leygardagur 21. november 1959síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
JAVNADUR
Hart gongur neydin å teir
Nú aftaná at landsstýrið hevur
fingið víðkað veiðirættindi Foroy-
inga so munandi í Grønlandi, sum
vit áður hava greitt frá her í blað-
num, er tað at hoyra, sum tjóðveld-
is- og fólkaflokks oddafiskarnir vó-
ru stungnir, so leika teir í nú.
Henda bøtan av veiðirætti og lík-
indum okkara í Grønlandi kom teim
so óvæntað eingin teirra hevði
droymt um, at Fóroyingum skuldu
eydnast at bróta hol á stongsilin í
Grønlandi.
Fólkaflokksmenn sótu í 8 ár í
landsins stýri, men eingin teirra rætti
hond frá síðu fyri at vinna okkum
okkara nátúrliga rætt í Gronlandi.
Men nú veruliga nakað munandi
er vunnið á hesum oki um enn
ikki á mål nú vita teir ikki hvorj-
um beini teir skulu standa á av ødi
yvir tann framburð ið her er hendur.
Alt gera teir til at vera einkisvert
ella nógv verri. enn tað var áður.
Teir hava nú rikið stjórnirnar fyri
teim ymsu vinnufeløgunum saman
til fundar at gera eina »samtykt«.
Og skipara, fiskimanna,
maskinista og felag-
anna stjórnir lata seg reka, og í »sam
tykt«, vit prenta her niðanfyri.
sýna teir sín óbúnaskap og ókunn-
leika um tev mál, teir handfara á fun
di og „síggja við eygum frá ødrum,«
sum skaldið kvað á sinni. Ella rætt-
ari, eru starblindir.
Og her er so samtyktin av 19. no-
vember 1959.
reiðara,
motorpassara
sum
»Felagsstjørnir Føroya skipara-
felags og reidarafelags, Føroya fiski-
mannafelags, Føroya maskinistfelags
og Føroya motorpassarafelags å fun-
di í Tórshavn 19. november 1959 ge-
ra einmælt hesa samtykt:
Felagsstjórnirnar átala harðliga, at
feløg okkara heilt hava verið hildin
uttanfyri tær samráðingar og sátt-
málagerðir, sum hava verið um veiði-
rættindi okkara í Grønlandi í ár.
Sáttmálin, sum Foroya landsstýri
gjørdi við grønlendska landsráðið í
Godthåb 28. august í år, loysir ikki
teir trupulleikar. sum føroysk fiski-
veiði nú er komin út í í 1959 ér
veiðimongdin einans 2/3 av veiði-
mongdini í 1958 men kann sátt-
málin tvørtur ímóti, verður hann før
dur út í æsir, koma at gera fiski-
vinnu og vinnulívi landsins sum heild
stórri skaða enn gagn.
Feløg okkara viðurkenna ikki nøk-
ur høft á fiskiveidi Førovinga í grøn-
lendskum sjógvi, uttan reglur sum
settar eru fiskistovninum til verndar,
t. d. bann móti troling o, t., og vit
krevja limum okkara rætt til at veiða
við húki hvar sum helst í grønlendsk-
um sjógvi.
Sambært lóg nr. 277 frá 27. maí
1950 eigur forsætigráðharri Danmark
ar lógarheimild til at áseta undir
hvørjum treytum aðrir enn í Grøn-
landi fastbúgvandi ríkisborgarar
kunnu fáa loyvi til at reka m.a. fiski-
veiði í grønlendskum sjógvi innanfyri
sjómark. Heitt verður á landsins
myndugleikar at fáa úr gildi sáttmál-
an frá 28. august 1959 og í staðin út
vega Føroyingum óskerd fáskirætt-
indi hvar sum helst í Grønlandi, bæði
vestanfyri og eystanfyri.
Vit spyrja løgmann, hvat hann
heldur um hesa »samtykt«. = Hann
svarar. at eingin sáttmáli er undir-
skrivaður av Foroya landsstýri hes-
um viðvíkjandi, og at tað tí ikki ber
so væl til at siga hann upp. Men
' grønlendska landsstýrið hevur sam-
tykt tey veidi og vinnurættindi, Før-
oyingar nú arbeiða undir í Grøn-
landi.
Tað tykist okkum, og órvað mong
um ødrum logið, at teir leiðandi
menninir innanfyri føroysku vinnu-
lívið skulu lata seg draga eftir
oyrunum av nøkrum politiskum upp
viglarum, at teir leggja navn til eina
so misvísandi og ósanna »samtykt«,
uttan at kanna eftir um tað grundar-
lag, hon er bygd á, er ein veruleiki.
3. stk. í „samtyktini“ ber í tað borðið
at gera fundarmenninar láturligar.
So
Hon sigur frå, at »såttmålin« vid
Grønlendingar um víðkað fiskiøki
kann koma at gera fiskivinnuni og
vinnulikindum okkara størri skaða
enn gagn. Ja, ein hevur varhugan av,
at teir vilja kasta landsstýrinum fyri,
at veiðan í ár var triðing minni enn
í fjør.
nr
Allir menn vita, at is- og vedur-
likindini í Grønlandi vóru út av lagi
vánalig í ár. Men tað mátti tó borið
illa til at brigsla landsstýrinum hetta
eisini.
Landsstýrið arbeiðir málvíst fyri at
veita Føroyingum somu rættindi i
Grønlandi. sum Grønlendingar hava
í Foroyum. Tær samráðingar, sum
fóru fram í ár í Grønlandi, hava bor-
ið so væl á tað borðið, at sjálvt arg-
astu = mótstøðumenn landsstýrisins
standa púra bilsnir yvir tað, sum
vunnið varð á hesum oki, har teir
sjálvir ikki bjóðaðu til at royna at
fáa nakran bata, tí teir hildu tað vera
púra Ogjørligt at vinna fleiri rættindi
har.
Málið er at vinna fullar sómdir í
Grønlandi, og arbeitt verður miðvíst
fyri at rokka hetta; men tað gerst
ikki við rakstrarópum og øsingum
tað kann tvørtur ímóti forkoma mál-
inum at út ósakliga undir-
bygdar »samtyktir«, ið einans ella
fyri meginpartin eru ætlaðar til inn-
tøku fyri politiskar øsingaflokkar, ið
ongar greiðar gøtur eiga sær at ganga
Merkiligt er at at fyrsta
navnið, ið skrivað undir hesa
»samtykt« er Óla Jákup Jensen, fyrr-
verandi landsstýrismaður, sum í síni
landsstýristíð ikki rætti hond frá síðu
fyri at bóta um kor og veidirætt Før-
spjaða
síggja.
er
| ovinga i Gronlandi.
Íslendskur trolari á land
Mikukvoldið, tá islendski trolarin
»Nordlendingur« var farin frå brygg-
ju å Tvøroyri, har hann hevdi verið
eftir 10 monnum, barst so å, at hann
sigldi á land á grynnuni á Lítla Hól-
mi, á Trongisvágsfirði, beint yvirav
ggjuni.
bry
Tað bar ikki til sjálvur hjá trola-
ranum at koma av aftur men Glyvra
sluppin »Minnie« kom til hjálpar og
kl. 8 á
aftur.
morni varð trolarin komin av
Hann lekur illa, hevur í hvuksu er
3 hol í botninum. undir maskinuni,
ketlinum og oljutangarnir leka.
Góðar isfiskasølur
Hósdagin vóru tvær góðar sølur í
Grimsby. Tað var Borgin, sum seldi
1.236 kit av bátafiski fyri 8.433 stp.
og Grunningur sum seldi 599 kit av
bátafiski og fekk 4.219 stp.
Sjúrðarberg kom ikki inn í Føroyum
á veg av fiskiskapi, teir rokna við at
hava um 2000 kit og selja beinleiðis
í Onglandi, væntandi mánadagin.
Brúðleyp:
Í dag giftast í Hampen í Jyllandi
frúgvin Olga Skovgaard Jensen og Mar-
tin Frederiksen úr Havn. Adréssan er:
Hampen, Jylland.
|
Brandpumpurnar hjå tvøråmonn-
um måttu takast til hjålpar at halda
trolaran lens.
——————————
JOlabøkurnar
Enn eru tær føroysku jolabøkurnar ikki
tað
verða so heilt tíðliga, tær koma í ár; men
man neyvan fara at
útkomnar,
og
tær donsku eru longu komnar, tær frá
Og her er
Skær,
verið
Fynbos Forlag
Ved
Ein
Grønvald og
fyrst Julelampens
112 bok, id
nógv keypt og væl umtókt i
at nevna
blaðsíður hevur
Føroyum.
Frá sama forlag eru útkomnar barnajóla-
Den lille Hi-
storiebog og Børnenes lille Julebog.
bøkurnar: Historiebogen,
Datt niður
Síðsta leygarkvøld hendi óhapp í Tórs
havn. Brynjer Gregoriussen, elektrikari,
arbeiddi uppi í einum jarnsteyra á Vagl-
inum. Myrkt var, og tá hann hevði loyst
leðurreimina av sær og skuldi fara niður
úr mastrini, bar hann streym-
leiðandi tråd frá einum øðrum steyra, ið
lá ov nær mastrini, hann var uppi í.
Hann fekk streym igjøgnum seg og datt
eftir høvdinum niður á grótkantin á
gongubreytini — væl einar 6 metrar.
Skallabeinnið brotnaði, og hann varð
fluttur á sjúkrahúsið beinanvegin.
við ein
AFTUR EITT NÝTT FAR
Línubáturin, Seglhúsmenn í Klakksvík
hava latið byggja í Noreg, skuldi sigla
heim til Føroya í nátt.
NR. 47.
LEYGARDAGIN
21. NOVEMBER 1989
32. ÁRG.
Ymist
Tjaldur. sum skuldi fara til Keyp-
mannahavnar í gjár, fer ikki avstað
fyrrenn einaferð í dag. Tað hevur ver
ið tarna av veðrið. Nógvur farmur
fer við m. a. klippfiskur.
Grímur Kamban seldi í gjár í Ong-
landi, hann fekk 3142 stp. fyri 571
kassar.
Beinir selir ætlandi í dag.
Stór spreingivanlukka hendi fyrra-
dagin í Jokohama; Japan. Tad var í
einari lóðurverksmiðju, vanlukkan
fór fram.
Fleiri mannalív lótust eins og nógv
vóru særd.
menn komnir
Í Hollywood eru
framå málningar. ið fyri 14 árum
síðan vóru fluttir úr Italiu til Ameri-
ka. Målningarnir verða hildnir at
hava virði av 70000 mill. harav
tann eini 10 mill.. Hetta er størsta
málningarsavnið í nýggjari tíð, ið
menn eru komnir framá, har eru m.
a. málningar av kendum ltalskum
listamønnum sum Raphel og Miche-
langelo.
Veðrið hevur verið ólagaligt í vik-
uni. Í gjár var so sjaskut, at bert Sig-
mundur sigldi í rutu.
STAKK VIÐ KNÍVI
ikki
óðum manni svørd,« tóku teir gomlu til:
Gev druknum manni knív ella
på
Tysdagin varð í Havn ein 25-åra gam-
al madur dømdur til 4 månada fongsul
fotin
12
cm
fyri at
vid knivi
september i år
hava stungið ein politist
Henda hending fór fram
Stungan var 4—3
djúp. og politisturin er ikki arbeidsførur
aftur enn
Stjórnarskiftið
í Íslandi?
Emil
Jónsson hevur nú sagt starvið frá sær
Íslendski forsetisráðharrin
Hann hevur sum kunnugt verið for-
setisráðharri í minnilutastjórn javn-
aðarmanna, ið hevur sitiO millum val-
ini og nakað frammanundan.
Forseti Íslands hevur tó biðið Emil
verða sitandi til nýggj stjórn er skip-
að.
Menn vænta, at Ólavur Thors, fyrrv
forsetisráðharri fer at gera stjórn sæ-
man vid javnaðarmonnum, hann er
formaður sjálvstæðisflokksins.
HAVNAR ARBEIDSMANNAF/LAG
hevur flutt skrivstovu sína í nýggju hús
Føroya Banka, fyrstu hædd.
Húsið, har skrivstovan
Vevstovan, kallað, skal verða flutt
eystara kaiøki, har limirnir skulu
tað til skýli.
hevur verið,
út á
nýta
ÉÅÉÅÉÅÉ[ Å [ [AA Å [AAA] AÉA AA AA É AA AA AA AA AAA —
Hver man hava skrivað hyrdabrævið
»Samtyktin«?
- Ta& man helst vera Erlendur Rask.
- Heldur tú tað? Tá mátti tað lika
væl kunnað verið Tummas Egede