mikudagur 24. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 77 - 24. apríl 2002
Nr. 77 - 24. apríl 2002
5
Mikkjal Hvannastein,
sum hevur verið
gittarspælari í I AM
seinastu seks árini,
hevur valt at gevast
sum gittarspælari í
bólkinum. Grundina
sigur Mikkjal vera, at
hann vil spæla
okkurt, sum er meira
krevjandi
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
– Eg vil koma víðari, eg vil
spæla meira og tað eg vil
spæla skal vera meira
tekniskt krevjandi, sigur
Mikkjal
Hvannastein,
gittarspælari í I AM.
– Eg havi gjørt nógvan
tónleik sjálvur, og eg havi
tosa við aðrar tónleikarar,
og kanska kemur okkurt
burturúr har. Sjálvt um eg
havi valt at gevast í I AM,
so fari eg heilt víst at hava
nóg mikið at gera.
Mikkjal sigur, at hinir í I
AM taka tað ógvuliga lætt,
at hann er givin. Men
sjálvur er hann avgjørdur,
tíðin er komin at taka seg
saman og gera okkurt við
tónleikin.
– At ferðast til Klaksvíkar
var nú heldur ikki tað
stuttligasta í verðini. Vit
hava ikki spælt nakað serligt
í seinastuni. Síðani novemb-
er mánaða í fjør hava vit
bara spælt til eitt tiltak. Vit
spældu í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði um vikuskiftið,
og fyrr var tað soleiðis, at tá
eg fór á pall, so hevði eg
ongantíð nervar. Men av tí,
at tað var so langt síðani
seinast, fekk eg nervar
hesuferð, og soleiðis eigur
tað ikki at vera.
Sjálvur býr Mikkjal í
Havn, og sigur hann, at
møguleikarnir eru nógv
fleiri í høvuðsstaðnum enn
í Klaksvík. Nú hevur hann
hug at fara tann instrumen-
tala vegin. Spæla Toto,
Dream Theater, Extreme-
líknandi tónleik. Í løtuni
undirvísir Mikkjal eisini í
gittarspæli á Tórshavnar
Kvøldskúla.
– Nú eri eg opin fyri
øllum avbjóðingum. Í juli
mánaða skal eg spæla
saman við Edvard N. De-
bess, Kaj Johannesen, sum
er
kendur
úr
Moirae,
Magnus Johannesen og
Sharon Weiss. Vit fara at
spæla keltiskan tónleik,
sum er ógvuliga krevjandi,
og har eru nógvar detaljur,
og tað leggi eg meg nógv
eftir.
Mikkjal sigur, at tað
hevur verið læruríkt at
spæla við I AM, men tað er
ikki nakað hann beinleiðis
fer at sakna. – Eg fari at
sakna mátan løgini komu
fram uppá. Einaferð vandu
vit tríggjar ferðir og heili
tvey nýggj løg komu burt-
urúr.
Men tíðin er komin at
royna nakað nýtt. Mikkjal
er ikki longur. Hann var.
Mikkjal Hvannastein, gittarspælarin í I AM:
Vil hava avbjóðingar
Eivør Pálsdóttir, sum
helst er framum alt er
kend fyri at syngja,
letur um góðar tvær
vikur upp listafram-
sýning í Ribarhús í
Fuglafirði. Hetta er
hennara fyrsta
listaframsýning
LIST
Ingrid Bjarnastein
Hon er einans 18 ung ár, og
hon hevur sungið seg inn í
hvørt manshjarta her í
Føroyum. Leygardagin 4.
mai letur hon upp sína
fyrstu egnu listarframsýn-
ing í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Vit tosa um Eivør Páls-
dóttir, sum mánadagin í
seinastu viku, kom aftur
eftir ein tríggjar mánaða
langan steðg í Íslandi.
– Eg havi altíð fingist við
at mála, men nú eg havi
hildið ein steðg frá sangi,
hevur tað tikið dik á seg,
sigur Eivør. – Myndirnar
eru umfata mest fólk, sum
sita á ymsan hátt. Eg brúki
nógv hugflog, máli stemn-
ingar og ymiskt, sum eg
havi upplivað.
Nú meðan hon hevur
verið í Íslandi hevur hon
sett sær fyri at hava eina
listaframsýning. – Teirra
land líkist nógv okkara, har
eru skiftandi litir, og tey
hava vakra náttúru. Meðan
eg var í Íslandi var eg og
svam hvønn dag. Tá eg var
liðug at svimja fór eg í
hitarúmið, og tað er har eg
havi funnið mín størsta
íblástur. Har eru so nógv
fólk, tey sita so løgið, á
ymsan hátt, hokin framyvir
og annað, og nógvar av
mínum myndum havi eg
fingið úr hitarúminum.
– Stemningurin í hita-
rúminum er løgin. Øll sita
mestsum í síni egnu verð.
Kedd, glað, ov heit, og
haðani kann ein fáa nógvar
myndir.
Ímóti ljósinum
Framsýningin eitur "Ímóti
ljósinum". Og hava allar
myndirnar okkurt við hetta
evnið at gera.
– Eg havi altíð málað,
men eg haldi eg havi fingið
tað frá pápa mínum, sigur
Eivør. – Eg brúki nógv kon-
trastina millum ljós og
myrkur. Og at hava eina
listaframsýning er nakað,
sum eg havi ætlað leingi, og
nú verður tað so.
Vit fara yvir í granna-
húsið, har Eivør hevur sítt
egna "atelier". Við eini 200
W peru leggur hon eina
síðstu hond á málningarnar.
Á framsýningini verða
12 – 15 málningar, og hon
letur upp tann 4. maj
klokkan 16, og er opin fram
til 22 mai. Til ferniser-
ingina verður livandi tón-
leikur.
Annars sigur Eivør, at nú
er hon byrjað at syngja
aftur. Clickhaze var við á
konsert í mentanarhúsinum
í Fuglafirði um vikuskiftið.
– Nú fara vit á Nibe og
Roskilde festivalin í juni,
og síðani fara vit kanska á
eina lítla rundferð í Skandi-
navia, sigur Eivør.
Íblástur úr hitarúminum
Eivør Pálsdóttir letur tann 4. maj upp sína fyrstu egnu listarframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði
Mynd: Jens Kristian
Mikkjal Hvannastein, sum seinastu seks árini hevur spælt
gittar í I AM hevur valt at gevast
ARBEIÐSEFTIRLIT
Ingrid Bjarnastein
Frá oktober til desember í
fjør kannaði Arbeiðseftirlit-
ið umleið 40 virkir og ar-
beiðspláss kring landið.
Grundin til, at hetta varð
gjørt var at kanna eftir um
hjálmar verða brúktir, har
tað er krav sambært reglum
eftir arbeiðsumhvørvislóg-
ini. Av kannaðu arbeiðs-
plássunum vórðu 27 mál
sent til fútan við áheitan um
at reisa ákæru fyri brot á
galdandi reglur.
Sambært kunngerð nr.
136 fyri byggipláss og líkn-
andi, byrjar arbeiðseftirlitið
í mai mánaða eitt átak ímóti
vandanum fyri arbeiðs-
skaðar, tá arbeitt verður
høgt upp, og har vandi er
tilstaðar, at ein kann detta
niður.
– Tiltøk skulu setast í
verk, tá arbeitt verður í
hæddini. Tá verður hugsað
um, at fallið er meira enn
tveir metrar, verður sagt av
Arbeiðseftirlitinum. – Har
serligur vandi er niðri
undir, kann talan verða um
fall minni enn tveir metrar.
Arbeiðsgevarin eigur at
syrgja fyri, at neyðug tiltøk
eru tilstaðar at arbeiðið
verður gjørt á tryggan hátt ,
og tann arbeiðandi eigur at
syrgja fyri, at trygdartiltøk-
ini verða fylgd.
Brot á omanfyrinevndu
kunngerð verða send til fút-
an, sum tekur støðu til, um
ákæra skal reisast ella ikki.
Tann ákærdi kann vænta
bót, sum fútin ásetur við
sektaruppskotið. Um bótin
ikki verður goldin, endar
málið í rættinum.
FLAGGDAGSHALD
Ingrid Bjarnastein
Flaggdagin klokkan 16.00
skipa KFUM og –K skót-
arnir í Kollafirði í skúla-
garðinum. Skótar og ítrótt-
arfólk ganga skrúðgongu
frá Bygdarhúsinum út í
skúlagarðin, har Marjun
Bæk flytir fram røðu.
Næmingarorkestrið Norð-
ljómur og Kristiliga sang-
kórið syngur.
Tá hetta er liðugt, verða
ókeypis bollar og kakao at
fáa í skótahúsinum, og okk-
urt serligt verður til børn-
ini. Eisini verður køkutom-
bola og fiskirunnur í skúl-
anum í samband við, at
skótarnir fara á landslegu í
Noregi í summar. Lutaseðl-
arnir verða drignir klokkan
18.00.
AÐALFUNDUR
Ingrid Bjarnastein
16. mars hevði Føroya
Pedagogfelag aðalfund. Á
skránni var formansval, har
Carita
Björklund
varð
afturvald. Hon hevur verið
formaður
síðani
1998.
Einki annað formansevni
var. Eisini var nevndarval.
Marita Ejdesgaard varð
afturvald, meðan gitte Hen-
riksen er nýggjur nevndar-
limur.
Í nevndini sita:
Carita Björklund, for-
maður,
Ann Elisabeth Joensen,
Bjørghild í Geil,
Marita Ejdesgaard og
Gitte Henriksen.
27 av 40 arbeiðsplássum vantaðu hjálmar
27 av teimum 40 arbeiðsplássunum, ið kannað vórðu, brutu
lógina, tí hjálmar vórðu ikki nýttir á arbeiðsplássinum
Flagga í Kollafirði
Skótarnir í Kollafirði skipa
flaggdagin fyri
flaggdagshaldi. Møguleiki
verður eisini at fáa kakao og
bollar
Formaðurin afturvaldur
Carita Björklund varð á
aðalfundinum hjá Føroya
Pedagogfelag afturvald sum
formaður
RÍÐING
Ingrid Bjarnastein
Vikuskiftið 27. og 28.
apríl skipar Føroyskt
Íslandsrossafelag
fyri
fyrstu FM-gongulags-
kapping í ár á felags-
økinum við Kráarheyg.
Trav og skeiðkappingar
byrja á vøllinum hjá
Føroya
Ríðingarfelag
klokkan 10.00 leygar-
dagin.
Leygardagin
klokkan 14.00 verður
byrjað
við
sjálvum
gongulagskappingunum
uppi á við Kráarheyg, og
um somu tíð sunnudagin
vera finalurnar. Kapp-
ingin fekk góða undir-
tøku í fjør, og fyrireikar-
arnir vóna, at luttøkan
verður uppaftur størri í
ár.
Sum nakað nýtt, so er
hesuferð eisini ein kapp-
ing fyri ung undir 16 ár.
Fyri nøkrum árum síð-
ani var fyri nøkrum
árum síðani fastur táttur,
og nú verður gjørd aftur
ein roynd, fyri at fáa
fleiri ung at luttaka við
rossum sínum.
Kaffi, køkur og annað
gott verður til keyps á
staðnum. Seinasta freist
at tekna seg til kapping-
arnar
er
hóskvøldið
klokkan 22.00 á telefon
224412 og 211830
AÐALFUNDUR
Ingrid Bjarnastein
Føroya Verkfrøðingar-
felag hevði aðalfund
tann 6. apríl, og nú hev-
ur nýggja nevndin skip-
að soleiðis:
Poul Poulsen, formað-
ur
Signar Heinesen, ný-
valdur næstformaður
Jan Poulsen kassa-
meistari
Erik Joensen, nývald-
ur nevndarlimur
Michael Thomsen, ný-
valdur nevndarlimur
Tiltakslimirnir
eru
Rikke Larsen og Tina
Johannesen.
Fyrrver-
andi formaðurin, Suni
Jacobsen stillaði ikki
uppaftur, og tað gjørdi
næstformaðurin,
Dan
Olsen heldur ikki.
FM í gongulagskapping
Tríggir nýggir í
verkfrøðingafelagnum
C
M
Y
K
5
4
Frá Norðoya Javnaðarfelag
- tiltøk fram til valið!!
Javnaðarcafé verður aftaná
flaggdagshaldið í kjallaranum
í Atlantis
Leygarkvøldið tann 27. apríl kl. 20.00
verður politiskt hugnakvøld í Bøgøtu 3
við tónleiki, skemti, felagssangi og upplestri.
Gestarøðarar:
Bartal Nolsøe Poulsen frá SU
Atli Dam, fyrrv. løgmaður
Norðoya Javnaðarfelag
Sunnu- og mánakvøldið er opið hús í
kjallaranum í Atlantis frá kl. 19.00
Valdagin er opið frá kl. 10.00 í kjallaranum í
Atlantis
Øll eru hjartaliga vælkomin