týsdagur 23. apríl 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
35
VALGREINAR
Arbeiðsmarknaðar-
politikkurin skal
dagførast í næstu
tingsetu !
Joan Ziskason
valevni hjá Javnaðar-
flokkinum í Suður-
streymoy
Javnaðarflokkurin hev-
ur, sum einasti flokkurin
til hetta løgtingsvalið,
ítøkilig uppskot, hvussu
hesar lógir skulu dag-
førast:
• Vanlukkkutrygging-
arlógin
• Dagpeningalógin
• Semingslógin
Umframt uppskot uppá
loysn á hesum málum:
• Eftirlønin
• Arbeiðsloysisskipanin
• Arbeiðsumhvørvið
• Brúkaramál
jozi@post.olivant.fo
Sverre Midjord
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðuroy
Nú Smyril fer í dokk, hevur
Strandferðslan sett eitt skip
inn, sum ikki á nakran hátt
nøktar tann tørvin, sum
okkara virkir hava krav
uppá.
Tað er uppá tíðina, at
okkara fólkavaldu umboð
gera vart við hesi viður-
skifti og krevja, at vit í
Suðuroy fáa sømulig viður-
skifti. Skyldurnar kenna vit
og gera vit, krøvini frá tí
almenna verða fylgd, tey
finna fram til okkara, men
rættindi sum samfelags-
borgarar tey eru heldur
smálig, tað er heldur forð-
ingar enn rættvísis sømdir.
Tað verður sett eitt skip
inn, sum siglir seinri enn
Smyril og sum ikki á
nakran hátt nøktar tørvin.
Tað er ikki bara átaluvert,
tað er skaðiligt fyri fiska-
ídnaðin her hjá okkum.
Tað at Strandferðslan
ikki fann annað skip til at
røkja hesa sigling nøktandi,
til avloysing av tí sigling,
sum Smyril røkir, tað kann
ikki
góðtakast.
Suður-
oyggin hevur ikki flutt seg,
so teir kendu viðurskiftini,
men teir lata sum einki, tað
at teir ikki funnu annað
skip er beinleiðis undan-
støkking, sum ikki kann
góðkennast.
Teir hava havt meira enn
eitt ár at finna avloysara
skip, so tíðina hava teir
havt, ístðain fyri at betra
um viðurskiftini, so lata teir
bert standa til, tað er greitt
at tað eru nógv ting sum
skulu fáast uppá pláss.
Siglingin um suðuroyar-
fjørð er eitt, hetta skal ikki
endurtaka
seg.
Strand-
ferðslan er ein almennur
stovnur og skal røkja alt
samfelagið og ikki sum nú,
bert lata standa til tá tað
viðvíkur Suðuroy.
Eg fari sum tykkara
umboð, at fremja tiltøk til
bata fyri Suðuroynna.
Aftur eitt skot fyri bógvin hjá vinnuni í
Suðuroy
Ása Olsen
valevni Sjálvstýrisfloksins
í Suðurstreymoy
Orðið
frælsi
verður
nógv nýtt í hesum døg-
um.
Onkur setur orðið í
samband við ríkisfelags-
skapin. Men hvat merkir
orðið frælsi? Sambært
føroysku
orðabókini
merkir tað at verða fríur.
Tá ein tosar um at
verða fríur, so merkir tað
heilt einfalt, at ein ong-
um skyldar nakað, ella
at ein ikki er bundin av
nøkrum, ið kan stilla
krøv til ein, tað er frælsi.
Um eg skyldi t. d.
einum banka pening, so
kann hesin bankin seta
mær krøv, í samband við
mína skuld.
Nú skrivingin er í
hæddini um samband
ella loysing, so mugu vit
minnast til, at vit kunnu
ikki tosa um frælsi, um
vit skulu byggja okkara
framtíð uppá tað, danir
vilja gjalda. Fíggjarligt
frælsi fáa vit bert við
sjálvi at klára at gjalda
tað, okkara landshúsar-
hald kostar.
Vit kunnu nýta nógv
ymist fyri at verja okk-
ara støðu, fyri ella ímóti
ríkisfelagsskapi,
men
tað er ein sannroynd, at í
dag ráða vit ikki í egnum
landi.
Við at yvirtaka stig
fyri stig øll málsøkir,
kunnu vit tosa um frælsi,
so hvørt vit sjávi kunnu
gjalda
kostnaðin
av
teimum yvirtiknu máls-
økjunum.
Tí er einasta gongda
leið til frælsi, stig fyri
stig politikkurin hjá
Sjálvstýrisflokkinum.
Velji
ein
sterkan
Sjálvstýrisflokk inn á
ting.
Frælsi?
Katrin Jønsson
Valevni Javnaðarfloksins í
Eysturoy
Tá ið ein er komin í tað
støðu (orðsøkirnar kunnu
vera so nógvar), at einasti
rætti bústaðurin er á einum
røktarheimi, so duga vit
nokk ikki heilt at ímynda
okkum, hvussu ringt tað
følist at fáa at vita .
"Tað er onki pláss til tín"
Ein sera vónleys støða at
koma í, hjá tí,ið hevur brúk
fyri røktarheimsplássi.
Bráðfeingis tørvurin á
Røktar-
&
Ellisheims-
plássum er sera stórur, tí
ætlar Javnaðarflokkurin at
arbeiða fyri at neyðugar
íløgur verða gjørdar, so at
160 pláss skullu verða tøk
komandi 4 árini.
Landskassans partur av
íløguni verður uml. 80 mill.
kr. í 4 ár og fer Javnaðar-
flokkurin at veita komm-
unum trygd fyri, at Lands-
kassans partur av íløgum
og rakstri verður játtaður.
Vit mugu ásannað at
verandi Landsstýrið hevur
raðfest slíkt ógvuliga lágt,
tí ikki eitt røktarheims
pláss er komi aftrat hesi
seinastu 4 árini.
Tey gomlu hava verið við
til lagt grundarlag undir tað
samfelag vit í dag nýta gott
av.
Tey góvu alt!
Lat okkum vera við til ay
geva teimum eitt so gott lív,
sum tað nú ber til at fáa,
hóast sjúku og elli.
Javnaðarflokkurin er ein-
asti flokkur ið kemur við
ítøkiligari ætlan á hesum
øki, onnur meina at okkurt
má henda hvat tað so er.
Víð at velja Javnaðar-
flokkin til Løgtingsvalið
tann 30. apríl, er tú við til at
hjálpa okkara gomlu og
sjúku.
Gott val!
Tað er onki pláss til tín!
Poul Michelsen
Valevni Fólkafloksins
„Ein sunn sál í einum sunn-
um likami" er eitt orðatak,
sum verður brúkt í sam-
band við ítrótt, og ítróttar-
avrik. Ongin ivi skal vera
um, at hetta er so satt, sum
tað er sagt. Er sálin í
javnvág og kroppurin røkt-
ur er avrikskraftin størst.
Hetta orðatak kann lætt-
liga førast yvir á øll onnur
avrikshugtøk tað veri seg
mentunarlig,
politisk,
vinnulig, tjóskaparlig v.m.
Útgangstøðið er altíð tað,
at ongin er minni, enn hann
ger seg sjálvan. Tað snýr
seg um at meta sín egna
førleika, seta sær nøkur mál
og royna at røkka teimum.
Vert er – í hesum sam-
bandi – at hugsa um, hvat
sváru kreppuárini høvdu
við
sær.
Trygdin
frá
ríkisfelagsskapinum
var
burtur, sama trygdin, sum
javnaðar- og sambands-
flokkurin ídag kappast at
selja føroyingum.
Vit tóku í egnan barm,
mettu um førleika okkara
og settu út í kortið. Og fyri
fyrstu ferð í søgu føroy-
inga, vóru allir føroyingar í
sama báti, og við góðum
áralag smeyg báturin sær
gjøgnum vandasjógv inn á
slættari sjógv. Egin megi og
máttur vísti seg at røkka, og
framd avrik standa sum
varðar á leiðini. Avrik
sprottin úr eini heilhjart-
aðari sál í javnvág og egnari
megi.
Men vandi er í allari
vælferð. Við góðari hjálp
frá donsku javnaðarstjórn-
ini og nú vinstrastjórnini
hevur tað eydnast javnaðar-
og sambandsflokkinum aft-
ur at grugga føroyskan
politik og føroysku sálina
soleiðis, at málið nú aftur
er támut. Tað snýr seg aftur
um, hvat vit kunnu fáa og
ikki forvinna. Orkan, sum
bleiv brúkt til at menna og
styrkja føroyska samfelag-
ið, verður nú brúkt uppá
innahýsis klandur. Ringt
áralag og ongin kós.
Aftur snýr tað seg um at
spjaða ómegn og mistreysti
– ein politiskur perivell-
ingur sum sæst aftur í
teimum vallyftum, sum
givin verða frá sambands-
flokkunum. Næstan alt ber
til, og har sum afturhalds-
flokkarnir ikki røkka, taka
tey einstøku valevnini yvir.
Lyftini skulu tryggjast av
dønum. Í Danmark sita
Rasmussen og Rasmussen
og gníggja hendur og fáa
sær ein vælfortjentan látur.
Bert teir vita, hvat trygdin
er verd, og bert teir vita,
hvat ríkisfelags- skapurin
stendur fyri.
Tá lagna føroyinga skal
avgerast sita Rasmussen og
Rasmussen báðu megin
borðið - ímeðan kunnu vit
sleppa at spæla fólk í húsi.
Halda sambandsflokk-
arnir at føroyingar longu
hava gloymt kreppuna, og
gloymt tann førleika, sum
ein virðilig tilvera kann
skapa okkum ? Alt hetta fáa
vit svar uppá 30. apríl.
Mítt álit á føroyingin er
tó
at
hann
dugir
at
gjøgnumskoða avleiðing-
arnar av aftur at duva uppá
danska trygd. Mítt álit á
føroyingar er, at vit síggja
ríku møguleikarnar, vit
sjálvi eiga í landi og fólki.
Mítt álit er, at føroyingar
vita at ræðuspáanir frá
sambandinum
ongantíð
hava fingið rætt, men at
allur framburður í Føroyum
er sprottin úr tí framdrift,
sum sjálvstýrishugsjónin
ber í sær – " ein sunn sál í
einum sunnum likami".
Tá mál skulu røkkast
VALGREINAR
Atli Hansen
Valevni fyri Sambands-
flokkin í Eysturoy
Hesa seinastu tíðina hava
bæðið Fólkaflokkurin og
serliga Javnaðarflokkurin
havt eitt gott eyga til fólkið
á sambandsskútuni. Hetta
er gott fólk, vita teir, og
javnan er at frætta í fjøl-
miðlunum, at manningin
bara veksur.
Teir dyrgja framvið -
hvør í sínum borði - og
royna sum Sirenurnar á
sinni við sínum lokkandi
tónum at draga sambands-
fólki yvir á teirra skútu.
Men teir gera rokning
uttan vert. Sambandsfólk
skiftir ikki hýru millum
hvønn túr. Tey eru støðu-
føst og fara avstaðaftur túr
um túr - eisini sjálvt um
síðsti túrur kanska ikki
royndist so væl. Tey vita
hvønn veg, leiðin gongur
og at vit helst fáa túr inn
hesaferð eisini.
Sambandsflokkurin hev-
ur fasta kós og er kjølfestur
við teimum bestu virðum í
okkara fólki. Hann er ikki
til at koma uttanum í po-
litiskum
samgongum.
Hann liggur fastur fyri
sínum akkeri og er altíð til
reiðar at hála hinar flokk-
arnar á beint aftur tá íð teir
sveiggja ov nógv til síðis.
Og tað er neyðugt at hava
Sambandsflokkin við í eini
komandi samgongu, tí har
er nógv at taka upp og rætta
inn.
Góðu sambandsfólk! Tað
hevur helst ongantíð fyrr í
Føroya søgu verið so
umráðandi at halda fast um
sambandshugsjónina og at
fara á val og geva seg til
kennar sum sambandsfólk.
Vit tóku okkum saman til
fólkatingsvalið og tað ber
til at taka seg enn meira
saman einaferð afturat og
vísa fullveldisfantastunum,
at Føroya fólk í hvussu so
er ikki tekur undir við teirra
eksperimenturm. Teir spæla
við eld, men hava ikki
tamarhald á støðuni.
Ein krossur fyri Sam-
bandsflokkin er eitt JA til
ríkisfelagsskapin
-
ein
trygg lega, haðani vit sum
ríkisborgarar hava møgu-
leikar sum heimsborgarar.
Vit rúmast ikki í einum
fullveldi. Har er ov trongt
til okkum.
Kaj Leo Johannesen
Valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymi
Miðskeiðis í ár 2000 kunn-
gjørdi landsstýrið: vegna
Fólkaflokkurin
Anfinn
Kallsberg Løgmaður vegna
Tjóðveldisflokkin Høgni
Hoydal, landsstýrismaður,
og vegna Sjálvstýrisflokkin
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, Føroya
fólki soljóðandi: "Ein
avgerandi fortreyt fyri at vit
kunnu taka politiska ábyrgd
er, at vit verða loyst úr teirri
búskaparligu og politisku
bindingini, sum blokk-
stuðulin hevur við sær". Og
"í ár verður bert ein trið-
ingur av danska studning-
inumbrúktur í samfelag-
num".
Fólk verða biðin leggja
sær hesi orð í geyma !
Í ár 200l kom so lands-
kassaroknskapurin fyri ár
2000 út, og hann vísir svart
uppá hvítt, at landskassin
hetta árið hevði eitt brutto-
kassaundirskot
upp
á
300.188.000,00
krónur,
sum varð fíggjað við nýggj-
um 300-milliónaláni til
landskassan.
Hvar teir óbrúktu 2/3 av
tí "danska studninginum"
eru goymdir, mugu vit fáa
at vita.
Í hesum sama ári við 300
milliónum í kassahalli fekk
landskassin fylgjandi upp-
hæddir úr ríkiskassanum:
Blokkstuðul
973 mill.
Endurgjøld
15 mill.
Yvirskot frá National-
bankanum
25 mill.
Tilsamans
1.013 mia.
Hóast hetta so hevur meiri-
lutin í løgtinginum:
Tjóðveldisflokkurin,
Fólkaflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin gjørt av, at í
ár 2002 skal stuðulin úr
ríkiskassanum minkast við
366 milliónum. At verandi
samgonga er ein hóttan
móti vælferðar samfelag-
num, dugur hvørt mans-
barn at síggja, og skulu vit
sleppa undan boðabrotum í
bæði borð, er bert eitt at
gera:
vel Samband sett krossin
á lista B.
Jákup Lamhauge
Valevni Sambandsflokksins
í Eysturoy
Aftur til løgtingsvalið hesa-
ferð tekur Fólkaflokkurin
fram gomlu mappuna við
vallyftum sum nýtt hava
verið at egna við í minsta
lagi seinastu 30 árini.
Ein av hesum beitum,
sum føroyingar í dag meta
sum sjórikið agn, er táta
fólkaflokksins um skatta-
lætta.
Ein má hava loyvi at
spyrja um ein polittiskur
flokkur - sum seinasti fýra
árini hevur átt løgmann og
harvið havt landsins leiðslu
um hendi - kann loyva sær
at
undirmeta
føroyska
veljaran so stórliga sum
talan í veruleikanum er um.
Um vit t.d.taka 30 sein-
astu árini, so hevur ongin
polittiskur flokkur í Før-
oyum sitið so langt áramál í
landsstýrissamgongu sum
júst Fólkaflokkurin Og ikki
bert hetta, at fólkaflokurin
hevur sitið í samgongu í
langt áramál, men Fólka-
flokkurin hevur sanniliga
eisini sitið í lyklastøðum tá
um skattamál hevur verið
um at røða - m. a. við at
sami flokkur í fleiri um-
førum hevur umsitið fíggj-
armál eins og løgmans-
embætið.
Sum nevnt omanfyri, so
hevur Fólkaflokkurin und-
an hvørjum vali seinastu 30
árini lovað føroya fólki
skattalætta,men
higartil
hava royndirnar víst, at
talan bert er um tóm orð -
skattalætta kenna fólk sera
lítið til.
Tí eru tað mong í dag
sum spyrja um tað ikki
hevði verið meira hóskandi
fyri
Fólkaflokkin, at hann
gevst við at halda fólk fyri
gjøldur og ístaðin mælir
føroya fólki til at bíða til
fólkið hevur valt aðra
manning at taka við land-
sins leiðslu - eina manning
sum gjølliga tekur øll mál
upp til viðgerðar - herundir
eisini
spurningin
um
møguligar skattalættar.
Sambandsflokkurin – tað trygga – akkerið
í føroyskum politikki
Hvat er rætt
Fólkaflokkurin og skattalætti???
Útbúgving – eitt
tilboð til øll
Eyðna Vidtfeldt
valevni Sambands-
flokksins í Sandoynni
Fleiri av skúlunum kring
landið eru so illa farnir
og illa útgjørdir, at um-
hvørvið beinleiðis er við
til at tarna lærumøgu-
leikunum hjá næming-
unum.
Í dag er sjálvur skúlin
ábyrgd kommunurnar at
halda viðlíka - ella at
byggja nýggjan - men
tað eru kommunur, ið
ikki megna hesa skyldu,
tí tær eru bundnar av
skuld, ella hava priori-
tera onnur byggistig
framum, og tí ikki bú-
skaparliga makta at seta
eina slíka ætlan í gongd.
Eg meti, at hesi viður-
skifti eru so altavgerandi
fyri víðari útbúgving hjá
hesum næmingum, at
ein loysn á henda trupul-
leika hevði verið, at
býtið millum gjaldið hjá
kommunu og landið
bleiv broytt, so at landið
í hesum førið kemur at
gjalda størra partin av
hesi íløgu.
Børnini eru okkara
framtíð, og um tey ikki
fáa virðulig kor rundan-
um henda grundarstein
til lívið, er stórur vandi
fyri at tey missa hugin
til víðari lærdóm, og tað
verður í síðsta enda ein
missur hjá landinum av
útbúnum fólki!
Sambandsflokkurin
vil at øll skulu hava eins
góðan møguleika at fáa
ynsktu útbúgving - við
hesum sikra vit, at øll
hava møguleika at røkka
hesum málið!
Niels Th. Pedersen
Valevni fyri Norðstreym
Tit eru sum oftast nýút-
búgvin.
• Tit stovna familju.
• Tit skulla seta tykkum
í búgv.
• Tit stovnseta møguliga
tykkara egna virkið.
Til alt hetta krevst fíggj-
arlig trygd, treysti, trivni
og áræði, men tað er
eingin forðing.
Ein skal forsvarað,
lestrarlán,
sethúsalán,
barnaansing og møgu-
liga startkapital til virk-
ið.
Hetta krevur í flestu
førum, at bæði foreldur
eru í løntum arbeiði.
Skatturin og avgjøld
eru sum er ov høg.
Er tað so rætt, at tað
skula leggjast enn størri
byrðar á hesar herðar,
sum framman undan eru
niðurtyngdar av avgjøld-
um og skattum?
Nei!
Tí niður við skattinum
til 35%,og fá ein glaðan
arbeiðssaman ungdóm,
sum hevur nakað at
síggja fram ímóti, tá ið
hann møtir til arbeiðis.
Tit skulu jú liva eitt
virðiligt lív eftir arbeiðs-
aldurin.
Vel tí ein sterkan
Fólkaflokk á Ting tann
30. apríl, tí hann vil
hjálpa tær.
Gott val! Við Fólka-
flokskvøðu.
Unglingar og
familjur,
sum seta búgv
C
M
Y
K
35
34