin-
vegin gjørdist taparin
í spælinum um at ger-
ast millum bestu
trý’ararnar í bólka-
spælinum
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
HB hevði ein at kalla týdn-
ingarleysan dyst, tá teir í
seinasta
umfarinum
í
bólkaspælinum tóku ímóti
Skála á heimavølli. Havn-
armenninir høvdu longu
tryggjað sær oddasessin í
bólkinum, og kundi tí fara
óttaleysir inn á vøllin.
Hetta fekk tó ikki venj-
aran hjá HB at spara nakrar
av føstu monnunum, so-
leiðis sum fleiri høvdu
roknað við undan dystin-
um. Heldur nýtti hann høv-
ið til at gera eina seinastu
fínpussing av liðnum, áðr-
enn dystirnir av álvara fara
at telja.
Setningurin hjá Skála var
hinvegin sera einfaldur.
Ikki minst, tí tað undan
dystinum var greitt, at
EB/Streymur hevði fingið
stig í Gøtu. Í øllum førum
skuldi Skála hava eitt stig
fyri dystin, um teir skuldu
fylgja HB í fjórðingsfinal-
urnar.
Stór yvirvág
Tá dysturin varð blástur
ígongd, var tó ikki tanmn
stóri ivin um, hvat av liðun-
um var tað betra hendan
dagin. HB hevði at kalla alt
trýstið, og tó at Jonhard
Frederiksberg gav teimum
ein skelk, tá hann um miðj-
an hálvleikin legði Skála og
odda, so koppaði hetta ikki
heildarmyndini.
Leiðslan hjá gestunum
helt sær eisini bara í knapp-
ar fimm minuttir. Jón Rói
Jacobsen javnaði fyri HB,
tá hann stútaði bóltin í
kassan, og beint undan
steðginum var Uni Arge á
rætta staðnum, og beindi
bóltin i netið til 2-1.
Í seinna hálvleiki gekk
ikki
long
tíð,
áðrenn
Andrew av Fløtum hevði
økt um munin, og so gekk
tað fyri tað mesta bara ann-
an vegin. Rúni Nolsøe økti
um munin, áðrenn Dánjal
Hansen minkaði við einum
væl tiknum frísparki, og tá
Skála so eisini fekk tveir
mans riknar av vøllinum,
gjørdist yvirvágin hjá HB
fullkomin seinastu løtuna.
Sær gott út
Fyri Skála bar tapið við
sær, at teir gjørdist taparin í
spælinum um atgongu-
merkið hjá teimum báðum
trý’arunum í bólkaspælin-
um.
Javnleikurin,
sum
EB/Streymur í Gøtu, gjørdi
undan dystinum greitt, at
trý’arin í bólki 2 fór at hava
seks stig, og tí kendu skála-
menn sum sagt treytirnar,
áðrenn dysturin byrjaði.
Hóast tað sosleiðis gjør-
dist til eitt skjótt farvæl í
steypakappingini, so hevur
Skála higartil víst, at teir
kanska fara at roynast so
hampuliga væl í deildini
kortini.
Í fleiri av dystunum hev-
ur spælið verið á eini heilt
góðari leið, og sum onkur
tekur til, so eiga teir í øllum
førum seks trygg stig móti
KÍ, so tað kann væl vísa
seg, at teir fáa hepni við at
greiða setningin fyri kapp-
ingarárið.
Hjá HB er setningurin
nakað hægri enn tann, hjá
Skála, og tó at tú altíð skalt
verða varin við at gita,
longu áðrenn fyrstu lands-
kappingardystirnir
eru
leiktir, so er ymiskt, sum
bendir á, at HB í ár aftur
kann átaka sær vanliga
leiklutin í oddinum. Fyrst
og fremst hevur felagið nú
fingið mongu leikararnir,
sum vórðu skaddir í fjør,
aftur. Hartil kemur, at liðið
í ár tykist kanska betri
skipað. Ikki minst tí leikar-
arnir ikki er so nær tengdir
at einstakari spælskipan, og
tí betri eru førir fyri at lag-
að spælið eftir mótstøðu-
liðnum.
Og ikki minst, so hevur
liðið í ár helst vandamesta
álopið í landinum. Við
teimum
trimum,
Una,
Andrew og Jón Rói á topp-
inum, fáa mótstøðuverjurn-
ar meira enn nóg mikið at
gera, og neyvan er tað heilt
av leið at rokna við, at sam-
anlagt verður her talan um
álopið, við flestu málunum
hetta kappingarárið.
HB-Skála 6-2 (2-1)
0-1: Jonhard Frederiksberg
1-1: Jón Rói Jacobsen
2-1: Uni Arge
3-1: Andrew av Fløtum
4-1: Rúni Nolsøe
4-2: Dánjal Hansen
5-2: Uni Arge
6-2: Rógvi Jacobsen (br.)
B68 segði takk fyri
seinast og syrgdi fyri,
at KÍ fyri fyrstu ferð
nakrantíð ikki
megnaði at spæla seg
úr bólkaspælinum og
í fjórðingsfinaluna
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
B68 hevur ongantíð verið
nakað serligt steypalið.
Men hesa ferð var eingin
ivi. Á Svangaskarði vunnu
teir leygardagin 4–1 ímóti
KÍ. Tað var sama úrslit,
sum KÍ vann heimadystin
ímóti B68 við. Harvið kann
sigast, at B68 segði takk
fyri seinast.
B68 sigurin hevur við
sær, at teir skulu spæla í
fjórðingsfinaluni.
Tann
fyrra verður longu fríggja-
dagin. KÍ tapið hevur við
sær, at teir fyri fyrstu ferð,
síðani
steypakappingin
varð skipað í bólkum, ikki
hava megnað at koma í
fjórðingsfinaluna. Í fjør var
KÍ í finaluni. Tapið á
Svangaskarði ber við sær,
at í hvussu so er annar fin-
alisturin verður nýggjur, tá
ólavsøkufinalan skal spæl-
ast.
KÍ tapið ber við sær, at
klaksvíkingar ikki fáa góða
dystarvenjing, áðrenn teir
skulu royna seg í fyrsta um-
farinum í landskappingini.
Tað er óheppið fyri teir,
men teir kunnu gleða seg
um, at mótstøðuliðið í
fyrsta umfarinum – Skála –
heldur ikki fær dystarvenj-
ingina.
At klaksvíkingar ikki
megnaðu at koma sær í
fjórðingsfinaluna var fyrst
og fremst, tí teir heilkiks-
aðu báðu ferðirnar ímóti
Skála. Um tað verða nervar
á heimavliðnum, tá Skála
aftur verður á skránni í
Klaksvík annan sunnudag,
so er einki at siga til tað.
Spældu fyri
møguleikanum
KÍ var ikki serliga væl fyri,
tá teir komu á Svangaskarð.
Heðin á Lakjuni var leik-
bannaður, Hjalgrím Elttør
var í Onglandi, og onkrir av
hinum
lyklaspælarunum
vóru ikki við, tí teir vóru
skaddir.
KÍ royndi at leggja trýst á
undan vindinum, og teir
vóru onkra ferðina tætt við.
Ta einu ferðina vildu teir
hava brotsspark, men tað
var dómarin ikki samdur
við teimum í. Og B68 mál-
verjin Michal Kokoszanek
hevði onkra sera góða
bjarging.
KÍ fekk eitt mál, men tað
vísti seg í 2. hálvleiki ikki
at vera nóg mikið. Kurt
Mørkøre var hesa ferð í
álopinum, og tað var hann,
sum átti fríspælingina til
málið. Bólturin varð stung-
in fram ímillum, og Alex-
ander Djordjevic var trygg-
ur.
Koppaði
Eftir steðgin var B68 nógv
betri fyri, enn KÍ var tað.
Heimaliðið spældi gestirnir
næstan út av vøllinum, og
tað var einki at siga til, at
úrslitið gjørdist 4–1.
Arnold Joensen syrgdi
fyri javnvág í roknskapin-
um. Eitt lítið korter var
farið, tá hann við høvdinum
umsetti innlegg frá John
Hera Dam, sum var ytstur á
miðvøllnum
í
vinstru.
Frank Skytte tykist vera
gingin frá 4–4–2 skipanini.
Hesa ferð var uppstillingin
3–4–3, og tað riggaði væl
hjá B68.
Arnold
Joensen
átti
uppleggið til 2–1 málið. Av
baklinjuni í høgru legði
hann út frá til Fróða
Benjaminsen, sum smekk-
aði til. 3–1 málið heilflukt-
aði Øssur Hansen, tá hann
akkurát røkk einari langari
sending úr høgru.
Fróði Benjaminsen stað-
festi sannførandi sigurin
við brotssparki. Tíðin var
um at vera farin, tá innskifti
Kristian Poulsen royndi at
bróta ígjøgnum, men varð
feldur.
B68–KÍ 4–1 (0–1)
0–1: Alexander Djordjevic
1–1: Arnold Joensen
2–1: Fróði Benjaminsen
3–1: Øssur Hansen
4–1: Fróði Benjaminsen br.
KÍ uttan dystarvenjing í tvær vikur
Fróði Benjaminsen skoraði tvey av málunum hjá B68, tá teir á
heimavølli sendu KÍ úr steypakappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
HB-Skála 6-2 (2-1):
Ivaleyst hjá HB
27
26
Nr. 76 - 23. apríl 2002
EB/Streymur fekk
javnleikin, sum teir
komu eftir, og tryggj-
aðu sær harvið at-
gongd til fjórðings-
finalurnar
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Tað var bara annað liðið,
sum hevði nakakð at spæla
fyri, tá GÍ og EB/Streymur
hittust í seinasta umfarin-
um í bólkaspælinum leyg-
ardagin.
Gøtumenn høvdu longu
ognað sær fremsta sessin í
bólkinum, og tí hevði dyst-
urin einki at siga fyri teirra
viðkomandi,
og
hetta
merkti eisini í ávísan mun
dystin. Onkrir av vanliga
føstu
leikarunum
hava
smærri skaðar at dragast
við, og tí hevði venjarin
valt at spara hesar, so teir
heldur kunnu vera tøkir, tá
GÍ fríggjadagin skal royna
seg í fjórðingsfinalunum.
Hvørgin vildi
Hjá EB/Streymi ráddi um
at fáa í minsta lagi annað
stigið, sum eftir øllum
sannlíkindum
at
døma
kundi tryggja teimum pláss
í fjórðingsfinaluni. Sum
støðan í bólkunum var, so
tryggjaði hetta í øllum før-
um samansetta liðnum eitt
triðja pláss í bólkinum, og
treytað av at Skála tapti í
Havn, vildi javnleikurin
eisini innibera, at EB/-
Streymur
ikki
gjørdist
vánaligasti trý’arin í bólka-
spælinum.
Tað var hampuliga tíðliga
í dystinum greitt, at tað
meira enn so kundi henda
seg, at talan fór at gerast
um málleysan javnleik.
Gøtumenn løgdu lítið fyri í
spælinum frameftir, og tó at
tað kanska var meira bit í
gestunum, so satsaðu teir
heldur ikki alt ov nógv
frameftir, av ótta fyri einum
kvikum mótálopi frá vert-
unum.
Vandamestu málmøgu-
leikarnir áttu gestirnir eis-
ini, og við eitt sindur av
hepni kundi Sorin Anghel
tryggjað liðnum ein heldur
óvæntaðan sigur, men tær
ferðirnar, at vandi veruliga
var á ferð, sýndi Hallur
Joensen í GÍ málinum við
frálíkum refleksbjarging-
um, at genini frá pápanum
ikki eru burturspilt.
Torførar
fjórðingsfinalur
Sum heild gjørdist talan so-
leiðis um eina heldur lin-
liga uppgerð, men tað
mundu partarnir tó leggja
vertin á. Ikki minst gestirn-
ir munnu fegnast um javn-
leikin, sum gav atgongd til
fjórðingsfinalurnar, men
nógv bendir á, at hetta
verður endastøðin hjá liðn-
um.
Í øllum førum háttaði
lutakastið tað soleiðis, at
EB/Streymur skal til Vágs
at spæla, og tó at liðið í fjør
stóð seg rættiliga væl ímóti
VB, so er munurin á papp-
írinum tó somikið stórur, at
hetta talar fyri einum
heimasigri.
Gøtumenn høvdu sum
vinnarar av bólkinum nak-
að betri fortreytir undan
lutakastinum, men nakran
lættan dyst fingu teir so
undir ongum umstøðum.
Tað var greitt, undan luta-
kastinum, at talan fór at
gerast um heimadyst móti
antin B36 ella B68, so lætt-
an dyst gjørdist talan á ong-
an hátt um, tó at hagtølini
tala fyri, at B36 vildi verið
meira hóskandi hjá gøtu-
monnunum.
Soleiðis gjørdist tó ikki.
Talan verður um eystur-
oyaruppgerð í fjórðingsfin-
aluni, og skuldi GÍ vunnið
hesa, bíðar eftir øllum at
døma enn eitt eysturoyar-
lið. Treytað av, at NSÍ vinn-
ur sína fjórðingsfinalu, so
talan verður í øllum førum
um eina strævna leið fram
til finaluna, um GÍ skuldi
komið somikið langt í ár.
Dysturin í tølum
GÍ-FSV 0-0
Vágamenn fingu
annað stigið við sær
av Tvøroyri, og
tryggjaðu sær sostatt
seinasta atgongu-
merkið til fjórðings-
finaluna
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Treytirnar vóru greiðar, tá
TB og FSVágar hittust á
Sevmýri leygardagin. Tað
var longu undan dystinum
greitt,
at
EB/Streymur
hevði fingið stig í Gøtu, og
tí skuldi heimaliðið vinna
dystin, um teir skuldu
vinna seg víðari úr bólka-
spælinum, meðan gestirnir
hinvegin kundu standa seg
við javnleiki, um Skála ikki
fekk nakað úr dystinum í
Havn.
Trýst frá TB
Fyrra hálvleik var tað eisini
heimaliðið, sum átti størsta
trýstið. Kanska var talan
ikki um so øgiliga væl skip-
að fótbóltsspæl, men talan
var tó um eitt ávíst trýst,
sum tó ikki kastaði nakrar
opnar málmøguleikar av
sær.
Gestirnir royndu hinveg-
in í størstan mun at halda
fast í verjupartinum, meðan
teir ikki løgdu so øgiligt
fyri í álopspartinum, men í
seinna hálvleiki tók tó
spakuliga at bragda hjá
teimum.
Spakuliga otaðu teir seg
longur niðan á TB-hálvuna,
og stutt inn í seinna hálv-
leik løgdu teir seg eisini á
odda. Hetta kom, eftir at
Jens Erik Rasmussen í
fyrsta umfari hevði roynt
seg við skotið av brotsteig-
armarkinum. TB-málverjin
bjargaði, men hann helt
ikki skotinum, og so var
Bjarni Prior fyrstur á retur-
inum.
Hetta fekk aftur gestirnar
at leggja seg longur aftur á
vøllin, og so var talan um
eitt trýst frá heimaliðnum,
tað sum eftir var.
Eitt mál spurdist eisini
burtur úr hesum, tá dóm-
arin bríkslaði fyri brots-
sparki, tá hann metti, at
hond var á bóltinum inni í
brotsteiginum. Vágamenn
vóru alt annað enn fegnir
um avgerðina, men mót-
mælini hjálptu lítið, og
Zoran Mancic var ósvika-
liga tryggur, tá brotssparkið
skuldi skjótast.
Seinastu 20 minuttirnar
av dystinum ráddi soleiðis
um hjá TB at fáa enn eitt
mál, men hóast nógv trýst,
so eydnaðist teimum ongan
tíð at koma fram til teir
heilt stóru málmøguleik-
arnar.
Vágamenn frættu undir
dystinum eisini úr Havn,
hvussu málini hjá HB skol-
aðu inn móti Skála, og tí
vistu teir, at javnleikurin
var nóg mikið. Eisini hóast
onkur eftir dystin hevði hug
at ivast í, hvussu alt hetta
við trý’arum og meira
skuldi gerast upp, nú bólka-
spælið var lokið.
Hvussu er og ikki, so eru
vágamenn nú í fjórðings-
finaluni, og tó at mótstøðan
her kann tykjast dekan ov
sterk, so fara teir við góð-
um treysti til Runavíkar
fríggjadagin komandi.
Dysturin í tølum
TB-FSV 1-1 (0-0)
0-1: Bjarni Prior
1-1: Zoran Mancic
GÍ-EB/Streymur 0-0:
Linligt í Gøtu
So komu teir loksins.
Brasiliumenninir hjá FS
Vágum.
Tað er longu nakað
síðani, at vit kundu siga
frá, at vágamenn høvdu
styrkt um hópin við
tveimum
útlendskum
leikarum, men tað hevur
gingið nakað striltið at
fáa hesar til landið.
Pappírini hava annars
ligið klár og bíðað nú í
einar tvær vikur, og onk-
ur var farin at smílast, tá
spurt varð um leikararn-
ar,
men
sunnudagin
komu teir so loksins til
landið.
Teir báðir brasiliu-
menninir verða róptir
Silva og Clayton, og er
ætlanin, at ter skulu
styrkja liðið í hvør sín-
um enda av vøllinum.
Silva kann helst nýtast
á flest øllum plássunum
á liðnum, men skal eftir
ætlan stýra verjupartin-
um, meðan Cleyton hin-
vegin skal gera um seg í
álopspartinum, soleiðis
at vágoyggin kann skjót-
ast upp í bestu deildina,
áðrenn
undirstjóvar-
tunnilin um Vestmanna-
sund gerst veruleiki.
Brasiliumenninir
komnir
Her standa
teir so.
Silva og
Cleyton,
sum
komandi
árið skulu
hjálpa FS
Vágum at
vinna sætið
í bestu
deildini
aftur
Talan var um eina heldur
linliga uppgerð, tá GÍ og
EB/Streymur hittust
leygardagin
Mynd: Jonhard Hammer
TB-FSV 1-1 (0-0):
FS Víðari
C
M
Y
K
26