Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 76 - 23. apríl 2002 Nr. 76 - 23. apríl 2002 37 VALGREINAR Suðuroyggin ein oyggj Ólavur Rasmussen Valevni Tjóðveldis- floksins í Suðuroy Ein skal altíð vera varin at generalisera, men eg havi varhugan av, at nógvar góðar ætlanir eru farnar fyri bakka her suðuri av innanhýsis, lokari ósemju. Ikki tí, tíðirnar broytast og bara tað, at ungdómurin úr allari oynni savnast á einum miðnámsskúla, ger, at nógv gamalt agg fer í søguna. Og treyð- ugt so, samanhald, tvørt- ur um flokspolitisk og lokal mørk, hevur sanni- liga víst seg at bera ávøkst. Besta dømið um hetta man vera nýggja suðuroyarskipið. Latið okkum halda fast við hesa stevnu - so spyrjast úrslit burtur úr. Avbjóð- ingarnar fyri framman eru stórar og vit hava ikki ráð til at lata floks- politiska og lokala øvindsjúku forða fyri tiltøkum, allari oynni at gagni. Allir suðuroyingar eru samdir um, at infra- struktururin ella vega- sambandið í oynni er afturúrsiglt í mun til restina av landinum. Meðan Føroyar eystur og vestur um fá ár eru samanbundar, síggja vegirnir her í oynni fyri ein stóran part út, sum vegirnir norðanfjørs sóu út í sekstiárunum. Hesin trillubørupolitikkur má halda uppat, tí hetta er til stóran bága bæði fyri kappingarføri hjá vinnu- lívinum - og trivnaðin í oynni sum heild. Po- litiskir kandidatar kunnu geva gylt lyfti, men hesi lyfti hava einki trúvirði. Sannleikin er nevniliga tann, at eingin flokkur ger nakað einsamallur. Latið okkum tí øll taka lógvatak saman til tess at seta Suðuroynna á dagsskránna, ikki sum eitt neyðars útjaðaraøki, sum skríggjar eftir ol- mussu, men sum ein dynamiskan landspart í Føroyum. Ein lands- partur, sum dregur nógv virði uppá land, ein landspartur, sum um fá ár kann fáa ein so stóran búskaparligan týdning fyri føroyska fólkið, at vit ána tað ikki í løtuni. Her hugsi eg um olju- vinnuna. Vit kenna ikki fram- tíðina, men tað er nógv, sum bendir á, at olju- vinnan stendur í durun- um. Uttan Suðuroynna og hennara staðseting á kortinum var oljutil- fangið ikki á føroyskum, men bretskum hondum. Latið okkum tí standa saman sum eitt fólk um avbjóðingarnar. Líka- mikið hvussu ósamd vit eru politiskt, so eru vit tó samd um eitt, at fram- tíðin er okkara, og tað eru bara vit her suðuri, sum kunnu gera nakað munagott til tess at broyta um støðuna. Tí er tað umráðandi, at okk- ara politikarar her suðuri hava merg til at seta krøv til komandi sam- gonguskjal. Vinnulívin- um og øllum suðuroy- ingum at gagni. Og latið okkum ikki gloyma, at ein dynamisk Suður- oyggj merkir einar størri og sterkari Føroyar. Gott val. Heðin D. Poulsen Í okkara vælferðarsam- felagið skal eingin gloym- ast, ið krevur stuðul ella hjálp. Viðurskiftir teirra eldri átti á mangan hátt at verið betraði. Ein bólkur, ið hevur verið ov lítið umrøddur, eru Alz- heimers sjúklingar. Hesir sjúklingar hava serligan tørv, bæði viðvíkjandi bú- staðarkørmum og viðvíkj- andi røktarstarvsfólkum. Tørvurin eigur at verða havdur í huga, tá ið eldra- sambýlir, eldrabúðir og ellis- og røktarheim verða bygd í komandi árum. Tað er sostatt umráðandi, at áhugafeløg í mest møgu- ligan mun taka lut í ráð- leggingar- og avgerðar- mannagongdum, til tess at tørvurin hjá teimum eldru verður nøktaður best møguligt. At vita sær at øll tey eldru altíð eru í góðum hondum, átti at verið eitt mál hjá einum og hvørj- um,... tað er í hvørt fall eitt av mínum málum. Jógvan Páll Poulsen valevni Javnaðarfloksins – so er stórur vandi fyri, at tað verður selt fyri at fáa fullveldi, um sama samg- onga heldur fram. Um sitandi samgonga skuldi hildið fram aftaná komandi val, so eigur velj- arin at gera sær greitt, at fullveldisgongdin heldur fram. Í Fólkaflokkinum vóru fleiri røddir frammi um, at vit áttu at taka av eini skiftistíð uppá 4 ár, og Tjóðveldisflokkurin vil heldur hava loysing í dag enn í morgin, siga teir. Sitandi samgonga hevur gjørt stórt arbeiði, hvussu vit kunnu fíggja fullveldi. Teir hava virðismett allar almennnar og hálvalmenn- ar fyritøkur pluss onkran sjálvsognarstovn fyri at vita, hvat teir kunnu fáa fyri teir. Føroya Banki, Føroya Tele, Realurin, JFK, o.s.fr., skulu seljast, helst til útlendingar (í hvussu so er tær fyritøkur, sum kunnu geva nakað av sær), hinar kunnu føroyingar eiga eftir. Hetta er sikkurt góður fólkaflokspolitikkur, men passar hetta til Tjóðveldis- flokkin? Jú, tað sær soleiðis út, sum teir halda tað sama sum hinir, ið søgdu "hen- sigten helliger midlet", so er alt í lagi. Minnist til, hesar virðis- metingar eru gjørdar og klárar at fara undir, um so er, at teir skuldu fingið meiriluta eftir valið. Ein atkvøða fyri Javn- aðarflokkinum kann forða fyri hesum. Steindor Hjaltalin valevni Miðfloksins í Suðurstreymi At Miðflokkurin byggir á ta kristnu lívsáskoðanina, merkir ikki at vit hava ein politikk, ið ikki er nøktandi fyri samfelagið. Tvørturímóti hava vit ein politikk, ið byggir á trygga grund, nevniliga Guds orð. Sum øllum kunnugt hava vit nýtt hesi seinastu 4 árini við bert einum tingmanni, at víst á, at vit mugu ikki gloyma at hava Guds ætlan við í øllum viðurskiftum, eisini teimum politisku. Vit bjóða okkum ikki fram, tí at vit vilja sleppa at taka populerar avgerðir, men tí at vit vilja sleppa at taka tær neyðugu avgerð- irnar. Miðflokkurin sær tað sum sína skyldu at rudda upp í viðurskiftunum hjá teimum gomlu, og tí skal peningur setast av á hvørj- um ári tey næstu 4 árini til fleiri røktar- og búpláss. Vit hava ikki ráð at tosa longur, tí tað eru mong hjúnabond, ið eru um at fara í tvíningar av strongd og møði, tí tað ikki er møguligt at fáa røktar- ella búpláss til tey gomlu. Vit kunnu bert staðfesta, uttan at taka munnin ov fullan, at gomlu flokkarnir bert hava bygt røktarpláss upp undir val fjóðra hvørt ár. Gev tí Miðflokkinum møguleikan, so vit kunnu fáa sett ein veruligan eldra- politikk á stovn í Føroyum. Gott val. Tey eldru í fremstu røð Um arvasilvurið ikki blívur selt fyri at fíggja fullveldið… Ein heilsan frá Miðflokkinum til okkara gomlu Andrias Petersen Valevni Javnaðarfloksins í Eysturoynni Fyri nøkrum árum síðani virkaði hjálpitólarmiðstøð- in væl, men seinastu árini er fullkomin stígur komin í. Fólk bíða í mánaðir eftir hjálpitólum, sum skulu nýtast til persónliga røkt - ofta óhjálpin og seingjar- liggjandi fólk. Tá tey spyrja eftir hjálpitólum er svarið at umsøknin ikki enn er viðgjørd. Mítt uppskot er at lata heimarøktina - sum er vælvirkandi í dag - við seks økisskrivstovum, fáa tey mest vanligu hjálpitólini og útgerð, sum krevst fyri at røkta fólk heima, at umsita úti í økjunum. Hetta vil viðføra at starvsfólkið í heimarøktini dagliga kunnu taka tey vanligu hjálpitólini í nýtslu so hvørt sum tað gerst neyðugt. Fyri hjálpitólarmiðstøð- ina viðførir hetta at, tá allar hesar "smátingsumsøknir" eru farnar út av stovninum, so skuldi bori til at fingið tær veruliga kostnaðar- miklu og truplu umsøkn- irnar viðgjørdar skjótt og væl til gagns fyri brúkaran. Tað er jú hjálpitól tað snýr seg um og tað ber ikki til at bíða í mánaðir eftir hesum. Fáa skil á hjálpitólarmiðstøðina Valtilfar í Sosialinum Treytir fyri upptøku av valgreinum er, at tilfarið verður latið okkum sum teldupostur ella á diskli. Prísurin er hálvur lýsingarprísur. Fyri valgreinar á valsíðuni í Internet-Sosialinum er prísurin 50 kr fyri hvørja grein, um ikki onnur avtala er gjørd við flokkarnar. Sosialurin VALGREINAR Ger mentanina og listina meira viðkomandi fyri føroyingar Annika Olsen Valevni Fólkafloksins í Suðurstreymi Mentan og list eitt sjálv- skrivað fak í skúlunum Globaliseringin í net- verksamfelagnum gríp- ur alsamt meira inn í okkara samfelag. Tað er tí neyðugt at gera sær far um, hvussu vit best styðja og stuðla okkara mentan og list, soleiðis at tey ikki missa fóta- festið í tí nýggja rákin- um. Tað er tí týdning- armikið at okkara fólka- skúli og miðnámsskúl- arnir ganga á odda fyri mentunarligari og lista- ligari upplýsing. Víð- víkjandi tí nýggja rákin- um, so hevur kunn- ingartøknið fingið eitt fast pláss bæði í fólka- skúlunum og miðnáms- skúlunum, men hvar er upplýsingin um ment- anina og listina? Um vit skulu stuðla mentanini og tí skapandi listini, eiga vit fyrst og fremst at geva børnum okkara ein møguleika fyri at fáa eina frálæru um hetta økið í skúlunum. Tí eig- ur mentan og list eisini at verða eitt sjálvskrivað fak í fólkaskúlanum og miðnámsskúlunum. Um vit skulu gagnnýta KT og netverksamfelagið til nakað gott fyri ment- anina og listina er tað neyðugt, at hesi bæði økini vaksa upp saman í einum sameksistensi, har bæði verða priori- teraðið. KT kann gera nógv gott fyri føroyska mentan og list, t.d.kunnu vit gera Føroyar alsamt meiri kendar í altjóða høpi, og har kann net- listin verða eitt gott hug- skot. Vit mugu síggja fyrimunirnir og møgu- leikarnir í netverksam- felagnum ístaðin fyri at síggja tað sum eina hóttan. Ein mentunarligur verkstaður Tað er sum oftast ímill- um ungdómin, at ment- unarlig rák verða sett. Neyðugt er tí at stuðla teimum ungu kreativu kreftunum, vit hava her í samfelagnum. Ein háttur at gera hetta uppá er, at byggja ein mentunar- ligan verkstað, har ung, kreativ talentir kunnu menna teirra dugnaligu evnir. Talan kundi verð- ið um ein verkstað, ið hevði m.ø. tónleika- amboð, málningaam- boð, sjónleikaamoð og annað til taks. Eisini kundi hesin mentunar- ligi verkstaður verðið forum fyri ung, ið kundu borið fram teirra verkir, eitt nú málningar, yrk- ingar, bókmentir ella onnur evni av nýskap- andi karakteri. Kvøld- skúlin og musikskúlin gera nógv gott, men betur hevði verið at samla øll menta- og listahugaði undir eitt tak, sostatt at tey ungu kundu givið hvørjum øðrum íblástur. Fíggjarligur stuðul til menta- og listafólk Fyri at stuðla okkara mentan og list er tað sjálvsagt eisini neyðugt at játta pening til hetta. Umframt at tað almenna stuðlar mentan og list, kundi ein hugsa sær, at tann privati marknaðurin fekk størri leiklut í hesum sambandi. Danir hava skotið upp, at fyri- tøkur, ið keypa list skulu kunna trekkja hetta frá á sjálvuppgávuni, sostatt at ein eggjar fyritøkum til at stuðla listini og listafólki. Hesum leisti eiga vit føroyingar eisini at fylgja, sostatt at okkara mentan og list alsamt fáa betri karmar og viðurskifti at arbeiða undir. www.annikaolsen.net Anna Dam Valevni Miðfloksins í Suðuroy Í áravís varð tað hildið vera heilt natúrligt at einkar- rættur valdaði í Føroyum. Einkarrættur á tryggingar- økinum, einkarrættur á telefoniøkinum, einkarrætt- ur á útvarps- og sjón- varpsøkinum- og vit kundu hildið á. Ein kendur sam- bandsmaður, valdur á løgting av suðuroyingum, lovaði, at: "so longi je siti á løgtingi, skal eingin Hanus og Jenis fáa loyvi at senda útvarp í Føroyum". Hálvt ár eftir at hann gav hetta lyfti, fall hann á løgtingsvalinum, hann feldi jú sín egna dóm. Miðvíst fór Miðflokkurin til verka, setti fyrispurn- ingar á løgtingi, tók málið upp í nevndum, var við í orðaskifti í útvarpi og bløð- um, og okur eggjaðu trúgv- andi at biðja. Í dag kunnu okur øll njóta ágóðan av hesum virksemi floksins. Hvønn dag hoyrist Rás 2, eisini her suðuri hjá okkum, og spurningur er bara um dagar til Lindin, sum hoyr- ist í størsta partinum av landinum, eisini fer at hoyr- ast her. Av sonnum ein virðiligur varði eftir Miðflokkin, og góðar grundir til at velja øðrvísi hesuferð, at velja eitt Miðflokkaumboð at um boða Suðuroynna á tingi. Ása Olsen valevni Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreym Tað er ein sannroynd, at útboð, eftirspurningur og reallønin hava nógv at siga fyri prísleguna. Vit kunnu bert minnast til støðuna, ið var undir kreppuni, har nógv hús vóru seld á tvingsilssølu, og tann støðan, har føroy- ingar í hópa tali fluttu av landinum. Hettar førdi við sær, at nógv hús stóðu tóm kring landið. Eisini ávirkaðist prísleg- an av, at hús frá einum degi til annan vóru niðursett í virði soleiðis, at hús eitt nú í Havn, ið vóru bygd/keypt fyri yvir millión, vóru niðursett til 5-600.000. Orsakað av arbeiðsloysi hesi árini, so var keypi- orkan sera avmarkað. Við einum stórum útboði, men lítlari keypiorku millum fólk, so vóru tað nógv, ið fingu keypt sær hús fyri sera lágan prís. Í 1997 byrjaði gongdin at broytast, og fólk byrjaðu at flyta aftur til landið. Hettar gjørdi, at eftirspurningurin eftir húsum vaks, og við einari øktari realløn byrj- aðu prísirnir so við og við at hækka soleiðis, at vit í dag hava somu príslegu sum áðrenn kreppuna. Tað er ein sannroynd, at serliga í Havn er eftirspurn- ingurin eftir húsum/íbúðum sera stórur, og ger tað, at prísirnir bara vaksa. Her eigur nakað muna- gott at gerðast, og eru tað fleiri møguleikar. Ein kann t. d. geva fólki møguleika fyri at útleiga part av húsunum skattafrítt, tó skal ein tá syrgja fyri, at leigan verður rímulig, so sleppast kann undan spekulatión. Ein annar møguleiki er alternativ bygging, har leiguíbúðir verða bygdar og útleigaðar fyri ein rímiligan prís. Vit mugu eisini minnast til, at vit í dag eru á gáttini til eina oljuvinnu, ið kann ávirka húsaleigu prísin enn meiri, og tí er tað umráð- andi, at nakað verður gjørt nú. Birgir Mohr valevni Javnaðarfloksins á Sandi Er eitt av aðalmálunum hjá Javnaðarflokkinum. Ein fyritreyt fyri hesum er, at vinnulívið hevur góð- ar og fastlagdar karmar at virka undir. Eitt sunt vinnulív, rikið á handils- ligum grundarlag, eigur at geva arbeiðið til allar vinnuførar hendur í Før- oyum. Støða okkara í Javnaðar- flokkinum er, at tað al- menna skal ikki blanda seg í raksturin av vinnuvirkj- um, og at øll virkir skullu hava somu treytir at virka eftir, uttan mun til um tey eru ogn hjá einstaklingi, samtaki ella í almennari ogn. Eisini hevur Javnaðar- flokkurin tað støðu, at tað almenna kann taka um endan har tað privata ikki røkkur. Serliga um útlit eru fyri, at stór almen virðir standa til at fara fyri skeyti. Tað seinasta hendi, tá kreppan leikaði harðast í níti-árunum. Ein avleiðing av hesum er, at tað almenna eigur so stóran part av vinnuvirkjunum í Føroy- um. Ein partur av hesum virkjum vil Javnaðarflokk- urin vera við til at pri- vatisera aftur, men skal tað gerast varliga og til fullan prís, soleiðis at eigarin fær pening sín aftur við rentum. Tað er av týdningi, at førdur verður ein politikkur ið gevur arbeiðið til allar Føroyingar. Hinvegin er tað líka umráðandi, at hava ALS-grunnin væl fyri, soleiðis at øll fáa til lívsins uppihald, um tey yvir styttri ella longri tíðarskeið gerast arbeiðsleys. Tað var Javnaðarflokk- urin sum, í 1990, setti ALS- grunnin á stovn, saman við Fólkaflokkinum, ásannandi ta tá hóttandi kreppuna, og hollur gjørdist hesin grunn- ur Føroyum og Føroyingum tá. Nú tíðirnar eru góðar, ræður um at stimbra hend- an grunnin sum best, soleiðis at hann kann standa ímóti, um aðrar tíðir koma. Vit Føroyingar vita av royndum, at búskapar- liga gongdin skjótt kann venda. Javnaðarflokkurin fer altíð at føra ein politik, ið vil geva mest møguligt arbeiðið og besta ágóða til ta arbeiðandi fjøldina, og arbeiði til allar vinnuførar hendur. Fólkið fyrst, tað vil Javnaðarflokkurin. Veljið Javnaðarflokkin Lurta – og tú hoyrir dagliga úrslit av politikki Miðfloksins Búskaparstøða Arbeiði til allar hendur! C M Y K 37 36