leygardagur 29. august 1959síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
29. august 1959
SOSIAL URIN
Utgevari
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
|
Blaðstj.:
Villi Sorensen.
Box 76.
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
TELF 1820
Samfelagið
Tá talan er um landsumsiting og
um tað, ið neyðugt er at fáa gjørt,
so er tað ógvuliga vanligt, at fólk
setur á tað almenna, tí útreiðslurnar
eru so stórar, og tær skulu fáast inn
aftur á onkran hátt.
Hin vegin verður tíðum sagt, at
hetta og hatta má gerast. Fremsta er
altíð skipaflotin, sum krevur nógvan
pening, ja so nógvan, at okkurt eyka
má gerast fyri at fáa gjørt nakra
ábót til muns. At so er, hevur sitandi
landsstýri ásannað, og tað hevur
eisini gjørt eitt ódnartak fyri at fáa
góða gongd á nýbygging.
Men tað ber ikki til bara at leggja
á ein bógv og so lata mangt annað
liggja. Tað fer bert at koma aftur
um brekku. Vegasambandið og
havnagerð eru eisini tættir, ið ikki
mega liggja eftir og tættir, ið koma
at vera neyðugir, um vit skulu fáa ta
røttu gongdina á alt vinnulív okkara.
Onnur týðandi mál eru eisini. So-
siala forsorgin er ein táttur í einum
modernadum samfelag, har øll skulu
hava høvi til at fáa nóg mikið til
livsins uppihld. Tad er ti umrådandi
tåttur, at so nógv verður gjørt, fyri
at tryggja arbeiðsfólkið, sum gerast
kann. Áleiðis eru vit komin í hesum
stríði, sjálvt um allar súðir ikki enn
eru syftar.
Fara vit at kanna fíggjarætlanina,
ið framløgd varð á ólavsóku, so er
talið ikki lítið. Tað er heldur ikki
nakað at undrast á, tí so nógvar eru
uppgávurnar, ið krevja peninga-
íleggjan, at skal tað muna nakað, so
verður neyðugt at lata pening. Men
hóast talið nú er nær teim 21 milli-
ónum kr., kemur hetta ikki at føra
við sær skattahækking.
Eitt tað mest týðandi fyri sam-
felagið er sjálvandi, at arbeiði er til
oll. Tað kann ikki annað sigast. Men
í Grønlandi eru yvir 2000 av lands-
monnum okkara og vinna sær til hús
og heim. Hetta talar til okkara. Vit
megu royna at fáa tryggjað veiðu-
rættindi, so vit í framtíðini koma at
verða førir fyri at veita fiskimonnum
okkara arbeiði. Tað gerst ikki við at
fara fram við hørðum og gera sum
andstøduflokkarnir — bert at royna
at skapa illvilja móti teim royndum,
ið gjørdar verða fyri fram-
vegis at vinna Føroya fólki so víðar
og góðar vinnuræsir, sum gjørligt er.
Tað er ikki nøkur løtt uppgáva,
men ein uppgáva ið hevur avgjørdan
týdning í tíðini, ið liggur fyri stavni,
og sum kemur at merkja okkara
figgjarliv, hvønn vegin tað so ber.
Tað er almikid vert fyri okkara
lítla samfelag at vinna mest møgulig
rættindi í Grønlandi.
Eykaskip
m.s ALFA fermur í
Aalborg 31.august
København 1. september
Leith 4. september
P/f. Skipajelagid Føroyar.
Bedford 1950 til
Tidindi
Framh, frå 2.
vil eg mæla bóndum til at senda
synir sínar á slíkar bóndagarðar sum
t. d. á Oyrareingjum at læra — ella
einans síggja, hvussu lagaligt alt
liggur fyri har. Sjálvandi eru tílík
góð viðurskifti eisini á øðrum gørd-
um; men tey plássini eru nógv ov
fá enn.
Í Kollafirði søgdu fólk seg at hava
vunnið fittar pengar á sildavirk-
inum; men beint í løtuni er eingin
sild. Nú salta russararnir sildina.
Men seinni í heyst koma teir aftur
til Kollafirðar at selja sild.
Hitt stóra SEV-virkið havi eg ný-
liga sæð. Virkisins nevndarformaður
harra Gunnar Dahl-Olsen, sýslu-
maður, var so beinasamur at koma
við mær ella rættari sagt at bjóða
mær at síggja — ja, síggja og síggja
og aftur at síggja meira enn eg hevði
kunnað hugsað mær til. Men um alt
hetta ber ikki til at skriva í einum
lítlum tíðindabrævi. Eg vil einans
siga, at hetta er eitt stórverk av verð
aldarformati. Fyri nøkrum árum
síðan var tað ótrúligt at eitt so stór-
tøkid virki kundi skapast her í okk-
ara lítla landi. Men mínum egnu
eygum noyðist eg at trúgva.
J. H. Danbjørg.
síðu,
Øllum tykkum mongu, sum vitja8u
konu mína og móður okkara
MARIONNU
fjálgaðu um hana til tað seinasta, sýndu
samkenslu á so mangan hátt og fylgdu
henni á gravarbakka, takka vit hjarta-
liga.
Virgar, Eydna
Tórur Axalson Dalsgaard.
Kunn-
gering
At roknskapurin hjá Tórshavnar
kommunu fyri 1958/59 og úrdráttur
úr roknskapi hjá hjálparkassanum
fyri sama tíðarskeið er til skjals á
býráðsskrivstovuni frá 27. august til
10. september í ár, verður her gjørt
kunnigt.
býráð, tann 26.
Tórshavnar
august 1959.
-
Fremtidens
ollekamin
med den geniale
BREESE
BRÆNDER
giver Dem
- mere varme
- bedre varme
VALDEMAR LUTZEN
Telf, 1020 Thors havn
2; TONS LASTVOGNUR
sølu til hægstbj6dandi.
Tekn. deild Tórshavnar komm. |
Z
2
en
Un
SOSIALUKIN
Skrivstovufólk
fær pláss á skrivstovu Føroya Fiskimannafelags umleið 1. okt,
Sjálvskrivað umsókn við møguligum prógvum og viðmælum at senda
áðrenn 5. september til
FISKIMANNAFELAG
Tórshavn.
FØROYA
GROT OG SKERVUR
Øl, ið vilja keypa skerv eila gråt, eiga at venda sær til
kommunukantórið.
Grót eg skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs-
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
" |
Føroya Bjór
ØL- og MINIRALVATNSVIRKI
Føroya Citrén sodavatn
; Appelsin limonada
Pilsnar Hindber limonada
Jørdber limonada
Ekta
Maltøl.
EINAR WAAG, Klakksvik — MÅLTRÅDUR 4
Vanillie limonada
Åppolinaris
FÆRØSK MARGARINE
Vita No |
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
TRYGGINGARSAMBANDID
Føroya Kriggstrygging . telf. 1086 Føroya Sjóvátrygging ... telf. 1086
Føroya Brunatrygging.. telf. 1089 Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721 |
Vit tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o. a.
Feroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging
PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT
TORSHAVN
AVRIKAR ALT PRENTINGARA ?BEIDI
TELF. 1820
Songbók Sosialin
Foroya fólks | ?
Hetta er 5. o
og fæst hon í tveimum inn-
Heldur tú ikki
er útkomin av nýggjum.
útgáva,
So bílegg hann hjá |
bindingum og kostar 9 kr. og 8,50 kr | Í
postverkinum *
JACOBSENS BÓKAHANDILS
FORLAG |
H. N. - *
Skálaberg landar veiðuna 220 tons
á Skála.