týsdagur 23. apríl 2002síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
43
Viggo Johannesen
Brot úr fullveldissøgu ís-
lendinga
tey
25
árini
Danmark og Ísland stóðu
saman sum fullvalda ríkir.
Árið 1904 bórust tey
tíðindir úr Danmark, at
høgra menn høvdu mist
sæti í Stjørnuni, og vinstra
menn vóru komnir til ræði í
teirra stað.
Stjørnin legði fram á
Altingi 1902 uppsksot til
stjørnarskrá broytingar um
at seta serstakan ráðgeva
fyri Ísland, búðsitandi í
Reykjavík og áhugin mill-
um íslendingar var stórur
fyri málið.
Skyldan í hesum starvið
var, at eygleiða tað, ið fór
fram í stjørnarviðurskift-
inum, og var hann sostatt
umboð millum Alting og
kong og varða av, at tað í
var broytt millum ríkisting
og Altingið í stjørnar-
skránni altíð kom at verða
íslendingum til framburð
og frama.
Framvegis skuldi hann tó
flyta sermál Íslands fyri
kongi og ríkistingið. Hettar
uppskot var staðfest av
kongi 3. okt. 1903.
Í feb. 1904 var Hannis
Havstein settur ráðharri, og
íslendski
ráðgevari
í
Keypmannahavn avtikin og
landshøvdingaembæti lagt
niður.
Í tess stað var sett stjørn-
arráð í Reykjavík.
Árið
1906
andaðist
Kristian IX kongur og eftir
hann tók Fríðrikur VIII við
krúnuni. Fríðrikur kongur
legði miklan áhuga á væl-
ferð tegna sína á Íslandi!
Eins og tað vælvild og
góðvilja
faðir
hansara
Kristian IX kongur hevði
gjørt.
Fríðrikur kongur kom til
Íslands í 1907 og vóru
tingmenn og ráðharrar við á
ferðini. Kongur skipaði so
fyri ,at nevnd var mannað
av íslendingum og dønum,
ið sum best kundi javna og
greiða tær misskiljingar og
tyngri spurningar, sum
vóru millum tjóðirnar, og
fara so fram, at ráð vóru
fyri
semju
og
nøgd,
partanna millum, men har
vóru mál, ið danir ikki sóu
seg kunna góðtaka, sum
viðurskiftini tá stóðu, við tí
úrsliti at menn reistust frá
borðið uttan at úrslitini
komu at falla so út, sum
ætlað og hugsað var við
byrjan.
Gingið var so fra, á
hesum sinni, og var málið
tikið upp av nýggjum til
viðgerðar tá nakað av tíð
var gingin, men tann roynd
gav lítið ella einki úrslit, og
tað av góðari orsøk! Tí um
tað mundi 14. mai 1912
doyði Fríðrikur kongur! og
við
kongssætinum
tók
Kristian X.
Á ríkisráðnum 22. nov.
1913, lýsti kongur vegna
flaggmálið, at hann forðai
ikki fyri íslendsum "Ser-
fána",
men
íslendingar
vóru ikki nøgdir og ivaleyst
var grundorsøkin tann, at
serfánin røkk ikki longur,
enn til landshelgislinju.
Hettar hevur óivað í hesum
føri verið hugsan kongs, at
íslendski Serfánin røkk
yvir alt íslendskt øki av
landi og út á ysty sjómørk
og hevur ríkistingið helst
hildið seg til tann galdandi
forfatning fyri Ísland sum á
teimum
tímum
var
á
Íslandi.
Men
íslendingar
sóu
hettar sum eina avmarking,
ið var sett fyri Serfána
Íslands, og tað hugaði
teimum ikki.
19. juni 1915 var nýggj
stjørnarskrá staðfest mill-
um
Alting
og
kong,
sambært henni var m.a.
vælrætturin rúmkaður í
tann mun, at kvinnum var
veitt vælbæri og fingu
sostatt kvinnurnar fullan
vælrætt frá hesum degi at
rokna.
Tað er líkt til, at semja
var um, at fánamálið skuldi
koma aftur á ríkisskránna
árið 1918.
Men
íslendingunum
hóvaðu lítið, at fána og
sambandsmálið
skuldi
setast út til árið 1918. Men
tað var júst tað árið at full
semja kom í lag landanna
millum og harvið sam-
bandslógin smíða sum kom
at verða grundstøði undir
fullvedið Íslands.
Á summrið 1918 var
sambandsmálið
millum
íslendingar og danir av
nýggjum tikið til viðgerðar.
Tað var so skipað fyri at
samráðingarnar skuldu fara
fram í Reykjavík, og vóru
fýra
manns
settir
frá
íslendska Altinginum og
fýra frá ríkistingið dana. Úr
somu keldum verður sagt,
at tá minnið enn trýggjar
vikur vóru gingnar høvdu
hesir nevndarmenn arbeitt
eitt skjal fram á borðið sum
kom at verða mikið um-
talaði sambandssáttmálið
millum danir og íslendingar
nevndu samráðingarnar var
uppskot, ið samtykt var á
Altingið í stjørnarskránni
frá árinum 1915 við stórum
meiriluta.
Eftir samtykt millum
íslendingar og danir skuldi
atkvøðast um hettar upp-
skot, og fall tað so út, at
100 atkvøður vóru fyri,
móti 20 í ríkistinginum og í
landstinginum 42 atkvøður
fyri og 15 vóru ímóti.
Her skuldi sostatt eingin
ivi verið og við tí úrslitið at
eitt sameint ting møtti hjá
kongi Kristian X sum
staðfesti sambandslógina
og setti hana í gildi við
undirskrift 30. nov. 1918 og
var sostatt sett í verk frá 1.
des. 1918 og var hettar
sambandslógin, ið var í
gildið í rúmlig 25 ár og
undir henni bar og var
Ísland fullveldisland til teir
17. juni 1944 proklamerða
við "Lýðveldið" á Íslandið.
Fullveldisviður-
kenning
1. des. 1918
Hátíðarhaldið
var
ikki
skipað fyri á fullveldis-
degnum í býnum, og var
semja millum stjørnar-
ráðslimir
vegna
fyrra
verðaldarbardaga, sum tá
júst fyri stuttm var lokin, og
sum voldið hevði heims-
umfatandi oyðingar, líðing-
ar og tíning av ótaldum
mannalívum, skuldi hesin
dagur fara fram á hógligum
og friðsomum stigi. Dag-
urin
skuldi
vera
við
Stjørnarhúsbygningin kl.
11.45 í Reykjavík.
Kl. 11.30 byrjaðu fólk at
streyma úr øllum ættum til
Lækjartorgi:
Tey sumk serstakliga
boðin vóru til hesa søgu-
ligu løtu, embætismenn,
ritsjórar,
ráðharrar
úr
øðrum londum o. s. v.
savnaðust við dyr stjørnar-
ráðsins.
Manning
av
vaktar-
skipinum
Islands
Falk
myndaðu heiðursfylgi á
stjørnarráðsstaðnum
og
undir stjørnarhúsinum stóð
savnaður lúraflokkur undir
stjørn Reynis Gíslasonar.
Kl. 11.45 byrjaði henda
sermerkta løta, við at
lúraflokkurin tó at leika
"Eldgamla Isafold".
Eftir ta flutti Sigurður
Eggert uttanríkisráðharri,
vegna fráverðu forsætis-
ráðharran fram røðu, sum
eg her vil loyva mær at taka
nøkur brot úr.
Íslendingar!
Hansara hátign kongur vár;
hevur staðfest Sambands-
lógina í gjár, og tessvegna
verður hon sett í gildið í
dag.
Ísland er vorðið viður-
kent fullvaldarríki, hesin er
dagur, ið er mikil dagur í
vári tjóð. Íslendingar hava
verið samdir um hesa
fyriskipan, og eru vit nú
komnir til tað mark og mál,
sum íslendska tjóðin hevur
sæð fram ímóti.
Søgan verður ikki søgd í
dag, hon livir í huga
tjóðarinnar. Her verða eingi
nøvn nevnd; tó eitt navn,
sum lýst hevur hátt yvir
øllum øðrum nøvnum og á
sínum breiðu veingjum
hevur livað í allir tjóðini,
navn Jóns Sigurðsonar:
Hann var (Foringi). Hann
var leiðari alra íslendinga
meðan hann livdi. Og
minni hans síðan hann
doyði hevur verið leiðara
stjørn fyri hesa tjóð.
Aftan fyri hesa søk og
mál, eru ikki bert stjørn-
málamenn tá røðast skal
um slíkt skifti og hina
nýggju søgu, nei: tað eru
allir.
Bóndin sum stendur við
orvið og røktar jørð sína,
hann eigur lut í síni søgu.
Dagleiðarin
sum
veltir
steinin úr gøtuni, so har
verður farbart, hann eigur
lut í síni søgu. Sjómaðurin,
sum situr við dragið, tekur
lut í sínum søgum. Allir
sum innan sítt verk og
lívsstarv leggja síni evnir
og megi til, til gagn og
framburð fyri íslendsku
tjóðina, teir eiga søguna, og
tað er skylda okkara alra.
Hansara hátign Kong
Kristian
X
hevur
við
sambandssáttmálanum sett
tað í verk, sum faðir hans-
ara Kong Fríðrikur IIX
skilti og hevði fulla virðing
fyri hugsan og ynskjum,
okkum íslendinga her á
landi.
Og í gjár hevur kongur
játtað og gjørt úrskurð um
"Tjóðfána" Íslands. Tjóðar-
flagg íslendinga sum veitra
skal frá í dag yvir hini
íslendsku tjóð.
Í heitinum vælvildarhuga
og tign, andar íslendska
tjóðin móti kongi várum.
Flaggið er tekin um várt
Sambandslóg íslendinga
Hannes Hafstein
Christian X
fullveldið.
Flaggið
er
hugmynd, hvørs stórverk
sum vunnið er av okkum,
økir virðið um flagg várt.
Um tað er vunnið á havsins
bylgjum í bardaga við brim
og vandasjógvar, ella tá
framtøk landinum til frama
verða sett í verk. Ella í
vísunduni og føgrum list-
um, tí mennskari tjóð vár
er, tess hægri verður flagg
várt vert.
Hetta er fræmi og frægd
vára tjóð og kongi várs til
heiðurs.
Vær
biðum
Alfaðir;
Varveit tú íslendsku tjóðina
og kong vár, Kristian X.
Vit biðja Alfaðir um
styrki til at lyfta flaggi til
heiður og frama,
til framburð og eyðnu
fyri íslendsku tjóðini og
kongi várum.
Við hesum orðum so
draga vit várt flagg í
húnarhátt.
Í sama bili bleiktraði ís-
lendska flaggi á Stjørnar-
húsinum, samtíðis sum
fløgg vóru drigin á stong
víða um alla Reykjavík.
Tá heilsaðu herskipini
"Islands Falk" við 21
skotum, ein heilsa, sum er
altjóðasiður,
og
sum
soleiðis var hin fyrsta
uttanlanda
kvøða
sum
Ísland fekk, tá teir á fyrsta
sinnið drógu tjóðflaggi á
stong, sum fullvalda ríki.
Skipsstjørnin á Islands
Falk, heldur røðu, sum eg
partvís
loyvi
mær
at
endurtaka nakað av her fyri
niðan.
Sum fulltrúði Danmarkar
á hesari hátíðarligu stund,
vil eg taka tað fram, at hesi
21 kanónskot vórðu skotin
frá kanónunum á tí skipi,
sum mær er givin tann
heiður at stjørna, og vóru
hesi skot latin av, eftir
fyriskipan donsku stjørn-
arinnar, og er tað tann fjøld
at skotum sum sambært
allheims lógum, ið er
avgerð og viðtøka landa
millum til heiðurs fyri tjóð
og flaggi.
Við hesum er frá Dan-
markar síðu sýnt hin fyrsta
týdningarmikla uttanlendis
heilsa og viðurkenning, og
er tað donsku tjóðarinnar
fulla vón og ynski, at sátt
og semja verður at fara
fram, nú londini bæði eru
vorðin samd um sáttmálan
sum nú er settur í gildi
landanna millum.
Eins og tveir fullvalda
norrøna brøður, eru Ísland
og Danmark, hóast tengd
saman
við
ymiskum
bondum, fyrst og fremst við
hansara
hátign
kongi
várum, og danska tjóðin er
fullviss í tí, at tá nú øll taka
hendur saman í inniligum
og gagnligum treysti, til at
loysa hini mongu verkevni
sum hesar broyttu og
nýggju tíðir, koma at leggja
bæði á hina íslendsku og
donsku tjóð, og teirra
herðar.
Tað er veruliga ikki
eyðsætt, at skilja kenslur og
sinnalag hvør hjá øðrum,
enn tó hugsi eg, at bróður
várar íslendingar lætt skilja
donsku tjóðina sum higar
til dags hevur kent, at hon
hevur staði sum smátjóð, ið
tekur í tí sum ferð fram,
eftir tí førimuni, sum hvør
dagur krevur og gevur.
Tó Guð, sum so manga
ferð, og mangan hátt hevur
sýnt okkum monnum, at
hann elskar rætt men hatar
órætt, Hann fer valla at
gloyma donsku tjóðina fyri
tað, at hon er farin fram við
rættferð og í øllum lutum
samvitskusemi hevur verið
monnum efst í huga, so
bróðratjóð vár Ísland ikki í
minstu søk skuldi koma at
líða órætt ella verða fyri
ónøgd í Fullveldismálum,
ið starvast skulu um nú, og
rættarsnórur verða skal
landanna millum í teim
árum sum fyri framman
liggja.
Guð signi framtíð bæði
Íslands og Danmarkar, og
Guð varveiti Kong okkara;
Eftir tað spæli "Lúðra-
flokkurin" Kong Kristian.
Og eftir tað var rópa
nýggju falda hurrá fyri
kongi.
Til seinast tók forseti
sameinda Altings Jóhannes
Jóhannesson borgarstjórið
til máls, og skal nakað av tí
hann segði takast við her.
Tað er við tøkk og heitum
kenslum, at vit við hesa
søguríku hátíðarløtu minn-
ast
sambandsríki
várt
Danmark.
Okkum er hetta alt meira
hugaligari tá Danmark er
fyrsta ríkið, sum viðurkent
hevur fullveldi Íslands og
hevur nú sýnt okkum tann
mikla sóma at lata stórt
Herskip bíða her, til tess at
heiðra flagg várt og við
hettar høvi lata koma í ljós
samhug og samfagna við
okkum á hesari stund.
Eg eri fullvísur í, at eg
tali
fyri
munn
hvønn
einasta íslending, tá eg
higan frá, lati ljóða tær
inniligastu kvøður við vón
um at Danmarkar ríki má
búnast og blómast, og er tað
hjartasøk okkara um sterkt
og vaksandi brøðralag í
samvinnu millum donsku
og íslendsku tjóðina, teim
báðum til gagn og sóma.
Eftir hesa røðu leikaði
aftur lúðraflokkurin danska
tjóðsangin: Det er et yndigt
land. Og eftir tað var rópa
hurrá fyri Danmark.
Seinast
tók
lúrðra-
flokkurin at leika "O Guð
várs lands". Síðan var rópt
hurrá fyri hinum Íslendska
Ríki.
Í
bókini
"Tjórættar-
samband
Íslands
og
Danmarkar" eftir jur. Einar
Arnórson, sum var ein
fulltrúi íslendinga í sam-
bandslagsnevndini 1918,
har hann m.a. tekur so til
orða:
Alt ov fáir íslendingar
hava lisið sambandslógina
nágreiniliga nokk, og ikki
er tað sjáldan, at politiskar
greinar
og
røður
eru
villleiðandi
hugmyndir,
sum hin vanligi maðurin á
gøtuni
skal
ganga
og
grunda yvir, uttan at fáa
viðurskiftir
landsins
at
hanga saman.
Eg hugsi, at vit skuldu lagt
okkum
hesar
reglir
í
geyma.
Jón Sigurðsson
Úr sambandslóg íslendinga
Keldur: Gunnar Hall,
søgufrøðingur
"Fróni" blað Studenta í
Keypmannahavn
Berlinske Tidende
Politikken
Vísir
Morgenbladet
Ástandi í
Sjálvstýrismálinum
Gulfi P. Gíslason,
háskúlalærari
Hallgrímur Jónasson,
magistari
Sosialdemokraten
C
M
Y
K
43
42