týsdagur 23. apríl 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 23. apríl 2002
29
Mest útskeldaði
spælarin hjá FCK
skoraði sigursmálið
sunnudagin og syrgdi
harvið sjálvur fyri at
teppa tey mongu, sum
aftur og aftur hava
hildið seg fingið
staðfest, at tað var við
síðuna av, tá FCK í
fjør keypti Peter
Møller
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Brøndby og FCK vunnu
bæði sunnudagin. Harvið er
framvegis lagt upp til eina
sera spennandi finalu, tá
Brøndby í næstsíðsta um-
farinum fer í Parkina.
Hesa ferð vunnu bæði
Brøndby og FCK 2–1.
Brøndby á útivølli í Aal-
borg í einum sera tøttum
dysti, har AaB við tapinum
datt longri niður á støðu-
talvuni og nú tykist vera
smokkað burturímillum í
stríðnum um meistaraskap-
in.
Knappliga nítjan túsund
vóru í góðveðrinum í Park-
ini, har FCK stríddist fyri at
halda tørn um lítlu frástøð-
una fram til Brøndby. Og
tað eydnaðist at vinna.
Maðurin í miðdeplinum
hjá FCK eftir dystarenda
var álopsmaðurin Peter
Møller. Einki var at siga til,
at hann var hjartans fegin.
Síðani hann í fjør varð
keyptur úr Spania og aftur
til danskan fótbólt, hevur
hann ikki kent seg væl
komnan. FCK fjeppararnir
hava ikki gloymt, at Peter
Møller eina ferð í tíðini
skifti frá FCK og til Brønd-
by. Men nú tykist tað, sum
um lagið er betri, og tað er
ikki so undarligt.
Peter Møller avloysti
sunnudagin, tá tað restaðu
seytjan minuttir, Toda Jóns-
son. Todi hevði verið við í
samanspælinum, men ser-
liga í 2. hálvleiki eydnaðist
tað einki serligt hjá honum
at koma til upplagdar mál-
møguleikar. Onkra ferðina
kom bólturin tvørtur við
málinum, Todi, sum ta einu
ferðina næstan kom í
gjøgnum og sendi eitt skot
ímóti málinum, sum Silke-
borg málverjin hevði lætt
við at bjarga, var um repp-
ið at fáa møguleikan at sýra
bóltinum í kassan, men tað
eydnaðist ikki.
Peter Møller hevði verið
á vøllinum í sjey minuttir,
tá hann skoraði sigursmál-
ið. Eftir at Peter Christian-
sen hevði lagt innfyri úr
vinstru, var Peter Møller
hægstur og stútaði sigurs-
málið. Í síðsta enda kann
tað fara at vísa seg at hava
verið í orðsins sanna týdn-
ingi gull vert.
Fyri tveimum vikum síð-
ani spottaðu bæði viðhalds-
fólkini hjá Peter Møller og
pressan álopsmannin, sum
tey søgdu vera sera klossut-
an og í vánaligari venjing-
arstøðu.
Silkeborg stríddist væl,
sjálvt um teir manglaðu
fleiri av føstu monnunum.
FCK kom á odda, tá tað
restaðu seks minuttir av
fyrra umfarinum. Zuma
smekkaði til úr høgdu, ein
av
verjuspælarunum
royndi at verja fyri, men
hann var so mikið óheppin,
at hann beindi bóltinum í
egið mál.
Silkeborg javnaði, tá tað
vóru farnir fýra minuttir av
2. halvleiki. Talan var um
eitt klossut mál, tí eitt
hornaspark úr høgru varð
sent beinleiðis í málið
aftanfyri Magnus Kihlstedt.
Tað var harmuligt fyri FCK
og málverjan. Tað restaðu
bara fýra minuttir hjá
svenska málverjanum, so
hevði hann tikið eitt met frá
AB málverjanum Jan Hoff-
mann. Hesin hevur megnað
at hildið AB málið tætt í
680 minuttir.
Brøndby aftur á
kósini
Hjá oddaliðnum Brøndby
var endin góður, eftir at tað
í eina viku hevði verið sera
buldraligt. Eftir fleiri tap
gjørdi venjarin, Åge Har-
eide, mánadagin av at siga
seg úr starvinum. Hann er
farin aftur til Noregs, har
hann á nýggjárinum ætl-
andi skal verða venjari hjá
Rosenborg.
Fyrrverandi
meistara-
venjarin
hjá
Brøndby,
Thom Køhlert, hevur tikið
við venjarastarvinum fram
til summarsteðgin. Framm-
anfyri 13.516 áskoðarum
gekk tað upp á stás hjá
nýggja Brøndby venjaran-
um og liðnum hjá honum.
Brøndby vann ein fínan
fótbóltsdyst 2–1. Øll málini
vórðu skorað í 1. hálvleiki,
og tað var evnið til HM
hópin hjá Morten Olsen,
Peter Madsen, sum legði
Brøndby á odda bæði 1–0
og 2–0.
OB hevði vitjan av
Esbjerg, sum noyddist til
hús við 2–1 tapi. Harvið
togaði OB seg upp ímillum
tey, ið stríðast fyri heiðurs-
merkjunum. Esbjerg datt
niður á sætta plássið. Tað er
longri niðri, enn teir hava
verið leingi.
Tvær ferðir til Esbjerg
FCK hevur framvegis tvey
stig fram til oddasessin. Og
tað tykist sum um tað verð-
ur torførari hjá Toda og
teimum komandi viku-
skifti, enn tað kanska verð-
ur hjá Brøndby. FCK skal
spæla í Esbjerg, har teir
eftir tapið í Odense eru við
at missa Europa Cup úr
eygsjón, og Brøndby fær
vitjan av AB, sum tykist
vera skelkað at brølaranum
og
skriviborðstapinum
næstsíðsta vikuskifti.
Hinir
dystirnir
eru
AaB–FCM, AGF–Viborg,
Silkeborg–Lyngby
og
Vejle–OB.
Longu í annaðkvøld skal
FCK fyrru ferðina til Es-
bjerg í hesi vikuni. Tá skulu
teir spæla seinnu hálvfinal-
una í steypakappingini. Í
fyrra dystinum, sum varð
spældur í Parkini, vann
FCK 1–0, so tað er púra
opið, hvørt av hesum báð-
um liðunum skal í Parkina
at spæla steypafinalu Kristi
himmalferðardag,
sum
verður hósdagin 9. mai.
Hvidovre snávaði á
útivølli ímóti B93, og
Randers Freja kiksaði
orduliga síðsta
korterið í Århus
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Tað gekk ikki, tá Óli
Johannesen og Hvidovre í
vikuskiftinum vóru inni á
Eysturbrúgv og spældu
ímóti B93. Gamla stór-fel-
agið tykist vera komið so
mikið fyri seg, at tað eru
ikki eingir møguleikar fyri,
at teir fara at fáa rætta kós-
ini so mikið, at tað fer at
eydnast at sleppa undan
niðurflytingini.
B93 vann 2–1. Teir komu
á odda, tá eitt stórt korter
var farið. Rangstøðufellan
hjá Óla og teimum kiksaði.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
javnaði
Hvidovre.
Tá
høvdu teir í trettan minuttir
spælt við bara tíggju monn-
um.
Og síðstu løtuna kostaði
tað, at teir høvdu verið
undirmannaðir. Í næstsíðsta
minuttinum skoraði B93
sigursmálið.
Somu oddalið
Tað er ikki so langt síðani,
at Herfølge, sum tá hevði
Jákup Mikkelsen í málin-
um, var danskur meistari.
Sjálvandi vóru teir fyri
tveimum árum síðani eisini
besta liðið í Køge komm-
unu. Nú er Jákup Mikkel-
sen, sum kunnugt, ikki í
málinum, og teir eru hvørki
danskir meistarar ella besta
liðið í Køge.
Leygardagin hevði Køge
heimavøll ímóti Herfølge,
og Køge vann 3–1. Harvið
staðfestu teir oddasessin.
Farum er næstfremst, og
teir hildu tørn um sína
støðu, tá teir vunnu 2–0 í
Skive.
Fredericia og Johan B.
Hansen høvdu heimavøll
ímóti Brønshøj, sum varð
sent til hús við 2–0 tapi.
Randers Freja spældi á
útivølli ímóti FC Aarhus.
Heimaliðið
vann
2–1.
Fyrsta málið kom, tá tað
restaði eitt korter, og tað
var útiliðið, sum fekk tað.
Men so gekk undan hjá
heimaliðnum.
Stóra avbjóðingin hjá
Randers Freja í hesum
kappingarárinum
verður
hóskvøldið. Tá fara teir í
steypakappingini at spæla
seinnu hálvfinaluna. Hon
verður á heimavølli ímóti
OB. Superliguliðið vann
sín heimadyst 1–0. Tískil er
einki avgjørt, tá liðini fara á
vøllin í Randers hóskvøld-
ið.
Todi í skugganum av Møller
Todi Jónsson byrjaði millum teir fyrstu 11 hjá FCK, men eitt gott korter fyri leiklok varð hann skiftur út fyri Peter Møller
Bara Johan vann
29
28
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Molde venjarin var
væl nøgdur við
javnleikin á útivølli
ímóti Odd Grenland í
Skien
NOREG
Jóannes Hansen
Hóast Jákup Mikkelsen
helt tætt, tá Molde í fyrsta
umfarinum í landskapping-
ini vann 2–0 á heimavølli,
so var nýggjur maður í mál-
inum, tá teir sunnudagin
spældu fyrsta útidystin.
Eddie Gustafsson, sum
var plágaður av skaða í
rygginum, tá fyrsta umfarið
var á skránni, var tøkur, og
Molde venjarin, Gunde
Bengtson, vildi heldur hava
hann í málið enn Jákup
Mikkelsen, sum tískil var á
beinkinum allar 90 minutt-
irnar.
Dysturin endaði 1–1, og
tað vóru teir í Molde væl
nøgdir við. Heimavøllurin
hjá Odd Grenland í Skien
verður mettur at vera torfør
borg at taka.
Molde kom á odda, tá tað
restaðu seks minuttir av
fyrra umfarinum. Trond
Strande stútaði í málið,
eftir at bólturin var komin
innfyri úr vinstru.
Odd Grenland trýsti alt
tað seinna umfarið, og teir
javnaðu til 1–1, tá tað rest-
aðu ellivu minuttir.
Komandi sunnudag skal
Molde spæla á heimavølli
ímóti Viking úr Stavanger.
Rosenborg tapti
Eftir fyrsta umfarið í tippu-
liguni varð nógv gjørt burt-
urúr, tí Rosenborg hevði
tapt. Nú verður uppaftur
meiri gjørt burturúr, tí
Rosenborg tapti eina ferð
afturat. Hesa ferð vóru
tróndheimararnir í Stavan-
ger, har Viking vann 2–0.
Fyrra málið fingu teir, tá
tríggir minuttir vóru farnir,
og tað seinna kom, tá 31
minuttir vóru farnir. Tá
hevði Rosenborg longu
spælt bara við tíggju monn-
um í eitt korter. Teir mistu
ein mann, sum hevði brúkt
neyðbremsuna.
Í vikuni var greitt, at Åke
Hareide,
fyrrverandi
Brøndby venjarin, skal
hava ábyrgdina av Rosen-
borg liðnum á nýggjárin-
um. Tá ætlar Nils Arne
Eggen at leggja frá sær.
Spurningurin er nú, um
broytingin á venjarasíðuni
fer at verða fyrri enn so.
Tað valdast um, hvussu tað
fer at hilnast hjá Rosenborg
tær næstu vikurnar.
Lillestrøm tapti 2–0 á
útivølli ímóti Lyn, og Sogn-
dal og Start spældu mál-
leysan javnleik. Hini úrslit-
ini vóru Stabæk–Vålerenge
0–0,
Bodø/Glimt–Bryne
4–0
og
Brann
Bergen–Moss 0–1.
Í Bergen verður longu
tosað um, at teirra lið er í
kreppu. Tað halda teir, tí
teir hava tapt báðar dystirn-
ar, sum higartil eru spældir.
Venjarin metti størstu
orsøkina til vánaliga
avrikið í Viborg vera,
at tað í vikuni, sum
fór, hevði verið so
nógv hóvasták um
skriviborðssigurin á
AB
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Vejle varð hølvað av sunnu-
dagin. Teir vóru í Viborg,
og har var eingin ivi.
Heimaliðið vann 4–1. Tað
var ikki fyrrenn tað bara
restaði ein minuttur, at
Vejle minkaði um munin.
Málskjútti var Alex Nør-
lund.
Vejle venjarin, Frank
Petersen, var alt annað enn
blíður. Hann ásannaði, at
fýra av føstu monnunum
vóru burturfrá, og at tað
tískil vóru nógvir eyka-
menn á liðnum. Hann helt
ikki, at nakar á liðnum
hevði staðið royndina:
– Stríðsviljin var ikki nóg
góður. Eg veit ikki heilt
hví, men tað kemur mær
fyri, at tað bilti hjá spælar-
unum at savna hugsanirnar
um hesa uppgávuna. Iva-
leyst hevur nógva tosið um
tey trý stigini, sum vit í vik-
uni vunnu, tí AB hevði
brotið reglurnar, órógvað á
ein ella annan hátt, helt
Vejle venjarin.
Ovfarnir
Brent barn ræðist eld, plag-
ar at verða tikið til. Soleiðis
sær tað út til at vera í super-
liguni í hesum døgum.
Einki av feløgunum ynskir
at koma í ta støðuna, sum
AB kom í, eftir at teir í
síðstu viku høvdu vunnið
4–0 á Vejle. Tá vísti tað seg,
at teir høvdu havt fýra
fremmandar spælarar á
liðnum. Tað er ikki loyvt at
hava fleiri enn tríggjar
spælarar aðra staðni frá enn
úr ES londunum. Mistakið
hjá AB hevði við sær, at
ítróttarstjórin hjá teimum,
Per Frimann, sum fyri ein-
um fimtan árum síðani var
eins sera dugnaligur mið-
vallari á danska landsliðn-
um, legði frá sær síðst í vik-
uni.
Vejle venjarin, Frank
Petersen, tykist ikki kenna
serliga nógv til Føroyar og
støðuna hjá Føroyum, tá tað
ræður um ES. Eftir dystin
sunnudagin hevði hann
hesa søguna at siga:
– Vit kannaðu hjá DBU,
hvussu tað stóð til við spæl-
arunum hjá okkum. Christ-
ian Høgni Jacobsen er før-
oyingur og tískil úr danska
kongaríkinum. Tí var eg ov-
farin av, at hann skuldi
roknast uppí útlendinga-
kvotuna. Hóast Føroyar eru
partur av danska ríkinum,
so eru Føroyar ikki limir í
ES. Tað visti eg ikki av,
segði Vejle venjarin.
Christian Høgni Jacob-
sen var ímillum teir fyrstu
ellivu á Vejle liðnum. Tað
eydnaðist honum ikki at
skora mál, og fjølmiðlarnir
vóru ikki so blíðir. Í einum
av dagbløðunum fekk før-
oyski
landsliðsmaðurin
vánaligasta skoðsmálið av
øllum teimum, sum høvdu
verið á vøllinum. Í bitun-
um, sum vóru í sjónvarp-
inum, sást, at Christian
Høgni var ikki sørt ágang-
andi, men hann var enn
eina ferð óheppin, tá hann
var komin í brotsteigin og
royndi at sneiða framvið
málverjanum..
Tætt i botninum
Lyngby tapti sunnudagin
4–0 á útivølli í Ikast ímóti
FCMidtjylland. Tað var,
sum tað frammanundan
varð roknað við. Lyngby er
longu flutt niður í næst-
bestu deildina, men tað er
nógv stríð um at sleppa
undan næstaftasta plássin-
um.
Eitt av liðunum, sum er
illa stætt, er AGF. Teir
spældu ikki sunnudagin. Í
gjárkvøldið skuldu teir
spæla ímóti júst AB.
Silkeborg er triðja liðið,
sum stríðist fyri at sleppa
undan næstaftasta plássin-
um. Teir stóðu seg væl í
Parkini, men teir fingu
einki við til hús, og harvið
eru teir framvegis í stórum
niðurflytingarvanda, sjálvt
um tey flestu í donskum
fótbólti halda, at Silkeborg
vísir so mikið góðan fót-
bólt, at tað er lítið sannlíkt,
at teir flyta niður. Men so er
neyðugt, at teir vinna onkr-
ar dystir og harvið vinna
stig.
Hollendska FC Zwolle
vann um vikuskiftið úti-
dystin móti Helmond
Sport, og hetta hevur
veruliga sett ferð á upp-
flytingartosið í felagn-
um hjá Súna Olsen.
Samstundis
sum
Zwolle vann, tapti arg-
asti kappingarneytin úr
RBC, og tískil er mun-
urin niður til næsta liðið
nú trý stig. Hetta merkir,
at Zwolle í seinasta um-
farinum
kann
beina
allan iva til viks, tí tá
skulu teir á heimavølli
spæla móti júst Excelso-
ir, sum er á øðrum
plássi. Ein sigur til
Zwolle í hesum dystin-
um merkir, at munurin
niður til næsta í minsta
lagi er fimm stig undan
seinasta dystinum, so
einki er at siga til, um
lagið er gott fyri tíðina.
-jm
Munurin økist
Hull fekk heldur ikki ein
sigur í seinasta dystin-
um, tá enska triðja deild
endaði um vikuskiftið.
Hesaferð var mót-
støðan úr Lincoln City,
og endaði dysturin við
javnleiki, 1-1, eftir at
Lincoln tíðliga í dystin-
um hevði lagt seg á
odda.
Hjá Hull City var
Julian Johnsson á vøllin-
um í samfullar 90 min-
uttir, og sum skilst av
ensku miðlunum, so
mundi avrikið hjá føroy-
inginum vera á eini leið.
Sum heild hava tey í
Hull tó ikki verið nøgd
um avrikið hjá liðnum
hetta seinasta hálva árið,
og nýggi venjarin, Jan
Mølby, fer í næstum at
boða frá, hvørjar leikar-
ar hann ynskir at hava á
liðnum í komandi árin-
um. Gitt verður, at fleiri
av verandi leikarunum
verða settir á sølulistan,
tá Mølby hevur sagt sína
hugsan, og so er spurn-
ingurin, hvussu hetta fer
at raka Julian Johnsson,
men sum skiltist á út-
varpinum leygardagin,
so skal føroyski lands-
liðsmaðurin ikki vera
serliga bangin um sítt
pláss.
-jm
Heldur ikki hesaferð
Vejle ovfarnir av Christian Høgna
Christian Høgni Jacobsen var aftur nær við at skora, men
seinasta pettið restaði, tá hann fekk møguleikan í
brotsteiginum hjá Viborg
Jákup var á beinkinum
C
M
Y
K
28