Sosialurinarkiv
Sosialurin 1958-01-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 1958síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 | er Se se eee ss0r 0 DR NR. 4 Bretlands kongur, sum talar. Vit eru nú førir fyri at fylgja viðgerðini av hesi klagu foroyinga. Klagan er sum nevnt innførd í logtingsbókina undir 5/7. 1617. Vit mega ætla, at hon er send av landi um ólavsekuleitið 1617, í hvert fall ikki við síðsta handilsskipi, sum vanligt tá fór um mikkjalsmessuna, Vit vita síðan, at klaga um skotskan fiskiskap við Feroyar hevur verið hjá Bretlands kongi um heystið 1617, send hagar gjøgnum danska sendimannin Carisius. Síðst í nov. 1617 fór hesin sendimaður heim aftur til Danmarkar og hevdi við sær bræv, dagssett 22. nov. 1617, frá Jákupi Bretlands kongi til Kristian IV. Í hesum brævi sigur Jákup kongur seg ikki vera føran fyri at taka stødu i målinum, fyrrenn hann hevur greiðari og betri váttaðar frå- greiðingar um hesa klagu føroyinga. Nu sæst dansk-norska stjørnin aftur at hava tikid hitt føroyska klagumálið til viðgerðar, tí hin 10. jan. 1618 hevur Kristian kongur IV skrivað Jákupi Bretlands kongi bræv á látínskum máli viðvíkjandi klagu føroyinga, og samstundis hev- ur hann latið klaguna úr Føroyum umseta á látínskt mál og letur hana tá fylgja við brævi sínum til Bretlands kongs. Við hesum fór so Carisius aftur til Bretlands. Tá nú klagan frá feroyingum í látínskari umseting er dagssett 4.7.1617, mega vit harav ætla, at sjálvt klagu- skjalið er vorðið viðtikið á løg- tingi henda dagin, meðan bókfor- ingin í tingbókina er gjørd dagin eitir. Jákup kongur sendi tá ráðnum (Lordis of 8: alt málið til ummælis, og ráðið tekur so spurningin til viðgerðar fyrra part í mars 1618. Tað kall- ar inn fiskibyum at fiskiskap skotanna undir Foroyum. P . + f 7 I iocsir mega asanna, at I1ØroyYSKa klagan sígur satt frá, men verja seg við, at teir eru trongdir upp til Foroya at royna fiskiskap av hálendingum, sum hvøit år í hópa- tali koma undir Hetland og Orkn- oyar at fiska heilt inn á eina sjó- míl úr landi. Kortini kundi hitt skotska ráðið ikki góðtaka hesar grundir fyri, at skotar fóru at ota seg inn undir land í Feroyum at fiska. Ráðið setur tá upp tvey skjøl 12.3.1618 um fremmandan fiskiskap bæði skrivað á skotsk-enskum máli. Annað er bert um skotskan físki- skap undir Føroyum, og hitt krev- ur, at kongur Bretlands gjøgnum sendimann sin í Hálandi beinan- vegin fær åsanning frå styrinum har um, at hålendingar mega ikki fiska nærri teim skotsku oyggjun- um, enn teir hava hóming av landi ella land í eygsjón (sight of land). Hetta var tað sjómarkið, ráðið Í hinum brævinum hevði sett fyri skotskan fiskiskap undir Føroyum, heldur sterkt fram, at hetta er tað fiskimarkid, alheims- rættur ásetur. Havið innan fyri hetta mark skal vera heimasjógvur bert til brúks fyri landsins ibligv- ar, í víðari týdning fyri ríkisins borgarar Skotar, sum vórðu tiknir innan fyri neynda mark í Føroyum, umboðsmenn úr skolskum geva frágreiðslu um og ráðið kundu rokna við at spæla av við skip og góðs og víðari at verða dømdir undir straff av tí skotska ráðnum. Kunngerð um hetta evnið varð send ollum skotskum fiski- býum. | Annars kundu einstakir skotar fáa serloyvi foroyinga ella ríkisstýr- isins undir umsjón at fiska innan fyri mark í Føroyum, men av ein- um ødrum skjali sæst tað, at teir | .——01Læ8… ————"——————"e SOSIALURIN fyri hetta hava givið eitt vist árligt gjald. Hetta skotska ummælið í fiski- marksmálinum varð sent Bretlands kongi, sum samstundis hevði bræv- ið 10. jan. 1618 frå Kristiani kongi at meta seg eftir. Í hesum brævi minnir Kristian VI Jákup kong á skjal, sum sett varð upp um skot- anna fiskiskap undir Føroyum og sigling at landinum >í farnum dog-- um«, og hann biður hann tí »skotsk- um íbúgvum álvarsamt og heilt at nokta nevnda fiskiskap undir hesum vanir at sigla hagar, og munnliga framført okkara vilja og harnæst við einum í navni okkara kunn- | gjørdum boði mint á, at hver teirra oyggjum< (Feroyum). Víðari førir Kristian kongur fram: „Hóast soleiðis alment er lovad okkum tygara hátignar bróðurliga vælvild, og vit sanniliga hava tað skrivligt í skjali, at hetta forboðið eftir tygara hátignar boðum langt sidan er vorðið kunnyjørt, síggja vit hóast tað tó av endurtíknum klagum til okkara frá síðstneyndu íbúgvum í farnum árum ikki bert, at hitt skyldiga lýdni móti tygara hátignar forboði er vorðiú svika- ligt, men at fólk úr tygara tjóð nógv tíðari enn áður er komið sam- an um henda fiskiskap og av nýggjum at hava givið teim nevndu Foroya íbúgvum størstu grund til klagu um tey teim fråtiknu fiski- rættindi. Vit síggja her, at Kristian kong- ur IV leggur ikki fingrarnar imill- um í sínum krovum til Bretlands kongs viðvíkjandi klagu føroyinga, og hann tykist eisini at hava nak- að fast um at halda. Ég veit ikki r okkum varðveitt; eg ha ikki rak við ta I skjal á lå 1.4. 1591 frá Jákupi | i VI á Skotlandi (í 1603 Jál | Brc la di) um KOL kan iskis] p við Foro I til 1 nd stj i Foro, og fo inga er enn til kj Ís. Hesin ella fúti. Hetta er eitt íy } oya. Jákup kongur bíður har før- oyingar um at taka væl móti hes- um monnum og ansa eftir, at teir koma ikki at lata størri gjald enn vanligt. Hesir menn tykjast at hava havt serloyvi at fiska á heimasjågvi foroyinga, og reglan, sum skotska ráðið sipar til í brævi sínum 12.3. 1618 um serloyvi til fiskiskap und- ir umsjón tykist tí longu at hava verið í gildi um 1590. Av ellum hesum síggja vit, hvussu dúgliga Fríðrikur kongur II og son- ur hansara Kristian IV hava roynt at halda fremmandar fiskimenn og sjórænarar burtur frá Feroyum. Tað lyftið, Kristian kongur IV fekk av Bretlands kongi 27.3. 1618 gav enntá føroyingum víðari sjó- mark, enn íslendingar og norðmenn nakrantíð áður hava havt. Bretlands kongur boygdi seg her fyri krov- unum frá dansk-norskum kongi um heilt at útihýsa tegnum sínum frá fiskiskapi undir Føroyum, og so- leiðis gekk hann ikki beinleiðis sjónarmiðunum frá skotska ráðn- um (sight of land) á muti, hóast ráðið týðuliga bendi á alheims rætt- arreglur. Í brævinum 27.3. 1618, sum er skrivað til Kristian kong IV tekur Jákup kongur soleiðis til orða: »Hvat ið vidvikir stríðnum um fiskiskap við Føroyar, hava vit ikki kunnað svarað tygum beinanvegin, tí vit noyddust at bíða, til ráð- harrarnir í Skotlands kongaríki, sum í hægsta stigi hava áhuga í málinum, kundu verða ráðspurdir, og hesir hava, eftir at málið er gjølla kannað, og klagan frá tegn- um tygara er vorðin greið, fyrst samankallað úr ollum teim mest týðandi býum teir menn, sum eru fram í tíðina skal lata vera at fiska um nevndu oyggjar og halda seg frá av tegnum tygara á nakran hátt at verða ørkymladir, Soleiðis eru vit fullvísir í eftir tygara hå- tignar sinni og hugsunnarhátti, at hetta mál er endað somuleiðis, sum vit yvirhovur vilja samskipa alt annað á tann hátt, sum tað við bróðurligum kærleika kann sema seg fyri hin alnæra vinskap, ið er okkara millum.< Orsøkin til hesa avgerðina frá Jákupi kongi er óivað tann, at har hevur fyriligið ein sersáttmáli longu frammanundan, sum Kristian kong- ur jú bendir á. Sersáttmálin gong- | ur fram um alheimsreglur. Frá bretskari ágongd í fiskiskapi sluppu Foroyar tó aldri heilt, men eftir logtingsbókini at døma tykist henda ágongdin at hava verið minni árini 1620 —1630. Við hesi frágreiðing, sum orð fyri orð byggir á sogulig skjol, kann ein og hvor meta, hvat hitt nevnda rit frá Poul Petersen viðv. hesum tidarskeidi hevur at týða. Í eini blådgrein at taka søgu okk- til þ % A M . ara sjómarks til viðgerðar er ogjør- 11 IT i 3 ligt, og sokallad »yvirlit«, sum einki siga og stundum bert eru mis- 14 - - . A . 1 14 vísandi, eru ofta betri Ogjørd. Held- 25. JANUAR 1958 0 ur ikki kann nakað yvirlit verða gjørt av manni, sum aldri er ging- in til botns í søguligum spurningi. Tað er harmiligt, at landsstýri okk- ara ikki kann síggja slíkt. Ein full- fíggjað soga yvir okkara sjómarks- spurning verður ikki fingin til vega nú, táið menn ætla at leggja spurn- ingin fyri á Romaborg. Vit hava jú eisini gjøgnum landsstýrið og ríkisstýrið gjørt sersáttmála við Bret- land um okkara sjómark 9 ár fram í tíðina. Hvat kann tað nytta lands- stýrinum nú at sprakla í tí hafti, tað sjálvt hevur bundið seg í fyri 3 árum síðan? Sendinevndin til Bretlands í fjør eins og landsstýrisins áheitan á Dånjal Nolsøe dómara um at hjálpa sær sum sakkenur í sjómarksmál- inum eru ein ásannan um sítt egið hjálparloysi í hesum spurningi. Øll minnast vit, hvussu Dånjal Nolsøe, innan såttmålin var gjøidur við Bretland í mars 1955, í góðari tíð við fleiri greinum í Dimmalætting royndi at fáa okkum frá at gera slíkan sáttmála, og vit minnast eis- ini. hvussu illa Dimmalætting, um- boðandi sambandið og fólkaflokkin í sjómarksmálinum, tá fór við Dán- jali. Nú hevur hetta sama lands- stýrið sett hann til at greiða ta flokju, sum hann sjálvur í góðari tíð záddi landsstýrinum frá at koma okkum í. Louis Zachariasen. Qlkinnfaol: ert í Farm SKIPAICIASIU [ØTOV« 5 <> úr TELEFON 1225 ! Í Tórshavn Í ; FÆRØSK MARGARINE FÆRØSKT PRODUKT BES OT ET TE NR 8 A EN AE > EA ask Vita No I VITAMINISERET FINT PRODUKT TRYGGINGARSAMBANDID FØROYAR Foroya Kriggstrygging . telf. 1086 Føroya Brunatrygging.. telf. 1089 Føroya Sjovåtrygging ...telf. 1086 F 791 Foroya Vanlukkutrygging telf, 1721 tryggja: ” bilar 0. a. Føroyingar eiga at tryggja i landsins egnu trygging Vit Jåtar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs i - | GRÓT OG SKERVUR Oll, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til kommunukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða åmintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA ET SSSOOVVOVSVORS |