Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. januar 1960síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 Viðmerkingar Tjóðveldið og fólkaflokkurin vóru ímóti 1000 kr. í minstuløn og fritid vid løn til fiskimenn undir stjórnar- samráðingunum. Undir yvirskriftini >Daprasta ár- iða setur 14. sept. oll viðurskifti — allar politiskar veruleikar — á høvd- ið. Vendir beinleiðis sætt til rangt. Neydarsligt at vera so illa å holdum komin í politisku ómegd síni, at ein ikki bara orkar at viðganga órongi- ligar veruleikar, men heldur ikki veit sær onnur ráð til at taka enn rám- astu ósannindi. Tað er nevniliga råmastu ósann- ind, at tjóðveldisflokurin hevdi eitt einasta orð um minstuløn og frítíð við løn uppi í uppskoti sínum til javnaðarmenn og fólkaflokksmenn til landsstýrissamgongu. Hetta kunnu allir Føroyingar fáa váttan fyri við at lesa samgonguupp- skot tjóðveldisflokksins, ið stóð upp aftur tikið í 14. Sept. Sosialinum og ødrum bløðum. Og so er hesum viðvíkjandi ikki alt sagt. Tað er nevniliga órongiligur veruleiki, at javnaðarflokkurin var einasti flokkur av ollum politisku flokkunum, sum í sínum samgongu- uppskoti hevði 1000 kr. í minstuløn og fritid við løn til fiskimenn. Hetta javnaðarmanna uppskot varð undir- tikið av hvorki tjóðveldisflokkinum ella fólkaflokkinum, men beinleiðis havnað av teimum. At tjóðveldisflokkurin nakað aftan á nýggja landsstýrið var sett av javnaðarmonnum, sambandsmonnum og gamla sjálvstýrismonnum, sum ketta upp úr høvdutrogi, kom við uppskoti um 1000 kr. i minstuløn uttan ein einasta stav til lóg um inn- tóku at rinda minstulønina við — og sum ein av tjóðveldisflokksins ting- monnum segði: til stuttleika — kundi ikki annad enn gera teir og hetta uppskot teirra til låturs i skilamanna eygum. Slíkar >villleiðingarmangvr- ur« kunnu aldri fjala, at tjóðveldis- flokkurin sum sagt ikki hevði eitt einasta orð í sínum stjórnarsam- gonguuppskoti = hvorki viðvíkjandi minstuløn ella fritid vid løn til fiski- menn. Slik villeiðingaruppskot kunnu heldur ikki krógva burtur, tjóðveldisflokkurin líka so lítið sum fólkaflokkurin vildi greiða atkvødu fyri inntøkum til at veita fiskimonn- um fritid við løn, varð samtykt av samgonguflokkunum seinasta vár, fekk sum sagt ongan av andstødu- flokkunum at taka sum samgongu- mål at fremja javnadarflokksins mål um 1000 kr. i minstuløn og fritid vid løn til fiskimenn. Men kortini er longu fritidarspurn- ingurin loystur, hóast frítíðin verður goldin sum tilskot, tí meirluti var ikki fyri oðrum gjaldingarhåtti. Tað er kortini eyðvitað, at so brátt líkind ini eru til tess, eigur lógin at verða broytt soleiðis, at arbeiðsgevarin á sjónum eins og arbeiðsgevarin á lan- di verður at rinda fridtidarlønina. Spurningurin um 1000 kr. í min- stuløn til fiskimenn er sjálvandi stød- ugt áleikandi mál hjá javnaðarflokk- inum, verða kunna loysa Vónandi arnir at næstum. landsstýrisflokk- hetta mál í Við inntøkuleysum uppskotum frå tjóðveldinum fólkaflokkinum kann hesin spurningur ikki loysas.. og Nú tey mongu nýggju skipini koma, verða tey vónandi at geva fiskimonnum so væl, at tað verður eingin spurningur um minstulønar- gjalding við teimum. at. SOSIALURIN Fedranna arvurin våra Eitt av teim stóru eyðkennum, ið fedrar vára áttu og goymdu so eiggi liga, at glatast mátti einki millum, vóru millum annað kvæð- ini, tættirnir og vísurnar, tí ikki var teim tann lagnustund borin at alast frá skúlabeinki, so mentan teirra vóru einans minnini góð, gjøgnum hesi somu kvæðini, goymi til næsta ættarliðið. Teir gomlu løgdu ikki arbeiði niður fyri at varðveita teirra fedr- anna arv. Nei. Tá ið so skýmingin legðist darrandi niður yvir fjarskotna malað bleiv kolan tíkin upp frá goymslu stokkutu, og kveiktur teirra | ið seklar | av årum hevdi fylgt hvørjum ødrum | | varð eldur á lysitvørra, tå kendist ; hin sanni hugni teirra berast saman við kararnar og rokkin, ið fyri teim var eins og urgan, ið leikar við sangi okkara! Skuldi so ein av mis- gáum gloyma eitt ørindi, bleiv sagt til, tí tann vanlagna máttu teir í gróna torva fjaldi, ikki eiga fyri hollan og góðan arv! Sjúrður, Sniólvur, Angir, Gripur, Hábar og aðrir sum Hildibrand, Ranir, Blindi gestur og Hjalmar reysti, ið lív mátti týna á Samsoy, vóru inni hjá teim, meðan karðar- nir og rokkarnir bóru hini hulisligu løgini til samanspæl teirra, ið skip- anana áttu, meðan stokkarnir glint- Lýsing Sambært lóg frå 12. mars 1923 um kommunala skattalikning í Føroy- um verður einhver, id åliknast skal persónligan skatt ella vinnuskatt, og øll bókahaldsskyldug í Tórshavnar kommmunu biðin um annadhvørt sjálv ella við fulltrúa, tó um so er — við fulltrúargevarans egnu ábyrgd — at geva upp inntøku sina í árinum 1959 åvikavist innan 15. og 31. januar 1960 sam- evarandi teim sjálvuppgávuskjólum, sum nevndin útflýggjar skattgjaldarunum. Serliga verður víst á, at hann, sum í yrki sínum vanliga nýtir annað rakstr- arår enn álmanakkaárið, hevur rætt til at nýta hetta í sjálvuppgávuni. Hesi útfyllingarbløð verða at endurflýggja TÓRSHAVNAR LÍKNINGARNEYND. Tað verður beinleiðis gjørt kunnugt, at hann, sum ikki í rættari tíð gev- ur upp inntøku sína samsvarandi áðurneyndu lóg, missir rættin til at mót- mæla skattaálíkning sína, um hann ikki kann vísa á, at skattalíkningin er meir enn 25 % hægri enn veruliga inntøka hansara. Er munurin meira enn 25 %, skal hann gjalda skatt av veruligu inntøku síni við 25 % í viðbót. Hann. sum einki útfyllingarblað hevur fingið, eigur sjálvur at snúgva sær til Torshavnar Likningarnevndar, tå møgulig mistøk við útbýtanina onga åvirk- an å undannevndu åsetingar hava. Personar, sum eru skyldugir at føra løggildar handilsbøkur, og skattskyldig deyðsbúgv skulu saman við sjålvuppgåvuni senda inn rakstrarroknskap og upp- gerð yvir figgjarstødu vid rakstrarårsins byrjan og enda. Sjålvuppgåvur, sum ikki eru innkomnar ådrenn undannevndu frestir i ti fyriskrivada snidi og rætt undirritaðar, kunnu ikki verða kravdar tiknar til umhugsunnar. Arbiðsgevarar verða bidnir um at geva frágreiðingar um goldnar lønir o. a. m. til arbeiðsfólk sitt, og mugu teir innan 15. januar 1960 senda likningar- nevndini hesar frågreidingar, sum teir eru skyldugir til smb. $ 34 í áður! neyndu Um arbeidsgevari ber seg undan, kunnu hesar frågreidingar verða kravdar fram av yvirvaldinum við dagbót. Somuleiðis verður kunngjørt, at hann, sum til skaða fyri kommununa mið- víst gevur skeiva sjálvuppgávu ella gevur likningarnevndini skeivar upplýsing- ar um inntøku ella ognar- og førimunarvidurskifti síni, verður sektaður við, at hann til kommununa bøtir upp til 10 ferðir tann skatt, hann hevur svikið. Øll verða biðin um at skriva nøvn og bústað (gøtunavn og húsanummar) skilliga á sjálvuppgávuna, so tey verða ikki misskild. Húsaánarar fáa at vita virði av bústaði í egnum húsum við at venda sær 1068. lóg. til likningarnevndarinnar, máltr. TORSHAVNAR LÍKNINGARNEYND Føroya Bjór OL- oo MINIRALVATNSVIRKI Foroya Citrén sodar itn . Appelsin limonada Pilsnar Hindber limonada Jørdber limonada Ekta Vanillie limonada Maltøl. Åppolinaris EINAR WAAG, Klakksvík — MÅLTRÅDUR 4 ——MWW——WWWWWW"""" PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT TÓRSHAYN PRENTINGARA ?BEIDI 1820 AVRIKAR ALT TELF. ! Y[[—[[[—[—[D—[—— [DO m——— OR FAR | | | 9. januar 1960 aðu, so glamparskinið frá grúgvu- bruna kendist sum mureldur! Farnir eru fadrarnir våra — grønatorva ella vestfallið fjalir teir, og æru skulu teir eiga, ið nú royna at varðveita tess minni; men latum okkum eisini sum teir tala at, tá klípt verður av aldargomlu eyðkennum teirra. Hvor minnist ikki Sniólv, tå hann sigldi sær eftir vív... Strikar hann ikki for Fottarsvík, ei fyri førkum fimm, lat hann ikki livandi sigla for Brunsvík inn... Hann strikar ikki for Fottarvík og ei fyri fórkum fimm, glaður siglur Sniólvur seg fyri Brunsvík inn. Eisini: Hann strikar ikki for Fotarvík, og ei kunnu førkir forða, lat hann ikki livandi sigla for Brunsvík norð. Hann strikar ikki for Fottarvík, Ei kundu førkir forða; glaður sigldi Sniólvur seg fyri Brunsvík norð...! Vit hoyra kvæðini frá útvarp- inum. Tað kann nú altíð so vera, at skiparin kann gloyma eitt ørindiå = Men lati tað ikki eiga ta vanlagnu sum fleir av teim kvaðunum, sum t. d. Sniélvs kvæði eigur og onnur av okkum so kendu kvæðum, ið eg havi tíverri sæð, hava mist 10 % av virði teirra. Eg vil vóna, at hin holli vinur, ið nú býr í Fugla- firði, hevur varðveitt tað, ið eg fyri mongum árum síðani lat hann fáa. Tað er hugnaligt, tá vetrarkvold- ini longu snúgvast um teigar og tún at sita inni og lýða á tey einstøku sendingar frá útvarpi okkara — men tá kvæðini eru frammi, noyðist ein at drignan aftur til okkara aldar- gomlu livihættir, ið einans kveiktist av minnum teirra, tá er eisini tíverri alt ovmikid utigloymt og pilkað burt og helst av vísum og kvæðum, ið ikki tola eitt einasta bakkast meira. Lurtar ein eftir Hábur og Signe, so tíverri missa vit eisini burt ørindi, ið prýðka hesa vísu! De stødte på døren, de gave godt bulder De nagler ginge i stykke. Hjælpe mig Gud og Signelille, her bliver vor kongelykke. ella eisini: Det var Habor kongens søn, han varde sig som en kæmpe, sålænge der fandtes i jomfruens bur bordstole, borde og bænke! ella eisini: De ere så fattig i min faders gård de jomfruer ride til tinge, — ringe. ella eisini mugu vit ikki leggja burt- ur úr: Tager nu ned min kappe grá, lader den pá jorden brede, alle jomfruer í buret ere, de monne fast over mig græde: og eisini fimm onnur ørindi, ið eg ikke havi tíð at umrøda. Góðu lagsbróður, antin tit so lata kvæðir og vísir í prentan ella til út- varpið, so latið okkum eisini eiga hini av fedranna so vælvardu kvæð- um og vísum í mentan. Tí ikki vera vit nakað verri enn teir, ið hin klass iska einsemis musikkin eiga og æra. Eg kundi nortið við onnur kvæðir ið somu lagnu ella vanlagnu ganga ímóti, men havi ikki tíð og eiheldur pláss at umrøda hetta, og tí vil eg biðja tykkum, ið savna kvæðir og vísur, somuleiðis frá útvarpinum, at tey kvæði, ið hereftir verða kvoðin og prentað, ikki eiga at missa virð- ini, ið okkara fedrar vardu og goymdu...! Lokni við Áargil.