leygardagur 8. mars 1958síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
nú? Eg hoyri, tygum siga, hann hev-
ur 30 hk motor.
— Enn er ikki vorðið uppgjørt
alt, og eg kann ikki, ella mær
dámar ikki at skula skjóta til máls
her.
— Hverjir eru teir, sum eiga
hann saman við tygum? Hvussu
eita teir?
— Aftrat mær eru Steingrímur,
Jóhan Stóri, Kjartan, Jorgen, Niels
Johannis og Niels Jákup.
— Ja, eg vil nú ynskja tykkum
lukku og so alt hitt besta við bát-
inum.
Spurin.
Óskil
At akvegurin í Vágs sókn skal
liggja sum eitt runudýki, eru vit
allir íbúgvarar í Vági harmir um
— nakrir fáir eru tó, sum ikki
fola til hesa skomm, og hesir fáu
eru tíverri komnir at sita í Vágs
sóknarstýri.
Úti í Neslíð og longur úti eru
hyljarnir so stórir, at vandi er fyri,
at smærri børn kunnu drukna í
teimum.
Úti á Nesi
steggjar liggja og svimja í hyljum
mitt á akvegnum.
Áður var tað ein stuttleiki at
seta seg á ein hjólhest ein sunnu-
dag og fara ein túr út eftir vegn-
um, men nú er ikki at bjóða til
— at skáka ímillum hyljarnar er
vónleyst, tí teir eru so tættir sum
hol í einum soldi, tú noyðist mitt
í hyljarnar — og runuvatnið støkk-
ur fleiri metrar í vídd og hædd.
Hvussu litt klæði tíni eru, tá ið tú
fer frá húsum, so eru tey brún
ella brúnsprekut, áðrenn tú er við
hús aftur.
Mær dámar illa at skriva tílíkt,
tí tað er skomm fyri bygd okkara.
men betur er tað kortini, enn at
fólk skulu meinslast av slíkum ó-
líkindum. Tað er ikki sjálvdan, at
fólk detta av hjålbesti, sum kemur
í teir stóru hyljarnar, og skjótt er
tá at fáa skaða. Mangur hjólhest-
urin er brotnaður, og tá er vandi
fyri, at beinbrot verða eisini.
Við hesum orðum fari eg at heita
á rætta viðkomandi við vón um,
at vit brátt sleppa frá hesum óskili,
sum er bæði bygdaskomm og landa-
skomm og skjótt kann verða atvold
til skaða eisini.
sá eg dunnur og
Vágbingur.
r
Skótar skemta
Seinasta leygarkveld hevði Skóta-
lið Sigmunds Brestisonar skemtikvøld
í Sjónleikarhúsinum, ein roynd at
fáa í lag árliga skótaskemtan eins
og í ødrum londum.
Fullsett var húsið, og tað er
einki at ivast Í, at ollum mundi
huga væl tað, ið framborið var. Ein
blandingur av smáskemtileikum og
ymiskum sangi og ljómleiki frá
teim yngstu til teir tilkomnu skótar-'
nar. Ein kendi seg eins og at vera
millum skótar, og leggjast kann
aftrat, at sumt var framúr stuttligt
og væl framfort.
Roynið tykkum aftur — tað er
stimbur í.
Og meðan vit tosa um skótar, so
var kanska ikki skeivt at nomið
við tað arbeiði, gjørt verður millum
ungdom av tí unga fólkinum. Tað
er vert at geva gætur og tokk skulu
teir hava, sum hava tol og treysti
at geva teim ungu nakað at takast
við, tí tað er ein royndur lutur, at
filmur, dansur o. a. er teim ein
stórur konkurentur — og tíverri
mangan til lítlan bata.
Kommunuvalið í Danmørk
Nógv størri luttøka enn seinast
Seinasta týsdag fóru fram kom-
munuval í Danmerk. Luttøkan
hesaferð var so mikið nógv størri
enn seinast, at hon kom at broyta
støðuna í summum stýrum.
Teir flokkar, ið høvdu munandi |
framgongd í stemmutali vóru kon-
servativi flokkurin
eisini rættsstatsflokkurin, meðan
radikali flokkurin og javnaðarflokk-
urin ikki øktu so munandi um
stemmutat sítt, men hóast tað, so
| var javnaðarflokkurin eins sterkur
í stemmutali og seinast — tað er
at siga, at veðrið til seinasta val
var so mikið vánaligt, at borgar-
ligu stemmararnir heldur sótu við
hús. Kommunistaflokkurin fór nógv
aftur, eins og hann hevur gjørt í
seinastuni.
Tann broyting er so komin í, at
meðan javnaðarmenn mistu meira-
lutan í 10 býarstýrum til teir borg-
arligu, vunnu teir fleirtalið í 4.
Landsstýrismálini
Tað hevur sanniliga verið áhuga-
vert at sitid og lurta eftir, hvussu
gott alt er her á landi, sum lands-
styrisflokkarnir hava gjørt. Ja, ein
kundi trúð, at
paradísi — nógvur peningur og
nógv arbeiði til allar hendur. Bank-
ar og sparikassar fyllast av peng-
um. Soleiðis hevur tað ljóðað frá
hesum flokkunum øll hesi seinastu
kvøldini,
Um tað hevdi verið ein verun-
leiki — alt hetta, ið framfert hev-
ur verið, ja, so hevði tað verið
bara gott.
Men er tað nú so?
Eg vil her nema við tað fyrsta.
Tað er tað stóra arbeiðsloysið víða
úti um landið — ongan arbeiðsdag
frá heystinum líka til nú, kanska
longur — mei mánað út, tá fiski-
forini koma aftur til landa við
fongi. Í slíkum húsum, sum for-
syrgjari við nógvum børnum einki
arbeiði hevur í einar 7 mánaðar,
man standa illa til. Har man ofta
vera smáligt. Og tíverri er tað ikki
í so fáum heimum, at stuðan er
hendan.
Hugsa vit okkum eitt húski við
6 fólkum — maður, kona og 4
børn. Maðurin fer við trolara 2
túrir, har hvor varar 2 mánaðar,
altso 4 mánaðar tilsamans, og úr-
tøkan ikki verður størri enn so,
at teir koma undir vaðskítagrunnin
— fáa einar 2800 kr., við piistil-
skoti kanska 3000 kr. ella hægst
3500 kr.
Hetta kann ikki sigast at vera
nógv hjá 6 fólkum at liva av.
Skal so hesin maður gjalda í skatti
og tolli eini 15 pst. av inntokuni,
so má ein siga, at ikki er stórt at
gabba av, hvussu ógvuliga væl,
tað stendur til her í hesum okkara
landi.
Nei tíanverri, her eru ikki øll,
sum hava tað so rumligt, sum tit
Japdsstyrismenn halda, og minni
enn tað.
Hví ikki royna at fáa eitt yvir-
lit yvir, hvussu mong arbeiðsleys
eru í Feroyum td. frá oktober
mánaða og til mars—apríl. Hetta
havi eg mangan hoyrt talu verið
um. Ofta hoyrist úr grannalond-
um, hvussu mong arbeiðsleys eru,
men her á landi hevur ongatíð ein
og vinstra og
her er alt sum í.
frammi.
tílíkur statistikkur ligið
Tað kundi verið áhugavert at fingiid |
ein tílíkan, og tað kundi kanska
givið tykkum, sum halda alt vera
so gott her, eitt annað bílæt av
tí ógvuliga góða livistandinum, sum
tit hava tosað um hesi seinastu
kveldini.
Nei, her er ikki væl vorðið —
minni enn so, tí eitt arbeiðandi
fólk sum okkara, sum skal ganga
arbeiðsleyst 6—7 mánaðar av ár-
inum, má mangan hava tað vána-
ligari enn smáligt innanveggja heima
við hús.
Men tit halda alt vera sera gott.
So er ikki!
Familjumaður.
Javnaðar-jeremiadur
Soleiðis nevnir Dagblaðið aftur-
svar til Sosialin, tí hann nertir vid |
tann partiska og løgna atburð móti
vissum flokkum og vissum monn-
um, hóast reglugerð útvarpsins ikki
fyriskrivar slíkan atburð. Jeremiadur
merkir klaga.
Sum øll hava sæð, hevur
blaðið altíð havt lyndi til
verjuláta útvarpsins — og hví? Og
Dag-
at vera
tá Dagblaðið roynir at avsanna alt
atburð
útvarpsins uttan hesi orð: >Mitens
í seinasta greinastubba um
mentamálaráðharri hevur sett sam-
sýningarnar fyri at koma á útvarps-
fund so lágt hjá uttanbýggjalimum
ráðsins, at teir ikki kunnu koma á
fund uttan sjálvir at gjalda fyri
tað<k — so liggur ein rotinskapur
Dagblaðsins
er óvitandi um hetta, so má tað
tykjast logið — hann, sum annars
er fúsur til at snodda alt annað
upp. Men hetta man hann helst
ikki vera óvitandi um, men heldur
tað sjálvandi vera rætt atborið av
mentamálaráðharra sínum — tí
hvat er so illa gjørt av slíkum
harrum, at tað tó ikki er gott —
uttan tá tað er talan um javnaðar-
menn.
Tað er líkt til, at blaðstjóri Dag-
grivin. Um blaðstjóri
blaðsins og fylgisneytar hansara
eru imperiøsir — og treingja teir
tí til at verða tamdir — og tað
skulu teir eisini verða. Heldur Knút-
ur blaðstjóri slíkt vera semiligan
atburð av mentamálaráðharranum
at brúka slik svikabrøgd móti utt-
| anbýggjalimum ráðsins, so er hann
so blindur, at hann talar av egnum
royndum, tá hann sigur »Kærlig-
hed ger blind«. Fals slær egnan
mann á háls. Kanska Knútur ger
so væl at leita sær út í Tinganes
og spyr ráðharra sín, um tað er
so, 'ella hann kanska hevur fingið
í hálsin og situr og svelgir og ikki
fær givið aftursvar. Gerðin prísir
meistara sín.
So skal hann — Knútur — spei-
reka við sputnikkinum. Betri at
| vera í orðunum færri. Ikki er tað
| Knútur ella nakar av fólkaflokks-
uppfunnið
verið, so
monnunum sum hava
Sputnik hevði tað
vóru teir frammalaga — men teir
duga
teir skulu skipa okkara lítla eins-
ikki at finna út av, hvussu
táttaða samfelag — tíansheldur á
tí geofysiska okinum. Men kanska
Knútur hevur hug at fara ferð út
í rúmdina, nú tá nr. 3 sputnikkur
fer avstað. Ikki Omøguligt, at hann
|
1
ikki fær ferðaseðil, um hann vendir
sær til teir vestan jarntjaldið. Hann
er vanur at ferðast, og hví íkki
royna eina ferð út í himnarúmd-
ina. Tí hann verður at líka væl at
bråna burtur um stutta tíð við øll-
um sínum fylgisveinum sum døgg
fyri sól.
D. J. Sørensen.
TALVID
Havnar Talvfelag leikar vid ti
hvíta fólkinum og Vestmannahavnar
Talvfelag við tí svarta.
Hvítt : Svart:
| e2—e4 e7—e5
2 Ri. g1—f3 Ri. b8—Cc6
3 B. f1—b5 a7—a6
4. B. b5—a4 Ri. g8—f6
5. 0—0 B. f8—e7
6 R. fl el 7 —b5
7 B. a4—b3 d7—dó
8. c2—c3 0—0
9. d2—d4 B. c8—g4
10. B. cl —e3 Ri. f6Xe4
11. B. b3—d5 Fr. d8 —d7
12. B. d5XRi. e4 d6—d5
13. B. e4Xh7+t K. g8XB. h7
14. d4Xe5 Fr. d7—e6
15. Ri. bl —d2 Ri. c6Xe5
16. B. e3—f4 f7—f6
17. h2—h3 B. g4XRi.f3
18. Ri. d2XB. f3 Ri.eSXRi.f3*
19. Fr. diXRi, f3 Fr. e6—d7
20. Fr. f3—h5t K. h.7—g8
21, R. el —e3 B. e7—c5
22. R. e3—g3 R. a8—e8
23. R. g3—g4 R. e8—e4
24. b2—b4 f6—f5
25. R. g4—h4 c5—e7
26. Fr. h5—h7t K. g8—f7
27. f2—Ff3 R. e4—c4
28. R. h4—hó R. c4Xf4
Eftir øllum at dama verður nú
talvið at enda við javnleiki (remis)
eftir fáum leikum.
A
HESS)
“*“
Fremtidens
oliekamin -
med den geniale
BREESE
BRÆNDER
giver Dem
VALDEMAR LUTZEN
Telf. 1020 Thorshavn.
Ársaðalfundur |
í Norrøna Felagnum verður 22. í
h. kl. 20 í kommunuskúlaauluni.
Dagsskrá eftir lógini.
Musikkur við Havnar Musikk-
skula.
Stuttar rødur.
Kaffibor0d. Stjórnin.