Sosialurinarkiv
Sosialurin 1958-10-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 1958síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 ; NR. 42 1. Som et særligt folk har færinger ret til eget folkeflag. 2. Undir hesum punkti er uppskot um stødd og litir. Bædi stødd og litir eru samsvarandi ti, ið er skrásett i dag flagginum viðvíkjandi. 3. Regeringen anmodes at udvirke, at der ved kongelig resolution bliver give færingerne tilladelse til at be- nytte det færøske flag, hjemmeflag, udenfor territorialgrænsen. Her er tvdiliga frásagt, at vit ikki einans skuldu hava rætt at nýta flaggið her heima, men at hetta eisini skal vera flaggið á skipum okkara, hvar á hav- inum, tey enn ferðast. Javnaðar- og sjålvstyrismenn høvdu meirluta á tingi, so ein skuldi trú, at uppskotið varð samtykt; men so varð ikki. Sjålvstyrismenn atkvøddu fyri pkt. Í og 2, men ikki fyri pkt. 3, ið skrå- setur flaggið eisini uttanfyri Føroyar. Her sýndi javnaðarflokkurin seg sum EINSAMALLUR nationali flokkur á tingi. Ófatuligt! Hvi? Bóru teir ótta fyri at missa flaggið at rumbla við? Í 1940 fingu vit eina loysn, tó ikki endaliga. Øll bond vórðu slitin Føroyar og Danmarkar millum. Neyðugt var at fáa eina nýggja flaggskipan. SOSIALURIN Frá almennari síðu vóru javnaðarmenn teir fyrstu at leggja til brots. Hetta var gjørt í skrivi frá P. M. Dam og L. Zacha riasen, har teir krevja at bretska herset- incarvaldinum, at Bretland góðkennir føroyska flaggið sum flagg Føroya. Endaliga og til fulnar verdur målid ikki loyst fyrr enn i 1948 vid heima- stýrislógini, ið mest sum er ein avskrift av uppskoti javnaðarmanna til nýggja stjórnarskipan, har flokkurin krevur før- oyska flaggið viðurkent. Javnaðarmannauppskotini verða feld eina ferð, tvær og fleiri ferðir; men tey sigra at enda. Soleiðis við flaggmálinum, tí um vit sammeta uppskot flokksins frá 1931 og tað, ið hendi í 1948, so finna vit, at alt viðvíkjandi flagginum (stødd og litir) er sambært pkt. 2 í uppskotinum, og viðurkenning flaggsins er fullkomu- liga í tráð við pkt. 3 í 1931-uppskotinum. Tað stendur tí próvfast, at fáið flagg- málið ikki varð loyst fyrr enn fyri 10 árum síðan, so kunnu javnaðarmenn, ið vildu loysa íað longu í 1931, tvåa hendur sínar, meðan afturhaldsflokk- arnir á tingi mugu taka ábyrgdina av allari tí dålking, øsing, rumbli, klandri og stríð, sum til mannminkingar, skomm og skaða fyri okkara ftjóð, hevur staðist av flagginum. Móðurmálsspurningurin Menningar- og mentunnarmál. Flaggið var ein táttur í nationala stríð- num. Ein annar tåttur var móðurmáls- spurningurin. Eisini hann mátti loysast, um endi skuldi fáast á nationala trætn- aðinum, so farið kundi verða undir at loysa tey mongu vinnuligu og sosialu málini, ið fullkomuliga lógu á láni. Frá fyrsta degi av javnaðarflokkurin kemur á ting, tekur flokkurin tí ta av- gjørdu stóðu beinanvegin at fáa ikki bara sjálvan móðurmálsspurningin, men eisini allar menningar- og mentunnar- spurningar loystar í sama viðfangi og í bræði. Ein hevuðstáttur í stevnu flokksins var, at føroyska málið var hevuðsmálið í ollum lívsins fórum her á landi. Út frå hesum sjónarmiði varð farið til verka. og vit skulu her tríva eitt sindur í manna- gongdina. Føroyskt í skúlunum. í 1928 samtykkja javnaðar- og sjálv- styrismenn, at føroyskt verður kenslu- mál í skúlunum. Henda samtykt verður gjørd av nýggj- um í 1929. Í 1936 krevja javnaðar- og sjálstýris- flokkurin, at grein 7 pkt. 3 og 4 í skúla- lógini verður strokin. (Tað var henda grein, ið segði, at danskt skuldi vera undirvísingarmál í skúlunum). í 1937 samtykkja allir flokkar uttan sambandsflokkurin, at stríka grein 7 í skúlalógini. Sambært hesa samtykt verður føroyskt og danskt javnsett í skúlunum. Undir stjórnarskipannar — samråding- unum aftaná kríggið var tað eitt ófrá- vikiligt krav frá javnaðarflokkinum, at føroyskt verður høvudsmålid í ollum fórum her á landi. Hetta varð samtykt og er skrásett í heimastýrislógini. Føroyskt sum lógarmál og rættarmál. f 1928 samtykkja javnaðar- og sjálv- stýrisflokkurin, at búnaðarlógirnar verða umsettar til føroyskt mál. f 1931 seta javnadar- og sjålvstyris- flokkurin uppskotum, at føroyskt verður rættarmål. (Fall å tingi). Í 1938 hava somu flokkar aftur upp- skot um, at rættarmálið verður føroyskt og danskt. i 1942 seta P. M. Dam og í. Zacha- at tingið jåttar árliga riasen uppssot um, Í -4000 kr. til mýkjan av føroyskum máli sum lógarmál. (Samtykt). í 1943 samtykkja javnaðar- og fólka- flokkurin, at bæði lógar- og rættarmálið verður føroyskt og danskt. Eisini hetta verður endiliga loyst við heimastýrislógini, ið skrásetur føroyskt sum høvudsmål. Eitt vunnið javnaðarmannamál! Í 1928 er kunnleiki kennaranna í føroyskum máli fyri á tingi. Javnadar- flokkurn krevur, at frá 1. jan. 1929 skal eingin kennari kunna setast við fólka- skúlan uttan við prógvi í føroyskum. — Sjálvstýrisflokkurin vil ikki ganga við til hesa tíðarfesting; men samtykt verður so, at hetta fær gildi frá 1. jan. 1931. Javnaðar- og sjálvstýrisflokkurin sam- tykkja í 1928, at frá komandi ári verður gerðabók løgtingsins ford á føroyskum. i 1930 seta P. M. Dam o. a. fram uppskot um, at landsnevndin jåttar 500 kr. úr bytis- grunninum til frama fyri útgávu av føroyskum skúlabókum., at játta 200 kr. til samanbinding og út- býtan av kvædabøkum. Javnadar-, sjálvstýris- og vinnuflokk- urin samtykkja, at føroyskt verður nytt i kirkjuni, tå meinigheitsråd og prestur eru samd um hetta. Javnaðarflokkurin er við til samtykt frá 1939, ið sigur, at allar almennar lýs- ingar skulu vera á føroyskum máli. Eftir ti, ið her er sagt frá, er tað øllum greitt, at nationalari flokkur enn javnað- arflokkurin hevur íkki verið á tingi. Frá fyrsta degi av hevur hann lagt til brots fyri at fáa hin nationala spurning- in loystan, og hina nationalu trætuna ið forðaði einari kraftarfylking av fjøld- ini, út av verðini: men hesum vóru hinir flokkarnir ikki altíð sinnaðir fyri. Teir vildu hava hesar spurningar flótandi fyri at skapa øsing og rumbul og fyri at forða fjøldini at taka seg saman í eina sterka fylking á sosialistiskum grundarlagi. Hetta ræddust teir tá. og hetta ræðast teir enn; men fjøldin er vaknað. og fjøldin verður at finna saman og føra sosialismuna til SIQUFS. Vinnumál Í 1928 leggur javnaðarflokkurin til brots fyri. at tingið veitir arbeiðsmanna- felagnum á Tveroyri studning til kola- og leiurvirki (sambandið og sjálvstýrið moti) Flokkurin hevur fleiri ferdir fyrr havt hesi mål frammi, serstakliga kolamálið; men illa hevur gingist at fingið hinar flokkarnar at tikið undir. hóast tað í landinum er hópur av koli og leiri, ið kann útvinnast og veita samfelagnum miljónavinning. Hitt harðrenda afturhaldið Í 1935 skrivar ein Dani blaðgrein í danska blaðið »Social-Demokraten«, har hann finnist harðliga at viðurskiftunum i Føroyum og sigur, at Føroyingar liva eitt neyðarslív. Og satt er tað. Tíðirnar eru ringar. Inntøkuloysi allastaðni, trot, ja, hungur og hall víða um landið. Danska stjórnin sendir legtinginum skriv og biður tað koma við nærri frá- greiðing hesum viðvíkjandi, eins og upp- skot um, hvussu hesi viðurskifti kunna bøtast. Javnadarflokkurin setur beinan vegin fram uppskot um at taka upp samråding- ar vid ríkisstýrið um eina umfatandi endurnýggjan og uppbyggjan av okkara vinnulívi bæði á sjógvi og landi. Men afturhaldið er blint og samtykkir at svara at teir eru ikki sinnaðir at seta lógina um arbeiðsloysisstudning og arbeiðs- loysiskassar í gildi í Føroyum, at eingin Føroyingur ynskir slíkan stuðul, tí »Færingen er et nøjsomt folk og vant til smá indtægter. Ingen Færing be- høver at sulte, hvis han er forskånet for sygdom.« at keypmenn ikki selja vørurnar ov dyrar, men »sælger med en rimelig avance.« Hetta vistu teir einki um, príseftirlit var jú einki). at socialloggåvurnar eru mest sum tær somu sum í Danmørk. (Hetta hevði einki við veruleikan at gera). at skipaflotin verunliga ikki var so ring- ur, at tað er neyðugt at fara undir nakra stórri endurnýggjan. (Longu tå vóru tær elstu sluppurnar 60—70 ára gamlar). at viðv. sjóverjuni er nú alt í lagið, tí nú kunnu fremmandir, ið fiska innan- fyri mark, åleggjast óavmarkaðar bøtur. (At hetta einki hevdi vid verunleikan at gera, hevur tíðin prógvað til fulnar). Teir skrivaðu almíkið aftrat um, hvussu frålikt alt var í Føroyum. Einki batti, hvussu javnaðarflokkurin troðkaði á fyri at bóta um vinnulívið og hjálpa fólkinum burtur úr armóð og vesældómi: men ikki langt frammanundan — í 1931 og 1932 var tann stórhending farin fram á Tveroyri, at menn vóru farnir at royna nýggjar veiðu- og vinnuhættir. Ísvirkið var komið, og ísvirkisbátarnir vóru undir miklari mótstøðu farnir undir isfiskaveidu; men måtstødan var ov herð allastaðni frá. Alt fór um koll. Nýggjar rondir verða gjørdar, og í 1935 vendir arbeidarafjøldin sær til tingið og biður um studning til trolarakeyp. Hetta verður samtykt - afturhaldið slakar. Í 1943 leggur Javnaðarflokkurin fram hitt mikla uppskotið, hvers endamál er at skapa arbeiði til allar hendur. Í fyrsta lagi er uppskot um, hvussu peningurin verður útvegaður, hvussu nógv tørvur er á, og hvussu hann verður nýtt- ur. Høvudsinnihaldid í uppskotinum var: Stovnaður verður ein lánigrunnur — Vinnulánsgrunnurin — ið lænir móti 2. veðhaldi. (Hetta varð samtykt, ið kom at hava alstóran týdning, tá fiskimenn og i 18. OKTOBER 1958 ímóti. Úrslitið kenna allir Feroyingar. Ein helvt av landsins fiskimonnum má leita sær vinnu í ødrum londum vegna fartrot. Tað er í hesum sama viðfangi, at fólkaflokksmenninir J. Fr. Kjølbro, R. Long, J. Patursson, Th. Petersen og P. Petersen seta uppskot um, af stórreið- arnir skulu fáa afturgoldnan allan tann løgtingsskatt, sum um hetta mundid er lagdur í ymiskar grunnar. Í 1943 hevur javnaðarflokkurin upp- skot um, at landið setur á stovn eina nýmótans skipasmiðju til byggjan av træ- eins og jarnskipum. (Fólkaflokkurin og sambandið ímóti). Bæði 1944 og 1946 hevur javnaðar- flokkurin uppskot um at búgva okkara fólk út til farmasigling og mælir til, at læntar verða 2 milj. kr. til Vinnuláns- grunnin til hetta endamál. (Fólkaflokk- urin og sambandið ímóti). Eitt úrslit av flokksins áhaldni i farmasiglingarmálinum var landsins yvir tøka av »Oyrnafjall«, ið tó ikki kom at verða ríkið og at gagna samfelagnum, soleiðis sum flokkurin mælti til og hevði uppskot um (Fólkaflokkurin var ímóti). Í 1951 tekur javnaðarflokkurin upp aftur inntøkuuppskotini og vísir á far- aðrir aftaná heimsbardagan fóru at ; leiðirnar til endurnýggjan skipaflotans. keypa skip í hópatali; men grunnurin | Hesi uppskot verða tíkin upp aftur arbeiddi ikki eftir stórfingnu ætlan javn- ) í 1957; men sambandið. fólka- og aðarflokksins). | tjóðveldisflokkurin eru ímóti, serstakliga Logtingið skipar fyri allari endur- | inntøkuuppskotunum. nýggjanini bæði á sjógv og landi. Tá Grenlandsútróðurin av sonnum Løgtingid stendur fyri byggjanini av tekur seg upp, setur javnaðarflokkurin út ímóti 300 veiduførum, harav 25 stór- i 1953 uppskot um bátalán. (Uppskotið um trolarum og nútímansgerð av umleið verður samtykt). 100 eldri veiðifórum. í 1957 setur flokkurin uppskot um Løgtingid jåttar 50.000 kr. sum rentu- lán til bátar og skúrar at nýta í Grøn- frí bátalán. landi. (Uppskotið verður samtykt, men Í 5 ár verða nýttar 6 milj. kr. árliga = peningahæddin nógv ov lítil). til frysti-, flaka-, snøris- og onnur virki. Nú í 1958 hevur flokkurin uppskot Víðari er uppskot um tiltøk í sam- um byggjan av 50 seksæringum til Grøn band við hvalaveiðu og farmasigling. landsútróðrurin. Fólkaflokkurin og sambandið vóru Búnaðarmál Førovingar hava í øldir livað og liva framvegis undir eini landbúnaðarskipan, i ikki kann hugsast verri. Javnadar- flokkurin hevur tí frá fyrsta degi av virkað fyri stórbroytingum á hesum øki. í 1929 krevur flokkurin at fáa broytt: »hitt harmuliga tíðartarn og virðisspell, ið elvt er av tí skipan, ið nú er viðv. at fáa jørd til uppdyrkingar.< og hevur uppskot um 1. at kongsjørdin og »benificerada« jørdin í Føroyum skal lata frå sær til brúk frå 2 til 6 heilársfóður. at landið ber kostnaðin av kort- legging og útstykking. (Felt, bert 2 javnaðarmenn og ein sjálvstýris- maður atkvøddu fyri). Í sama viðfangi hevur flokkurin upp- skot um Jarðagrunn Foroya; seinri verð ur mælt til at tingið játtar 6000 kr. árliga til ruddingararbeiði, gyrðing av træðum, keyp av tødum o. ø. eins og uppskot um: 1. at allar traðir verða vetrafriðaðar, 2. at øll fáa javnbjóðis rætt til torv- skurð og 3. at ikki einans eigarmenninir, men eisini tev ognarleysu skulu hava rætt til at gera sína síóðu galdandi í ollum landbúnaðarmálum. (Sum vanligt vóru sambands- og fólka flokkmenn ímóti). Í 1930 er mikið stríð um Álakerðsgarð, ið Tórshavnar kommuna hevur í hyggju at keypa. Javnaðarmenn styðja uppskot- ið. meðan sambandið og sjálvstýrið leika óðir ímóti. Í 1931 reisir flokkurin á fyrsta sinni uppskotið um at stovna ein landbrúks- skúla. Málið vann ongan frama; men hóast flokkurin seinri fleiri ferðir hevur roynt at finna eina loysn, er eingin skúli komin enn Sama ár heitir flokkurin á tingið um at veita 10.000 kr. til uppdyrkingar og annað; sambandið og sjålvstyrid ganga við til 6000 kr. Við »Gråu bøk«, teirri nýggju búnað- arlóggávuni. sum kom í 1937, var væl vunnið teimum ognarleysu og tradar- monnum til frama, men langt frá so nógv, sum javnaðarmenn kravdu, og Sosíalu Í bóklingi, ið sendur er í hvert hús í Foroyum. er gjølla greitt frá teimum sosialu málunum. Her verður tí bert givið eitt yvirlit yvir mannagongdina á tingi. Fyrsta stóra uppskot javnaðarflokksins kemur í 1930. Í mong ár hevur málið um ellisrentu verið á tingi, men sambandið og sjálvstýrið hava á hverjum sinni gjørt hesa samtykt: »Sagen udsættes til næste år.« Í Uppskoti flokksins verður sagt, at oll, ið fylt hava 60 ár, skulu fáa ellisrentu, hjún 600 og einlig 400 kr. árliga. Málið verður felt. Afturhaldið svarar við einaferð enn at siga: >Sagen udsættes til næste år.« Målid verdur reist av nyggjum i 1931 og 1932, men fær somu lagnu. Í 1938 hevur flokkurin uppskot um, at fiskimenn, ið raktir verða av tuberkla- sjúku, fáa so nógvan stuðul, at heimið — kona og børn — onga neyð hava. n | hartil kom, at hon ikki kom at virka í anda lógarinnar. í 1943 hevur flokkurin uppskot um at játta 20.000 kr. árliga til landbrúksskúla. f 1943 kemur hitt stórfingna upp- skotið frá flokkinum um at gera yvirlit og plán yvir alla uppdyrkingarjørd og ein skipan, ið ger tað lætt og møguligt hjá arbeidsmonnum at fáa jørð til upp- dyrkingar, so leingi ódyrkað, nýtilig jarð er at fáa. — Í sama viðfangi verður sett fram uppskot um at seta á stovn 7 ný- mótans dyrkilið, ið skulu taka sær av allari uppdyrking. Hvør maður, ið fær sær tróð, skuldi fáa hålva trødna upp- dyrkaða beinan vegin ókeypis. — Somu leiðis eru fullfíggjað uppskot um út- stykking, uppdyrkingarvegir, dyrkiplån- ir, seyðatraðir, vetrarfriding 0. a. (Málið varð felt av sambandinum og fólkaflokkinum). Síðan verður uppskotið um vetrar- friðing tíkið uppaftur, men felt av aft- urhaldinum. Somu lagnu fær eitt uppskot um, at tey, ið búgva á staðnum, eisini skulu eiga ástaðisjórðina. Í 1944 hevur flokkurin uppskot um at játta 100.000 kr. til snardyrking av land- inum; men afturhaldið var ímóti. Í 1947 ogl950 íara fram býtini av prestajørdini á Vidareidi og á Nesi. Být- ini eru høpisleys og beint ímóti ynskj- um fólksins. Javnaðarflokkurin mót- mælir og setur í samband við býtið á Nesi fram uppskot um: 1. Tingið átalar tær viðgerðir og tær avgerðir, sum búnaðarráðið hevur havt og tikid viðv. prestagóðsinum á Nesi. bæði hovuðsgarðinum og nådingsgard- inum. 2. Tingið mælir búnaðarráðnum til at finna ein útveg, soleiðis at bygdin Rituvík fær fastatøkur á tí jørdini, sum liggur um Rituvíkar bygd. Hetta er í stuttum ymisk dømi um, hvussu javnaðarflokkurin hevur stríðst fyri eini umfatandi bølan av land- búnaði og fyri at veita ognarleysum og traðarmonnum ikki bert atgongd til jørð, men stóran stuðul og fullgóð arbeið- og inntekulíkindini. målini Sama år hevur flokkurin uppskot um tvungna fólkatrygging eins og at broyta vanlukkutryggingarlógina soleiðis, at eis- ini sóttardeyðaeinkjan verður fult tryggj- að. (fall). Eisini verður kravt, at lógin um tvungna sjúkratrygging, ið gevur stórar åbøtur, verður sett í gildi i Føroyum. — (fall). Í 1940 mælir flokkurin til at stovna »Følkatryggingargrunn Føroya«, men mál- ið fall. Í 1943 er fólkatryggingarmálið aftur á tingi, og hevur flokkurin uppskot um, at ellisrenta, = avlamisrenta, einkjubarna- studningur, barnaheim, sosialhjálp, eftir- hjalp til sjúkar fiskimenn, studningur til fólk í heimarøkt, lækna- og sjúkrahús- skipanin o. a. — alt saman mål, ið flokk- urin hevur stríðst fyri, síðan hann kom á ting — verður skipað í eina fólka-