leygardagur 14. mars 1959síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11
SCSIALURIN
Føroyskt skrivtmål
II.
Eitt skúlagingið fólk fær skrivt-
mál sítt gjøgnum eygað. Oyrað mót-
tekur málið í ljóðum, sum verða
uppfatað av heilanum, ið aftur fær
munnin til at endurgeva tey. Hin
uppfatandi heilin hevur fingið ski! á
ljóðunum. Soleiðis læra oll børn upp
runaliga mál ella talu. Eygað kemur
ikki upp í leikin við at læra mål,
fyrrenn barnið fer í skúla. Har er
tað, at samskipanin millum mál-
oyrað og máleygað skal verða fingin
í lag. Øll børn hava ikki lika gløgt
måleyga ella rættari sagt: eyga fyri
békstødum og teirra raðfylgju. Slik
børn kalla vit lesiveik.
Her tala vit bert um barnið, hvørs
máleyga upprunaliga er í lagi. Táið
tað kemur í skúla, lærir tað fyrst
bókstavirnar síðan at seta teir
saman í orð. Hjá lesivandum fólki er
orðið veruliga tann minsta eindin
sum verður uppfatað av blaðnum.
Bókstavirnir gerast tá bert sermerki
í orðmyndini. Tí ræður um undir
skúlagongdini, at orðmyndin broyt-
ist ikki aftur og fram fyri barninum.
Í stórri londum hendir sjáldan broyt-
ing í stavsetingini, men um lítil
broyting kemur, hava skulabøkur
beinan vegin verið til taks í hesi
broyting, og tá er broytingin bert ein
reppur eina ferð.
Hjá okkum eru slíkar hendingar
farnar fram á heilt annan hátt. Vit
nýta samstundis skúlabókur við heilt
ymsum stavsetingum.
Skrivligt føroyskt kom sum læru-
grein inn í Foroya læraraskúla 1905,
og av teirri grund hildu menn tað tá
vera neyðugt at lata enskt mál falla
burtur sum lærugrein. Hammers-
haimbs rættskriving varð tá uttan
tjak tikin til skúlabrúks. Seinri kundi
fólkaskúlin fáa loyvi at læra børnini
skrivligt føroyskt, men hetta var
eingin skúlaskylda. Føroyskt talumál
var við lóg nærsagt stongt úti av
fólkaskúlanum. Ungir føroyskir lær-
arar vita einki um tað mikla stríð,
ið stóðst av hesum. Fyrst í 1938
slapp føroyskt talumál veruliga inn
um skúlagátt i Føroyum, við tað at
hin nógv umrødda $ 7 í okkara
skúlaskipan varð avtikin. Her skal
ikki verða umtalað, hvat ið hendi
føroyskum máli undir síðsta heims-
bardaga. Nýggjar bøkur til hjálpar
fyri skrivligt føroyskt í skúlanum
komu í hvort fall ongar. Táið J.
Dahls mállæra var útseld, hevði
M. A. Jacobsen givið- út sínar Rætt-
skrivingarreglur, ið fult út bygdu á
Hammershaimbs rættskriving, men
henda bók fór eisini at ganga undan.
Við stjórnarlógini 1948 fekk føroyskt
mál fullan heimarætt i føroyskum
skúlum. Hvat er síðan hent við læru-
greinini føroyskt mál?
Longu í 1935 hevði Foroya Lær-
arafelag sent út bókina: Foroyskar
aftursagnir. Í hesi bók vil lærara-
felagið bróta við Hammershaimbs
rættskriving við í øllum orðum og
bendingum at halda fast við tað,
menn kalla orðstovn ella orðstammu.
Dømi: Tátíð av at hyggja er skrivað
huggdi, av at kenna kenndi o. s., fr.
Bygd er skrivað byggd, mentur
menntur o.s.fr. Annars heldur bók-
in fast um ei framman fyri ngi(j), so
hon sum prentvillur setur: songina
og
les: seingirna og dronginum les
dreinginum. Rithøvundurin, Richard
Long, sigur seg einsamallan hava
ábyrgd av stavsetingini, men útgávan
er Foroya Lærarafelags. Bókin var í
hvort fall ætlað til brúks í føroyskum
skúlum.
Ikki hava
man hetta
stavingarlag
funnið vælvild hjá ollum. Í hvort
fall síggja vit, at nakrir lærarar aftur
fóru at stinga høvur saman um før-
oyska rættskriving. Eftir heimsbar-
dagan kom spurningurin fram fyri
skúlastjórnina nakað um somu tíð,
sum stjórnarskipanin gav føroyskum
máli fullan heimrætt í skúlum okk-
ara. I 1948 varð gjørd roynd í fólka-
skúlanum um allar Føroyar í skriv-
ligum føroyskum, og allir hesir stilar
komu so til eftirkanningar. Hvussu
henda kanningin hevur verið, man
Harra Gud vita, tí neyvan fekkst
fólk at taka sær av hesi stóru stíla-
rúgvu.
Urslitid var í hvort fall, at málið
skuldi loysast politiskt, við at løg-
tingid setti nidur eina rættskrivingar-
nevnd. Henda nevnd sat i nøkur år,
og hon helt fundir og tók stødu,,
uttan at einasti målkøni limurin,
sum skuldi vera í henni, Chr. Matras
professari í Keypmannahavn, var við
á fundi. Hvat henda nevndin hevur
ætlað at gera, hava vit eitt dómi um
í bókini Skrivligt Føroyskt, 4—5
skúlaár, sum skúlabókagrunnur
Føroya løgtings gav út 1952, og sum
Marius Johannesen hevur skrivad.
Henda bók hevur hvorki formæli
ella eftirmæli, so beinleiðis vita vit
ikki, hvor ið hevur bíðið mannin
skrivað hana so vorðna: men vit
hava loyvi at halda, at bókin er
skrivað eftir teim reglum, sum rætt-
skrivingarnevndin tá hevði sett upp.
Annars man rithøvundurin hava trúð
um seg sjálvan, at hann var ein måls-
ligur yvirmyndugleiki: tí bók hans-
ara var jú ætlað til skúlabrúks.
Skúlabókagrunnurin má í hvort fall
hefta fyri stavsetingina í hesi bók.
Her kemur fyrstu ferð fram, at
skúlabók tveitir burtur ei framman
fyri ngi(j) og setur í staðin o. Stuttur
orðstovnur verður skerdur í bókini,
táið hann í samseting fær hjáljóð
aftaná. T. d. skal kallsevni eftir hes-
um reglum verða skrivað kalsevni;
men hvat tá við kallmenni? Finnst,
fekkst o. s. fr. skrivar bókin tí eisini
bert við einum n og k. Henda bókin
hjá Marius Johannesen letur eisini
eitt ð ella g sum útljóð í orðstovni
falla burtur og tvífalda eitt hjáljóð,
sum í bending ella samseting stoytir
saman við henda bókstav. T. d. vil
hann av orðinum stoð skriva: hann
fór á stonna og steggaði har, av vág:
skipið liggur á vánni. Vit síggja
herav, at o-menn hava verið áleiðis
at koyra ð burtur úr skrivtmåli okk-
ara og gjørt álop á g sum útljóð í
longum stavilsi. Tað hevði broyting-
in, sum dr. J. Jakobsen nýtti, tó ikki
í kvittan.
Táið henda rættskrivingarnevndin
skuldi taka sína endaligu avgerð.
kom Chr. Matras professari upp til
henda fundin, og tá broytti nevndin
sína endaligu stóðu eitt sindur yvir
ímóti Hammershaimbs rættskriving.
Hetta og nakað annað vil vera av
drugført at viðgera í hesi grein, og
tað verður tí upp aftur tikið í fram-
haldi.
Louis Zachariasen.
Úr legtinginum
Ravmagnan
smábygdum.
fram á ting av
av útoyggjum
Hetta mál varð
Fólkaflokkinum.
Veðhald av útgerðarláni til út-
róður í Grønlandi. Málið varð lagt
fram av landsstýrinum.
Broyting í norðsjóarkonvensjón-
ini. Framlagt av landsstýrinum.
Studningur til heimaútróður.
Framlagt av landsstýrinum.
og
lagt
14. mars 1959
| PAU, Il MO 2
| KLAKKSVÍK Í DA
SKÓTATEITIÐ,
ið Skótalið Nólsoyar Pálls hevði
fyrireikað í Atlantis bio seinasta
leygarkvøld, og sum ætlandi verður
uppafturtíkið í kvold, var sera væl-
eydnað. Har var góður songur, góð
ur tónleikur eins og væl framført
skemt av ymiskum slagi. Teir ungu
skótarnir vóru fleiri ferð so heppn-
ir undir framføringini, at tað ikki
verður gjørt betri okkara millum.
THETIS
Klakksvík fødingardag
morgunin var móttóka um-
borð. Við Thetis er Jóhan Ziska,
skipari, ið søkir sær kunnleika í ti,
ið krevst fyri at rekja sjóverju undir
Fóroyum.
lá á kongs.
Um
TROLARARNIR
hava allir roynt á Vesturlandinum
fingið væl av fiski. Sjúrðarberg
fór at sigla ígjár, og hevur ætlandi
gjørt ein góðan tur.
og
AAA EEE Gr
G |
ON
ið hevur ligið fyri einki út móti
einum mánaða, fermir nú tey sein-
astu 1150 tonsini av Spaniafiski, ið
eftir eru í landinum.
ÚTRÓÐURIN
er slakur.
nógvir.
Trolararnir eru óvanliga
KLAKKSVÍKAR SJÚKRAKASSI
heldur aðalfund í KFUM og K 23.
mars 1959 kl. 20 við hesi dagsskrá:
I. Frágreiðing um virkið í farna
ári.
2. Roknskapini verða framløgd til
góðkenningar.
3. Val av nevndarlimum, for-
manni, næstformanni og tiltaks
monnum.
4. Val av grannskoðara og tiltaks-
* manni.
5. Ymist.
Neyndin.
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
FJROYAR
Foroya Kríggstrygging. telf. 1086 Føroya Sjóvátrygging ... telf. 1086
Føroya Brunatrygging.. telf. 1089 Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721
Vit tryggja: |
Bátar - skip - voru - hús - innbúgv - ferðagóðs |
bilar o. a.
Feroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging
Foroya Bjór
ØL- og MINIRALVATNSVIRKI
Føroya Citrón sodaratn
. Appelsin iimonada
Pilsnar Hindber limonada
Ekta
Maltøl.
Jørdber limonada
Vaniliie limonada
Åppolinaris
EINAR WAAG, Klakksvik — MÅLTRÅDUR 4
|
|
GROT OG SKERVUR |
Oll, id
kommunukantórið.
vilja keypa
Grót og skervur megu verða goldin fyrst,
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir,
skerv uttan við einum lími
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
TELEFON
skerv ella grót,
at teir ikki kunnu heiinta grót ella
av vegnevndini ella einum umboðs-
Skipafelagið Foroyar
1225
Térshavn
eiga at venda sær ti |
áðrenn tey verða