Sosialurinarkiv
Sosialurin 1958-08-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 1958síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| } Í Hvalba, 4. august Í seinasta blað nevndi eg, at fýra menn hevdu verið úti í Lítlu Dím- un og fleygað 3000 lundar. Hetta varð fleygað fyri bert helmingin av tíðini, teir vóru úti. Fyri túrin varð fleygad 5.500, og er hetta ikki fleyg að í mong ár. Byrjað er at hoyggja, og varð sett á líka aftan á ólavsoku. Tidliga sunnumorgunin — um 7- tíðina — vórðu menn varugir vid grindabólk, sum hevði leitað sær heilt inn á fjørdin, og varð bein- leiðis gjørt grindaboð. Um kl. 10 varð grindin hildin til, og tá hon var heldur ólátað, kom drápið ikki at blíva av tí vakrasta, og var tað ikki so gott, tá hópur av fremmand um fólki var komi Øtil at vera áskoðarar. Tað var gott og væl 1'/ frá tí, grindin bleiv hildin til, og til drápið var yvirstaðið. Veðrið var av tí allra vakrasta. 118 hvalir løgdu beinini. Hetta var lítil grind, men tó var ikki so væl upptikið av øllum. Ikki var tad bert grindahvalurin, sum henda morgun hevdi leitad sær inn å fjørdin; ti mitt i øllum grindarokinum var ein sildakongur funnin, sum lå í sjóvarmálanum; hann var 1!/> metur langur. leikaðu HB Seinasta sunnudag og KÍ landskappingardyst í Gunda- dali - HB vann við 3 - 0. Millum dreingjalid KI-VB var semi- finaludystur leikur i Havn, har VB vann við 2 - 0 og sostatt kemur VB at spala finaludystin móti HB í morgin. Vinardystir í hondbólti: Seinasta leygarkvøld vóru all Kyndils liðini inni í Runavikini og leiktu móti Tjaldrinum. Úrsliti varð, at Kyndil vann allar dystirnar, navuliga Í mannslið 12 - 11. 2 mannslid 7 - 4. 1 kvinnulid 3 - 2 og 2 kvinnulið 4 - 0. Sunnudagin vóru Sandavágsingar í Runavíkini og leiktu, teir vunnu eisini allar dystir, nevnliga Í manns- lið 9 - 5 - Í kvinnulið 5 - 2 og 2 kvinnulið 5 - 1. KFUM — Felagstíðindi. Skótavitjan í heyst. Skótachefur- infyri KFUM skótarnar í danska ríkinum, Gunnar Molgaard, prest- ur, ætlar at vitja KFUM skótaliðini í Føroyum i oktober-november i år. GRØNLANDSTIDINDI. Tað hevur gingið heilt væl hjá trolarum í Grømlandi í seinastnni, meðan tað ikki hevur vignast so væl hjá útróðrarbátunum og hjá snørisskipum er heldur ójavnt. Svin- oyggin hevur 85 tons inni, Suður- land 66, Kirjasteinur 115, City of Norwich 72 tons. . Sildaveidan, Tað hevur ikki verið av ti besta hjá sildaskipinum seinastu dagarnar, men í seinastuni hava summi tó fingið eitt sindur, eina hálva tunnu hovdu summi fingið uppá garnið. Gulldrangurkom fyrradagin undan Íslandi, har hann hevur verið við snellu, hann hevði $70 skp. inni. Hann skal nú á sildaveiða. DIAMANTBRÚÐLEYP. Í gjár høvdu Kristina og Hanus Hansen í Hattarvík diamantbrúðleyp. CR RMS MATURE KA ARSENAL MD: RUTHSKURO (40 MRS SATAN BSI SI AAN TR SANS Hvert av sínum | Ein dómari er ein maður, ið ger av hvor av teimnm ákærdu, i hevur hin besta sakførarin. Øll minnast hina miklu uppreisnina i Ungarn. Oll kenna navnið Janos Kadar, ið var límur av uppreisnarstjórnini hjá hinum nú myrda Irme Nagy. Hin 1, nov. 1956 segði hann við hin russiska sendi- mannin í Budapest: „Ég vil fara oman á gotuna og brúka mínar beru nevar at berjast ímóti tykkara tanksum “ Nú er tað hent, at hesin sami Kadar hevur latið myrt sínar gomlu stjórnar- felagar Irme Nagy og Pal Maleter og samstundis við teimum 36 onnur, harav 17 born, ið flíddu saman við teimum, men seinri vendu aftur aftaná våttanir um, at teimum skuldi einki ilt henda. Síðan uppreisnina, sigur ungverskur flóttarleiðari, eru 2140 studentar og arbeiðarar tíknir av døgum, 55.000 ung- verjar sita fastir, og 5000 arbeidarar eru sendir til Sibiriu, Hóast hesi óhugnaligu tel verða fólk framvegis í hópatali revsað og tíkin av dogum. BARNAMATUR PAR - ARK - AKA - VIN - ÆSA. koyrið hin seinasta dókstavin í hvorjum oriðdurtur. Setid sidan ein nýggjan fremst í hvorjum orði. Tit fáa tá nýggj orð, og takið tit so hin fyrsta bókstavin úr hvorjum av hesum, fáa tit navnið á einum mán- aði. TAÐ ER VERUNLEIKI at í Foroyum vera bert millum 60 og 70 pst. av allari inntøku skattad, og oll kenna vit, hvorji tey eru, ið skattað verða av hvorjum einasta oyra. at tað hevur hent seg, at menn við fleiri hundra túsindum í ársinteku, als ongan skatt hava havt, orsakað av teim órættvísu frådråttareglunum, ið javnaðarmenn ár undan ári hava roynt at komið til livs; men hegartil úrslita- leyst. at tær milliónirnar, ið stórmenn í dag sleppa frá at gjalda í skatt, mugu onnur gjalda í staðin fyri og hesi eru: arbeiðsfólk, fiksimenn og tænastufólk. | at stórmenninir - umframt at vera pura skattafríir - í dag kunnu fåa miljónir av krónum til gåvus - gávur, ið sam- bandið, fólkaflokkurin og tjóðveldið við LÓG hava givið teimum. Í seinasta blað nevndu vit stutt, at javnaðarmenn, beinanvegin sum flokkurin var stovnaður, ásannaðu, at hin nationali spurningurin mátti loysast, um sígur skuldi vera vunnin fyri sosialismnni. Longu í 1932 høvdu javnaðarmenn upp- | skot um, at hitt faroyska flaggið skuldið ; vera skrásett sum flagg Foroya og góð- kent við kongiligari fyriskipan; men hvat hendi ? Bæði sambandsmenn og - so logið tað ljóðar - menn vóru ímóti. Tå Føroyar vóru hersettar kiknaði flagg- spurningurin upp undir ødrum umstoðum. Stríð stóðst av hesum; men beinanvegin sum herseting var farin fram, vendu tárverandi sjálvstyris- javnaðarmenn og sjálvstýrismenn - P. M. Dam og L. Zachariasen - sær til Bretar og kravdu, at teir góðkendu hitt foroyska flaggið. Javnaðarflokkurin og sjálvstýrisflokk- urin vóru teir einastu, ið hetta gjørdu. Sambandsmenn gjørdi tað av forstáiligum grundum íkki. Fólkaflokkurin heldur ikki; men teir høvdu ivaleyst longu tá annað at hugsa um - pundini !!! Endaliga loysning kom við heimastýris- lógini, ið skrásetti foroyska flaggið sum flagg Føroya. Heimastýrislógini er nærum ein avskrivt av stjórnaruppskoti javnaðar- | flokksins, sum i hesum uppskoti kravdi hitt føroya flaggið skrásett sum einasta | flage á foroyskum skipum og annars í ollum forum uppiá landi. Harvid var fiaggspurningurin loystur. Brøv Til spurningin kann eg svarad, at eg yeruliga altid havid verid fyri at siga upp såttmålan vid bretar; men samstundis havi eg eisini borið ótta fyri allari talu um at lata altjóðarætt avgera spurningin, soleiðis sum tjóðveldismenn vilja. Vit mugu minnast til, at fiskimarksspurning- urin áður hevur verið fyri altjóðarætti, navniiga undir trætuni millum Noreg og Bretar. Tá dømdi altjóðarætturin, og í dóminum verður sagt, at Noreg Í mesta lagi nú kann flyta markið 4 fjórðnigar út. Leggið til merkis, at har verður til- skilað í mesta lagið 4 fjórðingar. Soleiðis fellur tjóðveldissteðan til jarðar, sum hin mest skaðiliga og farliga av ollum. fon vildi rent okkum púra fastar í eina knípu, ið valla var lætt at komið burtur úr aftur. Mín ásanna er tí, at javnaðar- stoðan var hin einasta rætta og nógv sterkasta, um eitt samlað ting stóð aftan- fyri hana. 5 spurningar 1) Hvar standa orðini: „Dygdin lívir longur enn deyðin,“? 2) Hvaðan varð Páll fangi ættaður? 3) Nær um leið livdu flokksmenninir? 4) Hvussu stór er Borðoyggin? 5) Hvussu nógvir trolarar vóru í Før- oyum í 1947? (Svar aðrastaðni) „Skúlin er so háttaður, at kemur ung- lingi heilskapaður igjøgnum hann, so mega vit kalla tað eitt undur. So er tað ti, at tilfarið í pilfinum hevur roynst so mikið gott. Tað er ikki skúlanum at takka. - - * *x » +. Ønsker De at stemme pá Sprælle- mænd? Hvis de virkelig sknlle ønske det, så behøver De kun at stemme på Folke- flokken. . . * — Pápi, ein fosturlandstalari, hvat er tað fyri ein? - Tað er ein maður, ið er til reiðar at ofra lív okkara fyri sítt fosturland. *x So var tað gentan, ið sat í vindeyga- num og eygleiddi honurnar: Á, sum hønirnar hava tað gott. Tá ið maður teirra doyr, verpa tær bara ein annan. Svar uppá 5 spurningar: 1) Á minnis- talvu Magnus Heinasonar. 2) Mikladali. 3) Millum 1350 - 1540. 4) 94,90 kv. km. 5) 36. OO TE veitst tu [Ef DD at størsta sjórænarferð, id turkar gjørdu móti Íslandi, fór fram í árinum 1627, har 4 skip luttoku, eitt við donskum skip- ara. Millum mong onnur pláss herjaðu teir eisini í Vestmannaoyjum, har teir brendu alt av. Tá teir vóru farnir, funnu tey, id efiir livdu 34 lík, umframt tey mongu, ið vóru innibrend og tveitt å sjógvin. Við sær tóku teir 243 fólk mest ungar kvinnur a t motorkønir menn hava roknað út, at tað í 1961 verða íkki minni enn 1,2 m bilar í Svoríki. at eitt flogfar í fyrra veraldsbardaga hevði 1 tíma um at koma 2000 m upp í luftini. at eitt jetflogfar í dag hevur 2 min. at koma 5000 m. upp. at sjálv Ford familían í Amerikn bert eigur ein tiggjundapart av partabrøvum í Ford Motor Company. at:10 milj. Amerukumenn eiga partabrøv í teimun mongu stórvirkjunum har yviri. at Føroyar suður og norður eru 113 km, eystur og vestur 75 km. ELLNINDLDLLININI ILIELDIIILILIII MILLUM UNGFÓLK BLLDLLDANLDLILALA Hann var nú komin at standa, men helt sær framvegis í borðið. Hann setti kós nakrar ferðir eftir hurðini, meðan hann enn helt sær. So einaferð skuldi hann taka dik á seg, men nú kom Anna honum í vegin, stillaði seg beini fram- manfyri honum. Hann hevði íkki ætla sær at sagt meira hetta kvoldið, men aú var hann noyddur at siga okkurt, hóast hann hevði hildið 11 talur við borðið. So støkk tað framm úr honum: „Kanska tú hevði gjørt so væli at turka gólvið, eg var so óheppin at stoyta eitt sindur av øli á gólvið.“ „Oli, stúrsar Anna við, men tú hevur jú einki ot drukki inni her.,, „Nei, teið, teið, var tað, eg meinti. Álvara, hevði tú viljað gjørt so væl.“ Jú, tað var gaman í. Anna fór so eftir tvøguni og turkaði bæði væl og virðiliga. So takkaði hann Onnu so hjartaliga fyri ómakin og endaði við at síga: „Á den deiliga tvoga, há.“ Jú tað meinti Anna eisini, tvøguna var einki at klaga yvir. Hann slepti nú borðinum, setti kósina móti sofuni og tveitti seg niður í hana. „Á, deiligt at slappa av.“ Eina letu seinri svav hann. Anna fór og setti seg undir liðuna á honum. Nú var hon glað.: so nær hevði hon ongantíð verið honum fyrr. T … —S R læ E Bilstjårin: Ein skuldi trú, at gøtan her var full av svøvngangarum, Maðurin: Nei, nei, tað er stórur munur á svøvngangarum og fótgangarum. Fót- gangarar eru jú fólk, ið sova tá tey ganga, meðan svøvngangarar eru fólk. ið ganga meðan tey sova.