Sosialurinarkiv
Sosialurin 1959-04-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. apríl 1959síða 4

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Å Nr. 17 Innsendar greinir ØSINGIN MISEYDNAÐIST Tjóðveldishetjurnar royndu at ósa okk- um upp til eina nýggja ørvitisstreiku móti løgtinginum, men tíbetur hava flest allir fiskimenn nú skilt. at einasta mál og mið Erlends er at nýta okkum fiski- menn sum amboð í sínum loysingar rumbul politikki. Vit fiskimenn krevja okkara rætt, men vit vilja sanniliga eisini gera okkara skyldu til gangs fyri Føroya land og fólk. Vit vita. hverjir ið av sonnum vilja okkum væl, og hver og hverir, sum spekulera í øsing og rumbli og einki leggja í. um okkara konur og børn og vit sjálvir eru svangir og kaldir, bara teir eru mettir og heitir Burtur við rumbli og humbukki og burtur við øllum teim, sum vilja nidur- bróta og øsa. Vit liva ikki av at fylgja í spor teirra, sum einki hugsa um uttan at øsa fólk upp. Ljótt frættist frá øsingum víða um heimin. og tíverri at tað smittar eisini higar í okkara friðaligu oyggjar. Føroyar mítt land, o. havborgin fríða. fiskimenn liva og Fyri teg vilja vit Fiskimaður. stríða UTTANBYGGJAJØRD Nú er tað moderna at sjagga um uttanbýggjajørð. Teir siga. at hon er ring fyri jarðabrúkið. Men eg haldi, at hon er góð fyri tann jarðaleysa mannin. — Eg havi biðið nógvar óðalsmenn, sum sita á sínari jørð. selt mær eitt grund- stykki at byggja á; men tað hevur bara verið nei og aftur nei. Men fær til uttanbýggjamenninar og bið teir. Tá er altíð ja beinan vegin, um ikki oll grundstykki eru seld fram- man undan. 3id ein eigara, sum situr á síni jørð, um ein teig at velta eplir á. Tá verður sum oftast eisini nei. Men fær og bið ein uttanbýggjamann. hann svarar næstan altíð ja, viss uppsit- arin vil játta tað. Á sama hátt er tað at biða um gras- lendi og torv. Uttanbýggjamaðurin er altíð lagaligur: men eigarin, ið býr á sínari jørd, er aloftast tvørur og ólaga- ligur at biða. Fyri teir jarðaleysu er uttanbýggja- jørðin til nógv størri gagn enn óðals- jørðin Í teimum størru bygdunum er nógv ov lítil uttanbýggjajørð. Betur fyri teir jarða leysu. um nógvir jarðaeigarar høvdu flutt | Tå hevdi vitað væl við hjá teim- Ti er ongatid ov burtur um, ið onga jørð eiga nógv av uttanbýggjajørð í teimum storru bygdunum Jarðaleysur. Bíligt bað Forshavnar kommuna hevur fing- ið í lag eina skipan við Skodsborg- Baðið, hvareftir borgararnir kunnu fáa bíligt bað (sí lýsing í blaðnum), menn týsdag og hósdag og kvinnur mikudag Ítrótturin So smátt eru itrOttarfeløgini farin at gera um seg. Hondbóltfelogini hava leikað fyrstu dystirnar, hóast tað ikki kann sigast at vera tíðin enn. Hondbóltgentur úr Fuglafirði leik aðu á Strondum seinast sunnudag og úr Havn vóru 4 lið hjá KYNDLI og leikaði í Vestmanna sunnudagin. Urslitini góðu sigur til Vestmanna Í kvinnulið tá undantikið, har javn- leikur varð 4-4. I mannslið gav 15 10, II 14-—7, II kvinnulid 5—0, so hetta vard stOrur sigur til Vestmenn- ingar. Hetta vóru tó bert vinar- dystir. Kyndil lá nokk so frammaliga í fjør í leikunum, men enn er so lítið útliðið, so ikki er so lætt at siga hvussu styrkismunurin er enn, mer tá vit eftir at dóma í fjør sóu hesi felog vóru sera jøvn í for, kemur tað heldur dátt við, at Kyndil nú liggur so langt nidant anivri SOS IALURIN PRENTSMIDJAN Å HEYGSBREYT TORSHAVN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI TELF. 1820 Atgongumerki á 5 kr. fáast i dag kl. 12-1 í Sjónleikarhúsunum tf. 1231 og vid inngongdina frå kl. 7. s. Meira peiningur til barnahjålp Stýrið fyri alheims-barnahjálpar grunnin UNICEF hevur havt fund í Geneve. Í stýrinum eru umboðsmenn úr 30 ymsum londum. Skúlaundirvísing fyri børn og upp læran av heilsu-starvsfólki eru tvey arbeidsøkir, ið grunnurin noyðist at taka sær meiri av, segði aðalstjórin, Maurice Pate, sum visti til, at eftir sum fleiri og fleiri børn verða borin í heim. veksur eisini arbeiði hjá UNI CEF. Í árunum 1960 kann roknað verða við, at tað í heiminum koma at verða 1.075.000.000 børn undir 15 ár. 545 av hesum børnum finnast í landaøkjum, har veitir hjálp. Fyri nærmastu árini meta teir, at barnatalid vil verða økt við 214 pst. årliga i hesum somu økjum. Har aftrat kemur, at 60 av hesum 545 milliónum børnum búgva í londum, har medalårsinntøkan hjá íbúgvaru- num er undir 100 dollars ella ein- ans stívar 700 krónur. 50 millíónir børn fáa i dag hjálp frå UNICEF. Meðalútreiðslurnar uppá fólkið um árið er 23 ameri- kanskar cents. Sjálvt um hesin pen- Svarti deyði Í árinum sjukadømi av svarta deyða í ollum heiminum. Hetta er lægsta tal, síðani byrjan av 20. old. sigur heimsheilsu- stovnurin WHO. Forvitnisligt er at kunna vísa á, hvussu eydnast hevur at basa hesi herviligu sjåkuni seinnu árini, frá 1951, tå ið feir vitstu um 15.399 sjåikadømi ( av hesum 8.230 í Indiu). í 1957 var samlaða talið fyri allan heimin 569. Tey 213 dómi, sum almannakunn- ug vóru í 1958, vórðu yvirhøvur upp grunnurin 1958 vórðu einans 213 gjørd soleiðis. i Afríku varð sagt frá 6 sjúka- dómum i nordara parti av ti belgiska Kongo og frå 19 i Kenya. Á Mada- gascar søgdu teir frå 21 dømum. Í Latinameriku gjørdi svarti deyð- in um seg í Ecuador, Peru og í ein- um parti av brasilianska statinum Bahia. I Asiu (Sovjet og Kina ikki uppíroknað) vóru 11 dómi í Íran og 26 í syðra parti av Indiu. Aðrastaðir sjúkan gjørdi um seg, var í Birma og Vietnam. Sjónleikurin Lítli Todd verður sýndur í Havn í kvold kl. 8. fyri seinastu ferð SJÓNLEIKARHÚSIÐ Telefon 1231 p. ingur sum svarar til um kr. 1,60 i okkara peningi einans er lítil, eru inntøkur barnahjålpargrunnsins ikki størri, enn klårt og gjølla kann verda roknað út, at arbeidspeningurin um bert fá ár minni enn so verður nóg | mikið til at avrikad tað hjålpiarbeidi | ið (å krevst | ingur í dag er nóg stórur til at av- | ríka alt tað arbeiði, ið verunliga er | neyðugt at gera børnunum til bata. eins lítið og hesin pet pg ! Eitur og sjálvmorð | Meira enn helvtin av ollum sjálv- | morðum verða framd við eituri av | onkrum slag og kvinnur eru meiri enn menn vanar at nýta eitur at gera enda á sær, sigur frágreiðing frá heimsheilsustovninum WHO, ið hevur gjørt kanningar í 15 londum. Húsarhalds-gass er frammaliga sum deydsorsøk, bæði tå ið vanlukk- ur henda, og tá ið fólk royna sjálv- morð. Sovipillarar og alkohol eru onnur evni, sum nýtt verða til sjálv- morðsroyndir. Hægstu — eitur-deydstølini (sjálv morð, ólukkur og morð) millum tey 15 lond, hevur Danmark, har meðal talið uppá fólkið í tíðarskeiðinum 1954-—55 vóru 182,5 fyri menn og 130 fyri kvinnur. Hareftir kom Japan við tølunum 157,8 fyri mann- fólk og 94 fyri kvinnur, Ongland við 104.9 og 93, Skotland við 100,6 og 87,5 og Svhweiz við 80 og 58,9. Lægstu deydstølini hevur Italia, 20,4 og 16,4, Svøriki 73,2 og 41,5 og Noregi 41,,9 og 13,9. Kolaframleidslan fallandi Kolaframleiðslan í Europu var fallandi í árunum 1958. Eftir fyri- bilstølum frá figgjarnevndini fyri Furopu, ECE, var oll framleiðslan (Sovjet undantikið) 616 milliónir tons — tað er 6 mill. tons ella 1 pst. minni enn árið fyri. Afturímóti er ødrvisi við goymsl- unum av óseldum koli. Við ársbyrjan í 1958 vóru kola- goymslunar í Vestureuropu 16 mill. óseld tons Størsta = framleiðslu-fallið hevur verið í Belgíu har minkaði fram- leiðslan við 2,1 mill. tonsum sammet móti 45 mill. í decem- | ber. | 18. apríl 1959 við árið fyri og í Onglandi (7,8 mill. tons). Czekoslovakia hevur aft- urfyri vaksandi framleidslutøl (fram- gongd við 1,4 mill. tonsum), sama er fyri Polland (1 mill. tons) og Franka ríki (0,9 mill. tons). Framleidslutøl- ini i Sovjet visa øking fyri kol og brúnkol undir einum við 7 prosent- um ella í reinum tólum 33 milli- Onir tons. Sovjet hevur sostatt rokk- ið eina total-framleiðslu við umleið 500 millónum tonsum. ———iiWiiwWiiiwweee ST-serfrødingur á ferð Norski = kemiski — serfrødingurin Kåre Stokland er komin til høvuds- staðin í Iran, Teheran, har hann í 1 ár skal vera tekniskur ráðgevari hjá iransku stjórnini viðvíkjandi kanning analysering av metal- og mineralevni. Eisini skal hann leggja myndugleikunum har lag á við at seta á stovn vísindarligar kanningar- stovur av ymsum slag. Ferð Stok- lands er lið í tekniska hjålpiætlan Sameindu Tjóða. Eisini á mongum ødrum økjum roynir ST at veita londum hjálp. við at lata serfrødingar vitja. Kanska einahelst í Afriku er tílíkt stórhjálpi- arbeiði farið fram í seinnu árunum. Nú um dagarnar fór ST serfrød- ingur úr Ísrael, Benjamin Gil. til nýggja afríkanska statin Ghana, har hann skal verða myndugleikunum til hjálpar við at leggja til rættis fyrstu fólkateljingina, síðani landið gjørdist sjålvstødugt (Ghana var fram til 1957 eingilskt lýðveldi, ko- loni, nevnt Gold Coast). Fólkatelj- ingin í Ghana skal fara fram í fe- bruar næsta år, og verður hon part- ur av alheimsteljingini, ið ætlað er at verða í árinum 1960. Serfroðingar hjá alheimsheilsu- stovninum WHO siga frá, at tuberk- larnir vinna fram í eystara Meðal- havsøkinum, har sjúkan ikki fyrr hevur verið. Serfrødingar meta, at tuberkladeyðstalið er 200 uppá hvorji 100.000 fólk um hesar leiðir. sammett við einans 5—6 í nóevum europeiskum londum. Álvarsligur vandi er sostatt fyri fólkaheilsuni í mongum Meðalhavslondum. Såpublødrur fólka- flokksins Á tingfundi segði K. Djurhuus. varaløgmaður, ein dagin, at tær 190 miljónir, ið talan er um at nýta í 3—4 tey fyrstu árini, eru deils frå statinum og deils frá Føroyum. Hetta púra einki nýtt. Vit síggja td, at játtað er eini kommunu kr. 40 'tús. til havnabygging. I ingin nevnir nak- ad um, at kommunan siålv rindar t. d. kr. 10 tús. og løgtingid hini 30 tús. krónurnar nei, alt belopið verður nevnt sum játtað av tinginum. Á sama hátt vita vit, at um vit byggja havnir, vegir, skip sjúkrahús og annað, so rindar stat- urin ikki oll 100 %. So harfyri kann »DagbladiO« spara sær ómakin at fortelja tílíkt. Men hvat skal blaðið so skriva um? Teir hava jú púra einki at fortelja fólki: tí 8 heil ár sótu teir í landsstýrinum, og einki teir gjørdu. Nú vakna teir við kaldan dreym og síggja, at eisini í Foroy- um er hugnaligt at liva ella rætt- ari sagt: her kann verða hugnaligt at liva, og her verður alt brátt í fínasta lagi, bara javnaðarmenn fáa arbeiðs- frið á tingi og í landsstýrinum nøkur ár frant í tíðina. Ja, arbeið til oll røsk fólk, studningur til gomul og sjúk javngóðan rætt fyri allar unglingar — teir fátæku eins og aðr- ar at læra andans og handans verk og virki til gagns og uppbyggj- an fyri okkara fólk og land. J. H. Danbjørg.