mikudagur 24. apríl 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 77 - 24. apríl 2002
Nr. 77 - 24. apríl 2002
7
Bæði fyrrverandi
nevndaformaðurin í
Framtaksgrunninum
og stjórin á Føroya
Fiskavirking siga tað
vera ókent fyri teim-
um, at nevndin fyri
Framtaksgrunnin
skal hava skotið upp
at selja leiðsluni í
Fiskavirking høvuðs-
partin av felagnum.
Landsstýrismaðurin
slær undir beltið, sig-
ur stjórin á Fiskavirk-
ing. Bjarni Djurholm
stendur við síni orð
VINNUMÁL
Edvard Joensen
– Tað er nýtt fyri mær, at vit
skulu hava skotið hatta upp,
sum Bjarni Djurholm sigur
við Sosialin týsdagin, sigur
Vilhelm Petersen, fyrrver-
andi nevndarformaður fyri
Framtaksgrunnin.
Heldur ikki Meinhard
Jacobsen, stjóri á Føroya
Fiskavirking, kennir nakað
til eitt slíkt uppskot. Hann
sigur, at hann metir hesi
orðini hjá landsstýrismann-
inum sum eina roynd at seta
kílar millum stravsfólkið og
leiðsluna á Føroya Fiska-
virking. Eitt slag undir belt-
ið, sigur hann.
Bjarni Djurholm heldur
fast við, at soleiðis varð tað
orðað. Hann stendur við
tað, hann er endurgivini
fyri í Sosialinum.
Vilhelm Petersen vísir tó
ikki aftur, at tað á onkrum
fundi kann hava veirð nevnt
yvir borðið, at Føroya
Fiskavirking átti at verðið
selt starvsfólkinum. Men
hatta ítøkiliga uppskotið,
landsstýrismaðurin sigur
nevndina hava havt, avvísir
hann blankt at kenna til.
– Vit hava hinvegin heilt
greitt gjørt klárt, at vit
ynsktu at selja Føroya
Fiskavirking á einum virð-
isbrævamarknaði.
So
kundu starvsfólkini eisini
tann vegin sloppið upp í
part, sigur Vilhelm Peter-
sen.
Hetta váttar Bjarni Djur-
holm,
landsstýrismaður.
Hann vísir tó á, at hann
sjálvur ásannaði, at ein
virðisbrævamarknaður var
rætta loysnin, men at hesin
lá so mikið langt úti í tíðini,
sum útlitini vóru til, at hann
helt hina loysnina, at selja
arbeiðsfólkinum Fiskavirk-
ing javnt, vera betri.
Breiðan eigaraskara
Vilhelm Petersen sigur, at
fyrrverandi nevndin fyri
Framtaksgrunnin viðgjørdi
hetta málið gjølla, og at
nógvir møguleikar vórðu
nevndir.
Endamálið við viðgerðini
var greitt at fáa eins so
breiðan eigarskara sum
gjørligt, at yvirtaka Føroya
Fiskavirking frá Framtaks-
grunninum. Tí tað stendur
jú í viðtøkunum, at seljast
skal.
Vit løgdu eina ætlan og
komu til, at virðisbræva-
marknaðurin var tað, sum
vit hildu vera bestu loysn-
ina, og tað hava vit eisini
nevnt fyri landsstýrismann-
inum.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, sigur við Sosi-
alin, at á einum fundi, hann
hevði við nevndina fyri
Framtaksgrunnin, var við-
gjørt, hvussu fáast kundi
ein breiður eigaraskari til
Fiskavirking.
– Tá varð júst nevnt sum
punkt eitt at selja partabrøv
til ein leiðlsubólk í Føroya
Fiskavirking, sigur Bjarni
Djurholm.
Meinhard
Jacobsen,
stjóri á Føroya Fiskavirk-
ing, sigur, at hann kennir
einki petti til at hava fingið
boðið nakað tílíkt, sum
Bjarni Djurholm nevnir,
hóast leiðslan í Fiskavirk-
ing vanliga verður kunnað
um tær viðgerðir, sum eru
av fyritøkuni.
– Tað eru sera góð viður-
skifti millum starvsfólk og
leiðslu á Føroya Fiskavirk-
ing. Vit hava í felag skapt
eitt stabilt og trygt arbeiðs-
pláss, og tað er ófatiligt, at
slíkir pástandir yvirhøvur
skulu verða havdir á munni,
sigur stjórin á Føroya
Fiskavirking.
Hinvegin sigur hann, at
tað er vanligt aðrastaðni, at
fyritøkur verða seldar teim-
um, sum starvast hjá feløg-
unum.
Tað kann hava sínar or-
søkir,
vísir
Meinhard
Jacobsen á. Eitt nú at virði
kunnu roknast í øðrum enn
reiðum peningi.
Tað fólk og tann vitan,
sum er í eini fyritøku, hevur
ofta størsta viðið, tá farast
skal víðari, vísir hann á.
Andaði í nakkan
Vilhelm Petersen, fyrrver-
andi nevndarformaður fyri
Framtaksgrunnin, heldur
fast við, at Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður við
vinnumálum, legði seg út í
arbeiðið
hjá
Framtaks-
grunninum.
– Vit kendu tað soleiðis,
at hann vildi hava ávirkan
á, hvat gjørt varð, og tað
kundu vit ikki góðtaka.
Hóast hann sigur, at tað
ikki var so, vísir skrivið,
sum nú er almannakunn-
gjørt, greitt, at hann legði
seg út í arbeiði okkara, sig-
ur Vilhelm Petersen.
Hann vísir til, at hóast tað
í brævinum frá landsstýris-
manninum bert er eitt lítið
brot, har landsstýrismaðuri
beinleiðis sigur seg vera
ósamdan við nevndina, er
tað tó ein heilt greið ábend-
ing á, hvat farið er fram á
nógvu fundunum partanna
millum.
Brævið ongan týdning
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, heldur hinveg-
in upp á sítt. Hann hevur
ongantíð lagt seg út í ar-
beiðið hjá nevndini fyri
Framtaksgrunnin,
sigur
hann. Hann hevur sagt sína
hugsan, og tað metir hann
seg hava fullan rætt til.
Hann sigur, at fyrrver-
andi nevndin fyri Fram-
taksgrunnin og landsstýris-
maðurin hava havt nógvar
góðar fundir sínámillum
eftir, at umrødda bræv varð
skrivað, til nevndin fór frá í
mars mánaða.
– Grundin til, at nevndin
valdi at leggja frá, sær,
sigur Bjarni Djurholm, var
ein persónsspurningur. Tá
eg hevði boðað frá, hvønn
eg ætlaði at velja nýggjan í
nevndina, varð boðað frá, at
tað vildu summir av ver-
andi nevndarlimum ikki.
Teir valdu at siga sessin frá
sær. Hóast heitt varð á teir
fleiri ferðir um at halda
fram, sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður við
vinnumálum.
– Eg havi altíð hildið, og
geri tað enn, at nevndin
varð mannað við fult kval-
ifiseraðum
fólki,
sigur
Bjarni Djurholm. Og eg
harmist um, at teir løgdu
frá sær.
Ókunnleiki og
nógv ferð kundu
endað við eini rætt-
iligari vanlukku á
Vestmannasundi
sunnudagin. Ein
skjóttgangandi
glastrevjabátur við
ferðafólki kom í
trupulleikar á
Sundinum
FLUTNINGUR
Edvard Joensen
Ein av mongu bátunum,
sum flutti fólk um Vest-
mannasund sunnudagin,
mundi komið rættiliga
illa fyri við fleiri ferða-
fólkum umborð.
Talan var um ein glas-
trevjabát, sum við 12
flogferðafólkum
og
tveimum, sum hoyrdu til
bátin, við nógvari ferð
var um at koppa, siga
vitni, sum sóu tilburðin.
Onkusvegna fekk bát-
urin ikki gronina leysa
úr sjónum og legði seg
rættiliga nógv. Hann
sigldi einar tvær ferðir í
ring, áðrenn hann var
rættaður ordiliga uppaft-
ur, sigur ein, sum sá til-
burðin.
Menn, sum kenna hes-
ar bátarnar, siga, at tað
var bara ein grund til
hendingina, og tað var
kleyvarskapur.
14 vaksin fólk um-
framt alt viðførið, flog-
ferðafólkið hevði við
sær, var alt á dekkinum.
Tá verður tyngdarpunkt-
ið flutt so øgiligt, at tað
kann skjótt enda galið.
Hesaferð gekk tað
væl, men fólkini fingu
ein rættiliga skelk, skilst
á teimum, sum sóu til-
burðin.
Kundu forgjørt sær
á Vestmannasundi
Bjarni Djurholm slær undir beltið
– Tað eru sera góð viðurskifti
millum starvsfólk og leiðslu á
Føroya Fiskavirking. Vit
hava í felag skapt eitt stabilt
og trygt arbeiðspláss, og tað
er ófatiligt, at slíkir pástandir
yvirhøvur skulu verða havdir
á munni, sigur stjórin á
Føroya Fiskavirking
– Tað er meira hóva-
sták av summum
sølum í dag, enn tá ið
umstøðurnar eru
vanligar, sigur Pauli
Højgaard, góðsku-
leiðari á Fiskamarkn-
aði Føroya á Toftum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Higartil hevur verkfallið
hjá
Føroya
Skipara-og
Navigatørfelag ikki havt so
stóra ávirkan á virksemið
hjá Fiskamarknaði Føroya.
Pauli Højgaard, góðsku-
leiðari, viðgongur tó, at tað
er truplari at skipa landing-
arnar, nú verkfall er, og ser-
liga merkist hetta í sam-
skiftinum millum uppboðs-
søluna á Toftum og upp-
boðssøluna í Klaksvík, tí
fjørður er ímillum og ikki
ber til at flyta fisk ímillum
hesi bæði økini.
– Klaksvíkin er meira av-
byrgd, nú eingin fiskaflutn-
ingur er um fjørðin. Tað eru
skip, sum vanliga landa í
Klaksvík, men sum nú
stundum mugu aðrastaðni
við fiskinum, tí aðrir keyp-
arar eru. Heldur ikki fæst
fiskur, sum verður seldur á
gólvinum í Klaksvík, av
oynni.
Góðskuleiðarin vísir á, at
tað er meira hóvasták av
summum sølum í dag, enn
tá ið umstøðurnar eru van-
ligar, og viðhvørt er neyðug
aftaná eina sølu at finna út
av, hvussu viðurskiftini
skulu greiðast, tí onkur
keypari ikki fekk tann fisk,
hann hevði keypt.
–
Somuleiðis
kann
henda, at okkurt virki hevur
keypt eina last, men fær
ikki brúkt øll fiskasløgini.
Pauli Højgaard sigur, at
enn hevur gingið hampiligt
at skipað viðurskifti, men
ilt er at siga, hvussu verður,
um verkfallið verður drúgt.
Týsdagin landaðu fýra skip
á Fiskamarknaði Føroya;
Váðasteinur,
Volunteer,
Kúrberg og trolbáturin,
Hansa Maria.
– Hesin fiskurin er keypt-
ur av virkjum í nærum-
hvørvinum, nú ikki ber til
at flyta fiskin millum firð-
irnar, sigur góðskuleiðarin.
Møguliga
landar
Tummas Nygaard eisini á
Toftum í vikuni.
Skiljimaskinan
Fyrst í hesum árinum varð
ein nýggj og framkomin
skiljimaskina sett upp á
Fiskamarknaði Føroya á
Toftum.
Frammanundan
varð gamla útgerðin, sum
uppboðssølan hevur brúkt,
flutt suður á uppboðssøluna
í Vági.
Drúgv tíð gekk, áðrenn
tey á uppboðssøluni sóu
nakra veruliga nyttu í
nýggju maskinuni, tí nógv
ting skuldu fáast at hanga
saman. Samstundis kom
nógvur fiskur uppá land, og
hetta gjørdi tað trupult hjá
uppboðssøluni í vár.
– Í dag riggar sjálv skilji-
maskinan væl, og hon er
nær við at verða tað, vit
væntaðu av henni. Neyðugt
hevur verið við tilvenjing
og tilpassing av øllum, sum
er rundan um maskinuna. Í
dag vildi neyvan nakar
verið nýggju skiljimaskin-
una fyriuttan, sigur Pauli
Højgaard.
Truplari at skipa landingarnar
undir verkfallinum
Í Klaksvík lata út-
róðrarmenn illa at
prísunum, sum teir
siga eru nógv lækk-
aðir, síðan verkfallið
byrjaði. – Sum heild,
hevur verkfallið ikki
ávirkað fiskaprísirnar
niðureftir, sigur
góðskuleiðarin á
Fiskamarknaði
Føroya á Toftum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Seinastu dagarnar hava
søgur gingið um, at verk-
fallið hevur elvt til lækk-
andi fiskaprísir.
Sosialurin
hevði
eitt
dømi um blaðnum í síðstu
viku. Talan var um djúp-
vatnstrolaran, Suðring, sum
var á veg inn við eini last av
kongafiski og upsa. Fiska-
virking á Tvøroyri plagar at
keypa veiðina hjá eitt nú
Suðringi, men við tað, at
virkið ikki fekk sent fesk,
ísað fløk av landinum, tí
eingin flutningur er norður
um Suðuroyarfjørð, noydd-
ist virkið at keypa fiskin til
frystingar, og tá fekk Suðr-
ingur 3-4 krónur minni fyri
kongafiskin. Tað helt reið-
aríið ikki vera nøktandi prís
og valdi í staðin at fara nið-
ur til Cuxhaven at selja.
Tað er ivaleyst torført at
taka saman um og siga, at
soleiðis og soleiðis eru
prísirnir, nú verkfall er, tí
ymiskt er, hvar og hvussu
verkfallið rakar.
Í Klaksvík lata útróðrar-
menn illa at prísunum, sum
teir siga eru nógv lækkaðir,
síðan verkfallið byrjaði.
Hugsast kann, at færri
keyparar eru til fiskin hjá
útróðrarmonnum í Klaks-
vík, nú fiskur ikki fæst av
oynni, og lítið man vera at
ivast í, at tað gongur útyvir
prísirnar.
Uppgangandi
Pauli Højgaard, ið starvast
sum góðskuleiðari á Fiska-
marknaði Føroya á Toftum,
heldur ikki, at prísirnir á
gólvinum á Toftum eru
lægri, enn teir hava verið.
Tað er heldur soleiðis, at
prísirnir í seinastuni hava
verið uppgangandi. Tað,
sum selt verður á gólvin-
um, er oftast útróðrarfiskur.
Mánadagin fóru toskur 1
og toskur 2 fyri út við 20
krónur fyri kg., toskur 3
fyri stívliga 10, toskur 4
fyri góðar 9 og toskur 5 fór
fyri 8 krónur fyri kg.
– Hetta er rímiliga góður
prísur, sum er nakrar krón-
ur hægri, enn tá ið hann var
lægstur.
Pauli Højgaard sigur, at
fiskaprísirnir sum heild
hava verið uppgangandi í
seinastuni.
– So, eg haldi ikki, vit
kunnu siga, at verkfallið
higartil hevur ávirkað prís-
irnar
niðureftir,
sigur
góðskuleiðarin.
Uppgangandi prísir á toski
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Partrolararnir, Jaspis og
Ametyst,
landaðu
í
Saltangará
týsdagin.
Jaspis, sum hevði stív-
liga 900 kassar, landaði
beinleiðis til Fiskavirk-
ing í Saltangará, meðan
Ametyst, sum hevði
einar 800 kassar, land-
aði til P/F Beta. Megin-
parturin av veiðini hjá
báðum skipunum var
upsi. Bert eitt sløð var
av øðrum fiski, einir 23
kassar tilsamans.
Fiskavirking
í
Saltangará keypir upsan
hjá báðum trolarunum.
Upsaprísurin
Jason
Johannesen,
virkisleiðari, sigur, at
prísurin á upsa er støð-
ugur. Hann er ikki
ávirkaður av verkfall-
inum, sum er.
– Vit keypa ikki meira
fisk hesa vikuna, tí
vikan er so stutt. Arbeitt
verður til á middegi
hósdagin, tá ið fólkið
fær frí.
Hann sigur, at fyri at
fáa fiskin undir land,
eru tey farin til arbeiðis
klokkan 07 alla hesa
vikuna og arbeitt verður
eitt sindur longri enn
vanligt.
– Neyðugt er, at gólv-
ini eru turr, tá ið farið
verður heim hósdagin á
middegi, tí vikuskiftið
er so langt, sigur Jason
Johannesen.
– Enn hevur gingið hampiliga væl at skipað søluviðurskiftini undir verkfallinum, men ilt er at
siga, hvussu verður, um verkfallið verður drúgt, sigur Pauli Højgaard, góðskuleiðari á
Fiskamarknaði Føroya
Jaspis og Ametyst
landað í Saltangará
- Prísurin á toski hevur í seinastuni verið nakrar krónur hægri
fyri kg., enn tá ið hann var lægstur, sigur góðskuleiðarin á
Fiskamarknaði Føroya á Toftum.
C
M
Y
K
7
6
Brúktir bilar til sølu
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
www.ivan.fo
Citroen Xantia
1,9 TD 5H
km. 94.000, árg. okt. 1996
115.000,-
VW Polo
1,9TD
km. 120.000, árg. mai 1996
75.000,-
Citroen Xsara
1,9TD
km. 83.000, árg. des. 1998
120.000,-
Nissan
Sunny
km. 197.000, árg. 1987
11.000,-
Mazda 323
1,3 4h
km. 211.000, árg. 1989
32.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi Week.
km. 29.500, árg. juni 2000
150.000,-
Citroen Xantia II
2,0 HDi stc. 5H
km. 120.000, árg. sept.1999
139.000,-
Mitsubishi L300
2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
70.000,-
Mitsubishi Lancer
5h GLXi
km. 124.000, árg. juni 1992
50.000,-
Hyundai Accent 1,3
LS 5H
km. 65.000, árg. feb. 1999
75.000,-
Peugeot 306
D 4H
km. 150.000, árg. apr. 1995
80.000,-
Ford Courier vøruv.
1,8D
km. 78.000, árg. feb. 1996
47.000,-
Ford Escort 1,6i STC.
VA
km. 95.500, árg. mars 1997
53.000,-
Fiat Tipo
5h
km. 109.000, árg. mai 1989
26.000,-
Citroen ZX 1,4i
5H
km. 105.000, árg. aug. 1995
70.000,-
sýnaður 01'02
sýnaður 12'01