Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 77 - 24. apríl 2002 Nr. 77 - 24. apríl 2002 31 VALGREINAR Nú er nokk - Suðringar skulu ikki gíslatakast hvørja ferð, verkfall er! Johan Dahl valevni Sambands- floksins í Suðuroy Tað er eftihondini blivið ein marra hvørjaferð vit hoyra um, at tað al- menna fer í lønarsam- ráðingar, tí tað er blivið kotyma at fara í verkfall - minst eina fer um árið!!! Meginøkið merkir slettis onki til hesi verkføll, men vit suðri- ngar, har einasti far- vegur er sigling um firðir, eru tey sum verða gíslar - hvørja einastu ferð!!! Sundini og firðirnir norðanfjørðs kunnu smábatar sigla um í næstan øllum líkindum, men Suðriarfjørður er nakað helit annað Vinnulívið í Suður- oynni bløðir uttan ivað meira enn vinnulívið í Norðoyggjum - eisini undir hesum verkfallið - Karsten Hansen var í sjónvarpsending sera harmur um ein part av vinnuni - hana í Norð- oyggjum???????!!!!!! Hvat við restini av vinnuni harra Han- sen??? Tað er neyðugt at tikið verður upp samráðingar skjótast tilber við mynduleikar og fakfeløg hjá øllum sum starvast umborð og á lanið í samband við SMYRIL verða tænastufólk!!!!! Trúgvi ikki ein kann fáa betri loysn fyri suðringar, fakfeløgini og tað almenna. Lat okkum skjótast fáa hetta í rættlag!!! Niklái Petersen valevni tjóðveldis- floksins í Norðstreymi. Lurtaði eftir valsending- ini undir heitinum telefon til Javnaðar- flokkin í Utvarpi Føroya í morgun, har luttóku fyri flokkin: Katrin Dahl Jakobsen, Hans Pauli Strøm og Rasmus Nicla- sen. Hesin seinast nevndi svaraði uppá spurning, hvussu Javnaðarflokk- urin vildi fíggja síni vallyftir, at hann ikki dugdi at síggja nakran mun á vallyftum Javn- aðarfloksins fyri eina hálva milliard og so skerjingina í blokkinum uppá smáar 400 mió., sum Tjóðveldisflokkurin hevði verið við at sam- tykt. Her er ein himmal- víður munur - næstan ein heil milliard!! Havandi í huga, at allir búskaparfrøðingar ávara ímóti tí nógva virksem- inum í landinum, og at búskapurin er við at verða ov nógv upphit- aður, haldi eg tað vera sera løgið, at tveir fólkavaldir løgtingslimir ikki tala at slíkum. Hvar eru vit stødd?? Koma hesi til ræðið aftur, so verður tað, sum tá kellingin pissaði undir seg, ein stokkutur hiti. Edva Jacobsen Valevni Sambandsfloksins í Eysturoy Fíggjarløgtingslógin vísir, hvørjar inntøkur og út- reiðslur tað føroyska sam- felagið hevur. Sitandi sam- gonga millum tjóðveldis- flokkin, fólkaflokkin og sjálv- stýrisflokkin hevur reypað nógv av, at teir hava ført ein varnan og skyn- saman fíggjarpolitikk. Tey síðstu 4 árini hava fiskaprísirnir verið høgir, og fiskanøgdirnar hava verið stórar, men hetta er ikki nakað, sum sitandi landsstýri hevur skapt. Tey síðstu fýra árini eru útreiðslurnar á fíggjar- løgtingslógini øktar við 957 milliónum, og hetta verður kallað ein varðin fíggarpolitikkur. Hetta er ein útreiðsla, sum er løgd á eitt komandi landsstýri, og tað merkir, at útreiðslunar á hesum øki eru øktar við umleið 4 milliardum tað komandi valskeiðið. Blokkstuðulin úr Dan- mark er av sitandi sam- gongu skerdur við 366 milliónum ella umleið 1, 5 milliard. Hetta merkir, at tað verður 5,5 milliardir dýrari at reka tað føroyska samfelagið tey komandi 4 árini. Sitandi samgonga, sum ynskir at halda áfram, um hon fær meiriluta, hevur ikki greitt okkum frá, hvussu hesar 5,5 milli- ardirnar skullu fíggjast. Hetta verður fyrsti trupul- leiki hjá tí nýggju sam- gonguni. Umframt alt hetta, so eru prísirnir hjá alivinnuni farnir til botns, rækju- vinnan hevur stórar trupul- leikar og toskaprísirnir eru farnir langt niður. Í fyrstu atløgu verður oljuvinnan ikki tað bein, vit kunnu standa á, tí boringarnar eru útsettar. Spurningurin er so, hvat ætlar sitandi loysingarsamgonga at gera? Skulu skattur og avgjøld hækka? Skulu skerjingar gerast? Hvørji øki skulu møgu- liga skerjast? Sambandsflokkurin vil í nýggju samgonguni føra ein varnan og skynsaman fíggjar- politikk, har onki verður gjørt í óðum verki. Vel trygt - vel samband! Reimund Langgaard valevni fyri Sambands- flokkin í Eysturoy Venstre opfatter rigsfælles- skabet som et fællesskab mellem ligeværdige partn- ere, mellem tre ligeværdige folk, det færøske, det grøn- landske og det danske. Og vi er meget åbne over for en modernisering af hjemme- styreloven, så netop denne ligeværdighed kommer til at fremstå klarere, hvis dette fremføres som et ønske fra færøske side (Orð hjá Anders Fogh Rasmus- sen í smb við Nýskipanar- uppskotið hjá Sambands- flokkinum). Tað hevur verið sagt, at nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum er alt ov gott til at verða satt. At tað er nakað, sum danska Stjørnin als ikki kemur at taka undir við. Tað skuldi hervið verið avsannað. Thordur Thorsteinsson valevni Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymi Sum valevni hjá Sjálv- stýrisflokkinum fari eg serliga at leggja dent á evnini mentan og útbúgv- ing. Tað er neyðugt at gera umstøðurnar í fólkaskúl- anum munandi betri, og næmingatalið í flokkunum skal ikki vera størri enn at tað er forsvarligt. Eisini skal vera møguleiki at seta á stovn frískúlar. Ein stórur partur av okkara ungdómi fær sum er eina góða verkliga útbúgv- ing. Tó mugu vit ásannað, at nýggi Tekniski Skúli í Tórshavn má gerast nú, so at føroyskur ungdómur kann fáa eina útbúgving, sum svarar til tíðarinnar tørv. Hesin skúlin hevur betri uppiborið enn at vera kastibløka millum ymsar lappaloysnir. Mentanin er ein týðandi táttur í samfelagnum. Tí eiga listafólk, eisini tey, sum ríka okkara søguskriv- ing við siðsøguligum verk- um og bygdasøgum, at fáa inntøkutrygd, sum eigur at vera veitt øllum í okkara samfelag. Eisini eigur tað at vera møguligt at seta á stovn mentunarhús úti um landið. Hesi skulu hýsa framsýn- ingum, fundum, teldu- og kunningarstovu og øðrum. Og hesi húsini kunnu eisini vera karmurin um, at ættarliðini, líka frá teimum yngstu, teimum ungu og til tey eldru kunnu koma saman. At ættarliðini aftur kunnu koma saman til skemtunnar og álvara, fer at styrkja okkara lokala um- hvørvi og skapa samanhald og trivnað í lokaløkjunum. Setið kross við lista D. Hoyrdi eg rætt !!! Sitandi samgonga er við at koyra Føroyar á heysin aftur Javnsettar tjóðir í sama ríki Samanhald og trivni í lokalsamfelagnum Heðin D. Poulsen valevni Fólkafloksins í Suðurstreymoy Bæði matrikullógin og lóg um landsjørð áseta, at jarðarbrúkini skulu leggjast saman. Seinastu álitini um landsjørð mæla til ta sama. Hetta kann tykjast hjá mongum, sum ein veru- leikafjarður dreymur um eina farna tíð. Á tingi fari eg at arbeiða fyri tí, ið Óðalsfelagið hevur staðið fyri, millum annað fríari sølu av jørð í hóskandi eindum. Vit skulu leggja inn fleiri traðir og skipa fleiri felagshagapartar nærhendis Havnini - sjálvsagt í samráð við bøndur, ið fyri endurgjald vilja lata seyðin frá sær. Tað er nógmikið til av jørð, sum landið eigur, til at øll áhugaði í Suðurstreymi kunnu fáa jørð at røkja. Vit hava nú kjansin at virka fyri meiri óðalsjørð, fleiri trað- um, smærri brúkum og betri trivnaði. Smáu brúkini, serliga nærhendis Havnini, tryggja trivna og mentan. Alt er gott á trøðni VALGREINAR Menning av arbeiðs- marknaðinum í útjaðaranum Jaspur Vang Valevni Sambandsf- loksins í Suðuroy Styrkja vit tey øki í landinum, ið fáa til vega meginpartin av frum- inntøkum landsins, styrkja - og tryggja vit grundarlagið undir landsbúskapinum fram- yvir. Miðsavnanin. Seinastu mongu árini er mestsum øll almenn umsiting og so at siga allir almennir stovnar av týdningi miðsavnaðir. Á henda hátt verður tryggjað ávísum økjum í landinum eitt nú • stórt útboð av støð- ugum arbeiðsplássum, ið krevja vælútbúna arbeiðsmegi og • høgar og støðugar miðalinntøkur. Almennu arbeiðspláss- ini eru komin - og koma av sær sjálvum, og eru ikki grunda á vágafúsan kapital, náttúrugivið til- feingi og vinnuligar fortreytir annars. Einasta fortreyt fyri miðsavnanini er nevni- liga landspolitisk væl- vild. Við almennu arbeiðs- plássunum fylgir ar- beiðsmegin. Arbeiðs- megin leitar sær sjálv- sagt til tey øki, har flestu og bestu arbeiðstilboðini eru. Avleidda virksemið av miðsavnanini, so sum ymisku tænastuvinnur- nar, nørist har arbeiðs- megin savnast, og heldur ringrásin á tann hátt fram. Útjaðarin. Fyri partar av landinum førir miðsavningarpoli- tikkurin við sær, at m. a. útjaðaraungdómur, ið nemur sær útbúgving, ikki hevur møguleika fyri at finna nøktandi arbeiði á heimplássun- um, eins og fólk í vinnu- førum aldri annars leita sær til økini við fjøl- broytta arbeiðsmarkn- aðinum. Úrslitið er m.a., at fallið í fólkatalinum í ávísum útjaðaraøkjum hevur verið ógvusligt, samstundis sum fólka- talið í teimum økjum, har miðsavnanin er farin fram, er hækkað tilsva- randi. Spurningurin er tí, hvørt okkara landspolit- ikarar ynskja menning um alt landið, eins og tað er ein spurningur, í hvussu stóran mun landsbúskapurin kann bera, at ein alsamt vaks- andi partur av arbeiðs- megini umsitur og veitur tænastur til ein alsamt minni part av arbeiðs- megini, sum fær til vega og virðisøkir so at siga einastu fruminntøkurnar (fiskivinna og alivinna) landið hevur. Niðurstøða. Miðsavningarpolitikkuri n hevur ikki einans verið útjaðaranum til stóran skaða, men hevur so sanniliga eisini verið til skaða fyri tey øki, har miðsavningin er farin fram. Støðan í dag tykist nevniliga vera tann, at arbeiðsmarknaðurin í ávísum økjum í landin- um er ovurmentur í so stóran mun, at hesi økið ikki síggja seg før fyri at loysa eitt nú barnaans- ingar- og bústaðartørv- in, sum er íkomin av miðsavnanini. Menning av útjaðara- økjunum í landinum umvegis miðspjaðing av almennari umsiting og almennum stovnum hevði tí verið bæði ovurmentu økjunum og útjaðaranum til frama. Harumframt hevði miðspjaðingin varðveitt og styrkt tey øki í landinum, har frum- inntøkur landsins verða fingnar til vega og tilvirkaðar, og høvdu vit á tann hátt tryggja l a n d s b ú s k a p a r l i g u menningina av samfe- lagnum. Birgir Mohr valevni Javnaðarfloksins á Sandi Hví skulu núlivandi føroy- ingar tá gjalda ein ovurprís fyri fullveldið. Javnaðarflokkurin sigur: fólkið fyrst og fremst - samstarv við aðrar flokkar her á landi og við Danir fyri at finna loysnir - ikki klandur og konfrontatións- politik á Fólkatingi ella á Kristiansborg ! Fólkið fyrst merkir, at Javnaðarflokkurin vil ikki ofra vælferðina fyri at framskunda fullveldið ella loysingina, tá tað er ein óneyðuga høgur kostnaður at gjalda fyri eitt fullveldið á pappírinum, sum vit álíkavæl ikki megna at umsita, her og nú. Sjálvstýri og sjálvbjargni eru tilgongdir sum fylgjast, og sum støðugt hava ment seg í Føroyum, síðan vit fingu heimastýrislógina í 1948. Tá eingin hóttir okkum úr Danmark, so er eingin orsøk til at framskunda sjálvstýristilgongdina meira enn vit megna at gjalda. Gera vit tað, er vandi fyri at tað fer at kosta okkum vælferðina hjá fleiri ættarliðum av Føroyingum. Skulu vit avseta pening til fullveldið her og nú, ella loysing, tá vit ikki megna at rinda eina sámuliga fólka- pensión? Hví skulu vit frá- siga okkum pening úr Dan- mark, uppá fleiri hundra milliónir krónur um árið, soleingi vit ikki megna at gjalda fyri eitt virðiligt støðið undir Sjúkrahús- verkinum, Almannaverkin- um, Skúlaverkinum, Sam- ferðsluverkinum o.s.frv. ? Javnaðarflokkurin sigur nei til hendan politikkin ! Javnaðarflokkurin sigur fólkið og tess vælferð fyrst. Og við fólkið meina vit tey sum liva ídag. Vit sum liva ídag, krevja eitt rímuligt vælferðarstøðið, og vit vilja fyrst síðan hava ein var- ligan sjálvstýris- og sjálv- bjargnispolitik. Ongin í Danmark hóttir okkum føroyingar ella okk- ara vælferð. Hóttanin kem- ur úr Føroyum, frá tí poli- tikki sum landstýrissam- gongan hevur ført seinastu 4 árini. Hesin politikkur endar ikki væl, og eigur tí at vera skiftur út við ein betri politik. Lat okkum til hetta valið siga eitt greitt nei til fullveldispolitikkin - til loysingarpolitikkin ! Gerið hettar við at velja Javnaðarflokkin. Javnaðar- flokkurin sigur: fólkið fyrst - fólksins vælferð fremst. Gott val. Elin Tausen Valevni Miðfloksins í suðurstreymi Nógv hevur verið frammi um lovaðu fólkaatkvøðuna, sum ikki bleiv til nakað. Tí hava røddir verið frammi um at hetta løgtingsval er fólkaatkvøðan. Men hvat er tað fólk atkvøða um? Tað eru seks ymiskir møgu- leikar at velja í, tí eingin hevur somu loysn. Sjálv- andi er hetta ikki ein fólka- atkvøða, tí har skal setast ein greiður spurningur, fyri at fólkið skal vita hvat tey atkvøða um. At velja Sambandflokkin ella Tjóðveldisflokkin er ikki loysnin fyri Føroya Fólk. Tí hetta eru tveir mótpolar, sum ikki kunnu vikast, tí teirra politikkur er samband ella loysing. Tá tað er tikið burtur, hvat er so eftir ? Loysnin er at fáa eina sterka miðu, sum er villig til at finna eina loysn, sum størsti partur av Føroya fólkið kann taka undir við á eini fólkaatkvøðu, eina loysn, sum er øllum borgar- um at gagni, bæði teimum sterku og veiku. Tað er eingin loysn at útseta hendan trupuleika í 4 ár, tí hetta er spurningurin, sum rørist í fólkinum, og verður ein loysn ongantíð funnin ov skjótt, soleiðis at vit kunnu halda áfram at byggja landið upp við teim- um møguleika og náttúr- ríkiðdømi, sum vit hava fingið frá Skaparanum. Ikki sum Tjóðveldisflokk- urin sigur, at " Vit hava fingið landi upp aftur á føtur". Eg visti ikki at teir, høvdu fingið fiskin innaftur á grunnarar, tí tað vita øll, at um fiskivinnan ikki hevði havt so góð ár, sum undanfarnu árini, so høvdu vit ikki havt yvir 1 milliard á bók í Lands- bankanum. Nej, at fiskurin kom aftur á grunnarnar, er bert at takka Gudi fyri, at hann hoyrdi bøninar hjá føroyingunum um hjálp í neyðuni, tí, sum tað stendur í 2. Krønikubók 7. 14: " um tá fólk Mítt, sum er upp- kallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra". Soleiðis hava okkara gomlu bygt land okkara. Tey høvdu Gud við í øllum, tey fór undir at gera, tí einfalda trúgvin á Gud var nokk fyri tey, at vita at Gud hevði eyguni við teimum. Mær er sagt um Lang- ommu mína, Mikkalinu Norðberg úr Hvalba, at hon skuldi til Havnar í lækna- ørindum, men hon hevði ongan mat eftir heima, hon hevði 11 børn at breyðføða. Tá hon fór til songar, kvøldið áðrenn hon skuldi fara, bað hon eina bøn til Gud, um hjálp í neyðini. Morgunin eftir vaknaði hon, við rópum um grinda- boð. Ein stór grind var komin inn á Hvalbiar fjørð, so tey fingu meira enn nokk av grind. Tá vit biðja svarar Gud. Hetta var galdani tá, og er tað eisini galdandi nú, um vit vilja boyggja okkum fyri Hon- um og Hansara vilja. Tí sum sagt verður í Sálm 127, 1 "Byggir ikki Harrin húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki Harrin staðin, so vakir vaktarin til ó- nyttu." Góði Føroyingur, set ikki títt álit á polittiskar flokkar, men set títt álit á Gud, sum hevur hildið Sínu verjandi hond yvir hetta land og fólk, og Hann fer at væl- signað okkum við øllum náttúruríkiðdømi. Nok til, at vit kunnu taka okkum av okkum gomlu og veiku, men eisini til at vælsignað onnur fólkasløg við. Eg vil enda við hesum orðum úr Tjóðsangi okkara "At bera tað merkið, sum eykennir verkið, sum varð- veitir Føroyar mítt land." Farið á val, og velji ein sterkan Miðflokk á ting. Ein flokkur, sum stendur fyri Vernd, Verju & Lív. etausen@kallnet.fo Erikka Elttør Valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum Eg, tími, eg kann, eg vil, eg havi tíð og umstøður at vera við til at seta tey bleytu virðini, sum vit eiga í hásæti. Eg meini ikki, at tað er "flóvislit" at tosa um barns- burðarfarloyvið, barnaans- ing, barnagarð, barnaskúla, ungdómspolitikk, familju- politikk, íbúðarpolitikk, eldrarøkt og ellisheim. Eg geri tað sum kvinna, og eg geri tað við stoltleikað. Menn tíma betur at tosa um tøl, havnir, tunellir og skip, og tað er í lagi, men ikki fyrr enn bæði tey "bleytu virðini" og tey "hørðu virðini" fáa líkað nógva umtalu í tinginum, kunnu vit fáa eitt rættvísari samfelag. Hetta kanst tú sum veljari vera við til at ávirkað. Ongin í Danmark hóttir Føroyar! Komandi løgtingsval er IKKI fólkaatkvøðan!! Eg tími, eg kann, eg vil .......... C M Y K 31 30