mikudagur 24. apríl 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 77 - 24. apríl 2002
Nr. 77 - 24. apríl 2002
35
VALGREINAR
Er munur á
føroyskum og
donskum
discusprolapsi?
Jenis av Rana
Løgtingsmaður fyri
Miðflokkin
At hava discusprolaps er
tiltikið pínufult. Talan er
um at bleyti vevnaðurin,
ið
liggur
ímillum
ryggjageislarnar,
um-
gyrdur av einum harðari
ringi, smoyggir sær út
millum geislarnar og
trýstir á nervar. Sokallað
konservativ
viðgerð
kann
eydnast,
men
mangan endar tað við
skurði, einfalt tí at pínan
er so hervilig.
Discus hin sami,
bíðitíðin fleirfald.
Danskir sjúklingar bíða í
seks vikur frá tí avgerðin
um skurð verður tikin,
til skorið verður.
Hvussu við føroying-
um?
Jú, teir bíða í 23
viku!!! Men teir eru ikki
einsamallir, tí hyggja vit
at teimum, ið ganga við
pínu vegna slit í mjadn-
um, er uppaftur verri.
Frá tí at danir taka
avgerð um at skifta
mjadnar/ knø- alt vegna
pínu- ganga 10 vikur til
skurðviðgerðin verður
framd.
Føroyskir sjúklingar
bíða í 52 vikur.
Fyrispurningur frá
Miðflokkinum
Tølini, eg endurgevi
omanfyri, eru partur av
tølum, sum eru at finna í
svari uppá fyrispurning
frá Miðflokkinum til
landsstýrismannin á al-
manna- og heilsumálum
í mars í ár.
Fyriuttan at siga frá
syrgiligu støðuni, sjúk-
lingarnir eru í, so ber
hetta okkum boð um ein
ábyrgdarleysan politikk
á heilsuøkinum seinastu
4 árini.
Aftur og aftur verja
landsstýrisflokkarnir
seg við, at teir ikki hava
megna at fáa landið
aftur
á
føtur
eftir
kreppuárini. Men sann-
royndin er jú, at:
1) fiskaprísirnir hava
verið methøgir,
2) fiskiskapurin hevur
verið í hæddini,
3) rentustøðið
hevur
verið lagaligt,
4) inntøkurnar til lands-
kassan hava verið
ovurhonds stórar.
...og vit kundu hildið á.
Men umsorganin fyri
landsins íbúgvum ( ella
er talan um manglandi
førleika) hevur eftir
øllum at døma ikki ligið
teimum fremst á hjarta.
Set eina kanning í verk
av???
Tá eg undir viðgerðini
av
løgmansrøðuni
í
august 2001 royndi at
greiða frá viðurskiftun-
um hjá vanliga føroy-
inginum, m.a. metstóru
bíðilistunum, bað sam-
gongutingmaður løgting
og landsstýri seta eina
kanning í verk av- og
halt tær fast- ikki støð-
uni hjá vanliga føroy-
inginum, men av tí, sum
Jenis av Rana førdi
fram. Løgtingsmaðurin
segði seg ikki vilja finna
seg í at hoyra slíkt verða
borið fram, noktaði fyri,
at hetta var satt.
Óneyðugt at siga tær,
at eg bað hann og teir
fáa hesa kanning gjørda
skjótast gjørligt, tí eg
visti, hvat hon vildi víst.
Men nei, kanningin
var ikki gjørd, tí kunnu
vit jú liva við. Verri er, at
ábøtur heldur ikki vórðu
gjørdar.
Lyfti Miðfloksins um
familju- og
trivnaðarmálaráðharra
Nú skilir tú kanska betur
lyfti Miðfloksins um, at
koma vit út í landsstýrið
eftir valið, so fara vit at
seta á stovn familju- og
trivnaðarráð við egnum
landsstýrismanni. Upp-
gáva hansara verður at
tryggja sær at vanligi
føroyingurin á allan hátt
hevur góð kor at liva
undir.
Høgni Mikkelsen
valevni fyri Sambands-
flokkin í Suðurstreym
Loysingin fer at geva
Høgna Hoydal stórt vald,
men fjøldin verður við
skerdan lut.
Flest allir føroyingar
viðurkenna nú, at loysingin
fer at hava við sær, at vit
missa so nógv rættindir og
valmøguleikar,
at
tað
persónliga frælsið verður
munandi avmarkað og flutt
55 ár aftur í tíðina.
Loysingin kemur ongan-
tíð, at geva okkum líka
nógv frælsi og líka nógv
sjálvstýri, sum eitt gott og
virðiligt samstarv í ríkis-
felagsskapinum gevur.
Landsstýrið hevur skriv-
að Hvítubók og Svørtubók,
men enn vantar Grønabók,
sum lýsir fyrimunir og
vansar í ríkisfelagsskapin-
um. Tá hon einaferð verður
skrivað, vil eisini Høgni
Hoydal velja Sambands-
flokkin.
Joan Ziskason
valevnið hjá Javnaðar-
flokkinum í Suðurstreymoy
Í hesum valstríðnum eru
allir flokkar samdur um, at
fleiri
røktarheimspláss
skulu byggjast ella útveg-
ast. Undirritaða tekur fult
undir við tí. Men ein annar,
kanska líka so stórur
trupulleiki, er við at stinga
seg upp, og tað er tørvurin á
røktarstarvsfólki inni á
røktarheimunum. Her má
ein loysn finnast, tí annars
mugu tey gomlu veiku ansa
sær sjálvum.
Loysnin á hesum trupul-
leika er:
• Sjúkrasystraskúlin skal
víðkast, so pláss verða
fyri fleiri lesandi, so vit
fáa fleiri sjúkrasystrar
Heilsurøktarskúlin
á
Tvøroyri skal útbúgva fleiri
næmingar.
Jóanis Nielsen
valevni Fólkafloksins í
Vágum
Las í grein hjá sambands-
høvdinganum í Norðoyggj-
um at "Sambandsflokkurin
er einasta trygd fyri, at
friðingin vestanfyri ikki
verður endurtikin".
Sagt verður at: "Um
sambandsflokkurin umsat
fiskivinnumál hevði tað
ikki komið uppá tal, at
friðað økið vestanfyri."
víðari verður sagt: "At
avleiðingin av hesum var,
at allur línuflotin mátti
royna norðanfyri"
Einki verður nevnt ella
hugsað um, hvørja ávirkan
hetta hevur havt á út-
róðraflotan vestanfyri.
Vágamenn sera tolnir
Vágamenn sum eru sera
tolnir, hava í eini 20-25 ár
liva undir hesum korum.
Línubátar úr Norðoyggjum,
Eysturoy og úr Havn hava
avtaglað Vágahavið við
línu, ja, klos í klettin og inn
í vágin (Miðvág/Sanda-
vág). Eingilsku trolararnir
togaðu eisini fyri 100 árum
síðan eftir øllum gýtingar-
økinum, líka inn á Sanda-
vág, har teir tóku posan inn.
Nei, veruleikin er tann, at
útróðrarmenn
vestanfyri
hava verið alt ov tolnir, tað
vísir seg nú, at aftur ber til
at fiska við snellu, lønandi,
í Vágahavinum - útróðrar-
mennirnir eru sera fegnir
um hesa friðing, teir halda,
at friðingin skuldi verið
longur inn.
Tað skal eingin ivi verða,
at um eg fái møguleikan
eftir komandi val, so skal
arbeiðast av fullum huga
fyri at fáa friðingina at
fevna um alt gýtingarøkið.
Jónfinn Olsen
Form. í UfM & valevni
Miðfloksins í Suður-
streymoy
Miðflokkurin vil arbeiða
fyri at familjuni verða
tryggjaðar tær bestu um-
støður, soleiðis at trygg
heim og góðir uppalingar-
møguleikar eru hjá okkara
børnum. Her hugsi eg um,
at sum samfelag okkara er
uppbygt, er neyðugt við
ansingarplássum
og
at
hesin tørvur verður dekk-
aður vilja vit virka fyri,
men vit í MIÐFLOKK-
INUM vilja samstundis
skunda okkum at gera púra
greitt, at foreldrum eigur at
verða givin vælmøguleikin
at ansa børnum heima í
egnum heimi. Tú spyr
kanska, hvussu kann hetta
gerast, jú við millum annað
at gjaldið fyri barni fylgir
barninum og ikki ansingar-
plássinum.
So verður tann mamman,
sum vil av sínum egna fríða
vilja verða heima hjá sínum
barni, ikki noydd út at
arbeiða, men kann verða
heima hjá sínum barni í
egnum heimi, uttan at tað
fær stórvegis fíggjarligar
fylgjur.
M I Ð F L O K K U R I N
YNSKIR, AT TÚ SKALT
TRÍVAST Í FØROYUM,
TÍ HER SKAL VERÐA
GOTT AT BÚLEIKAST.
HEVUR
TÚ
SOMU
HUGSAN, SO VELUR TÚ
MIÐFLOKKIN
VAL-
DAGIN 30 APRÍL. GOTT
VAL.
MIÐFLOKKURIN
TÍ
RØDD Á LØGTINGI.
Stórt politiskt vald!
Akutti tørvurin á røktarstarvsfólki má loysast
– annars fara tey gomlu at ansa sær sjálvum á røktarheimunum
Friðingin í Vágahavinum
Miðflokkurin vil arbeiða fyri einum øðrvísi
familjupolitikki
VALGREINAR
Tyngd og realitetir
á Lista B tann
30. apríl
Kaj Leo
Johannesen
Valevni Sambands-
flokkurin í Suðurstreymi
Vit kunnu tosað leingi
um blokkin úr Danmark,
men veruleikin er, at
blokkstuðulin ongantíð,
hevur verði hægri.
Vit kunnu tosað leingi
um, at lækkað blokkin
við
360
milliónum,
niðurskurðurin verður í
næsta valskeiði.
Vit kunnu tosað leingi
um ábyrgdina ella æruna
av, at okkara fiskaprísir
ongantíð
hava
verði
hægri enn seinastu fýra
árini.
Vit
kunnu
tosað
leingi, um ábyrgdina
ella æruna av, at alheims
rentustøði, hevur verði
metlágt seinastu árini.
Ein av minkinginum í
hesum
valskeiði
er
keypiorkan,
hon
er
minkað við uml 11 %,
Samgongan segði seg
vilja minka skattatrýst-
ið, ikki keypiorkuna.
Vit mugu torað at
útinna Fair Play, her
hugsið eg um fólkaat-
kvøðuna, sum Sam-
gongan ella rættari sagt
Fólkaflokkurin,
ikki
tordi at útskrivað, vegna
ov lítla undirtøku frá
fólkinum til førda poli-
tikkin.
Vit mugu ikki í fram-
tíðini góðtaka av Lands-
stýrismanni at siga ósatt
fyri Føroya fólki, fyri
aftaná fáa eitt millum-
ting millum Reytt og
Gult kort, hettar er í
veruleikanum eitt væl-
signilsi at halda áfram,
við tí atgerð sum gjørdi,
at kort verður givið,
líkamikið hvønn flokk
talan er um, eftirsum
hettar er tað ringasta,
fyri álitið á eina po-
litiska skipan.
Hvør krógvar sann-
leikan, er tað tann
heimskendi statsmað-
urin Thorvald Stolten-
berg ella er tað Norður-
atlantsbólkurin.
Nú fara vit at byggja
land sjálvir, sigur Tjóð-
veldisflokkurin, so má
spyrjast, um ikki okkara
forfedrar eisini bygdu
land, okkara vælferð
livir í hitanum av hond-
um, sum sleptu, á sjógvi
og landi, tær vóru allar
við til at byggja tjóðina,
bæði áðrenn og aftaná
vit vóru fødd.
Nú verður spottandi
sagt í nýggjum faldara at
"afturhaldskreftirnar
taka einki stig sjálvir,
tær hava latið onnur
gjørt tað tunga arbeiði,
og spottað tey afturfyri,
men notið úrslitini við
góðari samvitsku, og
vælgagnist
teimum,
hetta haldi eg eru hørð,
rámandi og ljót orð, um
meginpartin av føroyska
fólkinum.
Lat mín boðskap til
allar flokkar verða sam-
an, at finna eina loysn á
Ríkisrættarligu støðuni,
vit hava øll ábyrgdina,
ikki bara Samgonga ella
Andstøða, tí hvussu tað
so víkjir og vendir, við
sambandi ella fullveldi,
so skulu vit øll, eisini
aftaná valið, livað í sátt
og
semju,
og
ikki
gloyma hitan av for-
fedranna hondum, sum
verðuliga bygdu tjóðina
sum vit øll vilja bert tað
allarbesta.
Kaj Boetius
valevni javnaðarfloksins í
Norðoya valdømi
Javnaðarflokkurin vil út-
vega í minsta lagi 160 ellis-
og røktarheimspláss tey
komandi fýra árini. Vit vilja
at heimarøktin skal út-
byggjast við eini døgn-
røktarskipan, at pensiónin
hjá støkum skal uppá
10.000 kr. og hjá hjúnum
uppá 16.000 kr., at fyri-
byrgjandi og viðgerandi
heilsuverkið skal styrkjast
og vit vilja somuleiðis
skapa virðiligar umstøður
fyri fólk við skerdum
førleika.
Børn og ung eru fram-
tíðin. Tí vilja vit virka fyri
einum betri skúla. Vit vilja
hava eina nýggja skipan
sum kann verja áhuga-
málini hjá brúkarunum.
Somuleiðis vilja vit hava
ein
nýggjan
arbeiðs-
marknaðarpolitikk, vit vilja
virka fyri nýggjari leigulóg
og veita stuðul til bygging
av leiguíbúðum. Skatta-
trýstið á láginntøkurnar
skal lækkast og lógin um
meirvirðisgjald skal endur-
skoðast. Í hesum sambandi
skal
meirvirðisgjaldið
setast aftur til tað upp-
runaliga - 23%.
Vit ásanna at fiskivinnan
er og verður álitið, men vit
vilja virka fyri at skapa
karmar um eina fjølltáttaða
vinnu á høgum førleikastigi
og við góðum sosialum
skipanum. Vit ásanna, at
vælferðarsamfelagið
er
treytað av einum góðum,
sunnum og ábyrgdarfullum
búskaparpolitikki og vilja
virka fyri, at eingin skal
gera sær dælt av fólksins
ognum. Vit vilja eisini hava
samfelagsliga tilbúgving at
møta oljuvinnuni og teim
avbjóðingum hendan vinna
fer at hava við sær.
Mentunarpolitikkur javn-
aðarfloksins
er
fram-
tíðarpolitikkur. Javnaðar-
politikkur er eisini um-
hvørvispolitikkur. Vit vilja
at miðfyrisitingin skal um-
skipast og at tænastan til
borgaran
skal
betrast.
Sjálvstýrislógin skal greiða
ríkisrættarligu viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark.
Farið tí mannsterk á val
og seti ein sterkan javn-
aðarflokk inn á Føroya
Løgting á valinum týsdagin
30. apríl. X við lista C ella
eitt av valevunum á lista
javnaðarfloksins. Gott val.
Kristian Magnussen
løgtingsmaður og valevni
fyri Javnaðarflokkin
Dagliga uppliva vit, at
samgongan framhaldandi
roynir at grugga og halda
føroyingar í óvissuni um,
hvat ið henda skal framyvir
viðvíkjandi ríkisrættarligu
viðurskiftum okkara.
Fáfongda loysingarætl-
anin hjá sitandi samgongu
setir vælferðina hjá okkum
í vága. Teirra metodur ella
strategiir at náa fullveld-
inum eru væl kendar mill-
um felagsskapir, ið ikki
arbeiða eftir demokrat-
iskum grundsjónarmiðum,
og sum heldur ikki hava
fólkið aftan fyri seg. Teir
eru so fullvísir um sín egna
førleika og politisku ætlan,
at tað ikki er neyðugt at
fólkið verður spurt, hvat
teir annars lovaðu.
Tað
sum
samgongan
hevur lagt fyri dagin í sam-
ráðingunum
um
ríkis-
rættarligu viðurskiftini, má
vera eindømi í diplomati og
samráðingarkynstri. Ein og
hvør, ið ætlar sær at fáa
nakrar sømdir frá mótpart-
inum, kallar ikki mótpartin
fyri imperialistar, koloni-
harrar og harrafólk. Tá er
úrslitið givið framman-
undan.
Tá alt var dóttið á gólv,
fór samgongan til Dan-
markar fyri 4. ferð, við
kravinum um at danir
skuldu viðurkenna okkum
sum sjálvstøðug tjóð. Tað
kundu danir av góðum
grundum ikki gera ímóti
føroyska fólkinum.
Veljarin eigur ikki at
gloyma at teirra fullveldi
partvís skal fíggjast við at
fólkapensiónin og sam-
haldsfasti skulu avtakast og
skipanir har hin einstakið
skal tryggja sín egna aldur-
dóm og sæta sær sjálvum
skulu fremjast.
Javnaðarflokkurin hevur
sum mál, at bæði fjøldin av
føroyingum og einstak-
lingar, hava góð livikor og
eiga rættin til eitt virki og
mennandi lív. Í dag er
Javnaðarflokkurin
tann
einasti flokkurin, ið hevur
sum hugsjón, at varðveita
og menna eina samfelags-
skipan, ið byggir á prin-
sippini um líkheit, trygg-
leika og solidaritet.
Javnaðarflokkurin
fer
undir ongum umstøðum at
seta vælferðina, rættindini
og møguleikarnar í ríkis-
felagskapinum upp á spæl.
Allur okkara politikkur
snýr seg um at betra møgu-
leikarnar hjá tí einstaka og
harvið hjá okkum øllum.
Thomas Arabo
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Teir tora ikki at spyrja
Føroya fólk, men danskarir
skulu samtykkja nakað
niður yvir nakkan á okkum
Føroyingum, tí Tjóðveld-
isflokkurin og Torbjørn for-
máa sær ikki at savna før-
oyingar um síni víðgongdu
sjónarmið.
Skulu ikki føroyingar
ráða í Føroyum?
Tað má sigast at verða
skammiligt at biðja eitt
útlendskt parlament hjálpa
sær við nøkrum, ið Tor-
bjørn
og
Tjóðveldis-
flokkurin ikki tora at spyrja
føroyingar um. Tað má
vælsaktans merkja loysing,
tá vit verða róptir natión í
ST. Er tað Fólkatingið, sum
skal fremja loysingina í
Føroyum? Skulu Føroy-
ingar ikki ráða í Føroyum?
Skal ein minniluti fremja
loysingina við danskari
hjálp?
Vit kunnu loysa í morgin,
um tað skal verða. Tobbi og
Tjóðveldisflokkurin mugu
bara yvirbevísa føroyingin
um tað rætta í tí. Hetta
seinasta nummarið hjálpir
neyvan nakað, tí føroyingar
fara ikki at finna seg í, at
ein minniluti við danskari
hjálp roynir at fremja
loysingina. Kann tað gerast
meira mannminkandi fyri
føroyingar?
Spyr føroyingin!
Tað er ein sannroynd, at
samgongan tordi ikki eina
fólkaatkvøðu. Tað er und-
anførsla tá størsti sam-
gonguflokkur sigur, at hinir
vildu ikki. Vit eru ein tjóð,
men ikki en statur í dag.
Tað kunnu vit gerast í
morgin, men vælsignaðir
spyrjið føroyingin fyrst,
áðrenn tit so undirbrotliga
biðja eitt útlendskt parla-
ment kroysta nakað niður
um oyrini á okkum. Mín
áheitan til Torbjørn Jacob-
sen og Tjóðveldisflokkin
skal verða: Latið føroy-
ingar ráða í Føroyum og
ikki danska Fólkatingið.
Hetta trúgva vit uppá í
Javnaðarflokkinum. Setið
X við lista C tann 30 apríl
Vit vilja menna vælferðarsamfelagið
Steðga førda loysingarpolitikkinum,
áðrenn hann steðgar tær
Torbjørn, vælsignaður lat føroyingar ráða
í Føroyum og ikki danska Fólkatingið
C
M
Y
K
35
34