Sosialurinarkiv
Sosialurin 1959-03-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1959síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI JAVNADUR Hava Havnarmenn sjálvir sett seg uttanfyri? Nú verður farið undir at gera veg in nord í Mjørkadal Oyggjarvegin teir kalla Eitt er nú tað, at hann verður gjørdur so smalur, at lítil dugur er í honum; men eitt annað er, at Havn- armenn, sum í áravís hava longst eftir at fáa henda veg at gera, sjálvir hava sett seg uttanfyri hetta arbeið. Teir koma í hvussu er íkki at gera hendan veg sum limir av Havnar ar- beiðsmannafelag burtursæð frá teim fyrstu ca. 500 m. Fyri nøkrum árum síðani meldaði Havnar arbeiðsmannafelag seg út úr arbeidarasamgonguni Føroya ar- beidarafelag og stendur sostatt sum ein einari uttanfyri landsorganisa- sjónina Fyri at kunna gerast limir i Havn- ar arbeiðsmannafelag mega menn úr hinum feløgunum gjalda 200 kr. sum inngongugjald, um teir vilja arbeiða í Havn. Nú er umvent í holuni. Skulu Havn- armenn vera við til at arbeiða uppá Oyggjarvegin inn gjøgnum Sunds- hagan, so koma teir sjálvir undir somu treytir, sum teir hava sett ødr- um; teir mega gerast limir í Kald- baks arbeiðsmannafelag og gjalda til hetta felag sama upptøkugjald, sum teir krevja av ødrum ein náttúrlig ongd, kann ein siga, men meint er 10. Sundurlyndid spjadingin er orsøk til hetta, sum so mangt annað, ið kemur aftur um brekkur. Tað var ikki ov mikið, at felagið sjálvt rind- aði upptøkugjaldid fyri limir sínar, ið ætla sær at arbeiða við Oyggjar- vegin. Og so skuldi Havnar arbeiðs- mannafelag syrgt fyri at komið inn aftur í samarbeiðið við hini arbeið- arafelogini. Somikið av organisa- sjónskulturi mátti størsta arbeiðara- felag í landinum átt, at tað vitsti, at samanhald og samarbeiði er bæði fyrsta og síðsta treyt fyri arbeiðara- fylkingini. Få | Limur. 190 miiliønir kr. eru vissaðar til Føroyar komandi 5 ár Eftir tí samrødu, løgmaður í gjár- kvøldid heyði við útvarpið: Talan er um tilsamans 190 millión- ir krónur, sum Føroyar skulu hava tey komandi 5 árini av hesi peningahædd eru 50 milliónir krónir ætlaðar fiskivinnuna í 5 ár tað sum peningurin annars skal nýtast til er byggjan av Klakksvíkar sjúkrahúsi Landssjukrahusinum, sinnissjúkra- húsinum, politistødir, fólkaskúlar, 6 milliónir = til = portugalstrolararnir, havnin í Havn og aðrar havnir, 10 milliónir kr. til línuskip um árið, tunellin til Hvalbiar, umleið 8 mill. kr. Gl vegir. SEV 20 milliónir kr., el-verkið í Suðuroy 6 mill. kr. Kola- námini og sjómannsskúlin, smá el- verk á bygdunum, frysti- og kølihus, húsabygging. Tilsamans er so talan um 190 millíóir kr. UM GRØNLANDSUTRODURIN FARA SAMRÁÐINGAR FRAM Løgmaður sigur eisini frå, at teir hava samráðst við donsku myndug- leikarnar um treytirnar viðvíkjandi útróðrinum í Grønlandi. Sum kunnugt vilja Grønlendingar hava 20 flekjarar úr Føroyum, sum fáa fría ferð, bústað og góð arbeiðs- kor, eisini er vissað pláss til Gron- lands við Dr. Alexandrine, 68 ma í apríl og sama talið í maí og jun: mánaða. Við Drott gini kunnu ba- rakkir og onnur uicerð sendast Viðvíkjandi ti prisi, sum Føroy- ingar koma at fáa fyri fisk til grøn- lendska handilin, hevur eisini verið í er enn ikki tíkin samráðst; men nøkur endalig avgerð um hetta halda samráðingarnar fram. Gronlendski handilin hevur annars sín fasta prís Løgmadur hevur annars gjøllari upplýsingar við sær heim aftur um (framhald á 4. síðu). J. Chr. SKÓlADÓKaÚTNava Vísandi til uppskot til lóg um skúlabókaútgávu síggi eg, at tjóð- veldisflokkurin vil hava útgávuna so leiðis, at bara skal verða undirvíst á føroyskum máli. Hetta vil eg heita á tykkum heiðraðu løgtingsmenn um | læra | er | skúlunum, og læra føroyskt í skúlum okkara, tå eru vit illa farnir sum tjóð, tí sum er børn okkara føroyskt, danskt t og nakað av týskum, sum alt vara gott. Skulu vit nú bert lata tey læra foroyskt, tá má eg siga. at vit eru komnir langt til afturs í skúlum okkara. Lat meg taka eitt dómi: Í Íslandi læra børn einans íslendskt í barna- um ein kemur á tal við t. d. ein 14. ára gamlan drong ella gentu í Íslandi, so kanst tú ikki bjóða til at tosa annað enn íslendski við hesar unglingar, og tað einans av tí, at bert verður kent í íslendsk- um, meðan børn okkara í dag sjålv- fylgjuliga tala gott føroyskt, og so j íkki at ganga við til undir nøkrum Í umstødum vegna tess, at skal tað | henda, at okkara børn bert skulu Í ens | kunnu tey tosa danskt. og tey klára seg at svara aftur á enskum. So at fara aftur til bert at læra okkara móðurmál — gerið ikki tað, hátt- virdu løgtingsmenn. Eitt annað er at fáa útvegað skulabøkur, tað er nógv umráðandi, og vil eg mæla tykkum til fáa gjøgn- umført eina skúlabókaútgávu sum skjótast Það undrar meg ikki so lítið at Erl. Patursson skal koma fram við einum slíkum uppskoti um, at vit bert skulu lata okkara børnum kenna á føroyskum máli. Hvar Skulu hesi børn so fara víðari at læ- ra? Tygum, sum hava fingið tygara mesta kunnleika uttan landa, her vil eg spyrja tygum: Kundi tygum hugs- að tygum at farið uttanlands til at lært víðari, so sum tygum gjørdu, við einans at hava lært føroyskt mál her heima? Svabos Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781-1782 500 síður við nógvum myndum. Innbundin. Útgevari: Selskabet til Udgivelse Bókin er prentað í 700 eintøkum, og kann af færøske Kildeskrifter og Studier. verða biløgd hjá Niclas Andreasen, vid Hoyviksvegin, Havn, tlf. 1527 (aftanå kl. 18) fyri 60 kr. postgjald. Takk Tekniski skúlin i Havn takkar landsstyri, býráði og øllum, ið heiðraðu skúlan við gávum, b lómum, telegrammum og teimum, ið vitjaðu inn á 25 ára degnum. Framsýni verður í gamla kommunuskúlanum sunnudagin ng 22/3 kl. 15—18, Vevskeiðið, húshaldsskeiðið og handarbeiðisskeiðið sýna fram Nevnc'1 | NR. 12. LEYGARDAGIN 21. MARS 1959 | 32. ÁRG. Ella er tað ætlan tykkara tjóð- veldismanna, at einki skal lærast uttanlanda men bert her heima? Um tað er tykkara ætlan, so vil eg siga, at tå eru vit ikki væl fyri i dag; ti okkara unglingar eru nógvir, sum fara út av landinum úr barnaskúl- unum fyri at søkja sær stórri kunn- leika; men tað kunna teir ikki koma at gera í framtíðini, um tað skal henda, at bert skal kenna á okkara egna móðurmáli í framtíðini í skúl- um okkara. Ein skúlanevndar formaður Stjórn Feroya arbeiðarafelag Á ársaðalfundi Foroya arbeiðara- felags, sum hildin varð í vikuni varð henda stjórn vald: Gunnar Petersen, Tvøroyri form. H. J. Johansen, Klakksvík næstform Hanna Lisberg, Vági, skrivari. Hans J. Hjelm, Vági, Jorgen Olsen, Skáli, S. P. Poulsen, Fuglafirði, Petrina Joensen, Klakksvík. Eitt stásiligt verk Á kongsins 60 ára fødingardegi kom út ein sjáldsom bók. Tað er Selskabet til Udgivelse af færøske Kildeskrifter og Studier, ið hevur latið bókina prenta, J. Chr. Svabo INDBERETNINGER fra en Rejse i Færøe 1781 og 1782 utgevari N. Djurhuus. Prýðilig er bókin á at líta. við góðum pappiri, prentingina hevur Bianco Lunos Bogtrykkeri A/S í Kjøpinhavn greitt Tannarøkt Sørvågs kommmuna hevur sent umsókn til tingiO um tannarøkt til skúlan í samband við sjålvstøduga tannlæknapraksis. Hetta er eitt mál, sum mangur ynskir verðurtíkið upp, tí annað kann ikki sigast enn at vit á hesum oki eru ikki væl fyri. Sørvågs kommuna ætlar at inn- rætta tannklinikk í skúlanum og verður roknað við at hetta kemur at kosta einar 43.000.- krónur. Tað er at vóna at hetta mál fer at verða framt og at slík tiltok fara at verða gjørd eisini aðrastaðir í For- oyum. Heldur ikki donsku kommunistarnir untu okkum víðari fiskimark teir atkvøddu ikki fyri, tó málið var fyri í Fólkatinginum. Gluggin, mars er komin høvuds- greinin er Suðurpólsferð eftir Roald Amundsen, iramhu in Íslands- fiskimadurin, Skúlas i eftir An- ton Tsjékhovso. m. a Orsakað av spurningi í blaðnum leygardagin 14. í h. skal eg vátta, at eg undir landsstýristingingum hvorki havi skrivað nøkrum flokki nakað bræv ella dikterað nakað bræv. Ei heldur eri eg vitandi um nakað bræy Hanus við Høgadalså