týsdagur 23. apríl 2002síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
41
VALGREINAR
Tey sjálvstøðugu-
vinnurekandi,
lesandi og
Miðflokkurin
Steindor Hjaltalin
Valevni Miðfloksins í
Suðurstreymi
Vit rinda øll eina upp-
hædd av okkara løn til
arbeiðsloysisskipanina,
tí at vit í felag vilja
standa saman, um ein av
okkum skuldi komið í ta
torføru støðu, at mist
arbeiði í styttri ella
longri tíðarskeið. Hugs-
unarhátturin við skipan-
ini er góður og soli-
dariskur, men tó ikki so
góður sum vit í Mið-
flokkinum vildu ynskt,
at hann var.
Støðan er nevniliga
tann, at ikki øll, ið rinda
til arbeiðsloysisskipan-
ina hava rætt til at fáa
aftur
frá
skipanini,
gerast tey arbeiðsleys.
Hetta er galdandi fyri
tey sjálvstøðuguvinnu-
rekandi. Vit vilja gera
broytingar í skipanini,
so at skipanin verður
rættvísari og umfatar øll,
eisini tey, ið hava tikið
stigið og sett pening í
egna fyritøku ella egið
vinnutól.
Ein annar bólkur av
løntakarum, ið rindar til
skipanina, uttan at fáa
nakað frá skipanini eru
øll tey, ið arbeiða meðan
tey ganga í skúla ella eru
í læru.
Eg havi varhugan av at
íkastið
til
arbeiðs-
loysisskipanina frá hes-
um bólki ikki er so lítið,
tá saman um kemur.
Tí skjóta vit upp at
hesin peningur verður
tikin úr skipanini, og
nýttur til at lætta um hjá
næmingunum sjálvum.
Eitt nú kann sjúkra-
kassin, tannlæknarokn-
ingin og ferðaútreiðsl-
urnar til og frá skúla í
Føroyum verða goldnar
av hesum peningi.
Stuðla tí Miðflokkin
og gev okkum møgu-
leikan at loysa henda
trupulleikan. Gott val.
William av Vollanum
Valevni Fólkafloksins í
Norðstreymoy
Henda tankan munnu nógv
hava hugsað ein kaldan
heystardag við einari ár ella
spakanum hjá tí, sum vit
avloystu í hond og okkara
køldu fingrar enn kundu
kenna hitan í trænum frá
viðkomandi.
Øll skulu vit ígjøgnum
hetta, einaferð at sleppa tí,
sum vit dagliga takast við,
um tað so er deyði, aldur,
brek ella sjúka, sum koma
at verða orsøk til tað.
Hvussu vildu vit, sum
enn hava heilsuna og eitt
starv at fara til, vilja hava
havt almanna-og heilsu-
politikkin í Føroyum at
verði, um vit komu í ta
støðu, at vit orsaka sjúku,
brekið ella høgum aldri
noyddust at sleppa og lata
ein annan koma í okkara
stað.
Eitt grundstøði í al-
manna- og heilsupolitikk-
inum í Føroyum má verða,
at har tørvur er á hjálp,
eigur hon at verða veitt
skjótt.
Vit mugu ásanna, at ov
lítið er komið burturúr á
eldra økinum seinastu árini.
Her er ætlanin hjá Fólka-
flokkinum, at kommun-
urnar skulu yvirtaka eldra-
politikkin, soleiðis at frá-
støðan millum brúkara og
mynduleika verður minst
møgulig.
Kommunurnar
eiga at verða stuðlaðar til at
loysa tørvin á ellis- og
røktarplássum sum skjót-
ast.
Eldri fólk skulu tó kunna
búgva heima sum longst,
og má tann primera heilsu-
tænastan verða løgd til
rættis eftir tí. Eisini eiga
gomul, sum ikki orka at
røkja egin hús at kunna
velja aðrar bústaðir.
Heimahjálpin má víðkast
til at umfata samdøgurvakt,
og rørslutarnað skulu fáa
betri atgongd til hjálpitól o.
a. stuðul.
Fólkapensjónin
skal
verða á sømiligum støði, og
grundupphæddin
skal
verða skattafrí.
Tá landsjúkrahúsið verð-
ur liðugt út- og umbygt,
verður játtanin síðan brúkt
til at tryggja eitt landsum-
fatandi heilsuverk í Føroy-
um.
Eitt av høvuðsmálunum í
føroyskum politikki má
verða, at tey sum eru veik,
sjúk, eldri ella brekað skulu
hava mannsømilig kor í
Føroyum, og arbeiðast má
fram ímóti, at øll kunnu
siga, at:
"Gott er at kenna um-
sorgan frá almanna- og
heilsu verkinum í Føroyum,
tá hendurnar sleppa."
Gott val.
Høgni Mikkelsen
valevni fyri Sambands-
flokkin í Suðurstreym
Tú biður meg hjálpa tær at
greina
munin
millum
almennan stuðul til privat
virkir og verandi blokk,
sum "Felagsríkið" letur til
Føroyar.
Aðalmunurin kann grein-
ast soleiðis :
1.Verandi blokkur er ein
endurgjaldsskipan í okk-
ara felagsskapi við Dan-
mark.
Blokkurin er eitt gjald
fyri tað arbeiðið, sum
liggur í teimum økinum,
ið ikki enn eru fult yvir-
tikin. Vit tosa her um
alment endurgjald til
alment endamál.
2.Almennur
stuðul
til
privat virkir er ikki
endurgjald fyri nakað
ávíst arbeiði.
Her verða almenn og
privat áhugamál blanda
saman.
Politisk viðmerking til tín
spurning :
Sambandsflokkurin hevur
ikki biðið um blokkin.
Loysingarflokkarnir eiga
blokkin við húð og hár.
Loysingarflokkarnir hava
hækkað blokkin líka fram
til 2002. Loysingarflokk-
arnir hava framt yvirtøkir
uttan at lækka blokkin, teir
hava framt hálvar yvirtøkur
- gjaldsleysar yvirtøkur.
Sambandsflokkurin hev-
ur verið og er framvegis
ímóti yvirtøkum, sum vit
ikki gjalda fyri.
Skulu vit yvirtaka so
skulu vit eisini gjalda.
Tað er annars als ikki
neyðugt, at peningaveiting
millum
lond
í
einum
felagsskapi avskepla kapp-
ing. Heimsrákið í dag er, at
lond
finna
saman
í
felagsskapir fyri at menna
vinnulívið, menna kapp-
ingina, menna framburðin.
Heimsrákið
er
soleiðis
greiður Sambandspolitikk-
ur.
Reimund
Langgaard
valevni fyri Sambands-
flokkin í Eysturoy
Í Móðurmálsorðabókini
lesa vit m.a.:
Føroyingur: fólk í el.
úr Føroyum
Tjóð: stórur flokkur
av fólki av somu rót og
við felags máli, mentan,
søgu o.tíl. (kennir seg
sum eina eind og býr
vanl. í sama landi)
Móðurmálsorðabókin
er sera greið, tá hon
útgreinar hvat liggur í
hugtøkunum, ein føroy-
ingur og ein tjóð. Tað er
tí harmiligt, at nógv
fullveldisfólk sáa iva um
okkara samleika.
Eg veit, at eg eri
føroyingur, og tað eri er
errin av. Samstundis
ynski eg at varðveita eitt
liviligt samfelag fyri
allar mínar landsmenn,
og er tað ein av grund-
unum til, at eg eri sam-
bandsmaður.
Tummas í Garði
Valevni Fólkafloksins í
Eysturoynni
Vit eru komin longur á
sjálvstýrisleið seinasta val-
skeið enn øll tey undan-
farnu valskeiðini síðan
heimastýrislógina.
Vit havt fokus á spurn-
inginum loysing/samband
sum ongantíð áður.
Teir mest víttgangandi
loysingar-mennirnir hava
frøtt seg: Jú meira kókar,
tess skjótari er vegurin til
"republikkina".
Hinumegin vena sam-
bandsmenn seg um dóma-
dag og undirgang, um
nortið verður við "blokkin
ella Drotning Margrethu".
Hvørjir av hesum pørt-
unum hava so sannleikan í
skjøldri sínum?
Hvørgin er nær námind á
leið!
Sannleikin liggur sjálv-
andi einastaðni mitt ímill-
um:
Uttan eina lagaliga bú-
skaparliga tillaging fyrst,
kemur
eingin
verðulig
broyting í okkara ríkis-
rættarligu støðu.
Hvussu skulu vit so
koma víðari? Skal sjálv-
stýristilgongdin steðga upp
nú?
Einasta gongda leið er
ein loysn sum fólkið tekur
undir við!
Hesin leistur liggur í
"Sjálvstýrissamtyktini".
Eina stigvísa minking av
blokkinum yvir 10 -12 ár
siga allir teir stóru flokk-
arnir seg kunna taka undir
við.
Lat okkum so fáa eina
breiða semju í lag, og
leggja "processina" í eina
trygga legu!!
Úrslitið 30. apríl kemur
at fáa avgerandi týdning
fyri sjálvstýristilgongdina.
Um tær hóvligu sjálv-
stýriskreftirnar, ella "miðj-
an" í føroyskum politikki
ikki vera sterkt umboðaðar,
steðgar øll sjálvstýristil-
gongdin upp!
Ein sterkur Tjóðveldis-
flokkur kann einki gera
einsamallur, og ein reinur
Javnaðar-Sambands-meiri-
luti førir okkum ikki ein
millimetur nærri "sjálvber-
andi búskapi ella størri
frælsi",
tvørturímóti:
Blokkur og Danskt Amt
hómast ímillum reglurnar.
Ein sterkur Fólkaflokkur
kemur at fáa avgerandi
týðning. Við okkum heldur
tann hóvliga sjálvstýris-
tilgongdin fram, uttan okk-
um steðgar alt upp: Aftur til
blokkstuðul og fjarðstýring
av Christiansborg!
Eg vil tí heita á øll tykk-
um, sum ynskja gott sam-
starv og eina virðiliga støðu
í viðurskiftunum ímillum
Føroyar og Danmark at fara
á val og velja ein sterkan
Fólkaflokk á ting.
Føroyar eru ein tjóð
Gott er at kenna hitan frá hondum ið sleptu
Hjálp til Hans Jákup Olsen
Polariseringin er stórsta hóttanin ímóti
sjálvstýristilgongdini - og Føroya framtíð!
Uttan ein sterkan Fólkaflokk,- steðgar sjálvstýristilgongdin upp!
VALGREINAR
Prosentrokning
Karsten gletta man av tonnum
heldur krav frá yvirmonnum
út av lagi vera
tøl sum nærkast fýrs prosentum
tá ið goldið er við rentum
ei man kassin bera
Ellintur er fastur enn
hatta er til fáar menn
einki fingu seinast
men vit hava góða tíð
ei vit skulu valstríð í
nú skal munur beinast
So man mannahugsan vera
at prosent má Karsten bera
hatta har er sjálvgjørt
minnast hvussu áður gekk
tingløn heili seksti fekk
tá var einki óført
edvard
Jóhan M. Stenberg
Valevni sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymi
Nú verður aftur val, og allir
føroyingar kunnu nú brúka
sín demokratiska rætt at
fara á val at velja fólk í
løgtingið.
Hetta er fyrstu ferð, eg
eri uppstillaður til løgtings-
val, og taki eg hesa av-
bjóðing í fullum álvara. Eg
síggi tað sum ein stóran
heiður at koma at standa á
listanum hjá mínum flokki
Sjálvstýrisflokkinum, har
ið tey mætastu í sjálv-
stýrisrørsluni eisini hava
staðið einaferð.
Sjálvstýrisflokkurin er
ein av elstu flokkunum í
Føroyum, og hevur tað
næstan verið ein sjálv-
fylgja, at flokkurin hevur
verið umboðaður á løg-
tingi.
Men hetta vilja spákon-
urnar ikki verða við hesu-
ferð. Veljarakanningar hava
víst, at undirtøkan fyri
flokkinum er sera lág, men
vit vita, at veljarakanningar
hava fyrr víst skeiv úrslit,
og vóni eg, at soleiðis
verður eisini hesaferð.
Eg vil so gera mítt til, at
flokkurin fær góða um-
boðan í løgtinginum.
Sjálvstýrisflokkurin er,
sum navnið sigur, fyri
fullum
sjálvstýri.
Tað
merkir, at føroyingar gerast
sjálvbjargnir, og at Føroyar
verða viðurkendar sum ein
tjóð. Vit taka undir við
einari "stig fyri stig" skipan
í sjálvstýrismálinum, hetta
fyri at samfelagið kann
laga seg til, at færri pengar
koma úr Danmark, soleiðis
at borgarin og landið ikki
skulu verða verri fyri
fíggjarliga.
Eg vil arbeiða fyri, at
meirvirðisgjaldið
verður
lækkað og at tollurin á teim
neyðturviligu
vørunum
lækkar, so at tað kann
gerast bíligari at liva í
Føroyum.
Harumframt skal skatt-
urin á lønir ongantíð fara
upp um 50%.
Vit eru langt frá at veita
teimum veiku í samfelag-
num nóg góð livikor, eitt nú
er stórur mangul upp á
vardar
íbúðir
til
tey
menningar-
og
rørslu-
tarnaðu í Føroyum. Her
skal leggjast ein ætlan, sum
innan fýra tey næstu árini
skal betra munandi um
støðuna.
Ítróttin skal fáa tann
neyðuga stuðulin, so at øll,
ið eru áhugað, sleppa at
íðka ítrótt. Ítróttin er jú
besta fyribyrgingin ímóti,
at ungdómar fella út í
rúsevnir og leti.
Fólkaskúlin hevur tey
seinastu árini fingið eina ov
lítla játtan á fíggjarlógini,
og av tí sama hevur nógv
stríð verið um fólkaskúlan.
Sjálvstýrisflokkurin
vil
arbeiða fyri, at játtanin
passar til tað, ið krevst av
fólkaskúlanum!
Eg vil enda við at heita á
allar føroyingar um at
standa saman um ein
skilagóðan politikk, og tað
gert tú einans við at fara á
val og velja ein sterkan
Sjálvstýrisflokk inn á ting.
Sjálvstýri og eitt gott samfelag
Kenneth Rasmussen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Eysturoy
Frádrátturin til handverk-
arar, sum arbeiða uttan-
lands, eigur at umskipast.
Eftir mínum tykki hevur
landstyrismaðurin
við
fíggjarmálum handfarið tað
málið sera jánkasliga. Fyrst
varð frádrátturin lækkaður
frá 600,- til 300,- krónur
um dagin. Og ætlanin var at
fara niður á 100,- krónur.
Men tað varð slept, tí her
nærkaðist ov nógv vali til,
at tað varð hildið ráðiligt.
Lækkingin niður í helvt
hevur havt við sær, at
handverkarar, sum arbeiða
uttanlands eru farnir at nýta
eina aðra reglu, sum ætlað
var embætisfólki ella øðr-
um, sum vóru burtur í
styttri tíðarskeið enn tær
átta vikurnar, sum hand-
verkarin skuldi vera burtur
fyri at fáa frádrátt. Eftir
hesi reglu er frádrátturin
610 krónur um dagin fyrstu
28 dagarnar og fer síðan
niður á 45% restina av
tíðini.
Í
fíggjarmála-
stýrinum visti vinstra hond
helst ikki hvat høgra gjørdi.
Føroyskt felag, ikki
einstaklingar
Talan er í grundini um eitt
slag av misnýtslu, tí reglan
varð ikki ætlað til tað, hon
verður brúkt til í dag. Tað
eigur at verða gjørt so-
leiðis, at handverkarar, sum
fara uttanlands at arbeiða,
skulu fáa fulla frádráttin
aftur, treytað av, at teir
arbeiða fyri eitt føroyskt
felag, og ikki bara fara sum
einstaklingar. Á tann hátt
leggja teir vitan eftir seg í
Føroyum og styrkja tær
fyritøkurnar, sum eru her,
og tað eiga teir at fáa
samsýning fyri.
Set krossin við lista D,
tað loysir seg.
Frádráttur til føroyskar handverkarar uttanlands
Petur Karl av Rana
Valevni Miðfloksins í
Suðuroy
Tað, ið hevur eyðkent førda
suðuroyarpolitikkin mongu
farnu árini, eru orð, orð og
aftur orð, heldur enn gerðir
og virksemi. Okur skulu
heilt aftur í 60-ini fyri at
síggja stór tøk verða tikin
fyri Suðuroynna. Burtur-
sæð
frá
Sumbiarberg-
holinum, sum teir dríggj-
aðu í áravís, eru van-
virðisliga fáar skattakrónur
komnar aftur í oynna, tær
eru allar móttiknar og
brúktar við rubb og stubb á
meginøkinum.
Tak landsverkfrøðingin
sum dømi, hygg teg um í
Suðuroynni, kom við mær á
vandaøkið á Hovsegg ella á
Fámjinsskarð og líkna so
saman við autostratirnar
norðanfjørðs! Av sonnum
ein sigandi varði yvir
politiska misrøkt av eini
heilari oyggj.
Er tað tí at suðuroyingar
ikki hava havt talsmenn og
-kvinnur á løgtingi? Ja-
høvdu vit havt kvinnur, so
hevði sikkurt verið øðrvísi,
tí menninir, ið har hava
verið, hava havt eitt í felag,
so títt og knapt teir komu
norður um suðuroyarfjørð,
gloymdu teir, hví suður-
oyingar valdu og sendu teir
á løgting.
Miðflokkurin er kendur
fyri at standa við givin
lyfti! Hví ikki velja øðrvísi
hesuferð, velja Miðflokkin
at vera umboð títt á
løgtingi? Tað kemur at vera
tær, Suðuroynni og Føroy-
um at gagni.
Suðuroyggin- perlan, ið politikarar gloyma
Zacharias Bech
Valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Formaður Javnaðarfloksins
er í grein nú um dagarnar
farin at trola innanfyri
mark. Hann er farin at leita
fram tað sum hann metir
eru gamlar syndir hjá
Sambandsflokkinum "frem
fra glemselen" fyri á tann
hátt at royna at fáa sær
atkvøður frá sambands-
sinnaðum veljarum. Hann
hevur eisini ført seg fram
sum formaður fyri ein
flokk, sum vil verða ver-
andi í ríkisfelagsskapinum.
Men hava tey, sum longu
hava tikið støðu til at velja
Javnaðarflokkin, og tey
sum hava ætlanir um at
velja sama flokk, ikki
grund til at ivast ?.
Løgmann fyri einhvønn
prís, er javnan at hoyra frá
trúføstum javnaðarveljar-
um. Tað miseydnaðist í
1994, tað miseydnaðist
aftur í 1998, men hesaferð
skal tað verða.
Eg eri onga løtu í iva um
at um Tjóðveldisflokkurin
bjóðar Javnaðarflokkinum
løgmann eftir valið, tekur
hann ímóti við báðum
hondum.
Tað kann lætt henda at
Javnaðarveljarar ein morg-
un vakna við kaldan dreym
við tí veruleika at tey hava
valt sær Høgna Hoydal til
varaløgmann.
Eg
trúgvi
eisini
at
Tjóðveldisflokkurin
sær
Javnaðarflokkin sum sín
einasta møguleika at kunna
koma at sita í Tinganesi eitt
4-ára skeið afturat.
Um
javnaðarveljarar
halda at hettar er nakað
tvætl, so kunnu tey fyri tað
fyrsta leita seg fram til
politiska
upprunan
hjá
formanninum, og síðani
minna seg á útsagnir og
atburð hjá sama formanni.
Við at velja Sambands-
flokkin kanst tú føla teg
tryggan um ein varandi
ríkisfelagsskap.
Við Sambandsflokkinum
– ímóti loysing!
Viðmerkingar til Jóannis Eidesgaard
C
M
Y
K
41
40