Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2002síða 20

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 76 - 23. apríl 2002 Nr. 76 - 23. apríl 2002 39 VALGREINAR Hvat ætlar sambandsflokkurin í komandi lands- stýrissamgongu? Edva Jacobsen valevni Sambands- floksins í Eysturoy Ja til samband - nei til loysing. Sambandsflokkurin vil varðveita og út- byggja ríkisfelagsskapin við Danmark. Vit meta, at okkara viðurskifti verða best vard í samstarvi við aðrar. Tá ført verður fram, at vit onki vilja, so er hetta ikki rætt. Vit ynskja at fáa tey ríkisrættarligu viðurskiftini dagførd, har hetta er neyðugt, so tað ikki skal verða ivi um, hvør nú hevur ábyrgd av teimum ymisku málsøkinum. Vit vilja ikki bara gera broytingar fyri at gera tær, hóast hetta tykist at vera ein móta-sak hjá onkrum flokki. Rikisstuðulin er ikki olmussa, sum tey við undirlutakenslum vilja verða við. Anders Fogh Rasmussen, forsetisráð- harri hevur sjálvur sagt, at hetta er gjald til før- oyingar fyri arbeiði, sum vit gera fyri tann danska statin. Tær nýtist ikki at skammast av hesum. Varðveitan av vælferðarsamfelagnum Flokkurin hevur sum mál, at vit í Føroyum skulu hava sama livi- støði sum hini norðan- londini. Her verður hugsað um umstøðunar hjá teimum gomlu, teimum ungu barna- familjunum, ja hjá øll- um føroyingum. Tað hevur verið ført fram, at liviumstøðurnar í Føroyum ikki fara at lækka, men fara at verða á sama støði, um vit loysa. Tá vit sambands- fólk spyrja loysingar- fólkini, hvar 1,2 milli- ardin, sum kemur úr Danmark, kemur frá, hava teir onki svar. Hetta er ikki so løgið, tí her er onki svar. Av og á sigur onkur tó, at vit skulu líta á egna megi og mátt, men tað gevur ikki so nógv margarin upp á breyðið. Um vit fáa loysing, kemur ein stórur stættar- munur at verða í Føroy- um, tey ríku gerast rík- ari, og tey, sum hava havt tað trupult at fáa endarnar at røkka sam- an, klára tað als ikki. Eg havi í aðrari grein víst á, at tá liviumstøð- urnar í Føroyum lækka, flyta fólk av landinum, og tað gjørdu tey í kreppuárunum. Tá rýmdu heili 15 % av okkara lands- monnum til Danmarkar. Tað skulu ikki gerast nøkur vill prosjekt við okkara framtíð. Fíggjarligt skynsemi Sambandsflokkurin hev- ur altíð verið kendur fyri at vera ein flokkur, sum byggir á, at vit skulu hava ein varligan fíggj- arpolitikk. Tá vit skulu gera nøkur ting, so skulu vit hava pening til enda- málið. Fíggjarlógin hevur sum kunnugt eina út- reiðslusíðu og eina inn- tøkusíðu. Tí kunnu ikki øll vallyftini, sum eru givin, verða gjøgnum- førd. Peningur skal verða tøkur til endamál- ið, annars kann hetta ikki verða gjørt. Ein nýggj íløguætlan eigur at verða gjørd. Fyrsta mál, sum setast má, er, at skattur og av- gjøld ikki skulu hækka. Hetta eru nøkur av teimum málum, sum vit koma at arbeiða við tey komandi 4 árini í einum sambandslandsstýri. Sverre Midjord Valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy At vit hava eitt vælvirkandi sjúkrahús, er eingin loyna fyri okkum, ið búgva her í Suðuroynni, og kunnu vit her, takka okkara góða starvsfólki fyri, at so er. Tað var tí hugstoytt at hoyra, at løgtingið seinasta dagin lótu milliónir í eyka- játtanum til bæði Klaks- víkar sjúkrahús og Lands- sjúkrahúsið, uttan at eitt klovi tveyora varð játtað tí bíligasta rikna sjúkrahús- inum, nevniliga Suðuroyar sjúkrahúsi, her varð illa borið í hond, tí sjálvandi hevur okkara sjúkrahús eisini brúk fyri ískoytis játtan, vit minnast enn, hvussu leikur fórst fyri tveimum árum síðani, tá talan einans var um 700.000,- kr. Eitt er sikkurt, nógva ferðir eru 700.000,- kr. játtaðar í ískoytisjáttan- um síðani henda dag. Tað at hini bæði sjúkra- húsini hava fingið eitt eyka ískoyti, er alt í fínasta lagi, tey hava sannilgia eisini uppiborið eina størri játtan, so illa sum okkara sjúkra- húsverk er fyri. Tá hetta er sagt, so hvørki kann ella skal tað framyvir góðtak- ast, at okkara sjúkrahús, ið er einar 12-15 milliónir bíligari í rakstri á hvørjum ári enn t.d. Klaksvíkar sjúkrahús, verður útigloymt tá ið løgtingsmenn halda gildi. Verða vit ikki boðin við í gildi næstu ferð, so skulu vit við sum óinn- boðin. At fáa øll hesi við- urskifti uppá pláss, verður eitt av mínum fremstu krøvum, um eg verið valdur at umboða Suðuroynna eftir komandi løgtingsval. At vit her í oynni hava eitt vælvirkandi sjúrahús, eru vit nokk tey flestu á einum máli um, hetta er og verður okkara tryggleiki, vit hava jú ikki eins og flest onnur møguleika at blíva koyrd beinleiðis á okkara Landssjúkrahús, at sigla um Suðuroyarfjørð í ring- um veðri er ikki altíð tespi- ligt, tað vita jú øll. Viðvíkjandi læknaviður- skiftunum, so skulu viður- skifti fáast uppá pláss, bæði hvat viðvíkur kommunu- læknum og sjúkrahús- læknum, tað kann t.d. ikki góðtakast at Knud Steinø framhaldandi skal ganga einsamallur við ábyrgdini, her skulu tingini fáast uppá pláss. Valið er at verja borg, og tað fari eg at gera. Við sam- gongusamráðingum til eina komandi samgongu, vilja hesi viðurskifti verða sett frammalaga, tí sjúkrahús- verkið er ein heild og skal loysast sum ein heild. Hanna Jensen valevni Fólkafloksins í Eysturoy Tey, sum fáa ávirkan í framtíðini, eiga framvegis at virka fyri, at kvinnan í sama mun sum maðurin - við øllum teimum munum, sum eru millum kynini í huga - sleppur at føra síni ynski út í lívið. Kvinnur eigur at vera við í, at mynda samfelagið á øllum økjum. Á øllum arbeiðsøkjum, tær hava hug til, og harvið eisini á tí po- litiska pallinum, har av- gerðir, sum ávirka okkara samfelag í allar størsta mun, verða tiknar. Ein av fortreytunum, fyri at hetta skal bera til, er, at kvinnan hevur eitt frítt val. Tað fær hon til dømis : • um hugburðurin á ar- beiðsmarknaðinum er tann rætti, • um hon ikki er forðað í at fara út at røkja sítt ar- beiði, sína útbúgving vegna vantandi ans- ingarpláss og vantandi persónliga fíggjarorku til sjálv at loysa tann trupul- leikan á alternativan hátt, tá kommunan til dømis ikki megnar tað. • um hon ei heldur, av fíggjarligum orsøkum, er noydd út at arbeiða frá smáum børnum, hon sjálv ynskir at vera um. Hetta ljóðar kanska sum utopi, men fleiri av hesum viðurskiftum høvdu batn- að, fyri ikki at siga verið tryggjað við politikki Fólkafloksins. • Fyri tað fyrsta, kann eg nevna viljan til at arbeiða fyri eini hugburðsbroyt- ing á arbeiðsmarknaðin- um. Neyðugt er, at ar- beiðsplássini fara at føra ein starvsfólkapolitik, sum er familjuvinarligur, við flex-tíð, niðursettari tíð, møguleikanum at arbeiða heima osfr. • Fyri tað næsta kann eg nevna, at Fólkaflokkurin ætlar at lækka skattin, so folk hava meiri eftir av síni inntøku. • Fyri tað triðja, kann eg nevna tann dupulta botnfrádráttin fyri hjún, sum gevur tí einstøku familjuni betri møguleika at velja, á hvønn hátt hon fær kabalina til at ganga upp. Á henda hátt fáa familj- urnar ráð til at loysa ans- ingarspurningin á tann hátt, teimum dámar best. Tær kunnu velja, at annar hjúnafelagin verður heima og ansar børnunum. Ella um familjan nýtir peningin, til at gjalda fyri at hava ein persón í húsplássi, ella til alternativar hættir at skipa dagrøkt, barnagarð, úti- barnagarð, spælistovu osfr. Og her eiga kommunurnar at vera opnar fyri, at vera við til at loysa tann trupul- leika, vit kenna í dag, á nýggjar og møguliga bílig- ari hættir. • Hugskotið, um at pen- ingurin til barnaansing skal fylgja barninum heldur enn stovninum, hevði heilt vist verið eitt gjøgnumbrot í allari tilgongdini. www.hannajensen.subnet.dk Hans Jacob Hermansen valevni Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymi Okkara ungdómur er tað dýrasta, vit eiga. Kortini geva vit honum bara eitt lítið sindur av tí, honum tørvar, so at hann kann skapa sær eina trygga framtíð í einum góðum fólkaræði. Fleiri ferðir hava vit lænt føroyska skúlaverkinum út- lendskar lógir og fyriskip- anir og roynt at lagað tær til føroysk viðurskifti. Á pappírinum hevur hetta tikið seg væl út, men vit duga eftir øllum at døma ikki at rokna út fylgjurnar av hesum. Fleiri dømi eru um, at peningur er ikki settur av til tað, sum andin í lógini leggur upp til. Hetta er at halda skúlan fyri gjøldur. Sjálvstýrisflokkurin fer saman við teimum, sum dagliga starvast innan skúlaverkið, at royna at loysa henda trupulleika. Tað snýr seg ikki bara um pening, men eisini um gevandi samstarv og virðing fyri hvør øðrum. Vit skulu smíða føroyskar lógir til føroyingar, men við framhaldandi lestri uttan- lands fyri eyga. Eitt sunt fólkaræði við skúlaðum fólki, bæði á sjógvi og landi, borgar fyri tryggari framtíð fyri Før- oyar. Setið ein sterkan Sjálv- stýrisflokk inn á Føroya Løgting, tí svíkur miðjan, nytta endarnir einki! Valið er at verja borg Kvinnan Valið 2002 - stutt og greitt 3: Ungdómur og útbúgving VALGREINAR Heimastýrið tekur tryggleikan frá okkum Hildur Patursson valevni Tjóðveldisfloksins Ríkisrættarliga støðan her í Føroyum gruggar alt politiskt arbeiði. Tí má hon loysast fyrst av øllum. Tað er tí hana, hetta valið er um. Vilja vit vassa í hesum óloysta máli nógv ár aftrat? Ella ætla vit at gera nakað við tað? Góðar 100 milliónir burtur av blokkinum um árið komandi valskeiðið, so er heimastýrishaftið, sum vit sjálv hava vald á, burtur. Hetta er reinur og skærur veruleiki. Einki hokus pokus. Loysingin verður borin uppi av okkara egna dugnaskapi. Er málið fyrst sett, og so nágreiniliga sum hetta, loysa vit eisini kreftirnar til veruliga at reka politikk í Føroyum. Tá kunnu vit alt í einum raðfesta uppgáv- urnar og loysa tær, so hvørt sum vit semjast um mannagongdina. Eingin uttanífrá kann tá trýsta okkum at gera nakað annað, og eingin politikari í Føroyum nýt- ist aftur at ganga ta neyðarsligu gongd, at trýsta aðrar føroyskar politikarar, ella senda landsstýrismenn heim, tí at kravboð eru komin uttanífrá, at hann skal gera tað. Tað er so niðrandi, at tílíkt kann henda. Men vit hava máttin at steðga tí. Burtur við blokkinum. Alt valdið til føroyska fólkið. Tað skapar ábyrgd, álit, vilja og tryggleika. Heri Simonsen Eitt sera gott og menn- andi tjak hevur verið millum tveir gløggar menn. Mín góða kenn- ing, Thomas Arabo og mín góða vin, Ivan Eginson, um ferðavinnu og fullveldi. Báðir hava bestu góðynski fyri ferðavinnu okkara, men eru ósamdir um pall- in/rammurnar. Í fyrru væl skrivaði viðmerking síni, nevndi Thomas Vanuatu, sum eitt "ræðindi" dømi, um eitt ókent fullveldi við einari ógvuliga slakari ferða- vinnu. Um ferðavinnuna á Vanuatu er at siga, at har varð ein ræðuligur jarð- skjálvti í november 1999. Tað er soleiðis ikki ríkisrættarliga støða Vanuatu, sum er "orsøk in" til afturgongdina í vanuatisku ferðavinnuni. Vanuatu er eisini betri kent í Avstralia, Ný Sælandi, Fidji, Indonesia, Papua Ný Guinea, Malaysia og Filipsoyggjunum, enn Føroyar eru í evrope- iskum londum. Vanuatu er soleiðis betri kent í sínum heimsparti, enn vit eru í okkara heimsparti. Vanuatu hevur lima- skap í FN, IOC, IMF, WHO og 30 øðrum al- tjóða felagsskapum, sum Føroyar ikki eru námind av. Vanuatu eru ikki eitt "Folkesamfund", "Selv- styrende område" ella "Selfgoverning Pro- vince". Vanuatu vóru einaferð "Ný Hebrid- urnar", men nú eru tær yvir 80 oyggjarnar, "The Republic of Vanuatu!". Hetta hendi 30. juli 1980. Annars ein stór tøkk til Thomas og Ivan fyri øll tey góðu orðini, ið fullu um ferðavinnu Føroya. Mennast fer hon, men hvussu nógv? Arabo og Vanuatu (Ný Hebridurnar) Sylverius Jacobsen Valevni Javnaðarflokksins í Eysturoy Nú undan vali verður nógv tosað um bygging av røktarheimum – alt gott um tað. Neyvan verður nakar trupulleiki at manna hesi røktarheimini við búfólk- um, men hvussu verður at manna tey við røktarstarvs- fólkum so sum sjúkra- systrum, heilsuatstøðingum og heilsuhjálparum? Hetta eru fakbólkar í okkara samfelag, sum eru afturútsylgdir, tá hugsað verður um lønarviðurskifti, og tað kann væntast at verða truplari og truplari at nøkta tann vaksandi tørvin á hesum bólkum, nú so nógv arbeiði er í landinum og nú vit eru á gáttini inn í oljuvinnuna. Neyðugt verð- ur at løna hesum starvs- fólkum, so tey ikki leita sær í onnur størv. Neyðugt verður at hækka lønina hjá hesum bólkum munandi, um man ynskir at manna hesi røktarheimini við einum nøktandi talið av útbúnum røktarstarvsfólk- um. Umráðandi er , at tað ikki bara verður "focuserað" upp á teir fysisku karmar- nar, tá tosað verður um útvegan av røktarheims- plássum, men at man eisini tryggjar at røktin kann verða nøktandi til gagns fyri brúkaran. Undirritaði er kunnaður um frá starvsfólkum í økinum, at tað longu nú er sera trupult at fáa t.d. feriuavloysarar. Í Heima- røktini í Eysturoynni – øki 3, har 90-100 fólk starvast, bleiv søkt eftir feriuavloys- arum til í summar, og nevnast kann, at onki fak- lært fólk søkti hesi størv. Í hesum øki eru eisini 2 sambýlir. Ein orsøk til hesa gongd kann hugsast at vera, at yngra ættarliðið prioriterar ørvísi, tá hugsað verður um hetta at arbeiða í vaktum, t.v.s. at tey ynskja helst at hava eitt vanligt privatlív við síðuna av arbeiðinum. Innanfyri hetta yrki er tað arbeiði døgnið runt, og ofta verður arbeitt, tá restin av familjuni hevur frí, og har- næst er lønin als ikki nøktandi í mun til arbeiðs- tíð og arbeiðsbyrðu. Hettað er eitt álvarsmál sum Javnaðarflokkurin fer at arbeiða við um tit 30-04 vísa okkum tað álit. Hvussu manna vit røktarheimini við starvsfólkum? Jaspur Vang Valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Javnaðarflokkurin var til reiðar at lækka blokkstuð- ulin við 106 mió. krónum um árið. Fullveldisflokkarnir lækkaðu blokkstuðulin við 366 mió. krónum um árið. Gloymdu hesir flokkar tá pensionistar, sjúkrahús- verk, lands- og kommunu- skuld og at gjalda fyri gjørdar íløgur ? Javnaðarflokkurin og fullveldisflokkarnir. Í og við at Javnaðarflokk- urin var til reiðar at lækka blokkstuðulin við 106 mió. krónum um árið, meðan fullveldisflokkarnir lækk- aðu blokkstuðulin við 366 mió. krónum um árið, kann niðurstøðan einans verða tann, at hesir flokkar hava mett, at okkara samfelag ikki tørvar pening til at hækka eitt nú eftirlønirnar hjá teimum, ið løgdu lunnar undir vælferðarsamfelagið, til eldrarøkt og pening til at dagføra eitt nú sjúkrahús- verkið fyri. At hesir flokkar nú undan løgtingsvalinum latast gráta um lágu pensiónirnar, íløgutørv á eldra- økinum og íløgutørv innan eitt nú sjúkraverkið, kann tí einans vera krokodillutár. Sambandsflokkurin. Støðan hjá Sambandsflokk- urin hevur hin vegin verið - og er púra greið. Sam- bandsflokkurin tekur ikki vælferðarsamfelagið sum eina sjálvfylgju og vil tí virka innan fyri karmarnar av einum nýskipaðum ríkisfelagsskapi, har pen- siónir, eldrarøkt, útbúgv- ingarmøguleikar og sjúkra- húsverk er á sama støði, sum í øðrum pørtum av ríkinum, eins og lands- og kommunuskuld og gjørdar íløgur skulu gjaldast. Jógvan Arge Velevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Løgtingsvalið er eitt av- gerandi val fyri føroyingar. Valið stendur ímillum at halda fram ta sjálvstýris- tilgongd, sum vit eru farin undir, ella at steðga upp í heimastýri. Tjóðveldis- flokkurin er sannførdur um, at tað besta fyri Føroyar er at vera eitt sjálvstøðugt land, og vit eru øll komin væl áleiðis í okkara starvi. Leiðin fram móti fullari sjálvstøðu er, at føroyski búskapurin verður sjálv- berandi. Vit hava fingið skil í búskapin. Hann hevur aldrin havt tað so gott sum nú. Vit hava havt stór avlop á landsroknskapinum, hava stórt sæð ikki brúkt burtur av blokkstudninginum, og landið eigur 2,3 milliardir krónur í Landsbankanum. Vinnan hevur sjáldan gingið so væl sum í hesum árum. Hon blómar uttan studning úr landskassan- um, og serfrøðingar stað- festa, at føroyska fiski- vinnan er tann mest løn- sama og kappingarføra í Norðuratlantshavi. Tjóð- veldisflokkurin vil veita vinnulívinum tryggar karmar. Tað grør av sonnum um gangandi fót. Allir lønar- niðurskurðir eru burtur og pensjónir og aðrar veitingar eru hækkaðar munandi. Vit eru av álvara farin undir aftur ta uppbyggingarstarv, sum steðgaði við kreppuni. Vit seta trivnaðarmálini í fokus og raðfesta eldrarøkt- ina, ansingarmál, rættin til bústað og sjúkrahúsverkið. Tjóðveldisflokkurin er farin til val upp á løg- tingssamtyktina um sjálv- stýri Føroya fólks. Sam- tyktin er ein miðvís ætlan um, at føroyingar taka øll málsøkir upp á seg og minka blokkin samsvar- andi. Tá tað er gjørt, skal Føroya fólk taka støðu til framtíðina hjá Føroyum sum fullveldi. Tjóðveldisflokkurin stendur fyri politikkinum um einar frælsar og sjálv- berandi Føroyar. Vit standa fyri politikk- inum um eitt frælst og sjálvberandi vinnulív uttan politiska uppílegging. Vit standa fyri politikk- inum um ein samhalds- fastan vælferðarpolitikk fyri øll, sum byggir á tey virðir, sum okkara egna fólk skapar í sínari vinnu á sjógvi og landi. X við E Krokodillutár Frælsar og sjálvberandi Føroyar C M Y K 39 38