Sosialurinarkiv
Sosialurin 1958-09-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 1958síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i { NR, 37 Neyðarslig roynd at bera í bøtu- SOSIALUR N flaka fyri misgerðir sínar Rættleidingar Erlends Paturssonar eru verunleikafjarar. Í einum bóklingi hevur Føroya javn- aðarflokkur mannaspurningar og flokkanna stóðu til viðgjórt ymiskar fiski- teirra. Stutt aftaná kemur Erlendur Paturs- sonur við nøkrum rættleiðingum í 14. sept. Hesar rættleiðingar eru ikki bert misvísandi. men hartil neyðarligar og Á flestu fórum ein åsannan av tí, ið javn- aðarflokkurin førir fram. Eg skal bert tríva í tað, ið sagt verður um verkføllini. Erlendur sigur, at eingir pengar vóru í bakhondini frá donsku arbeiðar- unum. Hetta er ikki rætt. Tveir menn frá De samv. Fagforbund vóru har uppi undir verkfallinum í 1953. Teir høvdu 100.000 kr. til reiðar at nýta sum verk- fallsstuðul, og niðri frá vóru 100.000 kr. tøkar aftrat í somu løtu, sum fjarritað varð efter teimum. Menninir frá De samv. Fagforbund lótu eisini vita frá sær. at teirra hugsan var, at fiskimenn skuldu fáa 100 kr. útgoldnar í verkfalls- stuðli um vikuna; men tað var henda mikla stuðul, ið Erl. Patursson fekk rist førovskum fiskimonnum av hondum við síni harðrendu mótstøðu móti samfylk- ing av føroysku arbeidarafjøldini vid ta donsku Hetta verkfallið var dyggiliga tapt fyri fiskimenn. Teir vunnu ikki eitt oyra í sáttmálabót; men nógvir taptu í stórum Fiskimenn taptu pening, (1 sáttmálarnir í vissum fórum gjørdust verri. og hartil kom, at fiskimenn orsak- að av tí langa verkfalli mistu Suður- landstúrin og harvið upp í 1600 kr. í inntøku, um mett verður eftir veiðiúr- slitinum frá árinum frammanundan. Um úrslitið av hesum verkfalli segði EF. Patursson sjálvur á fiskimannafundi í Havn, at: »Peningaliga var einki vunnið!< Og so eitt aftrat: Sum formaður Fiskimannafelagsins var E. Patursson við til at binda fiski- menn til ein óuppsigiligan sáttmála, ti dir fiskimenn minnast til, at seinasta erein. grein 18. í hesum sáttmála endar við hesum margháttligu orðum, ið neyvan nakrantíð eru sett í nakran sáttmála nakrastaðni í heiminum > verða allir sáttmálar millum felogini galdandi til 1. januar 1955 ella til nýggir sáttmálar koma í gildi.« Hetta ljóðar ótrúligt og fantastiskt; men soleiðis stendur skrivað Eg veit fullvæl, at Erl. Paturssonur roynir at minka um misgerð sína við at siga ut eisini skrivarin í Suðuroyat Fiskimannafelag tók undir við hesum Ja. er tað ikki makaleyst; ómannsligt, ja. smådreingjaligt, er tað at tverta skuld ina á aðrar: men henda umbering tekur kki ein neista burtur av skuld og ábyrgd E. Paturssonar Oe so um minstulønina: E. Patursson heldur áfram og sigur, at í 1954 vunnu fiskimenn 800 kr. i minstuløn Tad er rætt. men var tað av E. Paturs sonar åvum? Nei! Fad var IKKI E. Patursson, ið kom við uppskotinum um 800 kr. í minstur løn. men Foroya arbeiðarafelag. Og tað var ikki av hansara áðum, at fiskimenn vunnu hesar 800 kr. ti E. Patursson skal minnast til, at hann mið- skeiðis undir verkfallinum bjóðaði sær til at halda uppat við verkfallinum, um reiðararnir vildu ganga við til ta evasrka lítlu broyt- ing í sáttmálanum: AT HÆKKA LÍNUPROSENTINI is 0 OA [|| —— ———— VIÐ 1 — EINUM — PROSENT". Ráddi E. Patursson, vunnu fiskimenn ongar 800 kr. í minstuløn; men nakrir fáir fiskimenn — teir, ið fóru á línu- veiðu vildu vunnið eitt skallugt pst. Fiskimenn vildu tá einki annað havt fingið burtur úr verkfallinum enn tað, teir mistu í inntøku, orsakað av at Suðurlandstúrurin fór fyri einki. Bæði hesi verkføll sigast at hava kostað landinum umleið 30 milj. kr. Av hesum skuldu fiskimenn av rætt- um átt helmingin. So kunnu fiskimenn sjálvir rokna út, hvat teir hava >vunnið< undir for- mannsskapi E. Paturssonar. Og so tað aftrat um minstulønina: Longu årid efir hendi tad føroyskum fiskimonnum nakað, ið ongantíð áður er hent arbeidarafjøldini í nøkrum landi í verðini, at sjálvur formaðurin kemur fram við uppskoti um, at taka tað frá aftur fiskimonnui, ið teir einaferð havg vunnið. E. Patursson var jú sjálvur høvuds- maður fyri at minka minstulønina úr 800 niður í 650 kr. um mánaðin. Nú umber hann seg við at siga, at fiskimennfingu prísviðbót í staðin fyri. Men eisini her haltar hjá harra Pa- tursson; tí tað er bara ikki sannheit at allir foroyskir fiskimenn fáa prísviðbót og langt frá ti. Tá saman um kemur er sannleikin tann, at fjøldin av føroya fiskimonnum hevur ikki vunnið eitt oyra øll tey år- ini, Erl. Patursson hevur sitið sum for- maður. Samanlagt er sannleikin hesin og úr- slitið hetta: Verkfallið 1953 var tapt. 800 kr. minstalønin er aftur tapt 1000 kr. minstulønina var m. a. E. |. A 2 3 Patursson ímóti. (Framh. á 3. síðu.) Ávaring 13, SEPTEMBER 19558 Sementstoypivirkid við Hoyvíksveg ger kunnugt, at tað er ein, sum órættarliga hevur tikid navn okkara. Sementstoypivirkið, og og fingið tað prentað í telefonfelagsbókina við sínum telefonnumm- ari. Og av tí at fólk, sum ætlaðu at bíleggja stoyptar lutir frá okkum, óviljandi hava ringt til tað skeiva nummarið, fari eg at siga frá, at Sementstoypivirkið er bara eitt, og nummarið er 2072. Við- skiftafólk okkara verða vinarliga biðin um at strika tað fyrra numm- arið við Sementstoypivirkið á síðu 40 í telefonfelagabókini. SEMENTSTOYPIVIRKIÐ VIÐ HOYVÍKSVEG Jacob Vágseið Evni: Logtingsvalið. Suðurstreymoyar javnaðarfelag hevur fund í Losjuni, tann 14. september kl. 8 sp. Nevndin. Uppískoytisprógv til setuskiparar kommunukantórið. Um nóg nógvir tekna seg, ætlast skeið byrjað 15. oktober. Klakksvíkar Sjómannsskúli GRÓT OG SKERVUR Oll, ið vilja keypa skerv ella grót, eiga at venda sær til Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA UNDIR ÓLOGUM (Framhald.) HIN STÓRA SILDAFISKISKAPS- ROYNDIN Við vinitiativi« frá harra Godtfred- sen sum leiðara og harra Halvdan Hen- riksen sum drivnum forrætningsmanni var farið undir ta stóru sildaekspeditión- ina við teimum sonevndu isvirkisbåtun- um. frystiskipinum »Stauningi« og tl 4000 tons stóra farmaskipinum »Hans Fausen«. Harra Godtfredsen var leidari av silda fiskiskapinum og harra Halfdan Henrik- sen stjóri fyri allari sildaekspeditiónini. Sildaforrætning var ikki ókunnug fyri honum, sum Í mong ár hevdi havt for- rættning við Ísland. Veiðan var frálík. Nógv betri enn væntað. Á Godtfredsen stóð sostatt ikki. Men tað vóru ikki bara Ísvirkisins silda skipssum veiddu ovurnógv. Øl skip høvdu rokveiðu. Hetta bar við sær,at sildamarknaðurin varð yvirfyltur, og at teir. sum ikki høvdu selt frammanundan í heilt bindandi skili, sluppu ikki av við sildina uttan til ein spottprís Halvdan Herriksen stjóri hevði ikki gjørt so bindandi forhandasølu av sild- ini, at keypararnir hingu uppá keypi- sáttmálan. Hann slapp ti ikki av vid sildina fyri tann tilætlaba prisin. Men tidirnar, t. v. s. sildaprisurin gjørdist bara verri i hvørjum. Úrslitið av søluni var tí tað, at tå ið hann einaferð seldi, fekk hann ikki meira fyri síldina, enn hann mátti gjalda í goymsluplássleigu. Hetta gav eitt so stórt tap fyri Ís- virki um 4 million, at tað kom í gjaldtrot. Samráðst varð um nýggja finansiering, og tað var hitt besta útlit til at fáa hana. Men so lupu heimaúlvarnir á. Høvudskreditorurin var staturin. Har kundu álopsmenninir einki gera. Men so vóru nakrir privatir kreditor- ar Og her kom tann meini stingurin, deyðsstingurin: Ein fekk samlað nøkur småkrøv, til- samans 1600 kr. og gjørdi miskunnar- leyst útlegg í Ísvirkisins ognum fyri henda pening. Hetta hendi heima. Og hesum á baki fylgdi álop uttan- ifrå! Mouritsen i Leith hevdi eitt sindur til góða hjá Ísvirkinum nakrar fáar hundrað krónur fyri nakrar sildakassar. | Hansara maður her, harra Knud Peter- sen. sildasølustjørin, fjarritadi niður til harra sin at skunda sær at gera »arrest« í frystiskipinum, sum beint tá var niðri við feskfiski. Hetta álopið var tað mein- asta av ollum, tí júst tå hevði Ísvirki ifngid í lag eina ametaforrættning við hin kenda fiskasølumannin Harald Gee ein hin frægasta fiskahandlara í Bretlandi. Avtalað var, at Isvirkid skuldi lata frystiskipið >Th. Stauning«, meðan Harald Gee skuldi seta línuspæl í skipið, lata kalvafiskigreiðirnar og finanstera driftina. Reinvinnan skuldi byýtast í helvt partanna millum. Spæl og greiðir vóru komnar oman til skipið. Men tá kom Mauritzen eftir tilstuðlan frá harra Knud Petersen, stjóra, við »arrestscOlinum«, ið hann setti á meistr- ina, og steðgaði >Th. Stauning«. Har var deyðahoggið! »Th. Stauning«, sum var eitt koliskip. og sum sigldi skjótt, var sum skorið til kalvaveiðu í Grønlandi. Júst í teirri tíð- ini var kalvaveiðan ófer har uppi. Pincheringsbátarnir fyltu seg túr aftir túr og tjentu almiklan pening. »Th. Stauning« var nógv betri og stórri skip enn hesir bátar og vildi havt kjans til at fiska enn og meira enn teir. Mauritzen og Knud Petersens »arrest« fordadu Ísvirkinum at fara. á hesa peningaliga sæð rokveiðu, sum Grøn- lands kalvaveidan tå var. Var Ísvirki ikki fyri hesum banahøggi — sum varð gjørt av sama fígginda- skapi, ið elvdi monnum heima at gera »arrestina« fyri tær skallutu 1600 kr. — hevði Ísvirkið vid kalvaveiðuni | Grøn- landi kunað vunnið á fylgjunum av teirri miseydnaðu sildasøluni, og vildi tað so óivað í dag verið eiít hitt stórsta virki í Føroyum. Kalvaveiðan undir Grønlandi gjørdi mangan bretan til millioner — og hví skuldu vit ikki verið menn fyri at fingið minst líka nógv sum bretar, tá ið okkara skip var betri enn teirra, og tá ið vit kundu fáa skipara, ið var mein- kunnugur við kalvaveiðuleiðirnar í Grønlandi. Her verður serliga hugsað um kalvaveiduskiparin á einum av teim- um ensku bátunum, harra Karl Thor- steinsson, ið virkaði sum havnarfúti tvey tey seinastu árini, áðrenn hann doyði av hjartaslag aftaná so harðan ágang, hann hevði verið fyri. Aftrat møguleikanum fyri eini kalva- veiðu við >Th. Stauningi« undir Grøn- landi. ið kundi verið bjargingin av Ís- virkisfyritøkuni, kann nevnast, at júst tá, ið tey ræðuligu ålopini vórðu gjørd á Ísvirki, var tað eydnast at fáa Ísvirkis- bátarnar á snurruváðsveiðu undir Ís- landi. Teir fiskadu ført av flatfiski. Tað hevdi verið um teir ikki eisini vóru høgdir fyri skuld bara ein tidarspurn- ingur hjá teimum at afturgoldið Ísvirk- inum tað. ið teir skyldaðu tí. Men eisini teir fingu sum sagt jarnklórnar um kvørkrarnar, so tað ikki heldur graldi teimum. Men Mauritzen eirdi ikki, og heima- úlvarnir vóru ikki til at vika. Tå ið sagt varð við tann, sum gjørdi útleggið heima, at um Ísvirkið varð koyrt á húsagang av teimum privatu kreditorunum fyri so lítið, sum talan var um, vildi tað bara føra við sær, at teir »simplu« kreditorarnir einki vildu vinna, tí mesta skuldin var prioritetsskuld, ið sum kunnugt gekk fram um »simplu« skuldina, varð kaldliga og hart svarað, at tá ið staturin hevði sagt a, mátti hann eisini siga b, t. v. s. rinda útleggslutirnar leysar aftur. Hevur nakar kunnað hugs- að ráari? Tann rættarfundur, id tá varð hildin, er vist ein hin óhugnaligasti, og vísti hann, hvussu jarnhørd og miskunn- arleys stóða teirra múgvandi og valdandi í Føroyum er ímóti royndum hjá arbeið- arafjøldini at koma sær uppundan til fræls figgjarlig og andalig kor. (Framhald.) Í