leygardagur 4. juli 1959síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4. juli 1959
SOSIALURIN
Útgevari -
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
Blaðstj.:
| Villi Sørensen.
| Box 76.
| Prentsmiðjan á Heygsbreyt
TELF 1820
Arbeiðsviður-
skiftini
Í viku aftaná viku stóð handverk-
ara verkfallið í Havn við; men nú er
tað komið at enda.
Ein kann spyrja: Var tað neyðugt
at hetta verkfall nakrantíð byrjaði?
Og kundi tað ikki við smdligari sam-
ráðing verið komið uttanum henda
langa og lemjandi arbeiðssteðg?
Tá ein hyggur at úrslitinum, sær
ein, at handverkarnir vunnu 20 oyr.
um tíman til grundlønina — tað er
tann mest týðandi broytingin, og ein
má halda, at hetta kundi verið vunn-
ið uttan arbeiðssteðg.
Her í Havn eru nú
semjur um arbeiðssáttmálar, ið enda
við oyðandi arbeiðssteðgi, sum so
við og við koma at gera eitt ótrygt
stødi undir vinnuligum framburði —
Arbeiðarnir í Havn vóru úti í sátt-
málaósemju í fjør, og aftur í år hev-
ur verið lutvísur arbeiðssteðgur
(Oyggjarvegurin) í vikuvís, og hartil
kom so handverkaraverkfallið.
Fin má spyrja, um ikki bøtast kann
uppá hesi viðurskifti. Kunnu arbeiðs
gevarar ikki hugsa sær til einaferð at
ganga inn fyri so lagaligum arbeiðs-
korum, at friður kann fáast fyri eitt
longri åramål? Tí tryggleiki í ar-
beiðsviðurskiftunum tað einasta,
ið kann stimbra vinnulívið í longdini
og mánaðarlong verkføll á hvørjum
vera
øllum
ov ofta ó-
er
ári — hvor ið so vinnur tey
einans báðum pørtum
vinnulívinum til tap og afturgongu.
Vit skulu ikki her leita eftir orsøk-
ini til hendan ótryggleika í arbeiðs-
viðurskiftinum í Havn; men vit
kunnu ikki lata vera við at siga, at
ein mun frægari heyði tað verið, um
arbeiðsgevararnir við teim stóru virkj
unum komu framat
bordinum. Teirra høvudsinteressa er,
at
fæst av skafti, so tað ræður um hjá
teim at skapa góð arbeiðskor. Sum
nú er, tykjast tað at vera smámeist-
og
samráðingar-
hjólini mala, so mest møguligt
arin hann við lítlum og ongum
arbeiðsfólki, ið hevur tað stóra orðið
at siga, og tað er neyvan heilt gott
sæð frá einum samfelagssjónar-
miði.
Bretsk vitjan
Seinnapartin = sunnudagin kom
enski ambassadørurin í Danmark,
sir Roderik Barclay á vitjunarferð
til Førovar við enska herskipinum
»Bermuda«.
Ambasadørurin vitjaði Havnina,
Tvøroyri = og Klakksvík, hagani
hann fór við herskipinum til Grøn-
lands.
| Skip fram um alt
Hvønn dag talafólk um, hvussu
aftarlaga, vit Føroyingar eru. Hetta
er rætt, tí eitt trýtir her og annað
har. Vit Suðuroyingar hoyra illa tað
føroyska radio. Ein relestød kostar
ikki alla verðina. Soleiðis hugsa fólk
og undirritaði kann ikki nokta fyri,
at sama hugsanin kemur fram í
mær, hvørja ferð, ið illa hoyrist. Lat
meg samtíðis siga, at Útvarp Foroya
eigir at varskógvað gjølla framman-
undan um, hvat vit kunnu vænta at
hoyra. Tað er ikki nokk at siga t. d.
»I kvold fáa vit at hoyra »Aktuelt«
ella >Vit stokka inn á gålvid«. Nei
her eiga lurtarar frammanundan at
fáa at vita, hvor talar í aktuelt, og
hvat er eynið og hvørjum stokka
vit inn á gólvið hjá. Eg kann t. d.
siga, at eg hoyrdi ovseint t. v.s. eg
hoyrdi ikki byrjanina av ti, sum H.
C. Hansen segði, og hoyrdi einki av
tí, sum undirvísingarmálaráðharrin
segði. Orsøkin er tann, at hvorki eg
ella onnur hava stundir at lurta eftir
ollum ti, sum kann hoyrast á einum
radio, men, um eg frammanundan
hevði vitað, at tað var mín elsti
bygdarmaður, og at undirvísingar-
málaráðharrin talaði, so hevði latið
onkra aðra gerð steðgað til seinri
fyri at hoyra tveir slíkar framúrrak-
andi menn, hver á sínum kringum-
stødi.
Men nu kom eg so langt burtur
frå ti, sum ætlan min fyrst og fremst
var at skriva um. Uppdyrkingin er
stødga. Her má tað almenna kanna
eftir, hvat orsøkin er og fáa sett upp
dyrkingina aftur í gongd. Eitt 10
oyra í studning fyri ein litur av
mjólk, er kanska frægari enn einki,
og skeivt var tað, at hesin studning-
ur fall burtur. tað gjørdu fólka-
flokks og sambandsmenn eins og
teir lótu veltingarstudningin fella
burtur, og teir steðgaðu havnabygg-
ing umtrent, eins og so mangt
annað skeivt teir gjørdu.
Men eitt 10 oyra pr. litur av mjólk
munar ovlitid til, at menn kunna
leggja seg heima til at dyrka tradir
upp úr haga. Her må so nógv, nógv
meira til enn so. Men alt tilikt krev-
ir nógvan pening, og so leingi Før-
oyingar eru farleysir, er einans
spurningur bæði tíðliga og seint, og
tað er tann sami spurningur aftur
og aftur neynliga: hvaðani skal pen-
ingurin koma frá?
Svarið má verða hetta: Vit skulu
hava skip, skip og skip. Tað gleddi
meg tessvegna stórliga, tá ið eg fyri
nøkrum døgum síðan las eitt bræv
til min frá okkara løgmanni, harra
P. M. Dam, ið fortelir mær, at góð
líkindi tykjast at verða til at vit fáa
eini 20 góð nýggj línuskip aftrat í ár
t. v. s. til fiskiveidu í 1960.
Arbeiðið má verða í landinum,
men neyvan kunnu so mong gerast
í Føroyum í so stórum skundi, sum
nú má fara fram, tí okkara fiski-
menn megu brátt sleppa frá at fara
við fremmandum fiskiførum serstak-
liga ikki fyri so lítla løn, sum nú
fæst t. d. í Íslandi, har fæst nógv
ovlítið til okkara fiskimenn, og For-
oyalands tap av slíkum er so stórt,
at tað duga fáir at meta. Her má
annað skil koma á. og tað må koma
beinan vegin. Fáa vit nú 20 skip, og
so annaðslíkt aftur næsta ár, so
kunnu ví fara aftur at tala um
um studning til at grønka landið
stóran og munandi studning, so
vinnuvegir okkara bæði á sjógvi og
landi kann koma aftur í rætt lag.
Nógv annað kundi verið at skriva
um t. d. flakavirkir 0. a., men latum
okkum ikki gera greinir okkara ov-
langar
J. H. Danibjørg.
|
|
SOSIALURIN
28
BILSTØDIN
(Nyggi bilstød)
Persónkoyring
Tlf. 2800
Vågsbotn nr. I.
nått og dag.
TRYGGINGARSAMBANDID
FØROYAR |
Føroya Kriggstrygging . telf. 1086 Føroya Sjóvátrygging ... telf. 1086 |
Føroya Brunatrygging.. telf. 1089 Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721
Vit
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
Í
tryggja: |
bilar o. a. |
|
Føroyingar eiga at tryggja
5
i landsins egnu trygging |
NÝMÓTANS TAPET
Máling, lakkir,
og penslar.
seljast best og bíligast.
Málingabúðin - Reyngøta 5
bonevox, pensilbad
Føroya Bjór
ØL- og MINIRALVATNSVIRKI
Føroya Citrón sodavatn
Pil Appelsin iimonada
HSNnar Hindber limonada
Jorðber limonada
Ekta
Maltøl.
EINAR WAAG, Klakksvík — MÅLTRÅDUR 4
Vanillie limonada
Appolinaris
GROT OG SKERVUR
Visjur
Oll, at venda sær til
kommunukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
10 keypa skerv ella grót, eiga
uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs-
manni fyri kommununa.
skerv
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
PRENTS MIÐJAN Á HEYGSBREYT
TÓRSHAYN
AVRIKAR ALT PRENTINGARA ?BEIDI
TELF.
1820