Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 77 - 24. apríl 2002 Nr. 77 - 24. apríl 2002 3 Tøkk Eina hjartans tøkk til tykkum mongu, ið sýndu okkum samkenslu tá kæri bróður okkara Egon Thomsen, Froðba so brádliga andaðist. Tøkk til Jónsvein Bech prest, sangarar, berarar og tykkum mongu, sum fylgdu. Tøkk fyri kransar, blómur og uppringingar. Ein serlig tøkk til Tvøroyrar býráð Fyri tey avvarðandi Bjarki, Bjørg, Sverri og Eyðna - Umsetararnir greiða frá í Norðurlanda- húsinum Eitt høvuðsverkið hjá ís- lendska rithøvundinum Halldóri Laxness, »Gerpla«, kemur skjótt út á føroysk- um. Martin Næs og Tóra Tóroddsdóttir hava umsett »Gerplu«, og tey kalla bók- ina »Garpatátt« á føroysk- um. Mikukvøldið 24.apríl kl.19.30 fara tey bæði at greiða frá um verkið og um umsetingina, sum tey hava arbeitt við í nøkur ár, á al- mennum fundi í Norður- landahúsinum. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri fundinum. 23.apríl eru liðin 100 ár, síðani Laxness varð føddur. Hann skrivaði »Gerplu« í 1952, og trý ár seinni fekk hann Nobelvirðislønina fyri bókina, sum er skrivað sum ein fornsøga. Føroyskt er 12.málið, sum »Gerpla« er umsett til. POLITIKKUR Tíðindaskriv Í kvøld, mikukvøldið kl. 20.00 verður seinasti av teimum fýra kjakfund- unum, Sosialistiskt Ung- mannafelag og Unga Tjóð- veldið í felag skipa fyri. Evnið henda síðsta kjak- fundin verður »Umhvørv- ið«. Umboð fyri allar polit- isku flokkarnar vera við, og eisini verður høvi hjá áhoyrarum at seta spurn- ingar. Øll eru vælkomin, heilsa tey frá Sosialistisk- um Ungmannafelag og Unga Tjóðveldinum. TÍÐINDASKRIV Føroya Fornminnissavn Týsdagin kl. 9 til út á seinnapartin fær forn- minnissavnið vitjan av ein- um fronskum ferðalagi, frá Hermes, í útisavninum Heimi á Garði í Hoyvík. Tað er Randi Meitil, ferða- leiðari, sum hevur rætt fyri- spurning til fornminnis- savnið. Fólk frá Heima- virkisfelagnum gera savnið livandi. Onkur er í royk- stovuni í Hoyvíksgarði, onkur í smiðjuni og onkur í Hoyggjhúsinum. Tey vitjandi fáa eina rund- vísing í útisavninum og vitja bátasmíðið á Fjóslofti- num. Sýnt verður fram, hvussu snøristól verða nýtt, næmingar úr Náttúruskúla- num í Roskilde hjálpa til, og harafturat verður píla- flætting á skránni. Hetta tiltakið er ikki opið fyri almenninginum. TÍÐINDASKRIV Havnar Hornorkestur Hósdagin 25. apríl 2002 er flaggdagur, og eins og undanfarin ár, er tað Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri flagg- dagshaldinum í Havn. Sum vant, verður ging- ið skrúðgongu frá nýggja Kommunuskúlagarði við Havnar Hornorkestri og skótum oman á Vaglið, har Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, í ár held- ur flaggdagsrøðuna. Eins og undanfarin ár, verða bæði vanliga lagið til flaggsangin og lagið, sum Gunnar Mikkelsen gjørdi til henda, at hoyra. Skrúðgongan, við skót- um og hornorkestri, fer úr kommunuskúla-garði- num klokkan 1500 og luttakararnir skulu verða í skúlagarðinum í sein- asta lagi klokkan 1445. Flaggdagshald í Havn Vitjan í útisavninum í Hoyvík Gerpla umsett til Garpatátt Politiskt kjak á Café Natúr TÍÐINDASKRIV Fuglafjarðar Hornorkestur Sum vant skipar Fugla- fjarðar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi á flagg- degnum. Haldið verður niðri við Bókasavnið kl. 17, og røðari í ár verður Magni Joensen, lærari. Skótarnir verða eisini við til at seta dám á – og Hornorkestrið fer at spæla okkurt lag, sum tey hava vant í samband við hornorkesturstevnuna, ið GHM skipar fyri í Havn um vikuskiftið. Flaggdagshald í Fuglafirði TÍÐINDASKRIV Føroya Sparikassi Í dag kl. 15-17 verður mót- tøka á umbygdu deildini hjá Føroya Sparikassa í Hornabø. Hetta er eisini síðsti avgreiðsludagur í teimum leigaðu hølunum í J. C. Svabosgøtu 54, sum deildin hevur húsast í síð- ani umbyggingin byrjaði í mai 2001. Frá og við mánadegnum 29. apríl fer øll avgreiðsla í Hornabø fram í nýggju høl- unum. Í sambandi við umbygg- ingina varð gjørt av at deildin í framtíðini ikki bert skal virka sum av- greiðsludeild, men eisini skal veita privatkundum lán, íløguráðgeving, eftir- lønaráðgeving o.a., soleiðis at kundarnir kunnu fáa øll síni ørindi avgreidd á deild- ini. Ynskini til peningastovn- ar broytast, og tí vil Spari- kassin tillaga seg tørvin hjá tí einstaka kundanum og gera umstøðurnar fyri ráð- geving betri. Og talan er um stórar broytingar. Frá bert at hava havt niðastu hædd við ein- um lítlum tilbygningi til taks, so er meira bygt aftrat, samstundis sum, at alt tað upprunaliga húsið er tikið við í arbeiðsøkið. Á niðastu hædd er stórt og ljóst av- greiðsluhøli, ið er 119 m2 til støddar, fundarhøli og sjálvtøka. Fasadan móti vegnum er ein stórur og vakur glasveggur. Á mið- hæddini eru tvey fundarhøli og kundatoilett. Á ovastu hædd er starvsfólkakøkur, edv-rúm og toilett. Ein onnur broyting er at sjálvtøkan er flutt inn í gongina. Úttøkukortið virk- ar sum lykil til hurðina, so tað ber til at taka út pening allar dagar frá kl. 06 til 24. Tað er akitektavirkið hjá Árna Winther, sum hevur teknað nýggju hølini, sum eru tilsamans 203 m2, og innrættingin er gjørd í sam- starvi við Stephanssons Hús. Á deildini fara átta fólk at starvast. Mathea Hildu- berg er fyribils sett sum deildarleiðari til 1. august 2002, tá Sæunn L. Petersen tekur við. Sæunn er 30 ár og hevur seinastu árini ver- ið í Danmark í lestrarørind- um, har hon hevur lokið HD prógv. Hon hevur lært í Sparikassanum, og hevur hollar royndir sum kunda- ráðgevi, bæði fyri privat- og vinnulívskundar. Deildin í Hornabø í nýggjan ham Frá og við mánadegnum 29. apríl fer øll avgreiðsla í Hornabø fram í nýggjum hølum C M Y K 3 2 Eitt gott val! Valenini í Suðurstreymoyar valdømi Sjálvstýrisflokkurin Eilif Brimheim John Eysturoy Hans J. Hermansen Noomi S. Júliusson Ása Olsen Roar Heini Olsen Ronald Poulsen Johan M. Stenberg Thordur Thorsteinsson