mikudagur 24. apríl 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 • mikudagur • 24. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað vóru báðir
favorittarnir, Petur
Grønagarð og Remy
Hansen, sum møttust
í finaluni í einmans-
leiki, og Petur dró
longra stráið. Í tví-
mansleiki vunnu Jens
Petur Poulsen og
Flemming Hansen á
Peturi Grønagarð og
Henningi Thomsen
DART
Stefan í Skorini
Um
vikuskiftið
endaði
kappingarárið í dart, og
endabresturin
var
FM-
kappingin, sum hesuferð
var í B36-húsinum í Havn.
Leygardagin varð kapp-
ast í einmansleiki. 24 teir
fremstu á styrkilistanum
sleppa at luttaka, men
vegna avboð sluppu nakrir,
sum liggja longri niðri á
listanum, eisini at luttaka.
Allir leikararnir, sum
vóru styrkismettir ovast,
gjørdu sína skyldu í bólka-
spælinum, og tí møttist
eingin av favorittunum í
áttandapartsfinalunum.
Nakrar av hesum finalun-
um gjørdust spennandi,
men favorittarnir drógu
longra stráið.
Fjórðingsfinalurnar gjør-
dust als ikki spennandi,
hóast talan skuldi verið um
javnar mótstøðumenn. Poul
Poulsen, Petur Grønagarð
og Alvin Egholm høvdu
allir lætt við at spæla seg í
hálvfinalurnar,
meðan
Remy Hansen hevði heldur
tungt við at syfta Jens Petur
Poulsen.
Remy Hansen vann í
aðrari hálvfinaluni 5-1 á
Poul Poulsen. Í hinari hálv-
finaluni mátti føroyameist-
arin frá í fjør, Alvin
Egholm, dvína fyri Peturi
Grønagarð, sum vann 5-3.
Sostatt
møttust
Remy
Hansen og Petur Grønagarð
í finaluni, og hesir báðir
vóru frammanundan mettir
sum sterkastu luttakararnir.
Finalan gjørdist rættiliga
spennandi. Teir báðir fylgd-
ust upp til 4-4, og Petur
Grønagarð legði seg síðani
framum. Tíggjuna og av-
gerandi settið vann Petur,
og hann kundi hevja arm-
FM
i
i
einaferð.
Remy
Hansen
hevur
framvegis sítt fyrsta FM-
heiti til góðar, hóast hann
tvey tey seinastu árini er
endaður ovast á styrkilist-
anum fyri alt kappingar-
árið.
Tvímansleikur
Frí tilmelding var til kapp-
ingina í tvímansleiki, men
bara trettan pør luttóku.
Alvin Egholm og Oddfinn
Hansen møttu Jens Peturi
Poulsen
og
Flemmingi
Hansen í hálvfinaluni. Jens
Petur og Flemming vunnu
tó tepurt 5-4 og fóru víðari
í finaluna.
Remy Hansen og Jan
Midjord
møttu
Peturi
Grønagarð og Henningi
Thomsen í hinari hálvfinal-
uni. Henning og Petur
vunnu sannførandi 5-1.
Petur og Henning høvdu
vunnið FM í tvímansleiki
tvey ár á rað, meðan hetta
var fyrsta finalan hjá hinum
parinum.
Jens Petur Poulsen og
Flemming Hansen vóru
favorittar í finaluni, og tað
megnaðu teir eisini at liva
upp til. Teir vunnu finaluna
sannførandi á Peturi Grøna-
garð og Henningi Thom-
sen. Úrslitið var 6-1, og
veruligur spenningur var
ongantíð í finaluni.
Føroya Bjór stuðlaði FM-
kappingini í dart.
LANDSDYSTUR
Stefan í Skorini
Dysturin hjá føroyska
landsliðnum móti Týsk-
landi skal spælast í
Hannover. Hetta var
greitt fyri stuttum. Dyst-
urin verður leiktur á
leikvøllinum
Nieder-
sachsen Stadion, sum
hevur pláss fyri 50.000
áskoðarum.
Dysturin
verður
spældur mikudagin 16.
oktober í ár. Tá kemur
landsliðið beina leið úr
Litava, har liðið spælir
leygardagin framman-
undan.
Hannover liggur stutt
sunnanfyri Hamburg og
Bremen. Tí skuldi ligið
væl fyri hjá føroyskum
viðhaldsfólki at lagt
leiðina til Hannover,
sum liggur í landslutin-
um Niedersachsen og
hevur góða hálva milli-
ón íbúgvar.
Leikvøllurin í Hanno-
ver varð nýttur bæði til
HM í 1974 og til EM í
1988. Ætlanin er eisini,
at Hannover verður ein
av býunum, har HM í
2006 verður leikt.
Niedersachsen Stadi-
on er júst umvælt fyri
100 milliónir týskar
markar, og umvælingin
skal
gerast
liðug
í
summar, so føroyska
landsliðið kemur til eitt
nýumvælt stadion, tá
leikararnir møta Týsk-
landi.
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Ingi Højsted og hinir á
U-17 liðnum hjá Arsenal
máttu sunnukvøldið lúta
fyri Newcastle United í
fjórðingsfinaluni í kapp-
ingini um enska meist-
araheitið.
Ingi kom á vøllin í 25.
minutti
fyri
Frankie
Simek. Tá var støðan 1-
1. Arsenal hevði lagt seg
á odda, tá bara ein min-
uttur varð leiktur, men
Newcastle svaraði aftur
tveir minuttir seinni.
Stutt fyri hálvleik
legði Newcastle seg
framum, og Arsenal
megnaði ikki at reisa seg
aftur. Ingi Højsted er
yngri enn teir flestu á
liðnum, men hóast sín
unga aldur ger hann seg
galdandi í London.
Petur Grønagarð fór við
gullinum
HEIMASÍÐA
Stefan í Skorini
Hondbóltsfelagið Tjald-
ur úr Runavík hevur nú
fingið sær eina heima-
síðu á internetinum.
Endamálið er at styrkja
sambandið millum leik-
arar, limirnar og onnur,
ið hava áhugað fyri fel-
agnum. Felagið varð
stovnað
29.
oktober
1998 við tí endamáli at
skipa fyri hondbólti og
øðrum ítrótti og at vera
siðmennandi fyri ung-
dómsarbeiði í røttum
ítróttaranda.
Heimasíðan
hevur
upplýsingar um nevnd-
irnar, liðini, spælarar,
dómarar og kontaktfólk.
Harumframt er yvirlit
yvir venjingartíðir, lógir
felagsins, og heimasíðan
fer eisini at lýsa við
teimum tiltøkum, sum
felagið skipar fyri. Slóð-
ir eru til flest allar aðrar
føroyskar ítróttarsíður.
Eisini eru slóðir til rut-
urnar hjá Strandfara-
skipum Landsins.
Adressan á heima-
síðuni
er:
http://heima.olivant.fo/~
tjaldur.fo/ .Til ber eisini
at senda felagnum ein
teldupost
á
tjaldur@post.olivant.fo.
Vinnari í einmansleiki gjørdist Petur Grønagarð, sum stendur í miðjuni við tí stóra steypinum.
Nummar tvey var Remy Hansen. Hinir á myndini eru tapandi hálvfinalistarnir
Føroyameistarar í tvímansleiki í dart eru Jens Petur Poulsen og Flemming Hansen. Teir vunnu
sannførandi í finaluni á Peturi Grønagarð og Henningi Thomsen
Tjaldur fingið heimasíðu
Ingi Højsted kom inn
fyri Arsenal
Føroyar spælir í
Hannover
37
36
Nr. 77 - 24. apríl 2002
VALGREINAR
Heilsan til allar
veljarar í
Norðoyggjum
Absalon Matras
valevni Sambands-
floksins í Norðoyggjum
Eins og árstíðin ber boð
um lív og gróður í
náttúruni,
so
bera
veljarakanningarnar boð
um vøkstur, vælferð og
friðaligari
tíðir
hjá
Føroya fólki. Vónandi
verður "konfrontatión-
in," sum hevur verið so
niðurbrótandi hetta val-
skeiði, nú avloyst av
samstarvi í sátt og
semju.
Eftir 4 ár við bítandi
kulda í viðurskiftunum
ímillum
Føroyar
og
Danmark, leingjast vit
nú eftir góðveðri, gróðri
og góðum samstarvi við
hin partin av ríkinum.
Vit í Sambandsflokk-
inum fegnast um velj-
arakanningarnar
sum
geva flokkinum fram-
gongd. Aftaná mong ár
uttan nakran tinglim í
Norðoyggjum, sær tað
nú út til at fara at
bragda. Tó, veljarakann-
ingar eru eitt, løgtings-
valið er nakað annað.
Góðu veljarar, nú er
so valorrustan um at
verða av á hesum sinni,
og havi eg roynt at nomi
við nøkur mál, ið hava
mín áhuga og eisini
almennan áhuga. Eg fari
hervið at heita á tykkum
um at fara fjøllment á
val og velja Sambands-
flokkin lista B, tí sam-
bandspolitikkur fremur
framburð, vælferð og
trygd fyri okkum øll í
Norðoyggjum og føroy-
ingar allar.
At enda vil eg ynskja
øllum eitt gott val.
Kenneth Rasmussen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Eysturoy
1. august 1999 varð nýggj
løgtingslóg um útbúgv-
ingarstuðul sett í gildi.
Síðan 1988 hevði stuðulin
verið óbroyttur. Eftir gomlu
skipanini fingu útibúgv-
andi 2.200 krónur um
mánaðin, so eingin ivi er
um, at skipanin var aftur-
úrsigld. Løgtingslógin um
úbúgvingarstuðul frá 1988
gav øllum lesandi rætt til
lestrarstuðul, meðan gald-
andi lóg bert gevur lesandi,
sum eru 18 ár og eldri
hendan møguleika. Tó fáa
tey, ið eru undir 18 bóka-
stuðul og vistarhaldsstuðul,
um bústaðurin er meiri enn
50 km heiman, ella sjó-
vegis flutningur er neyðug-
ur.
Er tað ókeypis at verða 17
ár?
Tíðin er nú aftur komin at
dagføra allan útbúgvingar-
stuðulin.
Hesaferð
má
skipanin verða fyri øll;
eisini tey, sum ikki eru fylt
18 ár. Tí hesi hava sjálvsagt
somu útreiðslur sum skúla-
felagarnir, ið eru vorðnir 18
ár. Vit mugu endurskoða
skipanina, og laga hana til
kostnaðarstøði í dagsins
Føroyum. Tað er týdningar-
mikið at tað er stuðuls-
upphæddin og ikki láni-
upphæddin, sum verður
hækkað.
Tí um tann lesandi eftir
lokna útbúgving skal taka
bústaðarlán, og framman-
undan hevur eitt stórt lán
frá tíðini á miðnámsskúla
og hægri lærustovni at
dragast við, verður fíggjar-
liga byrðan ovurstór. Hetta
kann hava stóra ávirkan á
einstøku
familjuna
og
harvið á alt samfelagið.
Tí er umráðandi at øll
neyðug atlit verða tikin í
arbeiðinum
at
dagføra
útbúgvingarstuðulin.
Talvan
vísir
lestrar-
stuðulin í Føroyum, Dan-
mark og Norra. Upphædd-
irnar eru í DKK.
Sí talvu!
Lærlingar = studentar
Handverkslærlingar eru í
lærutíðini løntir av læru-
meistaranum. Meðan teir
ganga á tekniskum skúla,
fær meistarin ein part av
lønini endurgoldna frá tí
almenna. Nógvir av hesum
lærlingum ferðast dagliga
til og frá skúlanum, men
teir fáa ongan ferðastuðul.
Meðan skúlagongdin fór
fram, áttu lærlingarnir at
fingið
eitt
ískoyti
til
ferðing, sum svaraði til
kostnaðin
við
almenna
ferðafólkaflutninginum á
farleiðini. Hesin spurning-
urin má eisini takast upp til
viðgerð í komandi val-
skeiði.
Vel lista D, tað loysir seg.
(og rímar!)
Lestrarstuðulin afturúrsigldur enn einaferð
Føroyar
Danmark
Norra
Heimabúgvandi
kr. 2.205
kr. 2.103
0
Útibúgvandi
kr. 3.308
kr. 4.231
kr. 1.850
Lán
kr. 2.098
kr. 2.165
kr. 4.955
Stuðul + lán
kr. 5.406
kr. 6.396
kr. 6.805
Sámal Petur í Grund
landsstýrismaður
Nakað av tí sum hevur
sett sín serliga dám á
valkvøldini í okkara
samfelag er tað at fylgja
við í útvarpi og sjón-
varpið, hvussu gongst
hjá
teimum
ymsu
flokkunum.
Eitt sera spenndandi
kvøld fyri tey sum hava
bjóðað seg fram, men
ikki bara fyri tey, í teim
ymsu heimunum landið
runt økist spenningurin
so hvørt sum úrslitini
koma inn.
At okkurt valstað fell-
ur burtur av nátúrligum
grundum er einki at gera
við, men tað er saknur í
tí alíkavæl.
Tað var ikki eiðasørt,
at tað kendist sárt, tá
seinasta
búfólkið
á
Skarvanesi bleiv borið
út og lagt til hvíldar.
Øskukalt í eini bygd
sum hevði kent betri
dagar. Og sum ein nátúr-
lig fylgja bleiv valstaðið
harvið niðurlagt.
Heilt til tað seinasta
varveitti bygdin valstað
sítt, hóast bert ein veljari
var.
Virðingin fyri at hetta
var ein bygd var helst
grundin og takk skulu tit
hava, sum bóru so í
bandi.
Somu virðing kenna
vit ikki um alt landið,
bygdir við útvið 300
veljarum missa í hesum
døgum, ímóti sínum
vilja, valstað sítt og enn
eru
grundirnar
ikki
komnar í ljósmála.
Hví skulu Rituvík-
ingar,
Æðuvíkingar,
Glyvrafólk, Lambafólk
og Søldfirðingar ikki
meira sleppa at velja har
fedrar teirra gjørdu tað?
Er tað tí, at valhølini
eru blivin ov lítil? Nei
helst er tað bert mangl-
andi virðing fyri fólk-
inum har býr og fedrum
teirra.
Undirritaði hevur í
opnum brævi til Runa-
víkar býráð spurt um
grundina og vónandi ber
til at kasta ljós yvir hesi
viðurskifti.
Karl Heri Joensen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Norðuroyggjum
Fleiri ferðir hevur verið at
sæð undir hesum valstríð-
num, at løgtingið eigur at
áleggja kommununum at
tær veita ansingartrygd til
børn. Ein tann seinasti, ið
hevur ført hetta fram, er
bygdarráðsformaðurin av
Strondum, sum er uppstill-
aður í Norðuroya valdømi.
Barnaansingarøkið hevur
inntil fyri 2 árum síðani
verið felagsmál millum
land og kommunur. Skip-
anin tá var, at skuldu íløgur
gerast til ein ansingarstovn,
rindaðu landið og komm-
unan hesa útbygging.
Viðvíkjandi rakstri var
býtið soleiðis, at landið
rindaði 40 %, kommun-
urnar 30 % og foreldrini 30
%.
Nú kommunurnar hava
yvirtikið
barnaansingar-
økið, rinda tær fult og heilt
allar íløgur á hesum øki,
meðan raksturin verður
býttur millum foreldrini og
kommunurnar, við ávíka-
vist 30 og 70 %.
Ein av orsøkunum til at
kommunurnar so grammar
yvirtóku
barnaansingar-
økið var, at meðan bíði-
listarnir um alt landi vóru
uppá nógv nógv hundrað
børn, vildi landið ikki
raðfesta íløgur til neyðugar
útbyggingar. Síðan komm-
unurnar yvirtóku barnaans-
ingina, eru gjørdar heilt
munandi økingar, hóast
ikki er komið er á mál.
Eg ivist onga løtu í, at
allar kommunur fegnar
vildu veitt foreldrum ans-
ingartrygd
av
teirra
børnum.
Hetta
er
jú
neyðugt fyri at tryggja
vinnuni ta arbeiðsmegi hon
hevur tørv á, og er tí við til
at menna framhaldandi
útbyggingar og framburð í
okkara samfelag.
Klaksvíkar býráð hevur
sæð tað neyðuga í, at
útvega ansingarpláss til øll
børn í kommununi, og
hevur tí sett sær fyri, at vit
vilja veita fulla ansingar-
trygd,
áðrenn
hendan
býráðssetan er av. Í 1999
stóðu væl omanfyri 300
børn á bíðilista í Klaks-
víkar kommunu. Í dag er
bíðilistin komin niður á
uml. 120 børn, og gongur
sum ætlað, verður ansing-
armøguleiki givin til uml.
80 børn afturat í hesum
árinum, meðan arbeiðið við
at fáa tann seinasta partin
av bíðilistanum burtur er
farin í gongd.
http://www.get.to/pms
William av Vollanum
valevni Fólkafloksins í
Norðstreymoy
Undir valstríðnum í 1998
hevði Fólkaflokkurin við í
síni valskrá eitt uppskot til
oljupolitikk, har mett varð,
at byrjast skuldi skjótast
gjørligt við hesi vinnu.
Tá so løgmaður setti
sínar landstýrismenn, vóru
tað fólk, sum høvdu at og
onnur høvdu hug at smír-
ast, tí nú hevði løgmaður
sett ein landstýrismann í
olju og umhvørvismálum.
Onkur tók til, at Føroyar
mundi verða tað fyrsta
landið í heiminum, sum
hevði ein oljumálaráharra,
men onga olju.
Landstýrið fer síðan, við
Fólkaflokkinum á odda, til
verka. Tað fyrsta, sum
verður loyst, er marknaðar-
spurningurin við Bretland.
Fyrireikingarnar til olju-
vinnuna verða síðan lagdar
væl til rættis og oljulóg-
gávan kemur uppá pláss.
Loyvi verða givin oljufe-
løgum til at bora eftir olju.
Byrjað verður at gera
útgerðarhavn í Runavík til
at taka ímóti útgerðar-
skipum.
Statoil er fyrsta oljufelag,
sum byrjar at bora, seinni
byrjar eisini BP. Men hesi
hava ikki eydnuna við sær
og velja at gevast, tá nátt er
niður á ætlaða dýpið, uttan
at nakað spyrst burturúr.
Triðja stóra oljufelag,
sum fer í gongd við olju-
boring, er Amerada Hess,
og hesaferð gongur betur.
Eftir at borað er longri
niður enn ætlað, verður
staðfest, at olja er í
føroysku undirgrundini.
Liðin eru fýra ár, síðan
nýtt landstýri kom til. Í dag
munu tað verða fá, sum
hava at. Heldur fleiri smír-
ast, vitandi um, at í før-
oysku undirgrundini finn-
ast tað nú týðandi nøgdir av
olju og gassi.
Hetta er bara eitt dømi
um ein flokk við fram-
skygni, drívmegi og á-
byrgd.
Gott val
Ansingartrygd til øll børn
Fólkaflokkurin og oljuvinnan
Val og valstøð
C
M
Y
K
36