Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 76 - 23. apríl 2002 Nr. 76 - 23. apríl 2002 33 VALGREINAR Ráfiskur og ES Kaj Leo Johannesen Valevni Sambands- floksins í Suðurstreymi Ì tí politiska tjakinum, hevur alt ov lítið verið um tey arbeiðspláss, sum viðgera fiskin áðrenn hann fer til útflutnings. Harafturat hevur so at siga onki verið um ES og tørvin á einum upp- byggjandi tjaki um hendan spurningin. (ES skapar jú okkara vælferð í stóran mun.) 1. Lat okkum lýsa støðuna hjá einum føroyskun fiskakeypara, ið skal viðgera/hagreiða fiskin í Føroyum til útflutnings. a) Vit fáa ikki keypt skildan fisk sum kapp- ingarneytar okkara í útlandinum. b) reiðarin eigur 100% av fiskinum, sjálvt um 30% standa í lógini skal út til fría sølu. (Hann kann altíð taka sølurnar aftur.) Fiskurin, ið fer heilur út av landinum (44% av hýsuni frá jan-okt. 2001.) Meginorsøkin er, at vit ikki keypa hana skilda sum enskar fyri- tøkur gera á fiskamarkn- aðinum har. Hví skulu vit í okkara lóggávu beinleiðis taka arbeiði frá føroyskum verkafólki marginal- framleiðslu í UK?? Grundað á omanfyri- standandi fáa føroysk virkir og føroyskar sølu- fyritøkur verri við at fara út á marknaðin og gera sáttmálar til teir bestu prísirnar,men mugu ístaðin liggja sum á spot-marknaðinum. Tvs. at vit eru verri fyri í kappingini um teir góðu prísirnar. Hvør vinnur í hesum hesum høpisleysa meldrinum av mangl- andi lóggávu, sum í verunleikanum ger okk- um til eitt u-land (út- flytarar av rávøru?) Tað er ongin vinnari - bert ein tapari, og tað er øll tjóðin. Um ES er at siga: Upplýsing og aftur upp- lýsing, tí hetta er ein felagsskapur við fleiri fyrimunum enn vansum, tá iðtalan er um útjað- araøkir. Hygg eftir Ìrlandi í dag. Ì fullum blóma. Hygg eftir Spania, hvørs íbúgvar hava hægri disponibla inntøku enn eitt nú danir. ES skapar karmar um íløgur, sum kunnu vera við til at skapa eina vælferð ogharvið eftir- spurning eftir vørum og tænastum. À henda hátt skapar ein marknaðir fyri vørum og tænastum, sum ein annars ikki hevði kunnað selt til. Hví víðkar ein karm- arnir eystureftir? - júst fyri at fáa fleiri mark- naðirvið keypiorku, soleiðis at limirnir í felagsskapinum kunnu økja um sína egnu vælferð í komandi tíð- um. Harafturat hevur ES eina kappingarlóggávu um monopol/kartellir vm, hvørsumsiting er sera virkin (bøturnar til SAS og Mærsk eru bara dømir). Her í Føroyum rópa vit upp um fullveldið, meðan norskar fyritøkur seta segmeira og meira á okkara virðir á havinum og aliringum, meðan íslendarir taka yvir virðini á detailhandl- inum á landi. Føroyskt lógarsmíð er afturútsilgt Eg eri bangin um, at heilt fáir privatir per- sónar koma at eiga øll virðini í hesum landin- um, ella eru skutils- sveinar hjá útlandinum. Virðini vilja ikki koma føroyinginum í Føroyum til góðar, tí at allir karmar eru opnir fyri tí øvugta - vit hava jú onga kappingarlóg, sum vil nakað. Her kundu vit lært av ES. Lisbeth L. Petersen Sambandsflokkurin Í valsendingini í Útvarpi Føroya sunnudagin, vísti Fólkaflokkurin sítt rætta andlit, tá hann í eini roynd at bjarga miseydnaða fíggjarpolitikkinum hjá sitandi samgongu, legði undirritaðu undir at hava sagt í eini sjónvarpssend- ing, at ætlanirnar um fast samband um Leirvíksfjørð skuldu útsetast. Tann, sum sá sjónvarps- sendingina, kann vátta, at undirritaða legði dent á, at samtyktu íløguætlanirnar fóru at verða truplar at fíggja, av tí at sitandi sam- gonga hevði sett inntøku- grundarlagið hjá eini komandi samgongu í vanda. Sambandsflokkurin ynskir ikki at lumpa veljaran, og tí hava vit ikki sett tøl á valynskini. Vit eru í iva um fíggingina av komandi íløgum og rakstri, tí fíggjarligu útlitini eru ivasom. Ongin skal tó vera í iva um, at verður búskapar- vøksturin tann, sum henda samgonga hevur boðað frá, so verða møguleikar til at fíggja bæði nýggjan Smyril og fasta sambandið um Leirvíksfjørð, og tað hevur Sambandsflokkurin eisini tikið undir við og atkvøtt fyri. At samgonguflokkar nú skulu skumpa sína ringu samvitsku yvir á aðrar sum eina umbering fyri sín egna politikk, verða teir sjálvir at greiða. Verða fíggjarligar møgu- leikar at realisera íløgurnar, so fer Sambandsflokkurin sjálvandi at fullfíggja tær, men í mun til hinar fer flokkurin ikki til val uppá tóm og órealistisk vallyfti, og tí hava vit lagt dent á ikki at fjala veruleikan. Veljarin skal altíð vita, hvar hann hevur okkum í Sambandsflokkinum, og at útreiðslur og inntøkur skulu samsvara, er eitt av høvuðssjónarmiðum flok- sins. Tí skulu norðoyingar ikki trúgva umberingum frá samgonguflokkunum, men heldur lurta eftir realistisku ætlanum Sambands- floksins. Fasta sambandið um Leirvíksfjørð fer at stimbra vinnuna, og ein av upp- gávum okkara er at gera karmar, so vinnan kann mennast. Karl Heri Joensen valevni Sjálvstýrisfloksins í Norðuroyggjum Fleiri ferðir hevur verið at sæð undir hesum valstríð- num, at løgtingið eigur at áleggja kommununum at tær veita ansingartrygd til børn. Ein tann seinasti, ið hevur ført hetta fram, er bygdarráðsformaðurin av Strondum, sum er upp- stillaður í Norðuroya val- dømi. Barnaansingarøkið hevur inntil fyri 2 árum síðani verið felagsmál millum land og kommunur. Skip- anin tá var, at skuldu íløgur gerast til ein ansingarstovn, rindaðu landið og komm- unan hesa útbygging. Viðvíkjandi rakstri var býtið soleiðis, at landið rindaði 40 %, kommun- urnar 30 % og foreldrini 30 %. Nú kommunurnar hava yvirtikið barnaansingar- økið, rinda tær fult og heilt allar íløgur á hesum øki, meðan raksturin verður býttur millum foreldrini og kommunurnar, við ávíka- vist 30 og 70 %. Ein av orsøkunum til at kommunurnar so grammar yvirtóku barnaansingar- økið var, at meðan bíðilist- arnir um alt landi vóru uppá nógv nógv hundrað børn, vildi landið ikki raðfesta íløgur til neyðugar útbyggingar. Síðan komm- unurnar yvirtóku barnaans- ingina, eru gjørdar heilt munandi økingar, hóast ikki er komið er á mál. Eg ivist onga løtu í, at allar kommunur fegnar vildu veitt foreldrum ansingartrygd av teirra børnum. Hetta er jú neyðugt fyri at tryggja vinnuni ta arbeiðsmegi hon hevur tørv á, og er tí við til at menna framhaldandi útbyggingar og framburð í okkara samfelag. Klaksvíkar býráð hevur sæð tað neyðuga í, at útvega ansingarpláss til øll børn í kommununi, og hevur tí sett sær fyri, at vit vilja veita fulla ansingar- trygd, áðrenn hendan býráðssetan er av. Í 1999 stóðu væl omanfyri 300 børn á bíðilista í Klaks- víkar kommunu. Í dag er bíðilistin komin niður á uml. 120 børn, og gongur sum ætlað, verður ansing- armøguleiki givin til uml. 80 børn afturat í hesum árinum, meðan arbeiðið við at fáa tann seinasta partin av bíðilistanum burtur er farin í gongd. http://www.get.to/pms Marjus Dam Løgtingsmaður Sambandsfloksins Eg skal geva Jørgini Nicla- sen rætt, tá hann sigur, at eg havi "túta oyruni full" á Løgtingi og aðrar staðir, fyri at fáa undirsjóvar- tunnilin bygdan. Tað havi eg sjálvandi gjørt, tí hetta var og er eitt av mínum hjartamálum. Hann er nú veruleiki, og skjótt verður koyrandi. Eg eri sum øll vágafólk, og føroyingar annars, sera glaður um at tunnilin nú kemur, tí hon er ein av fyritreytunum fyri at framburður fer at vera á oynni, og í Føroyum. Men eg kann ikki góðtaka, tá Jørgin Niclasen kemur fram við beinleiðis ósannindum. Nú er tað soleiðis, at eykajáttanarlógin okt 98 er eitt uppskot við nógvum málum. Nevnda eykajátt- anarlóg fyllir t.d. 59 A4 síður. Til 2.viðgerð kom fram, at fullveldissamgongan royndi at lumpa arva- gransking ígjøgnum løg tingið, og avreiða alla arva- gransking til felagið DeCode. Mikil orðadráttur kom av hesum. Og undir- ritaði kundi ikki góðtaka at so var. Tað kundi Sam- bandsflokkurin heldur ikki. Vit atkvøddu tí ímóti hesum uppskoti til aðru viðgerð. Alt hetta kjak gjørdi tó, at arvagransk- ingin ikki var avreidd til Ísland. Til 3. viðgerð atkvøddi tí Marjus Dam saman við øllum Sambandsflokkinum fyri eykajáttanarlógini. Og tí eisini fyri, at vágatunn- ilinum. Hví Jørgin Niclasen skal siga, at Vágatingmaðurin Marjus Dam skal vera ímóti Vágatunnlinum er óskiljandi. Eg havi alla tíðina arbeitt sum úlvur í skóg fyri júst hesum máli. Og Sambandsflokkurin hevur allur sum ein tikið undir við málinum. Tíbetur kann tað eisini sigast um aðrar politiskar flokkar. Løgtingið var samt um hetta mál - og tí er tunnilin bygd nú - so einfalt er tað. Tí fari eg at heita á Jørgin Niclasen um ikki at " skrúva" slíkar søgur saman. Tað er meira enn nokk skrúva av tær, Jørgin. Niðurstøða: Marjus Dam hevur altíð arbeitt sum úlvur á skóg fyri at tunnilin skuldi byggjast. Tíverri forðar tað ikki fyri, at loysingin , sum Jørgin Niclasen arbeiðir fyri, hevur gjørt, at onki er hent á flogvøllinum sein- astu 4 árini. Her skal ein sterkur Sambandsflokkur til - bæði fyri at forða skaðiligu loysingini - men eisini fyri at loysa flog- vallarmálið. Sannleikin og veruleikin Ansingartrygd til øll børn Rætting til Jørgin Niclasen VALGREINAR Aftursvar til Hergeir Nielsen Zacharias Bech Valevni Sambands- floksins í Suðuroy Í eini grein greiðir Her- geir Nielsen frá, hvussu lítið 6 suðuroyarting- menn fingu av skafti í samgonguni 94-98, og hvussu nógv hann einsa- mallur hevur útrættað í núverandi samgongu, Suðuroynni at gagni. Ikki eiti á avrik hjá hesum manni eftir so stuttari tíð, tá hugsað verður um tey nógvu árini, hann hevur sitið sum tingmaður og lítið og onki fingið av skafti. At so nógv ferð nú er komin á mannin, kann einans koma frá tí stóru lønarhækking hann sum tingmaður fekk, so hesin peningur er væl farin. Av øllum teimum nógvu málunum hann sigur seg hava fingið ígjøgnum nálareygað, hevur hann gloymt eitt. Tað er tann flogvøllur hann upp til valið seinast, við útbreiddum ørmun á valfundi í Sumba stóð og lovaði Sumbingun skuldi liggja eysturi í Akrabergi. Hann nevnir djúp- vatnshavn í Vági. Eg havi ongantíð hoyrt um hesa djúpvatnshavn fyrr enn Johan Dahl, nú valevni hjá Sambands- flokkinum, bygdi stóra frystigoymslu har. Bergholið Øravík/Hov hevur verið umtalað í nógv ár. Kanningar eru gjørdar lidnar og 4 milliónir blivu settar av til innslag til bergholið, men tær blivu tiknar til annað arbeiði. Tá Hergeir nevnir at Hov/Øravík verður lið- ugt áðrenn 2004, so veit eg ikki hvat hann meinar við, tí bergholið eftir raðfestingini hjá lands- stýrinum, verður fyrst byrjað uppá í 2004 og liðugt í 2007, og Hergeir veit betur enn nakar annar at fyritreytirnar fyri at henda tíðarfreist skal halda, er at tær fíggjarligu fortreytirnar eru til staðar, og tær eru ikki batnaðar eftir at Hergeir atkvøddi fyri at skjerja blokkin við 366 milliónum. Men um Sambandsflokkurin eftir valið verður við til at mynda komandi lands- stýri verður henda rað- festing flutt fram, og peningin skulu vit nokk finna til at gera berg- holið liðugt fyri. Bergholið Øravík/ Fámjin man bert finnast í hugaheiminum hjá Hergeir Nielsen, men hettar er nakað sum Sambandsflokkurin vil gera nakað við í kom- andi valskeiði. Grót úr bergholinum byggir onga samferðslu- havn á Trongisvágsfirði, tí tað skal brúkast til gerð av nýggjum vegi í samband við bergholið. Men nýggj havn skal gerðast til "Smyril", og hon verður gjørd, sjálvt um Tjóðveldismaðurin aftur einaferð verður ripaður út aftur í myrkr- ið, og eg kann vissa Suðringar um at lívið heldur ikki uppat, um eingin Tjóðveldismaður kemur at umboða Suð- uroynna eftir valið. Tað sum er neyðugt fyri at skapa framburð í oynni verður gjørt. Bygging av miðnáms- skúla er eitt av málunum Hergeir tekur sær æruna av. Samtyktin at byggja nýggjan skúla bleiv gjørd fyri nógvun árum síðan. Tað sum er hent í hesi samgongu er, at skúlin sum upprunaliga skuldi liggja í Hovi, bleiv fluttur til Vágs. Við hesum, sum so nógvum øðrum er støð- an tann at ongin pening- ur er settur av til at fáa framt hettar í verki, uttan til djúpvatnshavn- ina í Vági, seinasta dag- in í tingsetuni áðrenn valið, har Sambands- flokkurin til 3. viðgerð sum tann einasti full- mannaður atkvøddi fyri. Sambandsflokkurin stendur, eftir seinastu veljarakanning at døma, til at fáa eitt gott val. Vil tú verða við til at standa sum ein vinnari tann 30. apríl. Tað kanst tú við at seta tín kross við Sam- bandsflokkin. Jóannes Eidesgaard Formaður Javnaðar- floksins Orðafellið "Gull og grønar skógir" er mest brúkt, tá tað stundar til val. Vanliga hoyra vit fólk siga, "ja nú lova politikkararnir gull og grønar skógir". T.v.s. at teir lova so nógv av øllum, at veljarin frammanundan veit, at alt verri enn so gerst veruleiki. Forrestin finnast hvørki gull og enn minni grønar skógir í Føroyum. Tó eiga vit vónandi nógv av svørtum gulli í undir- grundini. Men er tað nú rætt, at veljarin ikki veit, hvat tað er, hann velur? Hevur veljarin ikki rætt til at vita meira ítøkiliga, hvat tað er, sum tann flokkur ella persónur, sum hann velur, vil fremja í verki? Jú, sjálv- andi hevur hann tað. Men hóast so, so síggja vit, at flestu flokkar tosa við vøkrum uttanumtosi. Vakrar orðingar og flosklar, sum í roynd og veru als einki siga. T.d. siga flokkar, "at teir vilja menna væl- ferðina". Hvat sigur ein slíkur setningur í veruleik- anum? Jú, her er talan um ein flokk, sum ikki vil bróta vælferðina niður, men hvørji framtøk fyri væl- ferðina, sami flokkur vil seta í verk, tað fáa vit als einki at vita um. Og at niðurbróta vælferðina, tað fer væl eingin flokkur at siga. T.v.s. at allir kunna siga, at teir vilja menna vælferðina. Og tí er eitt slíkt lyfti uttanumtos. Javnaðarflokkurin hevur sum einasti flokkur lagt eina ítøkiliga valskrá fram. Og vit hava harumframt eisini lagt eina ítøkiliga kostnaðarmeting av okkara valskrá fram. Her er sanni- liga ikki talan um gull og grønar skógir, men um mál, sum eru væl og virðiliga gjøgnumhugsaði. Vit siga, at ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum merkir nøkur ítøkilig úrslit um fýra ár. Við øðrum orðum veljarin veit, hvat ein atkvøða fyri Javnaðar- flokkinum merkir. Einki við at menna, stuðla, virka fyri, stimbra e.l. Nei, kort- ini á borðið. Lat okkum taka nøkur dømi: • 160 ellis- og røktar- heimspláss • 10.000 í pensjón til støk og 16.000 til hjún • døgnrøktarskipan • bíðilistarnir burtur í heilsuverkinum • eitt ára barnsburðarfar- loyvi • systkinaavsláttur í barna- ansingini • 50 vard størv • 30 búpláss til fólk við breki • 50 bústaðir til ung undir útbúgving • greið setanarviðurskifti fyri tímalønt • arbeiðsmarknaðarút- búgvingar til tímalønt Í Javnaðarflokkinum eru vit fullgreið yvir, at ein slík valskrá er forpliktandi og sera vandamikil, um hon ikki verður fylgd. Veljarin kann um fýra ár í minsta lut kanna, hvat úrslitið nú gjørdist. Men hetta gera vit, tí vit vilja verða tiknir í álvara við hesi valskrá. Hesi mál skulu fremjast. Veljarin hevur ikki brúk fyri uttanumtosi, hann skal hava úrslit. Tí vil Javnaðarflokkurin, at vit verða tiknir upp á orðið 30. apríl. Birgir Mohr Sandi Vilja vit betra livikorini - ella vilja vit loysing ? Vit fáa ikki bæði. Tann 30. apríl er eitt lagnuval fyri føroyingar, tí tá skulu vit velja millum verandi politik hjá sam- gonguflokkunum, sum merkir loysing og verri og versnandi livikor, har málið er "loysing", ella ynskja vit ein annan politik, sum Javnaðarflokkurin fyrst og fremst stendur fyri, nevnu- liga betraði livikor og onga "loysing" og einki "full- veldið her og nú". Føroya fólk má velja kósina 30. apríl 2002. Vit vita, at samgongan ferð til val við eini fíggjarlóg, sum gevur hall, einum blokki úr Danmark, sum gevur 266 mill. Kr. minni í inntøku hvørt ár frameftir. Sam- stundis hoyra vit, at inn- tøkuvøksturin er minkandi og ferð at minka komandi árini. At oljan enn ikki við vissu kann sigast at geva inntøkur til Føroyar, og at samgongan og Løgtingi alt hevur viðtikið stórar íløgur fyri komandi árini. Hetta hendir samstundis sum vit vita, at øll vælferð- arøkini ikki eru viðlíka- hildin seinastu fýra árini, og av góðum grundum heldur ikki vóru tað kreppu-árini frammanund- an. Sleppa somu flokkar aftur at skipa samgongu, so fáa vit "fullveldið" og "loysing". Sambært Tjóð- veldisflokkinum hendir hettar óansæð hvønn prís, vit føroyingar skulu gjalda herfyri, og Fólkaflokkurin hevur verið við til at samtykkja "fullveldið her og nú" eins og Sjálvstýris- flokkurin. Prísurin fyri sama politik verður, at øll betran av Skúlaøkinum, Pensiónsøk- inum, Sjúkrahús- og Heilsuøkinum, Almanna- økinum og Samfersluøk- inum kunnu ikki fremjast, tí eingin peningur verður til hesi økir, og helst má skatturin hækkast fyri at fáa endarnar á lands- fíggjarlógini at røkka saman, bert fyri at gjalda fyri verandi støðið. Tann peningur, sum stendur í Landsbankanum - útyvir ta 1,25 milliard kr., sum sambært lóg altíð skal standa har - røkkur kanska ella illa nok til at gjalda tær viðtiknu íløgur, sum gerast skulu komandi árini. Her er rokna við vanlig- um tíðum hvat viðvíkur nøgd og prísi á fiski og alifiski. Koma vit niður í ein aldudal aftur, so fáa vit eina kreppu, ið kann sam- anberast við seinastu kreppuna frá 1990 til 1995. Vit eiga at minnast til, at ein av nógvu orsøkunum til kreppuna fyrru helvt av níti-árunum var førdi poli- tikkurin í áttati-árunum. Tað er nevnuliga soleiðis, at ávirkanin á samfelagið av skeivum politikki vísur seg oftast 5-10 ár seinri, og tá krevjast so ógvuslig tiltøk fyri at broyta gongdina búskaparliga - júst sum vit minnast tað fyri mert umleið 10 árum síðani. Ein av orsøkunum til góðu gongdina seinastu 5-6 árini - umframt vælvild frá náttúruni og altjóða kon- jukturum - er tann skila- góði politikkurin, sum sam- gongurnar frá 1990 - 1996 løgdu støði undir og gjøgnumførdu. Tað gjørdi ilt tá fyri Palleba og Mar- sannu, men tað var neyð- ugt, og vit yvirlivdu, við hjálp frá Danmark, og komu okkum á beint aftur búskaparliga. Tað er tí sera umrðandi, at vit fáa ein annan meirluta á Løgtingi, at seta nýggj fólk í Tinganes. Hetta er tað, valið snýr seg um. Veljið JAVNAÐAR- FLOKKIN! Veljarin skal vita, hvat tað er, hann velur Javnaðarflokkurin sigur: Fólkið og tess livikor fyrst! C M Y K 33 32