leygardagur 29. august 1959síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NI. 35
SOSIALURIN
Løgmannsrødan á Olavsøkuni 1959
(Endað).
Sum viðurskiftini eru í dag, halda
menn, ið kønir eru flúgvingini við-
víkjandi, at Sandoyggin hevur besta
oki til flågvuvøll, ið nytiligur er til
landingar av stórum maskinum- —
Men so eru tað líkindini at koma
úr Sandoynni skjótt og undir trygg-
um og góðum umstødum, men her
er ikki so væl vorðið.
Annaðhvort bygt verður aftrat í
Seyrvági, har ið menn ikki dáma
innflúgvigarviðurskiftini so væl sum
á Sandi, ella á seinast nevnda staði,
verður talan um miklan pening,
neyvan undir 20 milliónir.
Athugin hjá ríkisstýrinum eins og
hjá landsstýrinum fyri at fáa ein nú-
tímans flågvuvøll og flogsamband
við útheimin er alstórur. Spurning-
urin er bara, um hesin peninga-
spurningur kann verða loystur, sam
stundis sum farið verður undir so
nógvar aðrar miklar uppgávur.
Landsstýrið vil so undir ongum
umstødum liggja á bóli í hesum
máli.
Viðvíkjandi flogsambandinum
innanoyggja verður kanska helekop
tarin flogfarið, ið verður at loysa
henda spurning.
Sjóverjuskip
við tveimum helikoptarum er ætl-
anin at fáa til Føroyar innan fyrstu
tvey árini.
Við hesum helikoptarum verður
so høvi at royna, hvørja nyttu, ið
teir kunnu gera her hjá okkum.
Ein hevur loyvi at hava tær bestu
vónir.
Landsstýrið vil fáa innanoyggja-
flúgvingar møguleikafnar kannaðar
og royna at fáa hesa flúgvingina
framda so skjótt sum møguligt.
Ein nýggjur Smiril má verða fingin
til vega. Honum er alstórur tørvur á,
landsstýrið vil í hesi setu leggja
fram fullfíggjað uppskot um bygging
av einum nýggjum strandfaraskipi í-
staðin fyri gamla Smiril.
Jarðabrúkið má haldast at vera
hættisliga aftarlaga, hættisliga fyri
okkara komandi ættarlið, ið verður
at tróta grønmeti og mjólk og aðra
gróði, um ikki eitthvort munandi
verður gjørt til øking av tí, ið jørðin
kann geva.
Ein jarðabrúksumskipan til nýtslu
av nútímans amboðum í sambandi
við eini umskipan av sølu og keypi
av búnaðarvorum åjavnt við, hvussu
menn hava skipað seg í frammalaga-
sandandi londum er ein spurningur,
ið hevur landsstyrisins allarstorstu
interessu.
Telefonsambandið er ikki full-
fíggjað.
Fyri at kunna halda fram við at
nútímans gera telefonverkið og
útbyggja tað er neyðugt hjá verki-
num at fáa nýggjan pening til ílegg-
ingar.
Landsstýrið vil í hesi setu koma |
fram við uppskoti um lán hesari út-
bygging nútímansgeran viðvíkj-
andi.
Studentaskúlin við kostdeild er nú
avgjørdur at verða lagdur í Hoydøl-
um. Hitt fyrireikandi nivelleringar-
arbeiði fer fram har uppi. Peninga-
spurningurin skuldi verið á leið at
verið loystur. Vónandi vilja menn
við mentum og peningi ikki aftra
seg við at keypa obligatióonir ella
beinleiðis læna til byggingina, um
og
skuldi komið at trotið við peningi í
seinasta endanum.
Á nýggjum fólkaskúlabygningum
er enn í mongum stóðum mikil tørv-
ur. Nógvir nýggir skúlar eru bygdir,
aðrir eru í gerð ella í umbúna.
Landsstýrið kennir tað sum skyldu
sína at vera við til at skapa okkara
fólki hin besta fólkaskúlan, ið er
møguligur her á landi, eins og tað er
fegið yvir at vera við til at skapa ein
serliga góðan skúlaskap fyri fólka-
skúlabórn í seinastu skúlaárunum.
Læraraskúlaspurningurin, ið hevur
verið til umrødu igjøgnum langar tíð
men støðugt er óloystur, leikar meiri
á nú enn á nøkrum sinni. Landsstyr-
ið vil tí taka hann til realitetsviðgerð
til eina endaliga loysn samstundis
sum studentaskúlin verður bygdur.
Árið tók seg upp við lønarstridi
ella stríði um fritid við løn.
Fyri at bjarga arbeiðsfriði og veita
fiskimonnum sømdir vórðu stjórnar-
flokkarnir samdir um fyribils at játta
lønjavningargrunninum 1 miljón sum
stuðul til råndan av fritidarlønini,
men kortini treytað av, at arbeiðs-
friður varð í 2 ár.
Henda játtan kravdi nýggja inn-
tokulóg.
Tað liggur so á hesum friði, um
grunnurin fær milliónina, og fyri
friðinum ráða partarnir, sum vóru í
stríði.
Hesin vinnufridur týðir almikid
fyri endurnýggjanina av okkara skip-
aflota við tað, at hann hevur so stóra
ávirkan á hugin hjá monnum at
fáa sær skip.
Um radarstødina varð mikil blást-
ur. Men har var roykur og eingin
grind. Menn flestir
hvussu ið landið liggur, og arbeiðið
fer fram í náðum og friði.
Tað, ið farið er av árinum, hevur
vinnuliga borið út av lagi illa í band.
ásanna nú, '
Árið er miseydnað hjá okkara ís- .
landsmønnum, bæði teimum, sum
vóru til lands og við íslendskum skip
um, og teimum, sum vóru á Suður-
landinum við føroyskum trolarum og
sluppum. Trolfiskiskapurin í Grøn-
landi eins og fiskiskapurin hjá flestu
føroysku sluppunum kom sum sagt
at vera heilt miseydnadur i Grøn-
landi.
So dapurt innløguliga sum árið
higartil hevur verið, vóna vit kortini,
at endin fer at roynast betri, at vit
verða at sleppa undan einum fellis-
ári.
Bótin er í hjallinum, og vit hava
hjallin á sjónum. Har megu vit
heimta okkara fødi og holdsligu lívs-
evni. Og stevnan hjá landsstýri og
tingi má tí vera, sum nú liggur hin
eina:
Meiri og meiri av arbeiðsamboð-
um, skipum og virkjum á landi í
samband við fiskivinnuna og teim-
um ráevnum og tilfari, sum finst
heima hjá okkum sjálvum.
Víðast møgulig arbeidsøki og rætt-
indi, fyrst og fremst í Grønlandi og
heima hjå okkum sjålvum.
Eina holla menning og speking av
okkara sålarligu og likamsligu evn-
um til avreksverk fyri land og fålk.
Eykaaðalfundur
Sambært samtykt á aðalfundi 18. august verður eykaaðalfundur
týsdagin 8. september kl. 19.30 á Hotel Føroyum.
Dagsskráin verður:
1. Lógarbroyting.
2. Uppskot frá lutaeigara.
3. Ymist.
Uppskotini, ið viðgerast skulu, eru til skjals á skrivstovu felagsins.
ADDA-
DAMUSKOGVAR.
Besti passformur — Vakrasta útsiónd.
CH. BÆRENTSEN
umboðssela -
L/F OGNARFELAGIÐ
ADDA
tlf. 1594,
Broytingar
FIL NAVNATALVUNA Í
TELEFONFELAGABÓKINI 1960.
mega vera telefonverkinum í hendi innan 14 dagar.
Skipafelagið Feroyar
TELEFON
Tórshavn
TELEFONVERKIÐ
1225
—
29. august 1759
Tíðindi
Regn og aftur regn — og so okk-
urt annað.
Harri blaðstjóri!
Tit spyrja um tíðindi. Eg skal
royna at siga eitt sindur um okkurt,
sum hent er í ár; men ikki er tað
nógv, tíbetur, kann ein siga — tí so
er ikki so nógv ilt hent, og vónandi
verða vit spard fyri stór óhapp. —
Harrin hjálpi øllum okkara sjómonn
um at koma væl heim við góðari
veiðu. Hetta er tann bønin, sum
mong her á landi biða, og latum
okkum vóna tað besta.
Beint nú hoyrdu vit frá »Karen
K« og teim 10 bátunum. sum saman
við hesum stóra og prýðuliga móð-
urskipi veiða við Eysturgrønlands
strendur. Hesir garpar vendu tað
deyva oyrað til tær spillandi tungur,
sum royndu at ræða sjómenn okk-'
ara, áðrenn teir fóru til Grønlands.
Eg hevði samrødu við fleiri av
monnunum og einstakar skiparar,
sum við hesum stóra skipafylgi
skuldu fara til Eysturgrønlands. Eg
legði teim eina við ikki at lurta eftir
tetm spillandi tungunum. Harvið
sigi eg ikki, at eg eigi nakra æru
fyri, at ongin rýmdi burtur úr fylg-
inum. — Ein 16 ára gamal sonur
min er við båtinum »Mathilda« úr
Lorvik — eg bad hann heilsa øllum
at alt nokk skuldi koma i rætt lag
við at fiska við Eysturgrønland.
Teir eru væl komnir yvir, og alt veit
væl við, men enn er ikki nógvur
fiskur, og veðrið ólagaligt. Men
hetta verður nokk alt at rætta seg.
Sildaskipini fáa nógva sild. Fleiri
hava lagt fleiri hundrað tunnur upp
á land. so vónandi verðu árið gott
í so máta.
Utróðurin gevur ikki so nógv sum
árini framman undan. Veðrið hevur
kanska ein part av skuld fyri hetta;
men minni fiskur er við Føroyar í
ár enn onnur ár — tað er verunleiki.
Haraftur ámóti vísa grindir seg at
vera í hópatali her við oyggjarnar í
ár. Vit í Suðuroy hava fíngið 3.
grindir, so her stendur væl til í so
máta. Vónandi koma grindir aðra
staðni eisini.
Havhestaveiðan er byrjað, men
enn er ov tíðliga at siga nakað um
úrslitið.
Men so koma vit til hoyggið. Har
er alt annað enn góð tíðindi. Ur
Suðuroy og úr Fugloy kann sigast,
at terrin hevur verið betur enn mið-
skeiðis í landinum. Eitt nú í Kolla-
firði. Har er nærum alt hoyggið far-
ið í brunnar. Men har eru menn
eisini væl utgjørdir við súrhoyggj-
brunnum. Eg vitjaði Jóanis bónda á
Oyrareingjum fyri nøkrum døgum
síðan. Tað er forvitnisligt at síggja,
hvussu tann maður hevur dugað at
búgva seg út sum bóndi. Hann er
vanur at turka fimm kúfóður og
koyra seks fóður í súrhoyggjbrunn-
arnar. Hoyggið verður koyrt á hesta
vogni líka í hoyggjhúsið og eisini í
súrhoyggjbrunnarnar, sum eru inni
í sama bygningi sum hitt turra
hoyggið og neytini. Hoyggið úr
brunnunum verður tikið út igjøgn-
um eina smogu á teim síðum brunn-
anna, ið næstar eru kúnum. Ein
hoykvísl røkkur inn gjøgnum brunna
smoguna eftir hoynum, og so vendir
maðurin sær á við kvíslini, sum tá
røkkur líka fyri kjaftin á neytunum
- alt so lagaligt sum hugsandi kann
vera. Har i bygdini hava allir menn
seyðahús. sum seyðurin sjálvur gong
ur inn og út og fær hoyggj, tá ið
kavi er. Okkum tørvar ein landbún-
aðarskúla; men inntil hann kemur,
(Framhald á 3. síðu)