fríggjadagur 29. august 1958síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Endurnýgging skipaflotans
Ognarfelagið er stovnað við tí
skipaflotans.
endamáli at stuðla endurnýgging
Teir, ið hava hug at fara undir skipabygging, kunnu tí venda sær
til okkara og fáa allar upplýsingar um bygging og byggitreytir, eins og
teir gjøgnum felagið kunnu fáa hendur á skipi lagaligari enn við at fara
undir byggingina sjálvir.
Úr ymsum londum hava vit uppskot til bygging av skipum, ið hóska
til okkara viðurskifti, eins og vit hava upplýsingar um prísir o. a.
Vendið tykkum tí til Ognarfelagið, tá talan er um skipabygging.
Skrivstova felagsins er i Niels Finsensgøtu 15, Tórshavn. Telefon-
nummarið er 1455.
LF OGNARFELAGIÐ
STUDNINGUR TIL LISTAFÓLK
Við hesum verður studningur upp í 3000 kr. lýstur leysur til eitt
ella fleiri ung, sum sýnt hava góðar gávur, og sum ætla sær uttanlands
at búgva seg út í málninga- ella myndahoggaralist.
Umsóknir — stílaðar til Foroya landsstýri — við ollum upplýsingum,
eisini viðvíkjandi listarligari útbúgving áður og serliga viðvíkjandi teirri
ferð, peningurin ætlast nýttur tl, verða at senda Listafelag Føroya i
seinasta lagi h. 1. oktober 1958.
Listafelag Føroya
H. D. Joensen, form.
Kapping um
Utvarpssøgu
Utvarpsnevndin hevur gjørt av at utskriva kapping um útvarpssogu
við hesum treytum:
Søgan skal vera umleið 10 kapitlar, hver 20-25 minuttir at lesa.
Handritið skal vera nevndini í hendi innan 1. januar 1959.
Sett verður 1 virðislon.kr. 1.000,-, og harumframt kann nevndin lata
kr. 400.- fyri hvort handrit, ið góðtikið verður at lesa.
Tó tilskilar nevndinsær rætt til onga virdisløn at lata.
Utvarpsnevndin.
- KLAKKSVIK i DAG
I Klakksvik upp undir valid
Valið nærkast í stórum. Flokk-
arnir eru farnir at dubba seg til
valstríðið. Enn veitst lítið, men
vit skulu tríva í, hvat vit vita um
valfyrireikingarnar í Klakksvík í
løtuni. ”
Fólkaflokkurin. — Hákun Djur-
huus var mestapartin av sidstu
viku her norðuri; men nakar størri
fólkaflokksfundur var ikki hildin.
Sum áður frásagt hevur Hákun tik-
ið við aftur skúlalærarastarvinum
her, og kemst hetta ivaleyst fyri
ein part av, at hann vil knýta
nýggj bond við Klakksvíkina nú
upp undir valið; tí fjøldin av
Klakksvíkingum eru ikki sinnaðir |
at stilla mann upp, id ikki er bú- |
sitandi her. Vert er at minnast til, |
at Hákun ætlandi onga aðra staðni
verður valdur uttan í Klakksvík,
og eitt er vist: fólkatingsmaðurin
ætlar sær ikki at sita uttantings.
Tjóðveldistlokkurin. Hjá tjóð-
veldismonnum er stoðan greið. J.
Simonsen verður aftur nr. 1. Flokk- í
urin stendur ivaleyst væl sterkari
enn fólkaflokkurin, hóast hann er
viknaður í stórum hesi 2 seinastu
árini. Fólk lurta ikki meira eftir
øsingarskrivingini og bluffnumm-
arini rína ikki við.
Sambandsflokkurin hevur ongan
meguleika at fáa nakran mann
valdan í Norðoyum; men ivaleyst
royna teir at stilla upp, fyri at at- |
kvoðurnar ikki skulu fara heilt fyri
einki. Jóhan Poulsen var her norð-
uri leygar- og sunnudagin í poli-
tiskum erindum.
Sjålvstyristlokkurin hevdi
seinasta sunnudag. Bert nøkur få
fólk vóru á fundi. Eingin av teim-
um var fyri samgongu við fólka-
flokkin, so samgongan verður helst
av ongum. Flokkurin verður tí ætl-
andi at stilla upp, og einki at ivast
í verður Sámal Petersen, varaskúla
stjóri, nr. I.
Javnadarflokkurin hevur enn
ikki havt felagsfund um løgtings-
valið, so haðani er fyribils einki at
fund
frætta. Óneyðugt er at siga, at teir |
dubba seg dúgliga: limatalid økist
stødugt, og javnaðarfelagið er
størsta politiska felag i Nordoyum.
Nordoya
Javnadarfelag
sigur limunum frå, at farid verdur
at krevja inn limagjaldid fyri 1958
fyrsta dagin.
Tey, ið hava hug at gerast limir í
felagnum, kunnu venda sær til for-
mannin Eskild Norðbúð ella kassa
meistaran Einar Waag.
Nevndin.
SOSIALURIN
Utgevari
FØROYA JAVNAÐARFLOKKUR
Bladstj :
} Villi Sorensen.
Box 76.
| F —
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
| TELF 1820
Fremtidens 1
oliekumin þá =
med den geniale i
RREESE |
BRÆNDER
giver Dem
Få £
Se 5
- mere varme
- 'bedre varme
Am
- behageligere
varine kl
Sø den hos: 7
pE
VALDEMAR LUTZEN
Telf, 1020 Thorshavn.
Å annan bégv
Framhald frå 1. síðu
menn, sum hava sett hús og jorð í
veð fyri at fáa skip tillandið. Sorg- |
leikin kenna vit eisini, tå id hesir
menn mistu hús og jerð, og oll
mistu tann pening, tey høvdu sett
í skipið. Alt hetta dylir Dagblaðið
fyri fólki og loypir á P; M. Dam, tí
hann hevur roynt at seta virkir á
stovn, sum so seinri eru farin um
koll. Hví bara nevna tey virkini,
sum P. M. Dam ella onkur javn-
aðarmaður staðið á odda
fyri? — Sannleikin er tann, at virk-
ir eru farin um koll o gvirkir verða
Men teir menn,
hevur
at fara um koll.
sum einki hava gjørt, og ongatid
seta nakad å
hava verið við at
stovn, teir fara aldri um koll. Men
er so nakað at rósa teimum fyri?
Hvussu ofta hoyra vit t. d. um
»Oyrnafjall«, og at P. M. Dam
hevði skuld fyri tað? Meðan sann-
leikin er beint tvorturímóti. P. M.
Dam hevði góðan plán um, hvussu
Oyrnafjall bera seg og
bróta slóð fyri foroyskari farma-
sigling. Men teir, bóru hat til allar
almennar fyritokur, spentu bein
fyri tann góða plánin og forkomu
»Oyrnafjalli«,
Fleiri fiskimenn talað
við meg um tann stóra miss, tá ið
Oyrnafjall fór út av landinum. Teir
siga, at nú ganga 1500 fiskimenn
farleysir. Teir kundu allir verið í
Grenlandi bæði nú í summar og
eisini í framtíðini, um Oyrnafjall
hevði verið at flyta teir og bátar til
og frá Grønlandi. Oyrnafjall kundi
tikið dekksbátar í hópatali á dekk-
ið og flutt teir ímillum — men alt
er forkomid av kapitalistaørinda-
sveinum.
Illa gekkst vid isvirkisbåtunum,
ti menn vóru ókendir við nýggjar
veiðihættir. Hvat ajordu kapita-
lista ørindasveinarnir? Jú, summir
skuldi
hava nú
| einasta
» 29. AL
7, EVA
lupu å vid sakførarum, og hinir
gleddu gniggjadu hend-
urnar å sama hått, teir id
skriva Dagbladid, t. d. hesi ord:
»Nu er tad ikki P, M. Dam, id
stendur á odda. Nú skal leggjast
um á annan bógv.“
Men teir siga ikki, hvønn bøgv,
ið nú skal leggjast á. Hví siga teir
ikki tað? Tað kunna teir ikki; tí
teir og teirra menn hava forkomið
seg og
sum
grundarlagnum, sum alt kundi ver-
ið lagt á. Hevði arbeidarafjøldin á
Tveroyri nú átt A.T. bygningarnar
saman við portugisaratrolarunum,
so lógu teir á rættum bógvi.
Lat meg enda við nøkrum spurn
ingum: Vil Dagblaðið og tess poli-
tikkarar tað hoguligt hjá
portugisaratrolarunum at fáa bí-
liga útgerð og fáa mest møguligt
gera
fyri veiduna? Eg veit, at javnadar-
flokkurin vil einmælt styðja tilik
uppskot, og samtidis vilja vit nid-
urskriva hesar nógv ovdyru trolar-
ar nidur til teirra sanna nytslu-
virði.
Latum okkum so taka húgvuna
av fyri ollum, sum royna at økja
um okkara skipaflota; men at taka
húgvuna av fyri teimum er íkki
nokk. Latum okkum taka lógvatak
og fylkjast oksl móti oksl, tå ið
umræður at verja slíkar fyritokur,
soleiðis at ikki tann fyrsti, tann
besti privatspekulantur strýkur av-
stað við rómanum og við mysuni
eisini.
J. H. Danbjorg.
1. SEPTEMBER
I hesum døgum er á hverjum
munni at hoyra tos um sjómarkið.
Hvor einasti Foroyingur spyr og
roynir at svara. Hvussu verður
mánadagin 1. september, tá Ísland
setur í gildi 12-mila markið. Fer
Onglendingurin at dvína, ella fer
hann at lata hermegina verja fiski-
skip síni ella við ødrum orðum
fer Ongland at nýta vápnamegi
móti Íslandi?
Tað er ikki neyðugt at tyggja
hetta mál út í æsir; hver einasti
javnaðarmaður kennir álvaran í hes-
um máli — hvorjum Feroyingi er
tað greitt, at her stendur um at
verja eitt lívsmál, sum eisini nemur
við okkum. Vit vera so settir uttan-
fyri 12-mílamarkið í Íslandi, tað er
so einki at gera við tað, men mugu
vit so halda fast um kravið 12
mila fiskimarkid
Vit vænta at Ongland fer at dvina,
aðrar tjóðir skulu eisini liva. Hjá
okkum Feroyingum krevur saman-
hald, vinna vit, er alt væl. Grøn-
lendingar krevja nú eisini 12 fjórð-
ingamark, men í felagskapinum við
Danmark eiga vit eisini rætt at
veiða í Grenlandi tað er av av-
gjørdum týdningi mistu vit tann
rættin, so stóð neyðin í durunum.
Hvor maður kennur stødu javn-
aðarmanna í sjómarksmálinum, hin
rætta, tí er ikki åt ivast í,
at til valdagin, eigur hver rætt-
hugsandi Føroyingur at seta kross
sín fyri javnaðarmenn.
Sjúrðarberg er á veg inn við 310
tonsum.
Veiðan, sum Skálenes hevur lagt
upp í Klakksvík vá 120 tons í salt-
fiski og 15 tons av kalva.