Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 77 - 24. apríl 2002 Nr. 77 - 24. apríl 2002 9 Tað eru skjótt 10 mánaðir síðani, at Føroya Arbeiðara- felag skrivaði lands- stýrinum bræv, men enn hevur felagið ikki hoyrt eitt orð aftur ALMENN UMSITING Áki Bertholdsen Nú verður Landsstýrið eftir øllum at døma aftur klagað fyri Løgtingsins Umboðs- manni. Hesuferð er tað Føroya Arbeiðarafelag, sum fer at klaga Landsstýrið. – Vit hava ikki tikið endaliga støðu í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag, men tað er onki at gera, utt- an at venda sær til Løg- tingsins Umboðsmann, sig- ur Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag. Orsøkin til klaguna er, at Føroya Arbeiðarafelag ikki enn hevur fingið svar uppá eitt bræv, sum felagið sendi landsstýrinum fyri níggju mánaðum síðani. – Vit kunnu ikki liva við, at tað skulu ganga níggju mánaðir frá tí at vit senda landsstýrinum eitt bræv, hóast vit hava mint tey á tað og tí eru vit noydd at fara víðari við málinum og leggja tað fyri Løgtingsins umboðsmann, sigur Inge- borg Vinther. Sleppa ikki at byggja Brævið, sum Føroya Ar- beiðarafelag hevur sent landsstýrinum, er ein kæra til Kommunala Eftirlitið um viðferðina, sum felagið hevur fingið frá Tórshavnar Býráð. Føroya Arbeiðarafelag ætlar nevniliga at byggja hølini í Tjarnardeild í Havn, út. Í húsinum er ein fundar- salur við plássi til eini 120 fólk, men tað, sum felagið ætlar, er at lyfta skrávegg- irnar í húsinum upp, so at fundarsalurin verður størri og at pláss verður fyri ein- um 170 fólkum. – Síðani sendu vit byggi- nevndini í Tórshavnar kommunu tekningar og byggiætlan. – Men tá fingu vit at vita,at grundstykkið var ov lítið, við tað at húsið bleiv hægri. Hon sigur, at so varð stykkið niðan fyri húsið matrikkulerað afturat hús- inum. Tað var einar 1200 fermetrar til støddar. Inge- borg Vinther sigur, at til- samans er ognin hjá Føroya Arbeiðarafelagvið Tjarnar- deild yvir 5.000 fermetrar. – So varð aftur skrivað til Tórshavnar Býráð, men einaferð enn var svarið nei: Nú skuldi húsið vera ov høgt eftir byggisamtyktini. Ingeborg Vinther sigur, at tískil klagaði Føroya Ar- beiðarafelag Býráðið fyri kommunala eftirlitinum hjá Landsstýrinum. – Vit halda ikki, at tað bar til fyrst at siga, at stykkið var ov lítið, og síðani at skylda upp á byggisamtykt- ina. – Men nú hevur so kæran ligið í Landsstýrinum í níggju mánaðir og vit hava ikki frætt eitt orð aftur, hóast rykt hevur verið eftir svari, og nú eru einastu ráðini at fara til Løgtings- ins umboðsmann, sigur Ingeborg Vinther. Hetta verður ikki fyrstu ferð, Landsstýrið verður klagað fyri Løgtingsins Umboðsmanni. Vinnu- málastýrið fekk álvarsliga átalu í sambandi við Lands- verkfrøðingin. Og eisini Fiskimálastýrið hevur fing- ið eina átalu í einum máli um ræðisrættini, men gekk eisini frítt í einum máli um veiðo- og fiskiloyvi. Sam- stundis hevur Fíggjarmála- stýrið eisini fingið nøkur orð við á vegnum í sam- bandi við munarløn. Skipara- og Navigatørfelagið linkar nú verkfallið so at øll skipini fáa undantaksloyvi at røkja sjúkraflutning VERKFALL Áki Bertholdsen Tá ið verkfall er, plaga fak- feløg viðhvørt at herða til- tøkini fyri at leggja størri trýst á mótpartin. Men, nú Skipara og Navigatørfelagið er farið í verkfall, hevur tað gingið øvugta leið. Tá ið verkfallið varð lýst á miðdegi hósdagin, var samstundis lýst við, at Teistin og Ternan høvdu undantaksloyvi at røkja sjúkraflutning um ávikavist Skopunarfjørð og Vest- mannasund. Men nú hevur Skipara- og Navigatørferlagið eisini lýst, at øll skipini hava fingið undantaksloyvi til at røkja sjúkraflutning. Sostatt eru manningarnar á øllum Strandfaraskipun- um aftur umborð, til reiðar at sigla við sjúklingum, skuldi tað gjørst neyðugt. Onkur smábátur hevur verið brúktur til sjúkra- flutning um Leirvíksfjørð, men Skipara- og Navigatør- felagið hevur nú gjørt vart við, at øll skipini, og sostatt eisini tað um Leirvíksfjørð, hevur undantaksloyvi at sigla við sjúklingum og læknum og at øki ikki longu er verkfalsrakt. Skipara- og Navigatørfel- agið hevur sostatt víðka undantaksloyvini til at um- fata øll skip, hóast ósemja er, hvørja samsýning, yvir- menninir skulu hava, fyri at vera til reiðar. Fíggjarmálastýrið tví- heldur um, at menninir fáa bara gjaldið fyri tilkalli- vaktir, sum er 17 krónur um tíman yrkadagar og 34 krónur um tímar sunnu- og halgidagar. Hinvegin tvíheldur Skip- ara- og Navigatørfelagið um, at menninir skulu hava vanliga løn tað tíðina, skip- ið átti at siglt eftir ferða- ætlanini og at gjaldið fyri tilkalling er bara galdandi um kvøldið og um náttina, tá ið skipið annars liggur. Og nú Skipara- og Nav- igatørfelagið hevur víðka undantaksloyvið til sjúkra- flutning til at umfata øll skip, er kravið framvegis, at yvirmenninir skulu hava vanliga løn. Ellintur Abrahamsen sig- ur, at tilsamans eru tað 20- 25 mans, sum eru í verk- falli og á miðdegi í gjár hevði enn onki samband verið ímillum partarnar. Landsstýrið aftur klagað fyri Løgtingsins Umboðsmanni Øll skipini fáa loyvi at sigla við sjúklingum Føroya Arbeiðarafelag ætlar at lyfta húsini upp, men tað gongur so strilti, at málið nú endar hjá Løgtingsins Umboðsmanni Tíðindaskriv Hóast roknskaparskipan landsins hevur verið umløgd í vetur, hevur ar- beiðið at gera roknskapin fyri 2001 gingið somikið væl, at roknskapurin nú er greiður til prentingar. Ymisk roknskaparúrslit hava seinastu tíðina verið nevnd í fjølmiðlunum. Hetta er orsøkin til hesa al- mennu kunning um lands- roknskapin fyri 2001. Roknskapaarúrslitið Roknskapurin vísir eitt RLÚ- avlop uppá 697 mió. krónur Hetta er størsta roknskaparavlop landið nakrantíð hevur havt. Roknskaparárini 1997 - 2001 góvu hesi RLÚ - úrslit : 1997 178 mió. kr. 1998 471 mió. kr. 1999 648 mió. kr. 2000 602 mió. kr. 2001 697 mió. kr. Inntøkur og útreiðslur Inntøkur landskassans frá skattum og avgjøldum vóru 2.805 mió krónur móti 2.515 mió krónum í ár 2000 hetta svarar til ein vøksur uppá 11,5 %. Ríkisveitingin var 995 mió krónur móti 973 mió krónum í ár 2000. Vøksturin var 2,3 %. Útreiðslurnar vóru 3.102 mió krónur móti 2.886 mió krónum í ár 2000. Vøksturin var 7,5 %. Nýtslan av roknskaparavlopinum Av roknskaparavlopinum uppá 697 mió. krónur er meginparturin ella 562 mió krónur nýttar til at økja um gjaldføri landskassans. 144 mió krónur eru tó nýttar til afturgjald av landkassa- skuld. Gongdin higartil í ár 2002 Fíggjarlógin fyri 2002, ið Løgtingið samtykti í des- ember 2001 vísti eitt RLÚ- avlop uppá 121 mió krónur. Higartil í ár hevur Løgting- ið givið eykajáttanir fyri tilsamans 50 mió krónur og skattalættar, ið enn ikki eru tiknir við á eykajáttan uppá 27 mió krónur. Mótsattan veg telur, at skatta og avgjaldsinntøkur landskasans higartil í ár hava verið væl hægri enn mett var, tá fíggjarlógin var gjørd. Tey seinastu inntøkutølini, ið vóru kend tá fíggjalógin endaliga var avgreidd í Løgtinginum vóru inn-tøk- urnar fyri oktober mánað 2001. Teir 5 mánaðirnir nov. 2001–mars 2002, sum síðan eru gingnir, hava víst ein óvanliga stóran vøkstur í serliga skattainntøkunum. Skattainntøkurnar eru hetta 5-mánaðarskeið 16,8 % hægri enn skattainntøkurn- ar tilsvarandi 5-mánaðar- skeið eitt ár frammanund- an. Út frá hesum grundar- lagi kann roknast við at inntøkurnar í 2002 koma at verða einar 100 - 150 mió krónur hægri enn mett er á fíggjarlógini. Árliga musikkstevnan verður í Havn í døg- unum 26.-27. apríl 2002 TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Musikkstevnan 2002 verð- ur í hildin í Havn Dýra Biðidag 26. apríl og leygar- dagin 27. apríl. Musikk- stevnan er ein árlig aftur- vendandi stevna fyri blási- orkestur í Føroyum. Ork- estrini skiftast um at skipa fyri stevnuni, og í ár er tað Harmoniorkestrið GHM, sum er vertur. Eitt av endamálunum við stevnuni er at geva spælar- um úr ymsu orkestrunum høvi til at hittast og læra hvønn annan betur at kenna. Á stevnuni í ár verður stórur dentur lagdur á venjingar og framførslu hjá einum stórum felags- orkestri. Í hesum sambandi hava spælararnir úr ymsu orkestrunum eitt serstak- liga gott høvi til at læra av hvørjum øðrum, og fáa nýggjan íblástur til at menna seg tónleikaliga. Eitt annað endamál við stevnuni er, at gera vart við tónleikin úti ímillum fólk. Á stevnuni í ár er nógv gjørt fyri, at havnarfólk skulu merkja, at stevna er í býnum. Skipað verður fyri útikonsertum ymsa staðni í býnum seinnapartin Dýra Biðidag. Frá ymsu konsert- støðunum úti í býnum fara orkestrini at ganga í skrúð- gongu oman í miðbýin, har øll orkestrini fara at møtast til felagskonsert á Tinghús- vøllinum. Í sambandi við hesa konsertina, fer Jan Christiansen borgarstjóri at seta Musikkstevnuna 2002. Sjey orkestur hava boðað frá luttøku á Musikkstevn- uni 2002. Tey eru Klaksvík- ar Hornorkestur, Fugla- fjarðar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag, Havnar Hornokestur, Tvør- oyrar Hornorkestur, eitt samansett orkestur við lut- tøku av limum úr Vest- manna Hornorkestri og Sørvágs Tónleikarfelag og endiliga Harmoniorkestrið GHM. Skráin fyri stevnuna byrjar Dýra Biðidagsmorg- un við felagsvenjingum til stóra felagsorkestrið. Seinnapartin Dýra Biðidag vera nakrar stuttar útikons- ertir hildnar við Háskúlan, ovarliga á Dalavegnum og á Láarvegnum. Úr hesum støðum verður gingið í skrúðgongu oman á Ting- húsvøllin, har Musikk- stevnan 2002 verður sett. Ein felagskonsert verður eisini á Tinghúsvøllinum tá. Um kvøldið Dýra Biði- dag verður almenn kvøld- seta í Norðurlandahúsinum, við tónleiki, sangi, dansi og undirhaldi. Til kvøldsetuna eru tey luttakandi orkestr- ini, biðin um at koma við eini »ótraditionellari« skrá, so tað er sera spennandi, hvat kemur burturúr. Á kvøldsetuni luttaka eisini Havnar Ungdómshornork- estur, Næmingaorkestrið hjá Musikkskúlanum og Ælabogin, sum er orkestrið hjá teimum menningartarn- aðu. Leygardagurin 27. apríl byrjar við venjingum hjá einstøku orkestrunum, og hjá stóra felagsorkestrin- um. Klokkan 15:00 leygar- dagin verður stórfingin Gallakonsert í Norður- landahúsinum, har einstøku orkestrini fara at spæla hvørt sær, umframt at stóra felagsorkestrið fer at hava framføra eina fjølbroytta skrá. Leygarkvøldið endar Musikkstevnan 2002 við stórari veitslu fyri øllum stevnuluttakarunum. Musikkstevnan hevur verið hildin á hvørjum árið síðani 1966 og er henda musikkstevnan tískil tann 37. í røðini. Skráin fyri stevnuna sær soleiðis út: Dýri Biðidagur 26. apr. 2002 Kl. 10.00 Orkestrini møta í Norðurlandahúsinum til felagsvenjing. Kl. 15.00 Útikonsertir á hesum støðum í býnum: Við Háskúlan, við krossin Dalavegur/ Pedda við Steinsgøta og á Láarvegn- um. Kl. 15.30 Skrúðgongur frá konsertstøðunum móti miðbýnum. Kl. 16.00 Konsert á Ting- húsvøllinum. Jan Christian- sen borgarstjóri setur stevn- una. Kl. 19.30 Almenn kvøld- seta í Norðurlandahúsinum. Leygardagur 27. apr. 2002 Kl. 10.00 Felags- og orkest- urvenjing Kl. 15.00 Galla konsert í Norðurlandahúsinum Landsroknskapurin gav avlop Stórfingið tónleikatiltak í Havn C M Y K 9 8 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX gráur, 4 hurðar, árg. 1997, 151.000 km. 94.000 Nissan Primera 1,6 LX gráur, 4 hurðar, árg. 1995, 126.000 km. 69.000 Nissan Primera 2,0 reyður, 4 hurðar, árg. 1991, 121.000 km. 47.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel gráur, 2 hurðar, árg. 1996. 78.000 Peugeot 306 Diesel Aircon bláur, 4 hurðar, árg. 1999, 47.000 km. 125.000 Peugeot 306 XS 2,0 St. Car Ljósa bláur, 5 hurðar, árg. 1999. 130.000 Peugeot 206 XR 1,9 D bronze, 5 hurðar, árg. 1999, 88.000 km. 110.000 Opel Astra 1,8 Club Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 104.000 km. 70.000 Opel Astra 2,0 Dti Wagon gráur, 5 hurðar, árg. 1998, 76.000 km. 130.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon reyður, 5 hurðar, árg. 1995, 110.000 km. 55.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon brúnur, 5 hurðar, árg. 1997, 40.000 km. 85.000 Opel Vectra 2,0 CD grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 48.000 km. 134.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, 26.000 Saab 900 S reyður, 5 hurðar, árg. 1995, 119.000 km. 98.000 Mazda 323 F 1,6i GLX vínreyður, 5 hurðar, árg. 1996, 116.000 km. 65.000 Ford Fiesta bláur, 5 hurðar, 130.000 km. 10.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,7Dtl grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 108.000 km. 99.000 Opel Astra 1,7d Wagon bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 142.000 km. 55.000 Opel Astra 1,7d Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 99.000 km. 65.000