mikudagur 24. apríl 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 77 - 24. apríl 2002
Nr. 77 - 24. apríl 2002
33
VALGREINAR
Almenni sektorurin
Annfinn Brekkstein
Valevni hjá Sambands-
flokkinum í Suður-
streymoy
Almenni sektorurin í
Føroyum er í mun til
fólkatal
og
samlaða
bruttotjóðarframleiðslu
ein tann størsti í heim-
inum.
Sæð út frá einum
skynsomum
rakstrar-
ligum sjónarmiði, er tað
ikki fíggjarligt rásarúm
fyri framhaldandi øking
av almenna partinum av
føroyska búskapinum.
Heldur tvørturímóti
eigur at vera miðað
ímóti, at effektivisera og
rationalisera
almenna
sektorin við nýggjum
hugskotum og alterna-
tivum loysnum.
Vit eiga ikki at lata
almenna partin av før-
oyska
búskapinum
stirðna í trongskygni og
vanahugsan.
Møguleikarnir við at
privatisera ávísar upp-
gávur og útlicitera aðrar,
eiga støðugt at verða
tiknir fram sum alterna-
tiv til núverandi skipan.
Royndir aðrastaðir frá,
eiga at verða tiknar við
sum fyrimyndir tá farið
verður til verka.
Málið má vera, at ein
dygdargóð tænasta fæst
fyri ein lutfalsliga bí-
ligan pening, sum á ein-
hvønn hátt er kapping-
arfør við almennu tæn-
asturnar.
Javnaðarflokkurin hamskiftur eftir seinastu
veljarakanning
Edmund Joensen
Sambært seinastu veljara-
kanning
gjørdist
Sam-
bandsflokkurin
størsti
flokkur. Javnaðarflokkurin
gjørdist nr. 3
Eftir hesa kanning er
Javanðarflokkurin
ham-
skiftur. Tað er mangt sum
bendur á at leiðslan er farin
beinleiðis á strategifund
við tí dagskrá og hevur
avgjørt, at fremstu javn-
aðarfólk uppá skift skulu
leggja eftir Sambands-
flokkinum.
Eyðálvur Dimon
Fyrst í røðini í planløgdu
herferðini var Eyðjálvur
Dimon. Hann kom við eini
beinleiðis ósannheit um
Sambandsflokkin. Eyðálv-
ur førdi fram, at Sambands-
flokkurin hevði atkvøtt fyri
at lækka blokkstuðulin.
Veruleikin er, at Sam-
bandsflokkurin við øllum
sínum atkvøðunum at-
kvøddi nei fyri at lækka
blokkstuðulin, bæði fyri
uppskotinum hjá lands-
stýrinum og eisini atkvøddi
flokkurin nei fyri lækk-
ingini hjá Javnaðarflokk-
inum.
Vilhelm Jóhannesen
Næstur í røðini var ting-
maðurin Vilhelm Jóhanne-
sen, sum eisini segði ósatt,
við eini grein, hann kallar
Sambandsflokkurin
setti
gongd á fullveldið.
Øll sum minnast bara eitt
litið sindur vita, at javn-
aðarflokkurin 1996 sleit
samgonguna og fór garter-
andi niðan í løgtingi við
einum uppskoti, sum ikki
bara setti ferð á fullveldið,
men
Javnaðarflokkurin
setti seg sjálvan út í
myrkrið og har situr hann
enn.
Javnaðarflokkurin
beinleiðis lovaði loysingar-
flokkunum framat og hevur
beinleiðis høvusábyrgdina
av tí, sum hent er síðani,
eisini fyri Suðuroy.
Tummas Arabo
Honum í hølunum kemur
Tummas Arabo við sínari
ósannheit ímóti Sambands-
flokkinum.
Hann skrivar eina grein,
sum hann kallar Sambands-
flokkurin og ES. I greinini
reingir Tummas veruleikan
við vilja.
Sannleikin og veruleikin
er, at Sambandsflokkurin
hevur sett uppskot fram um
at taka upp samráðingar við
ES felagskapin fyri á henda
hátt at finna út av treyt-
unum
fyri
møguligum
limaskapi, onki annað.
Hetta hava allir politiskir
flokkar fyri neyðini at vita,
eisini Javnaðarflokkurin,
um naka skil skal verað í
nakrari støðutakan.
Jóannes Eidesgaard
Jóannes himself kemur so
sum tann fjórði í røðini, við
eini ramsu heilt aftur til
1970. Statsmaðurin hevur
leita við ljós og lykt, bæði
millum livandi og deyðar
tingmenn úr Sambands-
flokkinum. Statsmaðurin
heldur seg hava funni onkur
prógv fyri at Sambands-
flokkurin ikki vil Suðuroy
nakað gott.
Álvara tos Jóannes, skulu
vit sum flokkar nú í herna
ímóti hvørjum øðrum, so
trýtur ikki tilfar at taka av.
Javnaðarflokkurin var jú
felagsnevnarin fyri teimum
ólukkum, sum førdu til
føroyska húsagangin. Javn-
aðarflokkurin var stjórnar-
flokkur allar flestu av hes-
um árum, væl stuðlaður av
loysingarflokkunum.
Hjá
formanninum
er
eisini vert at minnast sein-
asta bragdið í samgongu.
Var hann ein veruligur
statsmaður, so hevði hann
ikki slitið samgonguna í
1996 og latið Fólkaflokk
inum og øðrum fullveldis-
monnum frítt spæl í lands-
stýrinum síðani.
Dømini tróta ikki
Vit finna saktans ríkiligt av
dømum, til at fylla bløðini
hetta fram til valið, um so
skal verða. Tað sum er mest
harmuligt er, at meðan
Javnaðarflokkurin er upp-
tikin av at niðurgerða Sam-
bandsflokkin, kunnu so
Tjóðveldisflokkurin
og
Fólkaflokkurin í friði og
náðum fara spælandi um
málið á valinum, og kunnu
so halda fram við sínum
oyðileggjandi politikki 4 ár
aftrat.
Hvat fer Jóannas tá at
fortelja
suðuroyingum?
Hvør far tá skylduna? Tá er
ikki vist at suðuroyingar
ella aðrir føroyingar eru
nøgdir, og fara at gótaka
undanførslurnar.
Eitt er vist: Hendan av
Javnaðarflokkinum ísenu-
setta niðugeringin av Sam-
bandsflokkinum førir ikki
ávegis fram til eina sam-
gongu, sum bjargar ríkis-
felagskapin og vælferðar-
samfelagnum.
Men tað er kansa tað,
sum er tann veruliga ætl-
anin, tá íð saman um
kemur. Livst so spyrst!
Hans Jacob
Hermansen
valevni Sjálvstýris-
floksins í Suðurstreymi
Vit
eru
føroyingar,
serstøk tjóð, hoyra vit
ofta, men hví? Kanska
kennir
eingin
rætta
svarið, men vit halda, at
okkara
mentan
er
hjartað í tí, sum farið er
fram, síðan fólk settu
fótin á land á fyrsta
sinni. Hon er úrslitið av
strevi og stríði fyri at
liva, arrið eftir sorg og
smílið eftir gleði í meiri
enn 1000 ár.
Mentan er tjóðarinnar
hjartasláttur, og listin er
hennara mál. Mentan og
list eru samfelagsins
samvitska. Tann tjóð er
lívssør, sum eigur onga
mentan. Tað fólk er
fátækt, sum hevur ikki
ráð at lata listina liva.
Listafólkini skapa, og
fjøldin styrkir seg við
løgi teirra úr brunni, ið
vónandi ongantíð tøm-
ist. Men so mugu vit
geva okkara listafólkum
virðilig lívskor, hóast
tey eru ikki altíð so
eyðmjúk, sum onkur
kundi ynskt.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur
mangan
havt
ábyrgdina av okkara
mentanarpolitikki,
og
honum tekur flokkurin
fegin ábyrgdina av eitt
skeið afturat.
Setið
ein
sterkan
Sjálvstýrisflokk inn á
Føroya Løgting, tí svík-
ur miðjan, nytta endarnir
einki!
Valið 2002 - stutt og
greitt 6:
Mentan og list
Atli Hansen
Valevni fyri Sambands-
flokkin í Eysturoy
Man kann ikki annað enn
fáa samkenslu við teimum
fjølmiðlafólkum, sum í
hesum tíðum skulu royna at
fáa samanhang í tí orða-
flóð, sum kemur frá Høgna
Hoydal. Ein ótrúlig rúgva
av orðum uttan slit og sum
eru torfør at seta saman til
nakað skilagott. Men nú
eru fýra orð farin at skilja
seg burtur úr og hesi kunnu
setast saman til ein setning,
nevniliga: Pengar eru ikki
alt.
Jú, Høgni Hoydal. Tá íð
vit tosa um búskap, tá eru
pengar ein ógvuliga týð-
andi partur. Og nú tit heldur
ikki fáa endarnar at røkka
saman, tí at pengarnir fara
at vera ein mangulvøra, so
skal gloppið fyllast út við
onkrum øðrum, sum ikki
er pengar. Hvat íð tað so er!
Uttanumtos og einki annað.
Tað verður torført hjá
einhvørjari samgongu at
koma eftir tykkum. Tit hava
økt rakstrarútreiðslurnar í
hesum valskeiðinum við
uml. 1 milliard krónum. Tit
hava gjara so nógv út til
valið, at tit handa eftirkom-
arunum eina fíggjarlóg við
halli. Tit handa okkum
rokningar fyri vantandi
blokk og skilaleysar yvir-
tøkur. Og so eru pengar
ikki alt? Jú, tá íð teir
mangla, kunnu teir hava alt
at siga.
Í 1998 handaðu vit
tykkum eina fíggjarlóg við
470 mió. kr. í avlopi og ein
búskap í besta blóma aftaná
størstu búskaparkreppu í
Føroya søgu og eitt sam-
felag, sum var klárt til at
fara undir endurreisingina
eftir kreppuna. Tað er ringt
at fáa eyga á, hvat íð tit
hava brúkt allar pengarnar
til. Eingin endurreising.
Ikki eitt røktarpláss er
komið afturat, hóast tit
royna at billa fólki inn, at
ein bygningur er komin í
Streymnesi. Mær vitandi er
ikki spaki settur í jørðina
enn.
Føroyar eru framvegis
eitt gott og ríkt land at
búgva í, men her skal
umsitast ørvísi og leggjast
ørvísi og longri ætlanir enn
henda fullveldisfikseraða
samgongan hevur klárað.
Tað hevur verið lutur
Sambandsfloksins at taka
upp. Soleiðis var í 1994.
Eingin annar kundi og
soleiðis verður eisini nú.
Sambandsflokkurin
vil
sleppa framat aftur at fáa
ávirkan á gongdina í sam-
felagnum og biðjur um
fólksins undirtøku til hetta.
Ein atkvøða fyri Sam-
bandsflokkinum er eitt stórt
JA til eina raðfesting, har
røktarpláss,
heilsuverk,
pensiónistar, vinna, fa-
milja, ungdómur og um-
hvørvi standa ovarlaga.
Og
karmarnir
skulu
sjálvandi vera ríkisfelags-
skapurin.
Nú vantar Tjóðveldisflokkinum pengar og tí
noyðist Høgni Hoydal at boða frá, at pengar
eru ikki alt
VALGREINAR
Lívskor:
Sambandið og Tjóð-
veldið í sama leypi
Bergur P. Dam
valevni Javnaðarf-
loksins í Suðurstreymi
Framvegis er tað bara
Javnaðarflokkurin, sum
setir
fóksins
lívskor
ovast á dagsskránna
Tá Javnaðarflokkurin í
september í fjør kunn-
gjørdi valskrá sína - Fólk-
ið fyrst - til hetta løgtings-
valið, vakti hon av røttum
ans. Her vóru tey mál,
sum seinastu 4 árini hava
verið skúgvað til viks fyri
eina ófyrireikaða loysing-
arætlan, tikin fram. Ein
ítøkilig ætlan um, hvussu
mest átrokandi gerandis-
málini kundu loysast, var
júst tað, sum so ógvuliga
nógv fólk vildu hava.
Formaður Tjóðveldis-
floksins bleiv mest sum
groggy og kunngjørdi, at
um hesi mál skuldu
loysast, ja, so fór landið á
húsagang. Hann málaði
allar ræðumyndirnar á
veggin, um ólukkurnar,
sum fóru at henda, nú
Javnaðarflokkurin vildi
byggja røktarheimspláss,
loysa
eftirlønarspurn-
ingin, fremja døgnrøkt,
beina fyri bíðulistunum
til
sjúkrahusini,
gera
íbúðir til fólk við breki
o.s.fr.
Sambandsforskrekkilsi
Heldur ikki Sambands-
flokkurin var fegin um, at
fólksins kor so ítøkiliga
vórðu sett ovast á skrá.
Sambandsfólk ákærdu - í
djúpasta samljóði við
tjóðveldisfólk - Javnaðar-
flokkin fyri at leggja
okursbyrðar á kommun-
urnar. Hóast Javnaðar-
flokkurin greitt boðaði
frá, at samráðingar um
kompensatión
skuldu
verða við kommunurnar,
so hóvaði valskrá okkara
als ikki teimum.
Uttanumtos
Men tað var skjótt greitt,
at
Javnaðarflokkurin
hevði rakt seymin á høvd-
ið við síni valskrá. Hon
fekk undirtøku í fólk-
inum.
Og hinir flokkarnir
noyddist at ásanna, at teir
á hesum vali ikki sluppu
at snúgva sær undan at
taka hesi mál upp í val-
stríðnum.
Við ringum tanabiti
komu teir tí kropp av
kroppi og søgdu seg eisini
vilja gera nakað við hesi
øki.
Men hóast tráspurdir,
vilja teir ikki siga nakað
ítøkiligt um, hvussu teir
meina orðini. Teir vilja
ikki seta tøl á, hvussu
nógv
røktarheimspláss
skulu gerast, hvussu nógv
búpláss fyri fólk við breki
skulu
gerast,
hvussu
nógvir bústaðir til fólk í
útbugving skulu gerast.
Og hinir flokkarnir
nokta blankt at siga,
hvussu nógv teirra ætlanir
á vælferðarøkinum fara at
kosta landskassanum.
Teir royna at tosa uttan-
um, og royna síðan at seta
upp kostnaðarætlan Javn-
aðarfloksins
á
ymsar
fiksar hættir, so tað skal
síggja øgiligt út.
Men hetta hjálpir lítið,
tí tær ætlanir, sum vit
hava sett upp, eru so eyð-
sýniliga neyðugar, og eru
júst tað, sum tørvur nú er
á. Nú fólksins lívskor í 4
ár hava verið løgd á
hyllina til frama fyri for-
fongiligheitina hjá loys-
ingarsamgonguni.
Polariseringstátan
Tað er skilligt, at Sam-
bandsflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin eru firtnir
um, at Javnaðarflokkurin
gjørdi eina so ítøkiliga og
greiða
valskrá.
Hesir
flokkar liva jú av hvørjum
øðrum. Teir hava ikki
fólksins lívskor sum høv-
uðsmál. Teir vilja helst, at
føroyingar klandrast um
samband ella loysing.
So longi tað eydnast
teimum at brúka hesa
polariseringstátu, er teirra
politiska framtíð viss.
Kontraktin
Uppímóti hesum mjørka-
tosi
hevur
Javnaðar-
flokkurin eina ítøkiliga
valskrá, eina valskrá, sum
vit eisini hava sett tøl á.
Hesa skrá bjóða vit
okkum at gera ein sátt-
mála við veljaran um at
fremja, eydnast tað okk-
um at leiða komandi sam-
gongu.
Eftir 4 árum er tað ein-
falt hjá fólki aftur at taka
fram skránna og kanna,
um vit rukku málunum.
Tí er valið 30 apríl
einfalt. Ein atkvøða fyri
Javnaðarflokkinum er ein
atkvøða fyri aftur at seta
fólksins kor á skránna.
Jákup Lamhauge
valevni sambandsflokksins
í Eysturoy
Valstríðið, sum nú fer at
líða móti endanum, hevur
verið nógv merkt av spurn-
inginum um ríkisrættarligu
viðurskiftunum
millum
Føroyar og Danmark -
Tjóveldisflokkinum so líkt,
so koyrir hann fram við
somu plátuni, sum teir hava
spælt seinastu 50 árini -
nevniliga kvøðuna um, at
alt sum hevur við Ríkis-
felagsskapin at gera er av tí
ónda fyri føroyingar, og tí
biða teir allar føroyingar
um hjálp at slíta øll bond
við Danmark.
Hinir
samgonguflokk-
arnir - Fólkaflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin
við
góðum stuðli frá Mið-
flokkinum - sum seinastu
fýra árini hava hjálpt Tjóð-
veldisflokkinum við ør-
vitisætlanum teirra - tykjast
í løtuni at vera ræddir fyri
dóminum
sum
sagdur
verður 30 apríl - og royna tí
nú at eftirlíkna Sambands-
flokkinum . M.a føra teir
fram, at nú skulu vit steðga
á, tí vit eru ikki fyrireikaðir
at taka fleiri stig á sjálv-
stýrisleið fyribils.
Føroyingar eiga ikki at
lata seg villeiða av stuðul-
flokkum Tjóveldismanna -
søgan talar fyri seg - tá val
hevur verið eru øll vallyftir
gloymd og fullveldiskósin
og loysingarstríðið heldur
fram.
Sambandsflokkurin
er
alternativið til loysingar-
flokkarnar:
Sambandsflokkurin
er
einasti flokkur í Føroyum
sum tillagar sín politikk
eftir teim broytingum sum
henda í samfelagnum her
heima eins og umstøðunum
uttan um okkum - ja flokk-
urin leggur sera stóran dent
á at vit ikki gerast eftirbátar
í mun til tey lond sum vit
kunnu sammeta okkum við
- tað verið seg á eldraøkin-
um, skúlaøkinum, á heilsu-
økinum á pensiónsøkinum
og annars á almanna-
økinum sum heild.
Í spurninginum um ríkis-
rættarligu viðurskiftunum
hevur Sambandsflokkurin
lagt fram eitt nýskipanar-
uppskot, sum flokkurin
bjóðar til samráðingar um
við teir flokkar sum fram-
haldandi ynskja at varð-
veita ríkisfelagsskapin -
eisini aftaná løgtingsvalið.
Sambandsflokkurin førir
m.a.fram í nýskipanar-
uppskoti sínum:
1.Vit vilja endurnýggja
heimastýrisskipanina
2.Vit vilja greiða ríkisrætt-
arligu viðurskiftini,har
tey eru ógreið
3.Vit vilja hava staðfest, at
føroyar eru ein sjálvstýr-
andi tjó í ríkinum.
4.Vit vilja varðveita ríkis-
felagsskapin og hava
felags
grundlóg
og
kongshús.
5.Vit vilja fylgja Danmark
í Gjaldoyraviðuskiiftum.
6.Vit góðtaka, at verju-og
uttanríkispolitikkur
formliga verður umsitin
av ríkismynduleikunum.
7.Vit vilja í høvuðsheitum
varðveita verandi rættar-
skipan.
Sambandsflokkurin
fer
eftir valið at leggja alla
orku í at varðveita Føroyar
sum eitt væferðarsamfelag,
og tí fer hann staðiliga at
biða føroya fólk standa
manniliga saman um flokk-
in týsdagin 30.apríl.
Slagorðið er tí: Framá
Føroyar við Sambands-
flokkinum á odda.
X við Lista B.
Jákup á F. Jacobsen
Valevni Javnaðarfloksins í
Norðoyggjum
Ikki er gjørligt at greiða
stutt frá øllum sjónarmið-
um Javnaðarfloksins. Sig-
ast kann tó, at Javnaðar-
flokkurin stuðlar øllum, ið
er samfelagnum at gagni.
Valevnini fara tí við
skynsemi og eftir bestu
sannføring at fremja javn-
aðarhugsjónina í verki, til
frama fyri føroya fólk.
Sjálvandi eiga vinna,
útbúgvingar,
heilsuverk,
ríkisrættarliga støðan og
mong mong onnur mál at
verað nevnd. - Men uttan
iva er ikki nakað valevni
hjá nøkrum flokki, íð ikki
hevur stóran áhuga fyri
øllum tílíkum. Alt annað
vildi verið óhugsandi.
Men verri er ofta statt tá
hugsað verður um t.d. land-
búnaðin, samferðslu uttan
fyri meginøkið, útoyggjar
og tílíkt, sum mangan ikki
er so sjónligt í samfelag-
num til dagligt.
Støðan er tann, at ein
meiriluti velur ein ógvuliga
lítlan minniluta at stýra
einum so stórum meiriluta,
sum øllum Føroya fólki, og
soleiðis kemur at avgera
umstøðurnar, sum allir
Føroyingar koma at liva
undir í frammtíðini.
Tí er sera umráðandi at
umhugsa støðuna gjølla. -
Avgerðin er bindandi og
kann ikki broytast . –
avgerðin um, hvussu eg og
tú og øll onnur her á landi
skulu húsast í framtíðini.
Tað er tí neyðugt at velja
hóvlig, siðilig og skilagóð
umboð at stýra landi okk-
ara.
Tann, ið ynskir tað besta
fyri framtíðina í Føroyum,
fer á val valdagin og setur
ein trivaligan kross við
Javnaðarflokkin ella eitt av
valevnum teirra.
Við javnaðarheilsu.
William Max Hansen
valevni Javnaðarfloksins í
Eysturoy
Vit hoyra javnan, at hug-
sjónin Javnaðarfloksins í
ríkisrættarlig málinum ikki
er løtt at fremja í verki.
Men hon letur seg fremja,
verður
kortini
dentur
lagdur á. Sjálvandi er lætt-
ari at samráða seg til fulla
loysing ella til bara lata
standa til, sum er fram-
haldandi óbroytt samband.
Tað var tað eisini í 1946,
tá Fólkaflokkurin og før-
oyingarfelagsfólk tvíhildu
um loysing, samstundis
sum sambandsfólk annað-
hvørt vildu hava amt ella
vildu hava eina skipan, sum
minti mest um amtsstøð-
una.
Tá helt Javnaðarflokk-
urin eisini, at vit skuldu
víðari. Men hann helt ikki,
at vit áttu at loysa frá Dan-
mark. Hesa hugsjón hevði
hann fest á blað í 1943 sum
uppskot til arvaskifti um
ein politikk framá. Og tað
skerst ikki burtur, at hug-
sjónin sigraði.
Støðan í dag kann sam-
anberast við støðuna eftir
annan heimsbardaga. Fyri
fleiri árum síðani ásannaði
Javnaðarflokkurin á lands-
fundi, at Heimastýrislógin
var um at vera tømd, hevði
veikleikar og at neyðugt var
við greiðari linjum. Flokk-
urin kom tí til ta niður-
støðu, at virkast skuldi fyri
eini nýggjari lóg. Einum
sáttmála,
sum
greiðari
heimilaði yvirtøkur, og
sum gjørdi føroyska sam-
felagið búskaparliga meiri
sjálvberandi.
Sambandsflokkurin helt
fast um, at einki bilti
Heimastýrislóguni líka til á
vári 1999. Harafturímóti
helt Tjóðveldisflokkurin, at
einasta leiðin var loysing.
Hevði Sambandsflokkurin
beinanveg í 1997 vilja
gingið við til at seta eina
stjórnmálanevnd, vóru vit
ongantíð komin í ta polit-
isku hurlivasastøðu, sum
forholdið Føroyar Danmark
er nú.
Nýggja Tjóðveldi vann
við hugsjónini um "skipaða
loysing" og "fullveldi".
Men tað er ein óreingandi
verunleiki, at tað er ikki
meirluti fyri fullveldi. Og
tað verður tað neyvan, og
enn minni er undirtøkan
fyri
frammhaldandi
óbroyttum sambandi.
Harafturímóti fær hóv-
liga miðleiðin stórstu und-
irtøkuna. Hettar er júst
Javnaðarfloksins uppskot
til framhaldandi felagsskap
við Danmark. Sjálvstýris-
lógin hevur higartil verið
tað mest kostruktiva upp-
skotið í verið hevur - og tað
man eisini vera gongda
leiðin, tá avtornar.
Ver tí erlig/ur við sjálvan.
Set kross tín á lista C.
Framá Føroyar við Sambandsflokkinum á odda
Hvat nú
Miðloysnin er gongda leiðin
C
M
Y
K
33
32