mikudagur 24. apríl 2002síða 20
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 77 - 24. apríl 2002
Stórfelagið í
Birmingham leitar
eftir einum boks-
spælara, og tað halda
teir ikki, at Hjalgrím
er, men teir siga halda
unga KÍ spælaran
vera væl fyri
ÚTFERÐARLONGSUL
Jóannes Hansen
Eftir at hann hevur verið
eina viku í Birmingham, er
Hjalgrím Elttør aftur í
Klaksvík.
Tað
verður
eingin sáttmáli skrivaður
millum hann og Aston
Villa. Við KÍ heimasíðuna
sigur Hjalgrím Elttør, at
hann iðrar seg ikki so nógv
um,
at
einki
spurdist
burturúr
ferðini
til
Onglands. Hann sigur seg
harmast nógv meiri, at KÍ
ikki
verður
við,
tá
fjórðingsfinalurnar
í
steypakappingini
verða
spældar fríggjadagin.
Umframt Hjalgrím Elttør
hevur Aston Villa havt vitj-
an av fleiri ungum spælar-
um, sum hava tað til felags,
at teir droyma um at gerast
fulltíðar yrkisspælarar í
onkrum av europeisku stór-
feløgunum.
Eftir eina viku við venj-
ing og fleiri dystum fekk
Hjalgrím Elttør at vita, at
felagið hevði tikið avgerð
um, at tað verður ikki hann,
sum teir í hesum umfarin-
um fara at skriva sáttmála
við.
– Teir søgdu seg leita
eftir einum typiskum boks-
spælara, og tað eri eg ikki,
sigur Hjalgrím Elttør. Fót-
bóltshugaðir
føroyingar
vita, at Hjalgrím Elttør er
ikki
tað
slagið
av
fótbóltsspælara,
sum
støðugt lúrir í brotsteig-
inum eftir einum leysum
møguleika. Hann er sera
arbeiðssamur, rennur nógv
og trívst best, tá hann hevur
bóltin nógv og sleppur at
vera partur í samanspæl-
inum fram eftir vøllinum.
Sambært KÍ heimasíðuni
søgdu teir í Aston Villa seg
duga at síggja nógvar dygd-
ir í fótbóltsspælinum hjá
Hjalgrími Elttør, men hetta
vóru altso ikki akkurát tær
dygdirnar, sum teir hildu
seg hava brúk fyri.
Hjalgrím sjálvur sigur
seg ikki vera vónbrotnan av
ferðini. Hann sigur seg
hava havt ein fínan túr, og
hann heldur seg hava fingið
royndir, sum verða kær-
komnar, tá tað møguliga
verða boð eftir honum eina
aðra ferð.
Í fyrstu atløgu snýr tað
seg nú um hjá Hjalgrími og
KÍ at savna allar hugsan-
irnar um fyrireikingarnar til
fyrsta landskappingardyst-
in. Hann verður á heima-
vølli ímóti Skála annan
sunnudag.
Liðini í steypakappingini
hava annars møguleikar at
fáa góða dystarvenjing.
Umframt
fjórðingsfinal-
urnar, sum verða spældar
fríggjadagin, eru innan far-
ið verður undir landskapp-
ingina, fyrru hálvfinalurnar
á skránni. Tær verða spæld-
ar nú sunnudagin.
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Nú er kappingarskipanin
hjá Fótbóltssambandi Før-
oya
endiliga
útkomin.
Skipanin hevur eitt full-
fíggjað yvirlit yvir allar
dystir, sum FSF skipar fyri
í 2002.
Í fororðinum skrivar FSF,
at fótbólturin er í støðugari
menning, og at alt fleiri lið
eru við á hvørjum ári í
øllum aldursbólkum. Hetta
setir krøv til FSF og tey
einstøku feløgini. Fótbólts-
sambandi skipar fyri bæði
venjara- og dómaraskeið-
um kring landið, og tey
hava verið væl vitjað.
Seinasta kappingarár fór
verkætlanin
Yngst
av
bakkastokki, og hon heldur
fram í ár. Í ár verður skipað
fyri fimm Yngst-stevnum.
Tríggjar
vera
áðrenn
summarsteðgin og tvær
aftaná.
Nakrar broytingar eru
framdar. Kappingin hjá
unglingum er í ár skipað
soleiðis, at spælt verður
fyrst í tveimum bólkum,
har tvey tey fremstu fara
víðari í finalubólkin. Rest-
in
spælir
síðani
eina
steypakapping.
Steypakappingarnar hjá
teimum yngru deildunum
verða avgreiddar yvir tvey
vikuskifti, eins og tað varð
gjørt hjá smádreingjum og
dreingjum síðsta kapping-
arár.
FSF vónar, at vit fáa eitt
gott, spennandi og gevandi
kappingarár í øllum deild-
um, har Fair Play verður
sett í hásæti.
Hjalgrím og Aston Villa skiljast
Næstbesta liðið hjá
Molde vann
mánakvøldið fyrsta
dystin í hesum
kappingarárinum
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Tað kennist neyvan ser-
liga avbjóðandi hjá ein-
um landsliðsmálverja,
sum hevur staðið andlit
til andlit við nógvar av
teimum bestu spælarun-
um í Europa, og sum
hevur smakkað rákan av
at vinna danska meist-
araskapin í fótbólti.
Lítla avbjóðingin, sum
tað verður sipað til
omanfyri, er tann, sum
vit kunnu ímynda okk-
um, at tað er hjá Jákupi
Mikkelsen at verja málið
á næstbesta liðnum hjá
Molde.
Men
Jákup
hevur ein sera professi-
onellan hugburð til fót-
bóltin,
og
sjálvandi
gjørdi hann sítt besta.
Tað er í málinum á næst-
besta liðnum og undir
venjing, at hann skal
sannføra um, at hann
eigur at vinna plássið í
málinum á besta liðnum.
Tann sessin hevði Eddie
Gustafsson sunnudagin.
Næstbesta liðið hjá
Molde spælir í 2. deild,
sum er triði besta deildin
í Noregi. Mánakvøldið
spældu teir á heimavølli
ímóti Larvik. Molde
vann 1–0. Málið fingu
teir í 69. minutti. Dyst-
urin varð spældur á gras-
líkisvølli í Molde.
Jákup helt tætt
Vejle er ikki verri
fyri í botnstríðn-
um, enn teir vóru
undan dystinum
hjá AGF mána-
kvøldið
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Vejle og Christian Høgni
Jacobsen stríðast fyri at
varðveita sessin í super-
liguni. Teir eru í niður-
flytingarvanda. Tí sigur
tað seg sjálvt, at teir í
Vejle fylgdu væl við, tá
AGF mánakvøldið var í
Gladsaxe
og
spældi
ímóti AB. Akademikara
liðið minnast teir í Vejle
væl
til.
Næstsíðsta
sunnudag vann AB 4–0
ímóti Vejle, men eitt
mistak í roknskapinum
við útlendskum spælar-
um hevði við sær, at tað
var Vejle, sum á skriv-
araborðinum vann 3–0.
Harvið løgdu Christian
Høgni og teir eitt kanska
alt avgerandi glopp mill-
um seg og niðurflyting-
arstrikuna.
AGF fekk einki bur-
turúr ferðini til Keyp-
mannahavnar. AB vann
1–0. Málið fingu teir í
64. minutti. Mohamed
Nabate royndi seg, AGF
málverjin hálvbjargaði,
og tá myrki álopsmaður-
in royndi fyri aðru ferð,
var AGF málverjin so
óheppin, at hann stýrdi
bóltinum í málið.
Tað var nógv ferð á,
men spælið var einki at
rópa hurrá fyri. AGF var
heilt væl við, og teir
høvdu møguleikar, sum
kundu givið mál. Men
tað gongst sera illa hjá
teimum at skora. Í hes-
um kappingarárinum eru
teir tíggju ferðir farnir
av útivøllinum, uttan at
tað hevur eydnast at fáa
mál.
AB spælararnir eru nú
farnir seks ferðir av vøll-
inum á rað uttan at hava
tapt. Tá gamli liðfelagin
hjá Toda Jónsson, Heine
Fernandez,
sum
nú
spælir í AB, eftir dystin
varð spurdur, um hann
helt, at AGF ella Vejle
fór at flyta niður, svaraði
hann, at hann helt, at
AGF hevði eitt betri lið.
AGF nærri
niðurflyting
Kappingarskipanin útkomin
Kappingarskipanin er nú at fáa til keyps í handlunum. Hon
hevur fullfíggjað yvirlit yvir allar dystir, sum FSF skipar fyri í
ár
C
M
Y
K
38
Nr. 77 - 24. apríl 2002
39
Frá
Sandoyar Sýslu
Javnaðarfelag
Hugnakvøld
verður á Keldu í Skálavík fríggjadagin, tann 26.
apríl 2002 kl. 19.00 við borðhaldi, felagssangi,
harmonikuspæli og politiskum røðum.
Við vera tey lokalu valevnini umframt løgtings-
limirnir Katrin Dahl Jacobsen og Kristian Magnus-
sen.
TIltakið er ókeypis – øll javnaðaráhugaði eru
vælkomin.
Sandoyar sýslu Javnaðarfelag
Elin Lindenskov
Jastrid Nielsen
Tummas Frank Joensen
Artur Johansen
Tórshavn
Fámjin
Skúvoy
Strendur
Í RÍKISFELAGSSKAPI SUM JAVNSETT LOND
Alment orðaskifti
um barnaansing verður í Mettustovu mikukvøldið
24.04.2002 kl. 19.30, har Elin Lindenskov og Annita
á Fríðriksmørk luttaka. Aftaná orðaskifti verður
aðalfundur.
Foreldrafelagið í Tórshavn
Handilshøli í Vágsbotni
har Føroyskt Heimavirki heldur til, er til
leigu frá 15. mai.
tlf. 317895
Frá Javnaðarfeløgunum
í Suðuroy
Opið hús verður í Fjallbrúður í Vági
eftir flaggdagshaldið umleið kl. 16.00.
Valevnini verða at hitta.
Øll eru vælkomin.
Javnaðarfeløgini í Suðaroy
-har
tað hendir
Internet
39