leygardagur 14. mars 1959síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
JAVNADUR
NR. 11.
LEYGARDAGIN
14, MARS 1959
32. ÁRG.
Ongland og Egyptaland
Eftir langt strid Suez-stridid
tók seg upp i 1956 hava hesi
bæði londini, Ongland og Egypta-
land, avgjørt at koma til sættis nú
í ymsum stríðsspurningum. Ong-
land kravdi stórt endurgjald fyri
mistar ognir í Egyptalandi, og
Egyptaland krevur krígsendurgjald.
Nú verður sáttmáli undirskrivaður
hesum viðvíkjandi.
Í sama viðfangi hesin sáttmáli er
skrivaður, hava londini bæði
avgjørt at fáa í lag handilssamband
somuleiðis eisini flogsamband
eins og áður. Á
Sameinda arabiska tjóðin hevur
sagt seg til reiðar at taka ímóti um-
boðsmanni Stórabretlands, soleiðis
at vanligt diplomatiskt samband
aftur verður tikid upp. Hetta sam-
band varð slitið í 1956.
Tað sum kann tykjast logið. sigur
ein serkønur, er tað sum ikki verð-
ur sáttmálaskrivað. Sáttmálin nevn-
ir einki um egyptiskt krígsendur-
gjald frá fransk-enska álopinum á
Suez 1956. Heldur einki verður
nevnt um endurgjald fyri tey ensku
hermålastødini, ið fullu Nasseri í
lut stutt frammanundan nasjonali-
seranini av Suez í 1956.
Í stuttum kann sigast, at londini
bæði eru samd um at lata hetta
stríðsmál falla, og tað týðir í veru-
leikanum tað, at Ongland má gjalda
eitt høgt endurgjald fyri luttøku i
Suezstríðnum í 1956, meðan Egypta
land afturímóti ikki fær nakað krigs
endurgjald.
Roknað verður við, at samlaðu
ensku ognirnar í Egyptalandi
bæði útgerð, sum varð latin eftir í
1956 og ensk ogn, ið varð tíkin av
egyptisku myndugleikunum verð
ur mett til 160 miljónir pund ella
umleið 3,2 milliardir krónur
mótvegis teim 27,5 milliónum pund
um, ið Ongland nú fær av teim
sterlingságóðum, Egyptaland saml-
aði saman í London, tá annar verð-
aldarbardagi leikaði á, og sum
ensku myndugleikarnir nú hava
fingið til endurgjald til enskar stats-
borgarar.
Tá hetta varð alment kunnugt,
undraði tað ongan, at sáttmálavið-
tøkan ikki hevur verið væl móttikin
frá enskari síðu.
Hver skrivaði samgongubrævið ?
Fjodveldismenn siga seg einki vita um, og fólkaflokksmenn síga seg íkki
hava skrivað brævið, har hesir mæla til
samgongu
við javnaðar- og sambands-
fokkin treytad av, at Kr. Djurhuus gi ørdist løgmadur.
Tad var 6. januar i år, at Håkun
Djurhuus handaði Johan Poulsen
soljóðandi bræv:
»1jødveldisflokkurin og følka-
flokkurin eru samdir um at
skipu landsstyri saman við
sambandinum og javnaðar-
monnum, treytað av, at Kr.
Djurhuus verður løgmaður.
Tjóðveldisflokkurin og fólka
flokkurin binda seg til at halda
tafus quo «
Nú siga tjóðveldismenn seg einki
vita um hetta bræv, og Hákun Djur-
huus einki bræv hava
skrivað.
Men eitt er vist:
skrivað. og brævið
Jóhan Poulsen, ið bar
javnaðarflokkin
Fólkaflokksmenn og
tjóðveldisflokksins (ætlandi bara E.
Patursson, Hanus við Høgadalså og
sigur seg
Brævið hava teir
handaðu teir
tað víðari til
xldamenn
Sigurð Joensen) vóru samdir um
tað, í brævinum stendur. men sum
teir nú royna at avnokta. So mikið
lak út frá landsstýrissamráðing-
unum
Fá ið teir »smærru« ti00 eldis-
menninir ikki voru vital 1 hes-
Al samravingår odd i tj O-
veldisflokksins, var hetta }
av, at teir betur kundu avnokta
samgonguroyndirnar við samband-
ið, um hesar miseydnaðust
Undir fíggjarlógarviðgerðini søgdu
bæði Knút Vang og Hákun Djur-
huus, at teir høvdu rikið ørindi tjóð
veldismanna, ið fegnir vildu upp
landsstýrið saman imban
inum, tó í Kr. Dju
Oddamenn tjóðveldismanna
gjørdu onga roynd at avnokta hes-
um.
Fjóðveldismaðurin Jóhan Simon-
sen segði seg einki vita um hesar
samgonguroyndir; men tað er jú
náttúrligt. Hann visti ætlandi onga-
tíð av teimum hann skuldi jú
haldast uttanfyri stóru loyndarmál
oddafiskanna.
Lurtararnir løgdu til merkis, at
eisini Håkun Djurhuus kom aftur å
pallin, og segði hvorki seg ella
takran fólkaflokksmann hava skriv-
að brævið, ið handað varð Jóhan
Poulsen?
Mad er líkt til, at eingin torir taka
ábyrgdina; men vit spyrja:
HVOR SKRIVAÐI BRÆVIÐ?
160 fiskifor
Fólkaflokkurin efurvitið í
føroyskum politikki hevur lagt
å ting uppskot um at byggja (ella
fáa til landið) 20 fiskifør i ár.
Hetta skal væl vera ein byrjan til
Høvdu teir tey 8 årini, teil
sótu og trillaðu tummulfingrar í
landsstýrinum havt bygt 20 fiski-
før árliga, so vit nú høvdu 160 góð
fiskifør fleiri, so hevdi meginpartur-
in av fiskimonnum okkara i dag
kunnað vunnið sær til fødina á før-
oyskum fiskiførum; men slíkt var
teim ikki í huga tá r tí hevur fólk
ið sett teir frå allari ábyrgd í før-
politikki
Betur er at vera fyrivarin enn
cftirsnarur.«
Misålitsvåttan til norsku stjórnina fall
Tann norska stjórnin vann á ti
misålitisvåttan, sum mótmælisflokk-
arnir settu fram í samband við ta
vápnasending, ið fór til Kuba til
diktatorin Batista, sum mátti lúta
fyri uppreistrarmonnunum.
Uppskotið til misálitisváttanina
fall við 71 atkvødum fyri og 78
ímóti,
Tá ordaskiftid fór fram á Stór-
tingi hesum viðvíkjandi, segði Ger-
hardsen, forsetisráðharri, at stjórnin
heyði mett støðuna skeivt, tá hon
lat = sendingina við vápnatilfari
til Kuba fara virðið var einar 4
milliónir krónur Vápnatilfarið
kom ikki til Havanna fyrrenn
Batista var flýddur.
Slíkt mistak skuldi ikki henda
aftur, segði Gerhardsen.
Grenlandshjálpin
Vit taka enn móti gávum til Grøn
landsgrunnin, men nú fer tíðin at
styttast, so tey, ið ætla sær at senda
gávu, biðjast senda postávísan til
Sosialin, box 76, Tórshavn.
FØDINGARDAGUR KONGS
Fødingardagur Fridriks kongs 9.
varð hildin víða hvar í danska rik-
inum.
Í Keypmannahavn var nógv fólk
komið saman á Amalienborg slots-
garði at heiðra kong, og kom konga
familjan út á balkongina og varð
stórliga fagnað av tí tiggjutúsundtals
mannamúgvuni, ið var samankom-
in. Kongur helt stutta talu til fólk-
ið, har hann takkaði fyri tað trú-
festi, honum og húski hans varð
sýnt. Hann vónaði eitt danskt fólk
við sunnari og lukkuligari framtíð
og vónaði, at danska smílið fór at
vera enn sum áður, tað sýntist at
vera fánað burtur. Fleiri ferðir varð
kongur kallaður fram aftur a
mannamugvuni.
Frá Føroyum varð handaður
kongi ein målningur, sum Ingålvur
av Reyni hevur málað málning-
urin er av Kunoyar bygd við út-
Lýs!
Fad verður her gjørt kunnigt, at
tann av býráðnum samtykta figgjar-
ætlan yvir inntøkur og útreiðslur hjá
Tórshavnar kommunu, Tórshavnar
havn og Tórshavnar elektrisitets-
verki fyri fíggjarárið 1959-60 er til
skjals á býráðsskrivstovuni frá 11
til 24
mars 1 dl
Fórshavnar býráð, tann 10. mars
1959
Vegna umbyggjan er
Skóselan
r
Pí. J.J. Joensen ::
i Vågsbotni
flutt i Perluna (i nedra)
sýni móti Kallsoynni. Løgmadur
bar gåvuna fyri kong.
Teir „hoppaðu av“
Av og á frætta vit um »avhopp-
arar« fólk sum rymir úr teim
kommunistisku løndunum.
Fyri kortum kom ein pólskur
trolari til Nexø á Bornholm. 8 vóru
menninir í tali; men teir fýra vóru
læstir i komurunum sínum. Orsøkin
var at hesir 4 ætlaðu sær at >hoppa
av«.
Hendingin fór fram á víðum
havi. Trolaramanningin var bert 5
Stutt aftaná trolarin var farin úr
Pólandi, fóru 4 av manningini, m
a. skiparin til koys, so einans róð-
ursmaðurin var eftir á dekkinum.
Tá komu 3 vinir hansara teir
høvdu dagin fyri krógvað seg í
maskinrúminum. Teir læstu kamars
dyrnar hjá teim sovandi og settu so
kósina móti Bornholm, har teir
bóðu um skjól sum politiskir flóttar
menn
Nei onga
fólkapensjón her!
Á opnum býráðsfundi í Havn
seinasta tyskvøld mælti býráðsfor
maður harra Siegfried Skaale til, at
Pórshavnar byråd yvirfyri tinginum
mótmælti at seta lógina um fólka-
pensjón í gildi
Hann er fólkaflokksmaur (!)
relf. 1660
(ODTOVIL)